hósdagur 13. september 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 176 - 13. september 2001
Nr. 176 - 13. september 2001
13
FCK stendur í boði at
fáa 72 milliónir fyri
Zuma, og so ætla teir
at brúka ein part av
pengunum at keypa
nýggjan álopsspælara
fyri
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Í kvøld klokkan fimm min-
uttir í átta skal FCK aftur í
europeiska eldin. Á heima-
vøllinum í Parkini í Keyp-
mannahavn, har teir fyri
einum góðum mánað síðani
vunnu á Lazio í innleiðandi
umfarinum í meistarakapp-
ingini, fáa teir vitjan av
Obilic. Talan er um jugo-
slaviska høvuðsstaðarliðið,
sum kom víðari í kapp-
ingini, tá teir gjørdu av við
GÍ. Dysturin millum FCK
og Obilic verður at síggja á
TV3+ rásini.
Todi Jónsson er í FCK
hópinum. Hóast hann ikki
skoraði, tá FCK sunnudag-
in hevði vitjan av OB, so
man tað vera rættuliga stórt
sannlíki fyri, at Todi verður
ímillum teir fyrstu ellivu.
Fyribils venjarin, Niels
Christian Holmstrøm, tyk-
ist hava stórt álit á føroyska
spælaranum.
Zuma nógv umbiðin
Stóri spurningurin í FCK
er, nær Zuma verður seldur.
Tað er so mikið stórur
gravgangur eftir suður-
afrikanska álopsessinum, at
tað ikki er ein spurningur,
um hann verður seldur,
men heldur nær hann
verður seldur.
Suma fer at spæla við í
Parkini í kvøld. Men tað er
sera ivasamt, um hann
verður í ferðalagnum, tá
FCK 27. september fer at
spæla í Beograd.
Sambært donsku fjøl-
miðlarnar 34 europeisk
feløg givið til kennar, at tey
eru áhugað í at keypa
Zuma. Eingilsku bløðini,
The Sun og The Mirror,
vita at siga, at nú er prísurin
komin upp á 72 milliónir
krónur.
Tað
sigst,
at
Sunderland og Middles-
brough, sum bæði eru í
bestu deildini, eru sinnað at
rinda FCK henda prísin fyri
at fáa fatur á myrka gull-
fuglinum.
Georgiari í plássið
Maður kemur í mans stað,
plagar at vera sagt. Ikki
minst í fótbólti er nakað í
hesum. Í FCK ætla teir
ikki, at tað bert skulu vera
Todi
Jónsson,
Heine
Fernandez,
Carsten
Fredgaard og kanska onkur
annar, sum kappast um
álopsplássini.
Fyrrapartin í vikuni ljóð-
aði, at tað er rættuliga sann-
líkt, at FCK fer at keypa
besta
álopsspælaran
í
Georgia. Hann eitur Mik-
hail Ashvetia. Teir í FCK
fingu eyga á hann, tá teir
spældu
ímóti
Torpedo
Kutaisi í innleiðandi um-
farinum í europeisku meist-
arakappingini. Dysturin í
Georgia endaði 1–1, og tað
var hesin maðurin, sum
javnaði fyri heimaliðið.
Tað sigst, at georgiska
felagið vil hava einar ellivu
milliónir fyri hann. FCK
eigur væl og virðiliga fyri
nýggja álopsmannin, sum
var í Parkini og hugdi at, tá
FCK og OB sunnudagin
spældu 1–1, men teir ætla
sær ikki at rinda so nógv.
Tað verður roknað við, at
tað fer at bera til at fáa
prísin næstan niður í helvt.
Felagið hjá honum hevur í
hesum
kappingarárinum
spælt fimm dystir, og Mik-
hail Ashvetia hevur skorað
átta mál. So tað kann ikki
sigast annað, enn at hann er
málsøkin.
Føroyskir boccialeik-
arar tóku um viku-
skiftið lut í stóru
kappingini, Danish
Open 2001
BOCCIA
Jákup Mørk
Um vikuskiftið sendu ÍSB
og Tórshavnar kvøld- og
ungdómsskúli tveir boccia-
leikarar
av
landinum.
Danish Open 2001 var á
skránni. Kappingin var í
Struer, og fleiri hundrað
ítróttafólk høvdu leitað sær
til Jútlands hesar dagar-
nara, sum kappast varð.
