Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2000 24 tíðindablaðið sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2000 JÁKUP MØRK Kyndil-Neistin 23-29 (16-11) Seinasta lokaluppgerðin millum havnarliðini bæði varð leikt mikukvøldið, og fyri báðar partar var hetta samstundis eitt slag av lagn- udysti. Fyri Kyndil var hetta ab- solutt seinasta útkall hjá teimum, um teir skuldu halda lív í vónunum um ein- a endastøðu í toppinum, meðan tað fyri Neistan var av avgerðandi týdnigni, at teir fingu tvey stig burtur úr dystinum, um teir fram- haldandi skuldu fylgja við hinum báðum oddaliðu- num, StÍF og VÍF. Teir tríggir dystirnir, sum liðini higartil høvdu leikt í landskappingini hetta kapp- ingarárið, vóru allir endaðir við neistasigri, um enn onk- rir teirra vóru sera teprir. Hinvegin vann Kyndil steypakappingina við sigri á júst Neistanum, so lagt var av sonnum um til ein sera spennandi dyst. Kyndil sat á øllum Fyrstu løtuna var tó ikki nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakra spennandi uppgerð. Kyndil var snøgt sagt nógv tað bet- ra liðið, og komst hetta ser- liga av, at teir løgdu so nógv fyri í verjupartinum. Serliga í høgra verjuborði var hetta sjónligt, við tað at teir vardu somikið offensivt, at Áki Olsen so at siga ongan møguleika hevði at koma til skot. Í hinum verjuborðinum royndi Heini Joensen seg fleiri ferðir, men aloftast vóru kyndlarnir beinan veg- in á honum, soleiðis at hann varð órógvaður, og flestu skotroyndirnar endaðu eis- ini omanfyri ella við síðuna av málinum, og tá bólturin so endiliga fekk kós móti málinum, megnaði Lars Winther aloftast at verja fyri. Ein av høvuðsorsøkunum til, at tað eydnaðist somikið væl hjá Kyndli at verja so- mikið offensivt tóktist eisini vera, at Neistaliðið so at sig- a einki strikuspæl hevur, so- leiðis at bólturin ongantíð varð spældur inn um ver- juna. Við tað at verjupartinum hjá Kyndli eydnaðist somik- ið væl, hendi tað seg eisini meira enn tí einu ferðina, at teir við fúkandi ferð kundu fara í kontra álop, og so at siga ótarnaðir seta bóltin í málið. Petur Magnusson í neista- málinum man hava bjargað teimum mong stigini í ár, men tað lítla korterið, sum hann var á vøllinum, fekk hann so at siga ikki fatur í nøkrum skoti, og tískil gjør- di neistavenjarin rættuliga skjótt av at royna Boga Hendriksen í staðin. Hetta byrjaði beinanvegin at gera mun, tí Bogi framdi fleiri góðar bjargingar rest- ina av hálvleikinum, men einsamallur maður kundi hann ikki gera tað stóra við kyndilyvirvágna. Tó so, heilt einsamallur var hann ikki, tí móti endanum av hálvleikinum lá brádliga betur fyri hjá Heina, soleiðis at munurin í hálvleikinum »bert« var trý mál. Hamskift í seinna hálvleiki Tá liðini komu á vøllin til seinna hálvleik, var alt brád- liga viðvent. Neistin, og ser- liga Áki Olsen, løgdu fyri sum eitt óløgi, og Lars, sum hevði staðið ein sera góðan fyrra hálvleik, kundi millum lítið og einki gera, tá ka- nónskotini vórðu send móti honum. Fýra mál á rað syrgdu fyr- i, at munurin minkaði niður í eitt mál, men brádliga fór Kyndil aftur at gera um seg. Tað var tó sum um, at teir als ikki fingu sama glið á Søguligur Neistasigur Eftir at hava havt greiða yvirvág allan fyrra hálvleik, mistu kyndilsleikararnir so at siga alt á gólvið seinasta hálva tíman, og sostatt kundi Neistin skriva felagssøgu, nú teir hava vunnið allar landskappingardystirnar á grannunum hetta kappingarárið spæli, sum teir høvdu í fyrra. Leikferðin hjá Kyndli var eisini nógv lægri seinna hálvleikin, enn hon hevði verið í fyrra, og harumframt var verjan eisini nógv flat- ari. Eftir mínum tykki, var hetta dekan ov