Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-02, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 vinnan Nr. 232 - 2. desember 2008 Frágeiðingin, sum grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe hava gjørt yvir gongd­ ina hjá føroyska fiskiflotanum seinastu fimm árini, vísir í stuttum, at raksturin hjá flestu skipabólkum er ikki nøktandi. Gongdin hevur verið skiftandi, og sum ein reyður tráður gjøgnum frá­ greiðingina er, at heimaflotin sum heild gongur illa, meðan pelagiski flotin og fjarfiskiflotin ganga betur, rækjuskipini undantikin FiskiFloti Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í roknskapargreiningini, sum Rasmussen & Weihe hava gjørt yvir fiskiskipa­ flotan árini 2003­2007, tek­ ur grannskoðarafelagið saman um og sigur, at rakst­ urin hesi fimm árini hevur verið skiftandi. ­ Bæði veiða og ársúrslit hava verið sera skiftandi. Hyggja vit at ársúrslitinum, sæst ein stór afturgongd í samanløgdum flota árini frá 2003 til 2004, har úrslitið er negativt. Í 2005 eru tølini aftur positiv, og í 2006 er ársúrslitið munandi betri enn undanfarin ár. Felagið vísir á, at í 2006 og 2007 er miðalprísurin hægri enn undanfarin ár, og er hetta ikki minst viðvirk­ andi til úrslitið. ­ Samlaða ársúrslitið fyri 2006 er merkt av óvanligum inntøkum (søla av skipum), men verður sæð burtur frá hesum inntøkum, er úrslitið kortini nakað betri enn hini árini. Søluvirðið økt Í greinini hjá Rasmussen & Weihe eru nógvar talvur, sum kunnu lesast á ymiskan hátt. Ein av hesum yvir árini 2003­2007 vísir, at samanlagt er søluvirðið vaksið við 15% árini 2003­ 2007. Haraftrat vísir talvan, at pelagisk skip standa fyri tí størsta einstaka partinum í 2007 – og verksmiðju­ trolararnir fyri tí næststørs­ ta. Annars er býtið av sølu­ virðinum millum ymisku skipabólkarnar lítið broytt hesi árini. ­ Størsta lutfalsliga vøkstrinum hesi fimm árini standa pelagisku skipini fyri. Størsta fallið í netto­ sølu í hesum tíðarskeiði eiga garnaskipini. Hinvegin siga tølini okkum eisini, at nettosølan hjá rækjuskipum er vaksin munandi árini frá 2006­2007. Hýruparturin Um hýrupartin, siga Ras­ mussen & Weihe, at hesin er øktur við tilsamans 9% árini frá 2003­2007, men kortini er hýruparturin minkaður 1,4% árini frá 2006­2007. ­ Pelagisku skipini hava goldið størstu hýruupp­ hæddirnar í 2007 eins og í 2006. Línuskip og verk­ smiðjutrolarar liggja á øðr­ um og triðja plássi. Hyggja vit at hýru fyri hvørt skipið, sæst, at verksmiðjutrolarar­ nir hava goldið størstu hýrurnar seinastu árini. Men hýrubýtið er kortini nakað broytt hesi fimm árini. ­ Pelagisku skipini standa fyri størsta vøkstrinum í hesum fimmára skeiði, men hjá flestu skipabólkum eru hýruútreiðslurnar minkaðar hetta seinasta árið. Ymiskt hýruprosent Í eini av talvunum síggja vit, at rættiliga ymiskt er hjá ymisku skipabólkunum, hvussu manningin verður avroknað. ­ Garnaskipini liggja á odda øll árini, meðan línu­ skipini liggja á øðrum plás­ si. Í 2006 er hýruprosentið hjá línuskipum tó eitt vet hægri enn hjá garnaskipum. Pelagisku skipini og tað, sum í bólkingini verður rópt “onnur skip”, eiga tey aftastu plássini. Samanlagt er hýruprosentið rættiliga støðugt øll hesi fimm árini. Rasmussen & Weihe vísa á, at fyri eitt nú garnaskipini er tað galdandi, at okkurt av skipunum stundum eru í aðrari vinnu enn fiskivinnu ein part av árinum. Í sínum ársroknskapi upplýsa hesi skip bert bruttovinning, og tí hevur ikki borið til hjá grannskoðarafelagnum at taka aðrar inntøkur og hýrur av hesum burtur úr fyri hesi skipini. ­ Tí er hýruprosentið fyri garnaskipini eisini vorðið ov høgt í greiningini. Hetta er tó ikki galdandi fyri 2006 og 2007, tí hesi árini hava vit fingið innanhýsis upp­ lýsingar fyri tey skip, sum talan er um, sigur felagið. Annar kostnaður Grannskoðarafelagið hevur eisini hugt at tí partinum, sum verður róptur “annar kostnaður”, og her hevur felagið staðfest, at hesin kostnaður er øktur við 10,4% hesi fimm árini. Annar kostnaður fevnir eitt nú um eina røð av útreiðslum sum olju, fiski­ reiðskapi, viðlíkahaldi, trygging og annað. ­ Sambært kanningini eiga pelagisku skipini størs­ ta partin av hesum posti í 2007, og á øðrum plássi eru verksmiðjutrolararnir. Rasmussen & Weihe siga, at pelagisku skipini eiga størsta vøksturin av “øðrum kostnaði” hesi fimm undan­ farnu árini, og talan er um ein vøkstur upp á tilsamans 52,6%. ­ Hinvegin eigur rækju­ flotin størsta fallið í útreiðsl­ um, men hetta stendst í fyrsta lagi av, at skipini í hesum bólki eru vorðin so fá. Gongdin hjá fiskiflotanum ikki nøktandi Oljuprísurin fallin 66% Seinastu 6 mánaðirnar er prísurin á ráolju fallin við 66%. Talan er um stórsta fallið í 26 ár. Í morgun kostaði ein tunna 46,41 dollarar. So lágur hevur oljuprísurin ikki verið síðani februar 2005. Álvarsliga búskaparliga støðan í USA, ávirkar eisini Evropa og Asia so mikið, at eftirspurningurin eftir á olju og bensin í heiminum er minkaður munandi, skrivar bl.fo. Í gjár boðaði eitt panel av amerikanskum búskaparfrøðingum frá vánaligum búskaparligum útlitum í USA og um vikuskiftið kundu OPEC­londini ikki finna fram til semju um at minka oljuframleiðsluna. Alt hetta tilsamans fær oljuprísun at kollapsa, so at fallið er tað stórsta í 26 ár, staðfestir Bloomberg News. Pelagisku skipini hava havt sera skiftandi úrslit, harav 2007 hevur verið besta árið av fimm Mynd: Vilmund Jacobsen Lemmatrolararnir høvdu besta árið í 2003, men bæði 2004 og 2007 hava givið hall Mynd: Vilmund Jacobsen