Unn Mortensn úr Havn
leikti í bólti fyri menning-
artarnað. Unn kom illa frá
byrjan,
og
leygardagin
gekst illa í hon. Sunnu-
dagin var tó annað lag á.
Unn hevði nú tikið annað
skinn um bak, og vann hon
fleiri dystir upp í slag. Hon
endaði sostatt á triðja
plássinum í bólki sínum, og
hóast hetta ikki var nóg
mikið til at røkka enda-
spælinum, so bar góði
sunnudagurin boð um, at
evnini til boccia eru góð.
Ungi strandingurin, Dán-
ial Jákup Djurhuus, sum er
rørslutarnaður, fekk roynd-
an. Dánial Jákup hevur inn-
an heilt stutta tíð gjørt
rættiliga vart við seg í
heimligu kappingunum, og
varð hann tí bólkaður sam-
an við stinnastu leikarunum
í Danmark. Her eydnaðist
tað honum at vinna ein
dyst, og í fleiri øðrum dyst-
um sýndi hann heilt gott
spæl, veðru sagt í tíðinda-
skrivi frá ÍSB.
Mariann Øster, landsliðs-
venjari, og Aleth Djurhuus,
hjálparfólkm vóru eisini
við á Danmarkarferðini.
Roda tykist hava
fingið gott tak á ís-
lendska Fylkir, sum
hevur lítlar og ong-
ar møguleikar at
halda fram í UEFA
Cup
HOLLAND
Jóannes Hansen
Hóast døpru tíðindini
eftir stóra skelkin í USA
týskvøldið, so spældu
teir altjóða fótbólt í
Europa, um enn tað ikki
varð gjørt so nógv burt-
urúr, sum tað plagar at
verða gjørt.
Ein av dystunum var
tann í Roda í Hollandi.
Roda og hálvi føroying-
urin og danski landsliðs-
spælarin,
Marc
Ny-
gaard, var við í álopin-
um hjá Roda, sum hevði
vitjan
av
Fylkir
í
Reykjavík.
Hollendska liðið vann
3–0. Tað vil við øðrum
orðum siga, at tað er
heilt nógv, sum bendir á,
at dysturin á Laugar-
dalsvøllinum um fjúrtan
dagar verður ein av-
greiðsluspurningur.
Roda var væl betri
fyri enn íslendsku gest-
irnir, og í 1. hálvleiki
fingu teir eitt mál. Tað
skoraði Marc Nygaard í
23. minutti. Í 2. hálv-
leiki øktu teir tvær ferð-
ir.
Nygaard skoraði
Royndust væl í Danmark
Dánial Jákup Djurhuus og
Unn Mortensen tóku um
vikuskiftið lut í Danish
Open kappingini í boccia
Todi missir makkaran
Komandi leygarkvøld
verður skipað fyri Liver-
pool-treffi í Klaksvík.
Tað eru Liverpool-
viðhaldsfólk, sum hava
tikið stig til tiltakið, sum
verður hildið í kantinuni
á Føroya Bjór.
Liverpool hevur farna
árið fingið góð úrslit í
heimligum og europe-
iskum kappingum, og
fimm steyp eru fingin
til høldar inn stutta tíð.
Hetta halda fyrireikar-
arnir av Liverpool-treff-
inum gevur grundlag
fyri, at viðhaldfólk hjá
The Reds kunnu hittast
og fegnast um góðu úrs-
litini.
Borðreitt verður við
smyrjibreði og onkrum
góðum afturvið leygar-
kvøldið. Omaná verður
kaffi. Tey, sum eiga
myndir ella annað við
tilknýti til Liverpool,
kunnu taka hetta við.
Krøv fyri luttøku eru,
at tú ert avgjørdur
Liverpool-viðhaldsfólk,
at tú ert ílætin okkurt
Liverpool-plagg, og at
tú ert í minsta lagi 20
ára gamal.
Tiltakið kostar 150
krónur, og gjaldast skal
við inngongdina. Til-
melding kann gerast hjá
Svend á tlf. 211904 ella
hjá Hákun á 215665.
-ek
Liverpool-fjepparar
hittast í Klaksvík
Í Ítróttarhøllini a Hálsi
14.-16. september
VÆLKOMIN
Á VØRUMESSUNA 2001
C
M
Y
K
13
12