tíðliga at tak- a ferðina av spælinum, tí aloftast er tað soleiðis, at um tú fyrst hevur sett ferð- ina niður, er sera trupult at fáa hana nóg høga aftur, og soleiðis var eisini ferð. Hvørt tað var spæliætlanin, sum eydnaðist, ella orkan, ið gekk undan, skal ikki verða sagt her, men í øllum førum er tað ein sannroynd, at hetta kostaði Kyndli stig- ini mikudagin. Neistin helt nevnliga á fram við ágangandi álops- spælinum, og eftir at Kyndil hevði skorað til 19-17, ging- u tólv minuttir, til bólturin aftur lá í neistamálinum. Hetta var tó ikki bert orsakað av vánligum kynd- ilsspæli, tí umframt at neistaverjan stóð seg betur nú, leikti Bogi einki minni enn ein óhugnaliga góðan seinna hálvleik. Líkamikið hvat kyndils- leikararnir gjørdu, so megn- aði hann onkursvegna at verja fyri, tá skot vórðu send móti honum. Í eini seinastu roynd at venda dystinum, royndi Kyndil at mansverja Áka og Heina, men hesu ferð eydn- aðist royndin ikki. Aldurs- forsetin, Kári Mortensen, tók ístaðin yvir, og av sein- astu seks neistamálunum átti Kári tey fýra. Sostatt gjørdist dysturin mikukvøldið eitt satt an- tiklimaks hjá Kyndli, sæð í mun til steypafinaluna. Tað ferðina vóru tað teir, sum kundu fegnast um steyp og sigur, men hesu ferð máttu teir lata sær lynda, at tað vóru neistaleikararnir, sum høvdu smílið frammi, tá dysturin var lokin. Kyndil úti Eftir dystin tykist tað vera heilt víst, at Kyndil hevur mist allar møguleikar fyri heiðursmerkjum hetta kappingarárið. Seks stig eru nú upp til triðja plássið, og hetta verður helst møtumik- ið at vinna inn aftur í teim- um fýra dystunum, sum eru eftir at spæla. Neistin betraði hinvegin um støðu sína í oddinum, har enn eru teir tvey stig aftan fyri vestmenningar, men hinvegin hava teir tveir dystir til góðar. Eisini fingu teir víst, at breiddin í hópinum er nóg stór, til at teir kunnu vera týðandi leikarar fyri uttan. Áki Mørk, sum hevur leikt sera væl seinastu dystirnar, var burturstaddur hendan dystin, men maður kemur í mans stað verður sagt, og soleiðis varð eisini hesu ferð. Eftir at Elmar Ósá hev- ði roynt seg á veinginum allan fyrra hálvleik, kom Helgi Justinussen inn í seinna, og unglingurin stóð seg sera væl, og millum annað varð ikki fyrr enn eft- ir at hann kom inn, at nakrar yvirgongdir vóru at síggja á neistaliðnum. Eisini Ræni Slættanes gjørdi um seg, eftir at hann varð settur á vøllin, og spur- ningurin er helst, um hann ikki átti at fingið meira spælitíð í álopspartinum, har Neistin alt árið hevur staðið seg illa í strikuspæl- inum. Ivasamt man tó vera, um Páll Poulsen torir at blaka hesar ungu óroyndu leikarar fyri leyvurnar, nú seinastu avgerandi dystirnir standa fyri framman. Komandi fýr- a dystirnar, skal Neistin royna seg á útivølli móti bæði VÍF og StÍF. Ikki tí, tað skal Kyndil eisini, so seinasta orðið frá teimum er helst ikki sagt enn, hóast teir neyvan skulu gera sær nak- rar vónir um heiðursmerki á hesum sinni. Dysturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Jacob Jónsson 5, Bjarni Wardum 5, Uni War- dum 4, Rúni Poulsen 3, Regin Petersen 3, Hans Áki Dahl Christiansen 2, Janus Einar Sørensen 1 Neistin: Áki Olsen 11 (2), Kári Mortensen 6, Heini Joensen 5, Ræni Slættanes 3, Jákup Sverri Kass 2, El- mar Ósá 1, Finnur Hansson 1 Brotskøst: Neistin 4 Úvísingar: Kyndil 4, Neistin 1 Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen og Dánjal Hansen Fyrsta hálva tíman hevði kyndilsverjan sera gott tak á Áka Olsen, men seinna umfarið var hann ikki til at steðga Mynd: Álvur Haraldsen Vit hava eitt st Vit hava eitt stórt og gott rt og gott úrval av val av vaski- og kantinuvognum vaski- og