hósdagur 6. september 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í Býin
e
i
n
u
m
s
t
a
e
i
n
u
m
s
t
a
ð
a
l
t
a
l
t
á
fríggjakvøldið
Discoteque
Ladies Night
Flemming úr DK
20 ára aldursmark
p e t u r & p e t u r • 3 2 0 8 7 0
leygarkvøldið
Discoteque
Flemming úr DK
Nr. 171 - 6. september 2001
11
Ein máltíð á Nantong,
á middegi ella á
kvøldi, er avgjørt at
viðmæla
Í BÝIN
Turið Kjølbro
Situr tú við vindeygað í
hugnaligu hølunum í Havn-
ar Klubba við Tinghúsveg-
in, har matstovan Nantong
heldur til, er útsýnið gott.
Frálíkt er mest sum ov nógv
sagt, tí í løtuni er umbygg-
ingin av bygninginum hjá
Føroya Tele til løgtingshús
ikki serliga vøkur sjón. Tú
sært brotnar betongveggir
og burturkast. Tá ið øll
henda byggingin er av, sær
alt ivaleyst øðrvísi og
glæsiligari út.
Innan er Nantong inn-
rættað sum ein kinesisk
matstova eigur at vera.
Myndir á vegginum, inn-
búgv, borðbúnaður, prýði
og annað eru alt kinesiskt.
Litirnir eru djúpt reyðir og
heitir, kanska nakað myrk-
ir, men hugnaligt er kortini.
Hetta er alt sum tú kanst
ímynda tær eina kinverska
matstovu at vera aðra-
staðni.
Í eina tíð hevur Nantong
havt buffé ella sjálvtøku-
borð á middegi hvønn dag.
Sum skilst leita nógv fólk
inn á gólvið og onnur bí-
leggja mat heim ella á
arbeiðsplássið. Á sjálv-
tøkuborðinum kanst tú
velja millum alskyns rættir.
Har er toskur í søtari chili-
sós, pylsur í tomatsós,
oksakjøt í ostrasós, høgnar-
ungi í karrysós og kjøt-
frikadellur í súrsøtari soya-
sós. Umframt fært tú vár-
rullur og salat og afturvið
fært tú rís og tjips. Úrvalið
er gott, onkur av hesum
rættunum er rættiliga sterk-
ur og nógv kryddaður, men
tað kemur ikki óvart á nak-
ran, tá ið etið verður kines-
iskt. Kanska kundi úrvalið
verið eitt sindur fjølbroytt-
ari, og til børn er saknur á
einum og hvørjum, sum
ikki er so kryddað. Eitt gott
hugskot kundi eisini verið
at havt skelti á borðinum,
sum sigur hvat tað er fyri
matur, borðreitt verður við.
Tað er altíð gott at vita,
hvat tú etur.
Tænastan er góð. Tænar-
arnir eru fyrikomandi og
skjótir.
Sjálvtøkuborðið
er
á
middegi yrkadagar uttan
mánadag frá kl. 11.30 til
14.00. Tá verða dyrnar
stongdar, men fólk kunnu
sita til kl. 15.00. Síðani
verður latið upp aftur kl.
17.00 og opið er til kl.
23.00.
Matskráin
um
kvøldið er rættiliga nógv
fjølbroyttari og skalt tú eta
kinesiskt um vikuskiftið, er
best um tú bíleggur borð.
Tað eru tey bæði Linda
Fossdal Guttesen og maður
hennara Xiaobin Zhang, ið
er kinesari, sum eiga og
reka matstovuna Nantong.
Tey byrjaðu á vári fyri
tveimum og einum hálvum
ári síðani og lata væl at
undirtøkuni.
Í dag eru nógvar matstov-
ur at velja ímillum í mið-
býnum í Havn. Ein máltíð á
Nantong, á middegi ella á
kvøldi, er avgjørt at við-
mæla.
Kinesiskt gamaní
11
10
Nr. 171 - 6. september 2001
Á Toll- og Skattstovu Føroya, Eystur-
oyar Øki,er starv leyst at søkja til setan
skjótast til ber.
