Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-02, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 vinnan Nr. 232 - 2. desember 2008 Undir umrøðu síni av “fíggjarpostum”, sum fevn­ ir um fíggjarinntøkur og fíggjarútreiðslur, vísir felag­ ið á, at tað fyri rækjuflotan kann tykjast løgið, at hesi hevur havt fíggjarinntøkur, tá støðan hjá flotanum í fleiri ár hevur verið so vána­ lig. ­ Men hetta skyldast í stóran mun serlig viðurskifti við eitt nú rentum av sølu­ peningi fyri skip og ikki staðfestum kursvinningi av lánum í útlendskum gjaldoyra. Í frágreiðingini vísir felagið á, at pelagisk skip, línuskip og serliga bólkurin “onnur skip” hava havt stóran vøkstur í fíggjarinn­ tøkunum hesi fimm árini. ­ Hinvegin hava rækjuskip og verksmiðjutrolara havt eina lækking í fíggjarinn­ tøkum, verður lagt aftrat. Samanumtikið Rasmussen & Weihe taka nú saman um og hava fylgjandi at siga um gongd­ ina hjá ymisku skipa­ bólkunum seinastu fimm árini. Rækjuvinnan hevur havt hall øll árini síðan 2003. Verksmiðjutrolararnir hava havt sera skiftandi úrslit, og árið 2006 er tað besta í fimm ár. Partrolararnir hava havt skiftandi úrslit, har árið 2005 var tað besta. 2003 royndist vánaligt, og 2004 enn verri. Í 2005 gekk mun­ andi framá, og tá høvdu partrolararnir aftur positivt úrslit. Í 2007 høvdu partrolararnir aftur eitt sera vánaligt ár. Lemmatrolararnir hava eins og partrolararnir havt sera skiftandi úrslit. Árið 2003 er tað besta í hesi fimm árini. Bæði 2004 og 2007 góvu hall. Línuskipini høvdu eitt gott ár í 2003, men árini eftir hava roynst vánalig, og raksturin hevur fyri tað mes­ ta givið hall. Garnaskipini hava heldur ikki støðug úrslit at vísa á, og einki av hesum fimm undanfarnu árunum kann metast at hava verið serliga gott. Eurorentan skal niður Ídnaðarlondini skulu lækka renturnar og skattirnar enn meira, um tær negativu avleiðingarnar av kreppuni skulu minkast, skrivar Vinnuhúsið. Undir vanligum umstøðum eru pengapolitisk inntriv at fyritrekkja fram um fíggjarpolitisk inntriv, tá ynski er at skapa búskaparstabilitet á makro støði. Sambært hálvársrapportini hjá OECD, er ikki talan um vanligar umstøður. Sambært OECD fara í 2009 teir størstu búskapirnir í heiminum at uppliva búskaparliga afturgongd, ið fer at hava við sær, at milliónir av fólkum vera arbeiðsleys. Reytt yvir alla linjuna Leiðandi donsku partabrøvini falla nógv í morgun. Fyribils er staðfest eitt meðaltap uppá 4,8%. Hetta er væl lægri enn leiðandi partabrøvini í Evropa, har miðal tapið higartil í dag er 1,3%, skrivar bl.fo. Tapið í dag og í restini av heiminum stavar í høvuðsheitinum frá stórum minus á Wall Street í gjár. Talan var um tað 9. størsta fallið nakrantíð og í nátt fylgdi Asia við, eftir at leiðandi búskaparfrøðingar í USA í gjár boðaðu frá, at USA var í búskaparligari afturgongd. Partrolararnir hava eisini havt skiftandi úrslit, men 2005 var besta árið. Í fjør hevði hesin skipabólkur hesi eitt vánaligt úrslit Mynd: Vilmund Jacobsen Línuskipini høvdu eitt gott ár í 2003, men árini eftir tað hava roynst heldur vánalig Mynd: Vilmund Jacobsen Garnaskipini hava einki gott ár havt seinastu fimm árini Mynd: Vilmund Jacobsen