kantinuvognum Heykavegur 1 • 100 Tórshavn • Tel. 311400 • Fax 315574 th-dam@post.olivant.fo Sosialurin - 311820 Vaskivognar askivognar Kantinuvognar Kantinuvognar Vit hava eitt stórt og gott úrval av vaski- og kantinuvognum Vaskivognar Kantinuvognar Skúlagerði - 430 Hvalvík tel +298 422456 far+ 298 286458 fax + 298 422458 andrass@post.olivant.fo heima.olivant.fo/-andrass Skorsteins- sóparin er við til at halda umhvørvið reint Jimex Brenniovnar Isokern Skorsteinsbjálving Isokern Skorsteinselementir Lúkur - Fuglaristir Ventilar - Roykhattar Andrass á Krossbrekku Vit útvega eisini: Plastbakkar Pakkibond, tape Merkir, etikettir Knívar Kitlar, húgvur, handskar, svintur o.l. Ymisk tól til ídnaðin Reingerðisevnir Tilsetningsevnir Plattar Ráðgeving í tilevning av pakkitilfari ...sjálvandi til besta prísin!! Staravegur 5, P.O. Box 171 FO-110 Tórshavn Telefon +298 35 30 00 Fax +298 35 30 10 E-mail: farpack@farpack.com Føroya størsta úrval av PAKKITILFARI úr karton, bylgjupapp og plast innan øll vinnuøkir * * * * * * * * * * Landssjúkrahúsið FO-100 Tórshavn Sjúkrasystir Eitt starv sum sjúkrasystir á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum er leyst til setan skjót- ast gjørligt og fram til 28. februar 2001. Starvið er eitt fulltíðarstarv. Umsøkjarin skal hava kunnleika til sjúkra- systraarbeiði á skurðdeild. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála ímillum Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggj- armálastýrið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Nainu Túgvustein, deildarsjúkrasystir, tlf. 313540 lokal 138. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum skal sendast til Almanna- og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknarfreist: 17. mars 2000, kl. 14.00. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Aðalfundur felagsins verður mánadagin 20. mars. Skrá sambært lógum felagsins. Tíð og stað verður lýst seinni. Nevndin Aðalfundur felagsins verður í VB-húsinum tórsdagin 16. mars 2000 kl. 19.00. Skrá sambært grein 6 í viðtøkum felagsins. Mál, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, eiga skrivliga at verða starvsnevndini í hendi í minsta lagi 8 dagar frammanundan. Vágs Bóltfelag Skorsteinssóparin Hvalvík • Tel. 422456 Brenniovnur av merkinum Alta til sølu Ovnurin er spildurnýggjur og er bert brúktur eina ferð til roynd TVINGSILSSØLA Hósdagin tann 23. mars. 2000 kl. 10.00 verður á dómaraskriv- stovuni C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir matr. nr. 618, Tvøroyri, á Sev- mýri, (AS 5/2000). Ognin er í trimum hæddum, stovuhædd: 1 stova, kamar, køkur, lítil gongd, wc, trappa uppá loft, 58 m2. Loftshædd: 3 kømur, wc v/ kari. Kjall- arin: moldgólv. Grundøki er 233 m2. Húsini eru av timbri á betonggrund, klædd við plastikki og takt við alu- man. Tvingsilssølan er um- biðin av Julionnu Klett, advokati, Bringsnagøta 15, 100 Tórshavn, tlf. 311744 (j.nr. 88345), sum kann geva nærri upplýsingar, og sum nærri avtala kann gerast við, um ynski er at síggja ognina. Søluuppgerð kann fáast hjá nevnda advo- kati ella hyggjast ígjøg- num á dómaraskrivstov- uni. Føroya Fútarættur, tann 24. feb. 2000 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi frábo›an: Skrásetingar-nr. Sp/f 296, Sp/f Vestís, 380 Sørvágur. Vi›tøkur broyttar: 23.11.1999. Kapitalur: Lækking vi› kr. 336.600,00 til kr. 3.400,00 til rindan av halli. Hækking vi› kr. 315.000.00 til kr. 318.400,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 315.000,00 til kurs 100. Nevnd: Innkomin í nevndina: Poul Arni Jacobsen, 380 Sørvágur. Skráseting Føroya tann 2. mars 2000 Kristin Balle _____________________