Høvuðsuppgávur:
Álíkningar-/eftirlitsarbeiði og málsvið-
gerð innan meirviðisgjald, toll, skatt,
innkrevjing o.a., herundir at geva um-
mælir í møguligum kærumálum. Ar-
beiðið er rættuliga sjálvstøðugt, tá
tann ið settur verður, skal kunna taka
sjálvstøðugar avgerðir.
Førleikakrøv:
Tann, sum verður settur, skal hava
roknskaparligan førleika. Umsøkjarar
við roknskaparligari útbúgving hava
fyrimun. Viðkomandi, ið settur verður,
skal hava vilja til at luttaka í teimum
útbúgvingarmøguleikum, sum Toll-
og Skattstovan bjóðar, bæði á stovn-
inum og uttanfyri stovnin eitt nú á
Handilsskúla v.m.,og taka lut í teimum
skeiðum,sum stovnurin fyriskipar.Við-
komandi skal vera arbeiðssamur og
fyrikomandi, og skal kunna arbeiða
sjávlstøðugt.
Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv
við nógvum avbjóðingum, sum sam-
stundis eisini er fakliga krevjandi og
við møguleikum fyri eftirútbúgving.
Eitt sjálvstøðugt starv í góðum ar-
beiðsumhvørvi, við flex-tíð.
Setanartreytir:
Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru
treytað av starvsroyndum og útbúgv-
ing, eru eftir sáttmála millum Fíggjar-
málastýrið og avvarðandi yrkisfelag.
Setanarøkið fevnir um aðalstýrini, løg-
mansskrivstovuna og deildir hennara
og tann, sum settur verður, skal kunna
røkja tænastu á hesum søtðum, um
tað verður kravt.
Nærri frágreiðing um starvið kann
fáast við at seta seg í samband við
Ingolf Lamhauge, økisstjóra á tlf.
448588.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn saman við avritum av
prógvum, ummælum og upplýsing-
um um starvsroyndir, skal sendast til
Toll- og Skattstovu Føroya
Esyturoyar Øki
Postboks 225
Heiðavegur, FO-600 Saltangará
innan 15. september 2001.
Um Stovnin: Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálastýrinum, hvørs
uppgáva er at fyrisita toll-, avgjalds-, mvg-, inntøkuskattalógina og alla skuldarinnkrevj-
ing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging
og menning fer fram í Stýrinum á Argjum.Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri,
í Skopun, Sørvági, Saltangará, Klaksvík og í Tórshavn, røkja raksturin.Í Eysturoyar Øki,har
viðkomandi kemur at starvast, starvast 18 fólk.
Toll- og Skattstova Føroya
Eysturoyar Øki
Starv á Toll- og Skattstovu
Føroya, Eysturoyar Øki
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Peugeot 106 1.5 XND
Árg.: 1997
KM: 85.840
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú.
Heri Weihe
tlf. 345600 – lokal 729
fax nr. 345607
at hitta millum kl. 800-1000
ÚTBERARAR
Søkt verður
eftir fólki
at bera
bløð út
í Vági
Áhugað ringið
tlf. 211201
millum kl. 9 og 17
ella sendið
fax til 341201
Prentmi›stø›in
Smyrilsvegur 13 - Postboks 3019, 110 Tórshavn
Í VÁGI
– Dimmalætting tlf. 341200 –
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Daewoo Nubira 2,0 st.car
Árg.: 2000
KM: 18.318
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú.
Heri Weihe, sýnsmaður
tlf. 345729
fax nr. 345607
at hitta mánadag–hósdag millum kl. 0800–1000
og fríggjadag kl. 0800–1600
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Mazda 323 2.0 D Sedan - 5 gear, 4 hurðar
Árg.: 1998
KM: 60.475
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú.
Heri Weihe, sýnsmaður
t-post: hw@trygging.fo
tlf. 345729
fax nr. 345607
at hitta mánadag–hósdag millum kl. 0800–1000
og fríggjadag kl. 0800–1600
Norðoyar
Javnaðarfelag
Ársaðalfundurin verður í hølum Húsmøðrafelags-
ins í Bøgøtu hóskvøldið 6. sept. kl. 19.30.
Løgtingsumboð, starvsnevnd og umboð fyri SU
vera við á fundinum.
Nevndin
C
M
Y
K
10