Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 176 - 13. september 2001 TÍÐINDASKRIV sBygdasavnið og fornminnisfelagið í Nes kommunu hevur í hesum døgum eina skúlaframsýning. Hon fevnir um tíðarskeiðið frá tí, at fyrsti skúlin kom í Saltnesi í 1845 og fram til at fyrsti parturin av høl- unum, har skúlin á Toftum nú heldur til, varð tikin í nýtslu í 1958. Fornminnisfelagið í Nes kommunu varð stovnað 25. november í 1995, og hetta er fyrsta almenna framsýn- ingin, sum tey skipa fyri. Sýningin er sett upp í prestagarðinum á Nesi, og hon verður opin tey bæði komandi vikuskiftini aftur- at. Opið er leygardagar klokkan 15–18 og sunnu- dagar klokkan 15–17. Kostnaðurin fyri at koma inn er 30 krónur hjá vaksnum. Fyri tey, sum eru undir 16 ár og fyri skúla- flokkar, er atgondin ókeyp- is. Um ynski er at síggja framsýningina aðrar tíðir, enn tær omanfyri nevndu, so ber til at gera avtalu um hetta. Tað kann gerast á tlf. 44 72 51 ella tlf. 44 74 38. Viðkomandi Nógvir lutir og amboð, sum hava verið tengd at skúla- lívinum í nevnda tíðar- skeiði, eru at síggja. Har eru talvir og griflar, skúla- borð, pultar, lesibøkur og meiri av tí slagnum. Ein møtiprotokoll, sum fevnir um tíðarskeiðið 1871–1951 er á framsýningini, um enn hon ikki er so atkomulig. Í henni eru nøvnini á øllum teimum, sum í hesum langa tíðarskeiðnum vóru næm- ingar í skúlanum í Saltnesi og á Toftum. Hetta eigur at vera áhugavert ikki minst hjá teimum, ið hava átt og eiga forfedrar, sum hava gingið í skúlanum. Nógvu myndirnar eru eisini áhugaverdar. Tað eru sjáldsama nógvar myndir av skúlaflokkum, lærarum og aðrar skúlamyndir frá gomlu tíðini, meðan næstan ongar myndir eru frá tjúg- unum og tredivunum. Roynt hevur verið at skrá- seta øll tey, sum eru á myndunum. Í onkrum føri hava tey ikki øll nøvnini, men felagið vónar, at tað á framsýningini kanska fer at bera til at fáa onkrar upp- lýsingar, sum tað higartil ikki hevur borið til at fingið vissu um. Arbeiða á fleiri økjum Fornminnisfelagið í Nes kommunu eigur prestagarð- in á Nesi, sum er bygdur í 1864 og tískil er friðaður. Felagið keypti bygningin frá landsstýrinum í 1998. Málið er, at prestagarðurin í sær sjálvum skal verða eitt savn. Hann er rættuliga søguligur á fleiri økjum. Tað sigst, at tá hann varð bygdur, var hann næst- størsta íbúðarhús í landin- um. Bara amtmansborgin var størri. Prestagarðurin á Nesi hevur eisini verið próstasetur. Próstar vóru í Føroyum í 406 ár. Í 215 av árunum búði prósturin á Nesi. Har var fyrsti próst- urin, sum var Heini Hav- reki. Síðsti prósturin, sum búði á Nesi, var Fríðrik Petersen, sum var ættaður úr Saltnesi og sum legði frá sær í 1917. Prestagarðurin á Nesi var stórur. Til sjálvan garðin hoyrdu 20 merkur, og so var tað Náðinsgarðurin á Heyggi, sum var sjey merk- ur. Tá próstur búði á Nesi, hoyrdi Garðshorn í Oynd- arfirði uppí. Tann garðurin var ellivu og eina hálva mørk. Tað vil við øðrum orðum siga, at samlaða markatalið var 39,5 merkur. Umframt prestagarðin eigur fornminnisfelagið í Nes kommunu eisini eitt útróðrar– og traðarmanna- heim á Gadd. Hesi húsini vórðu bygd í 1870 unum, og tey vóru nýtt sum bústaður í eini hundrað ár. Nú er felagið farið undir at seta húsini í upprunaligan stand, so tey kunnu vera eitt minni og ein framsýning, sum fer at vísa, hvussu korini at húsast vóru hjá einari familju av hesum slagnum. Ynskið Fornminnisfelagið í Nes kommunu telur 60–70 limir. Í nevndini fyri felagið eru Jógvan Ingvard Olsen, sum er formaður, Regin Debess, næstformaður, Josefina Jacobsen kassa- meistari, Karl Johannesen og Beinta Dahl. Eitt er, at felagið arbeiðir