Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 vinnan Nr. 232 - 2. desember 2008 Lík eru ikki sjúklingar Børnini hjá einari kvinnu úr Odense, sum doyði á sjúkrahúsinum í Esbjerg í síðstu viku, halda tað vera løgið, at tey noyðast at rinda nógvar pengar fyri at fáa líkið av mammuni aftur til Odense. Tey vísa á, at mamman bleiv flutt á sjúkrahúsið í Esbjerg orsakað av plásstroti á sjúkrahúsinum í Odense. Sjúkrahúsverkið flutti líkið aftur til Odense, men rokningina fingu børnini. Hon er upp á 3.000 krónur. Sjúkrahúsverkið sigur stutt, at tað hevur ábyrgdina av sjúklingum, men tá sjúklingurin er deyður, fer ábyrgdin eisini. og um heystið. Stjórin ivast tí onga løtu í, at Gjáargarður í tí formi, hann nú er, er komin fyri at vera. - Jú, eg haldi, at hetta sær rættiliga skilagott út, leggur hann aftrat. 12 nýgg kømur Á Gjáargarði hava tey eisini gjørt nógv fyri at gera umstøðurnar hjá vitjandi uppaftur betri, enn tær nakrantíð hava verið áður. - Vit hava bygt út oman- fyri her, soleiðis at vit hava fingið nógv betri møguleik- ar. Í lonini omanfyri hava vit 12 kømur, og her hava vit gjørt meira burtur úr. Hetta eru tey bestu kømrini hjá okkum, og kanska eisini nøkur av teimum bestu í landinum. Eirik Suni sigur, at tá allar sengur eru fullar, kann Gjáargarður í dag hýsa 100 fólkum. - Vit hava 20 dupultkømur við wc og bað, og vit hava eisini eykauppreiðingar, umframt tað, sum vit hava á loftshæddini, har koyggjur eru í roykstovuni. So, vit kunnu hýsa einum rættiliga stórum bólki ella nógvum fólki í senn. Í summar hava vit faktist havt eini 50-70 fólk, sum hava gist og verið til morgunmat hvønn morgun. Men hetta er so bara um summarið, leggur hann aftrat. Mest er at gera í juni, juli og august, men streymurin av ferðafólki byrjar so smátt longu í apríl og heldur fram út í oktober. - Í tíðini frá oktober og út í apríl ella mai, er mest skeiðvirksemi, og vit halda, at Gjáargarður er sera væl egnaður til slíkt, sigur hann. Ferðafólkini Men hvørji eru so tey útlendsku ferðafólkini, sum leita sær til Gjáar um summarið? - Vit kunnu siga, at typisk ferðafólk eru pør – eitt ella tvey - sum leiga sær bil á flogvøllinum og koyra hend- anvegin. Tey kunnu eisini koma við Norrønu og hava bilin við. Eisini hava vit fleiri slíkar vitjanir av smærri bólkum og ferðaløgum sum koma higar. Tey steðga í einar 2-3 dagar og onkur uppí eina viku ella so. Eirik Suni vísir á, at fólk í fyrsta lagi fáa eina fan- tastiska náttúruuppliving. - Flestu hava á orði, hvussu stórbar og vøkur náttúran kring um okkum er, umframt tað, at tey fáa frið. Nógv leita eftir frið- sæluni. Fólk kunnu ganga sær í hagan ein túr ella fram í dalin. Flestu brúka soleiðis Gjáargarð sum basan og ferðast síðan kring oyggj- arnar. Onkur fer kanska út til Nólsoyar, Mykinesar ella til Fugloyar í ein dag – og so koma tey aftur, tá dagurin líður. Hann vísir á, at tað er jú bara ein tími at koyra av flogvøllinum til Gjáar, ein tími úr Gjógv til Havnar – og kanska minni enn tað úr Gjógv til Klaksvíkar. - Vit liggja soleiðis rætti- liga sentralt, sjálvt um vit eru norðuri við Gjógv. Marknaðarføring Vit spurdu eisini Eirik Suna, hvussu tey marknað- arføra Gjógv og Gjáargarð. - Í fyrsta lagi hava vit okkara heimasíðu, sum er