Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. desember 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 28 nr. 233 • 03. des. 2008 Sunnanfyri steinbrúnna, vestanfyri Álarhól (ovara enda á ósanum í Havnará), norðanfyri Vertshúsið og eystanfyri Dandastovu, har stendur Áarstova. Ja, hon stendur har enn, men hon er ikki reiðiliga tann sama Áarstova nú sum fyrr, tá Hans Andrias var barn og livdi síni fyrstu lukkuligu ár inni í kamarinum har. Tá var takið flakt við flag, nú er tað tjørupapp. Skorsteinurin var fatlaður við hálmi og sá út sum ein lítil sáta. Tann hurðin, ið var í landnyrðingshorninum, og sum vendi út móti ”grundina”, hon er eisini burtur. Eg minnist ta hurðina mangt eitt vakurt summarkvøld, tá vit plagdu at standa á steinbrúnni og práta og roykja, hvussu hugnaliga hon knarraði í teimum gomlu træhongslunum, tá Armgarð, systir Hans Andrias, fór út á snórin okkurt ørindi. Áarstova er vorðin moderniserað nú av útsjónd. Prýdd við tjørupappstaki sum sagt og smurd uttan við black-varnish yvir tað heila. Tó at hesar umvælingar kanska eru meira hóskandi til nútíðina bæði av praktiskum og dekorativum hensýnum, so vildi eg hvørja ferð, eg gangi tvørt við har, so hjartaliga ynskt, at hin gamla, grøna skirvisliga Áarstova stóð har enn, tí hon er eitt petti av tí mynd, sum eg síggi fyri eyga mínum, tá eg minnist á tey farnu árini. Nú sita ódámligir agentar ofta og skammrósa teirra vørum, teir breiða út har inni. (Húsini munnu vera yvirtikin av Hotel Djurhuus). Ólíka var, tá Hans Andrias sat í kamarinum og læs yrkingar fyri okkum vinmonnunum. Spælið í ósanum Áarstova, Dávastova, húsini hjá Lenu í Gong og Geilin liggja ikki so langt frá hvørjum øðrum. Dalólastova liggur eitt sindur longri burtur, uppi á Reyninum. Hans Andrias í Áarstovu, Mikael í Dávastovu, Sámal í Gong og eg, vit vóru spælikammeratar. Niðri á sandi spældu vit mangan, helst í ósanum við smáum bátum. Hans Andrias var sjáldan har niðri á Sandi. Honum dámdi betri at sita sum røvarariddararnir á Rhinborgunum í gomlum døgum. ”Grindin” uttanfyri Áarstovu var ”Store Klippeborg” og Álarsteinur. Niðri í ósanum var ”Lille Klippeborg”. Hans Andrias hevði skýrt hesi bæði strategiskt vigtigu punktir eftir Oehlenslager ”Øen i Sydhavet.” Vit spældu sum sagt niðri á Sandi við smáum bátum og jollum, men viðhvørt tá ið lágættarvindur var, hendi tað at jollurnar sníktu seg út av rutuni tvørtur um ósan frá sandi til sand og brendi beina kós niðan móti ósan beint í gap úlvsins líka niðan í Áarhol. Við ræðslu sóu vit tá riddar Hans Andrias koma loypandi niður av Store Klippeborg og annáma okkara herligu farmaskip, og so klóra upp aftur á borgina. So knarraðu borgardyrnar, og Hans Andrias var horvin við okkara kæru jollum. Vit koma seinni av hava framhald av hesi frásøgnini. Hans Andrias og Áarstova Komandi partur Tann 16. desember eru 100 ár síðan Føroya Reiðarafelag varð sett á stovn. Hetta fer komandi Miðvika at snúgva seg um Áarstova. Pílurin vísir kamarið hjá Hans Andriasi Djurhuus Drongurin ið setur skipið at sigla liggur á knæ á "Stórasteini". Myndina tók Petur Alberg í 1901 ella 1902 Her skal endurgevast nakað av tí, sum Petur Alberg skrivar í 1923 um vinmannin Hans Andrias Djur­ huus, og tíðin, hann lýsir, er nakað tann sama sum dagbókin Heiðursportur fyri kongi í 1921