við at seta hús í stand, sum í sær sjálvum verða fram- sýningar. Eitt annað er, at tey í felagnum fegin høvdu viljað havt síni egnu felags- høli. Tað er brúk fyri hølum at skráseta og goyma lutir í, og tað er brúk fyri hølum at seta framsýningar upp í. Í felagnum halda tey, at tað eru møguleikar fyri nógv- um framsýningum, men møguleikarnir vera nógv avmarkaðir, inntil felagið fær síni egnu felagshølir. Ta fyrstu framsýningina hava tey sett upp í presta- garðinum á Nesi. Talan er, sum omanfyri nevnt, um eina skúlaframsýning. Síðsta vikuskifti hugdi fitt av fólki inn á gólvið. Í felagnum vóna tey, at fleiri afturat fara at nýta høvi at síggja framsýningina, sum verður opin hetta og kom- andi vikuskifti afturat. Stóra tøkk til svf at tit sendu dystin Bulgaria- Danmark beinleiðis. Lati tykkum ikki kúga av ÍSF. Vinarliga heilsan E. Ellingsgard Takk fyri SVF VIÐMERKINGAR Frits Johannesen Frits Johannesen helt hesa røðuna í samband við at Øssur Mohr lat upp lista- framsýning herfyri: Hvat hava eygu okkara sæð, og hvat hevur oyra ok- kara hoyrt? Fara vit bert út um her, ja, so eitur hetta á Muntra. Her stóðu menn um kvøldarnar og skiftu orð um leyst og fast fyri ikki so nógvum árum síð- ani. — Hevði hesin skjøld- ur kunnað talað, so var tað nógv og mikið, hann kundi greitt frá. Her sita í túsundavís av orðum í hesum veggi — orð um hendingar, bygdalív, barn- dómslív, manndómslív og aldurdóm og hvørt av sínum. Hendingar úr livsins spunatráði vórðu framman- aðar á hesum talingarløt- um, og var hetta ein partur av okkara bygdarlívi. Hvussu nógv orð um myndlist eru søgd á Muntra, veit eg ikki, men eg ivist onga løtu í, at okkurt orð um myndirnar hjá Símun Oliver ella Kristjan hjá Benadikt ella Hans Jakku eru í vegg- inum. Tey orðini eru ikki mong, men tey eru har millum øll hini um sjó- ferðir, vandasiglingar, brotasjógvar, um bátar og skip, ið gingu burtur, um sút og sorg, ja, eisini skemtisøgur og um gleði- stundir. Eitt sum vit skulu minnast til, so vóru bert menn, sum stóðu her. Kvinnurnar gingu framvið. Tær steðgaðu ikki á. Nú stendur eingin á Muntra longur, nú er tað ikki tað talaða orðið, sum hevur sítt flog undir hesum veggi, men tann tigandi, stummi málningurin inni á Riberhús og teir stilføru tilvirkaðu lutirnir í for- rætningini, ið hava tikið orðið Vit hava sæð, hvussu málningalistin hevur ment seg frá hesum døgum til dagin í dag, og ikki taki eg munnin ov fullan, tá ið sagt verður, at spor og slóðir standa eftir penslastrokun- um bæði hjá kvinnum og monnum í bygd okkara — bæði uttan fyri og innan fyri bøgarðarnar. Gleðiligt er, at ikki einans mann- fólkið dittar sær til at vísa fram listaverk ella brúks- lutir, men sanniliga eisini kvinnurnar, og tað er so- leiðis, tað skal vera. Kenda skaldið Henry Miller hevur skrivað eina fitta bók um sínar vatn- litsmyndir, ið ber heitið: Eingilin er mítt vatnmerki. Hetta er ein forvitnislig bók um ein listamann, sum hevur orðið í síni makt, hvar hann skrivar um hvussu hansara myndir blíva til. Hann hevur gjørt nakrar vatnlitsmyndir, og greiðir hann frá hesum. Meðan lisið verður, sært tú myndina fyri tær. Hann plagdi at gera tað, at lata vatn renna á vatnlitsmynd- irnar og so skrubba og vaska myndirnar, so tær fingu eitt annað skap. Í einum av hesum myndum, sum hevði fingið henda tvátt, stóð millum annað ein eingil eftir. Henry Miller segði: Tit síggja ikki hinar lutirnar í myndini, men eingilin síggja tit og gumpin á einum hesti. Eingilin er frystur fastur í ein skriðjøkul við einum búki, hvar hvølpafitin hev- ur etið seg inn í myndina sum eitt relief. Eingilin er her fyri at føra