Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 - 13. september 2001 15 15 14 Nr. 176 - 13. september 2001 Birgir Poulsen, sum at kalla einsamallur skipar fyri Vøru- messuni 2001, heldur tað so avgjørt vera tørv á einari tílíkari messu. Endamálið er ikki, at seljarar skulu steðga við at ferðast kring landið. Heldur eigur Vørumessan at vera mett sum eitt ískoyti VØRUMESSAN 2001 Heri á Rógvi Fartelefonin ringir alla tíðina. Tað virkar sum um, at hesin maðurin er nógv eftirspurdur. Maðurin er Birgir Poulsen. Hann ar- beiðir og hevur eisini ar- beitt í nógv ár sum sølu- maður. Tað var eisini hann, sum fann uppá at skipa fyri einari Vørumessu, og tann í ár er hin fjórða í røðini. - Nógv føroysk handils- fólk eru von við at fara uttanlands á líknandi mess- ur, so eg helt tað vera líkatil eisini at hava eina í Før- oyum, sigur Birgir Poulsen. Henda messan er ikki ein sølustevna, soleiðis at skilja, at hetta eru liðini áðrenn forbrúkarin, ið hittast á Vørumessuni. - Timingin av Vørumess- uni er góð, tá vit hugsað um, at møguleiki er at fáa skil á stórum parti av jóla- søluni eins og tað, at Vøru- messan liggur væl fyri í mun til aðrar messur í útlondinum, sigur Birgir Poulsen. Sambært Birgiri, so fer heilt nógvur handil fram á messuni. Høvi at hittast Tá vit spyrja Birgir, hvat tað er, sum tey vitjandi fáa burturúr at koma á eina tílíka messu sum hesa, so er hann skjótur at svara: Fólk fáa høvi at heilsa uppá hvønn annan. Serliga tá hugsað verður um, at hetta eru fólk, sum kanska sam- skifta dag og dagliga. - Hetta gevur møguleika fyri at skapa nøkur betri sambond millum keyparar og seljarar, sigur Birgir. Sum áður nevnt, fer tað, sambært Birgiri, heilt fitt av handilsvirksemi fram á Vørumessuni. Hetta heldur Birgir eisini vera eina av orsøkunum til, at Vørumessan er vorðin so mikið væl umtókt. Birgir vísir á, at so at siga frá byrjanini hevur verið trupult við at hýsa øllum, tí áhugin er so mikið stórur. Hesi seinastu árini hevur Vørumessan verið hildin í Ítróttarhøllini á Hálsi, men enn stendur á at fáa øllum pláss, sum kundu hugsað sær at verið við. Í ár liggur luttakaratalið um 35 fyritøkur. Talan er um alskyns sløg av fyri- tøkum, sum fara at halda til í hvør sínum bási á Hálsi hetta komandi vikuskiftið. Familjan við At skipa fyri einari tílíkari Vørumessu krevur ikki lítið av arbeiði. Nú tá henda Vørumessan er liðug, fara fyrireikingarnar í gongd til tað næstu. Hóast Birgir tekur sær av stórum parti av fyrireikingunum sjálvur, so fær hann tó góða hjálp. Tann góða hjálpin kemur serliga frá familjuni. Bæði konan og børnini hjá Birg- iri eru ófør at hjálpa til, sigur Birgir. Eisini svigar- synirnir - uttan at vera noyddir til tað - taka lut í arbeiðinum. Aloftast er tað soleiðis, at døtrarnar taka sær av at pynta høllini. Umboðini frá hinum kyninum taka sær av ymiskum øðrum viðurskift- um. Birgir sigur, at høllin ikki verður at kenna aftur, tí hon verður pyntað so mikið væl. Talan verður m.a. blómuprýði, sum kemur at seta sín dám á. Birgir Poulsen er fyrireikari av vørumessuni 2001 Birgir Poulsen, fyrireikari: -Vørumessan er eitt frálíkt alternativ C M Y K 14 VÆLKOMIN Á VØRUMESSU 1 Verkhúsið Stíggjur 1A Landshandilin 2 Petur Gaardlykke 3 Jógvan Weihe P/f 4 TeleF 5 El og Tele 6 Tøting P/f 7 Vema Jacobsen 8 Eysturoyar Heilsøla P/f 9 Trio Import Sp/f 10 Føroya Bjór P/f 11 Handilshúsið Sp/f 12 Elding Catering Sp/f 13 J.B.Trade Sp/f 14 Norðvág Heilsøla 15 Thomas Dam á Hálsi P/f 16 Scanvægt Nordic A/S 17 Tera A Tera B J.F.Kjølbro 18 J.F.Kjølbro P/f 19 Damfar 20 Anith Sp/f 21 Poul Hansen P/f 22 Meginfelag Búnaðarmanna MBM 23 Poul Michelsen P/f 24 Hestprent Sp/f 25 Kemilux Industri P/f 26 Poul Michelsen P/f 27 EB Heilsølan 28 ADC Heilsølan Sp/f 29 Foss-El Sp/f 30 Eimskip P/f 31 Kristian Gravesen 32 Inventartænastan Sp/f 33 Com-Data P/f 34 Sirri Sp/f 35 Føroya Tele P/f Vørumessan'2001 vendir sær serliga til matvøru-, gávu-, klædna- og el-handlar, kioskir, matstovur, gistingarhús, hotell, virki, stovnar, sjúkrahús, reiðarí, tekni- og skrivstovur. Kom og síggj hvat framleiðarar, heilsølur, umboðsfólk og tænastufyritøkur hava at bjóða! Upplatingartíðir: Fríggjadagin 14. sept. 10:00 - 19:00 Leygardagin 15. sept. 10:00 - 19:00 Sunnudagin 16. sept. 13:00 - 19:00 Vørumessan'2001 verður sett fríggjamorgunin kl. 10:15 av Bjarna Djurholm landsstýrismanni. Børn undir 14 ár onga atgongd.