Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 vinnan Nr. 232 - 2. desember 2008 Svenska kirkjufólkið minkar Alt fleiri sviar fara burtur úr teirri almennu statskirkjuni. Í fjør misti Svenska kyrkan umleið 50.000 limir, 67.000 børn vórðu doypt í kirkjuni, og umleið 6.000 fólk vórðu skrásett sum nýggir limir. Verða tey, sum doyðu í fjør, drigin frá, misti kirkjan 6.780 limir í 2007, skrivar tíðindastovan TT. Erika Brundin, sum er menningarstjóri hjá svensku kirkjuni, sigur við TT, at gongdin vísir, at kirkjufólkið fer at minka, men hon uggar seg við, at 60 prosent av øllum svenskum børnum verða doypt í kirkjuni. - Herfyri høvdu vit vitjan av nøkrum surfarum, sum vóru her og hugdu at møguleikunum. Júst hendan dagin var stilli, og tí fóru teir ikki á fjølina, men í dag kundu teir roynt seg. Slíkt hevði verið utopi fyri bara nøkrum fáum árum síðan, sigur Eirik Suni Danielsen, stjóri á Gjáargarði, sum hevur staðið á odda fyri at byggja fyrrverandi vallaraheimið upp til nógv fleiri ferðafólk um summarið og umfatandi skeiðvirksemi um veturin GjáarGarður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin hevur vitjað á Gjáargarði og hevur sett stjóranum og einum av eigarunum, Eiriki Suna Danielsen, stevnu. Vit hava spurt hann, hvussu gingist hevur, síðan nýggir eigarar komu til garðs fyri umleið fýra árum síðan – og hvørjar møguleikar ferðafólk og onnur, sum koma til eitt nú skeiðivirksemi, hava á Gjáargarði. Fyrst, vit koma innar, ang­ ar av nýbakaðum, og stjórin er skjótur at siga, at hetta er ein partur av konseptinum hjá teimum. ­ Vit vilja í fyrsta lagi, at fólk skulu kenna seg sum heima og hava tað gott og friðfult. Tey skulu tíma at vera her og kenna seg væl. Hetta fáa vit eisini nógv “respons” fyri, og tað er hetta, sum saman við um­ hvørvinum og friðinum er tað, ið vit eru kend fyri, sigur Eirik Suni. Umhvørvið við Gjógv er stórbært, sjáldsamt og vak­ urt. Úr glugganum er frálíkt útsýni. Tú sært sláa við klettin, kavin liggur niður eftir fjøllunum, og vakra umhvørvið leiðir eyguni umsíðir yvir á Kalsoynna eystanfyri. Um tú ikki hevur verið á Gjáargarði áður, er hetta hetta eitt serstakt upplivilsi – eitt upplivilsi, sum festir seg í minnið sum nakað ser­ stakt, fjálgt og hugnaligt. Stór avbjóðing Vit spurdu Eirik Suna, hvussu hann hevur trivist í hesum starvi tey árini, hann hevur staðið á odda fyri at byggja upp eitt størri virk­ semi á Gjáargarði – við fleiri ferðafólkum og nógv­ um skeiðsvirksemi. ­ Jú, hetta hevur verið ein spennandi og avbjóðandi uppgáva. Eg hevði helst ikki verið her í fýra ár, um so ikki var. Tað, tú sært út ígjøgnum gluggan við stór­ barum umhvørvi og brimi, sum hesa tíðina av árinum brýtur við bakkan, er í mínari verð ein partur av okkara søluvøru, um man so kann siga. Hann sigur, at tað eru nógvir útlendingar, sum koma til bygdar, ið kunnu sita leingi niðri á bakkanum og njóta frísku luftina og hyggja at briminum. ­ Herfyri høvdu vit eisini vitjan av nøkrum surfarum, sum vóru her og hugdu at møguleikunum. Júst hendan dagin var stilli, og tí fóru teir ikki á fjølina, men í dag kundu teir roynt seg. Slíkt hevði verið utopi fyri bara nøkrum fáum árum síðan. Eirik Suni sigur, at hesi fýra árini, síðan teir yvir­ tóku Gjáargarð, hevur tað alla tíðina gingið framá. ­ Vit yvirtóku eitt vallar­ aheim, sum var opið tveir mánaðir um árið. Restina av árinum kundi tú leiga húsið við at fáa ein lykil. Í dag er hetta eitt veruligt gisting­ arhús, sum er opið at kalla alt árið. Vit hava havt veks­ andi aktivitet, og tað hevur gingið nógv betur og betur. Í ár hava vit eisini havt nógv meira at gera, bæði um várið Eirik selur brim og náttúru við Gjógv - Skalt tú veruliga samansjóða fólk og hava eitt skeið í frið og náðum, haldi eg, at Gjáargarður er serstakliga væl egnaður, sigur Eirik Suni Danielsen, stjóri á Gjáargarði Mynd: Jens Kr. Vang