www.gjaargardur.fo, og so eru vit í teimum støðum, har ferðavinna vanliga er umboðað, eitt nú í turist- faldara og føroyakortinum, sum kemur út saman við hesum. Vit eru í ritinum Atlantic Review, sum liggur umborð á flogførunum, og vit eru eisini umborð á Norrønu.. So, vit kunnu siga, at vit lýsa har, sum ferðafólkini eru. Hann vísir á, at tað er ikki tann minsta “reklaman”, sum kemur frá fólki, ið longu hava vitjað á Gjáargarði. Hesi fólk mæla øðrum til at vitja, og fleiri eru tey, sum koma aftur og aftur. Nógv skeiðvirksemi Stjórin á Gjáargarði sigur, at um veturin er tað serliga skeiðvirksemi, sum Gjáar- garður nú er vorðin rættiliga kendur og umtóktur fyri. - Hetta virksemi hevur rættiliga vundið upp á seg, og alt fleiri og fleiri koma higar at halda skeið. Hetta er faktist tað, sum vit skulu yvirliva av um veturin. Enn er pláss fyri uppaftur meira virksemi av slíkum slagi gjøgnum veturin, men vit royna at hava húsið koyr- andi. Tað hevur gingið framá á hvørjum ári, og skeiðvirksemi er í dag avgerandi fyri hesa árstíðina hjá okkum. Her hava fleiri skeið verið í heyst, og tá vit koma út í januar og februar, eru eisini fleiri slík tiltøk á skránni. Nú jólini nærkast, eru so eisini nakrir jólafrokostar á Gjáargarði. Stjórin vísir á, at tað er tungt í byrjanini at hava hurðarnar opnar alt árið, men tey satsa rættiliga upp á, at hetta skal fara at eydnast. - Vit hava bygt hetta upp yvir fýra ár. Tá tú byrjar frá null er fýra ár ikki long tíð, men nú eru vit har, at hetta sær út til at fara at bera til, leggur hann aftrat. Fleiri fyrimunir Eirik Suni vísir á, at tann avgjørdi fyrimunurin við at hava skeiðvirksemi á Gjáar- garði í mun til á teimum størru plássunum, serliga í høvuðsstaðarøkinum, er, fólk ikki eru burtur alla tíðina. - Skalt tú veruliga samansjóða fólk og hava eitt skeið í frið og náðum, haldi eg, at Gjáargarður er serstakliga væl egnaður. Ert tú í Havn, vil tað næstan altíð vera soleiðis, at onkur skal at heinta børn – og so skulu fólk eitt ørindi í SMS, og tey skulu hetta og hatta, sum hann tekur til. Tú kanst saktans fáa nógv burtur úr teimum fyrilestrum, sum eru á einum skeiði, men tað sosiala millum fyrilestrarnar er rættiliga týdningarmikið eisini. Um tú tá kanst hava alt á einum og sama staði, so haldi eg, at hetta er uppskriftin. Hann vísir á, at við at leggja skeiðvirksemi á eitt nú Gjáargarði, koma fólk burtur úr tí mangan strongda gerandisdegnum í høvuðs- staðnum. - Her ert tú í friði, samstundis sum tú ert í vøkrum umhvørvi, og tað er so vist, at mong eru glað fyri henda møguleika. Stjórin leggur aftrat, at tað er ikki so sjáldan, at tey hava hoyrt fólk siga, at tey fingu nógv meira burtur úr her, enn tey hava fingið gjøgnum kanska eitt heilt ár við nógvum ymiskum fundum. - So, um fólk veruliga vilja fáa nakað burtur úr, er ivaleyst skilagott at tey siga við seg sjálvi, at vit taka einar 2-3 dagar burtur úr kalendaranum. Lat okkum gera hetta arbeiði liðugt – og so fara vit heimaftur. Tá kunnu fólk veruliga fáa nakað burtur úr, leggur Eirik Suni Danielsen aftrat. - Vit vilja í fyrsta lagi, at fólk skulu kenna seg sum heima og hava tað gott og friðfult. Tey skulu tíma at vera her og kenna seg væl, sigur Eirik Suni Danielsen Mynd: Jens Kr. Vang