teg til himmals, hvar alt er pluss og hvar eingi minus- tekn finnast. Eingilin stendur har sum eitt vatnmerki um okkara kenslur, sum í hesum før- inum ber boð um okkara óskyldiga hugflog um list og tilveruna. Hann endaði hesa frásøgn við at siga: Eingilin er mítt vatnmerki. Hetta er væl sagt, t. d. kenna vit vatnmerkið frá peningaseðlum. Vit hava hoyrt og sæð mikið í bygd okkara. Eing- in veit í dag, hvat fer at standa eftir okkum, tá ið lívsdagur okkara er farin, og vit liggja huld undir moldum. Vit vildu ynskt at kunna tikið orðini úr skjødrinum omanfyr og sett tey á blað. Tað vildu vit fegin, men tað kunnu vit ikki. Tekningar, vatnlits- myndir og málningar hanga víða um, sum er gjørt av fólki hiðani úr bygdini. Tað kundi verið tað, sum stóð eftir, tá ið alt annað var farið. Myndir úr hellum frá frumfólki, sum eru uml. 20. 000 ára gamlar, eru til skjals enn tann dag í dag. Hetta eru spor, sum siga sína søgu — sum eru skap- að av somu megi, sum øll list kring tann víða heim er sprottin av. Vit sóu málarar í bygdini lata fjøllini í kring bygdina. Loftið og sjógvurin fingu sín búna at fara í. Símun Olivur málaði Lorvíksfjall og skadduna um Gøtueið fleiri ferðir, Kristjan Vígdá málaði tær reyðbotnaðu sluppirnar fleiri ferðir, Kristjan hjá Benadikt málaði varðarnar á Skarð- inum og tók myndir av bygdini óteljandi ferðir, Heðin hevur fest seg við gluggan hjá »Dyrhusi« og Øramonnum fleiri ferðir og kend er myndin hjá Hansi: Listamansins egin ogn. Marjun og Randi hava við sínum eygum og penslinum broderað heimligar myndir í kensluligum íblástri. Anni, Randi hjá Sigurdi og Odvør hava við sínum áseymaðu myndum latið einglarnar í klæði. Hetta vóru bara nøkur fá dømi og sigast kann, at hetta var teirra vatnmerki — teirra einglaljóð. Felags fyri mong føroysk listaverk er, at tey eru farin út á víðavang og soðið av tí ótømiligu natúruni og latið steinamosa, fjørusvart, morreytt og jarðgrønt stað- ið eftir í strokunum sum einglamerki. Hyggja vit eftir myndunum hjá Øssuri, eru hansara strok í sterkum litum, hvar hann letur fjøllini, fjørðin og húsini í skart og skrúð. Hann tosar og talar við litirnar, og litirnir tala við hann, og hann er í litunum Hetta er ikki bara hissini, men er blivið til hansara lívsritual. Hann er farin víða um og siga kunnu vit, at litirnir eru hansara einglamerki, sum hann hevur givið flog og latið farið út um eingjargarðarnar til onnur fólk og onnur lond. Og tað er gott. At vera listamaður er ein pínsla. Tú letur teg í litir, og tey smáu litkornini, akta ikki altíð pensilin. Onkun- tíð gongur tað sum á skeringi. Tað skapið, sum tú í tínum málningi ert komin til, sum nú skal vera »eingilin« í myndini, fæst ikki á flog. Hann er skerdur og fjaðursárur og situr bert og lavar við veingjunum. Í listini er eitt hugtak, sum eitur: Kill the darling — mála útyvir tað tú stríðist við í málninginum — mála útyvir eingilin — set hann onkra aðrastaðni, lat hann øðrvísi í, gev honum størri veingjabreiði, so hann fær størri flog, Listamaðurin stillar seg sjálvan út til onnur at skoða. Øll kunnu hyggja inn í okkara innastu sálar- krókar- meta um okkara dygdir og ódygdir — lyfta og lætta.. ja, og seta orð á avrikið, sum hongur á vegginum_ seta orð á einglaandlitini í málning- unum. Nú hanga málningar á Muntra millum milliónir av orðum. Tá ið maðurin fór til húsa frá kvøldsins tal- ingarløtu, hevði hann hongt síni fáu orð upp á skjøld- urin á hesum bygningi. Eingin hevur hoyrt tey ella sæð tey síðani. Hansara einglaorð eru onkustaðni uttanfyri. Tá ið vit fara til hús í kvøld, hanga máln- ingarnir hjá Øssuri eftir á Riberhús. Teir fara at hanga her í ein góðan mánað_.. og so fara hesi listaverk, hvar litirnir eru hansara vatn- merki á onkran annan vegg at hanga. Ynskt verður tær hjarta- liga til lukku við fram- ssýningini og teimum, sum hava fingið hetta høli til hetta endamál, takki eg persónliga. Eg hugsi, at kvinnurnar hava gjørt sítt til, at so bleiv. Fyrr tvørrar vatn í á, enn kvinnu trýtur ráð. Jú sanniliga hava vit hoyrt og sæð mikið, og tað er gott. Tað, sum eygað ikki hevur sæð og oyrað ikki hevur hoyrt, rørir ikki hjartað.s Hugleiðingar um list Skúlaframsýning í prestagarðinum á Nesi Nr. 176 • hósdagur • 13. september 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av, at Jóhannis Joen- sen skal hava leik- bann í fýra umfør. John Petersen hjá B36 fekk ikki herda revsing LEIKBANN Jákup Mørk Kappingarnevndin hjá FSF hevði týsdagin fund, har tvey reyð kort til ávíkavist Jóhannis Joensen hjá HB og John Petersen hjá B36 vóru til viðgerðar. Í báðum førum høvdu dómararin Reinsaður av mótleikara John Petersen varð útvístur í útidystinum móti FS Vág- um, eftir at linjuverjin hevði mett, at hann hevði skallað ein mótstøðumann. Seinnapartin týsdagin fekk leiðslan í B36 boð um, at John Petersen ikki fær longt leikbann fyri hend- ingina. John Petersen var ikki á vøllinum, tá B36 sunnudagin leikti heima- dyst móti B68, og sostatt er leikbann hansara longu runnið. Eftir tí, sum Sosialurin hevur skilt, vóru fleiri orsøkir til, at dómurin til John Petersen ikki var harðari. Dómaraeygleiðari var til dystin í Vágunum, og frágreiðingin hjá hesum hevur helst greitt talað til fyrimuns fyri John Peter- sen. Eisini hava vit skilt á lagnum, at leikarar á mót- støðuliðnum eftir at dóm- arafrágreiðingin varð send inn hava givið til kennar, at teir ikki mettu brotið hjá John at vera somikið ógvusligt, at talan skuldi verða um leikbann í fleiri leikdagar. At John Petersen og B36 so eisini hava givið sína frágreiðing av støðuni, hevur saman við omanfyri- standandi viðført, at FSF ikki fer at gera meira við hetta málið, hóast brotið í dómarafrágreiðingini varð mett sum »ógvuliga álvar- samt«. Fýra dagar Hjá Jóhannis Joensen gjørdist talan hinvegin um herda revsing, men líka- mikið, hvørja avgerð kapp- inarnevndin hevði komið til, skuldi Jóhannis verið úti í tveir dystir, tí hann fyrst hevði trý gul kort og síðani beinleiðis reytt. Ein av hesum dystum hevur hann longu sitið av sær, og tískil fær landsliðsleikarain verið við, tá HB í seinasta um- farinum tekur ímóti FS Vágum. Ivaleyst vóru tey í HB bangin um, at revsingin til Jóhannis fór at verða harðari enn teir fýra dyst- irnar, sum kappingarnevnd- in nú hevur ásett. Tað ljóðaði nevnliga, at Jóhannis var skuldsettur fyri at hava stútað dómaran, og um so var, hevði hamar- in helst fallið ógvuliga hart. Sum vit hava skilt á lagnum, hevur Jóhannis tó fingið fýra daga leikbann fyri atburð sín mótvegis dómaranum, eftir at hann fekk reyða kortið, tá hann við veipandi ørmum tóktist hava hug at gera seg inn á dómaran. Hvørki í B36 ella HB tykjast tey vera sinnað at gera nakrar serliga við- merkingar til málið, men sum skilst ætla allir partar í málinum at góðtaka av- gerðina hjá kappingar- nevndini. Kappingarnevndin hevur talað John Petersen fekk týsdagin staðfest, at reyða kortið, sum hann fekk í dystinum móti FS Vágum, ikki var somikið álvarsligt, at hann skal revsast í fleiri leikdagar Jóhannis Joensen hjá HB hevur fingið leikbann í fýra dagar, men hetta var fyri atburð sín mótvegis dómaranum, eftir at hann varð rikin av vølli móti NSÍ, og ikki – sum tað annars hevur ljóðað - fyri at stúta dómaran C M Y K 11 10