Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 176 - 13. september 2001 Nr. 176 - 13. september 2001 17 Aftan fyri mongu lýsingarátøkini, sum vanliga eru at síggja kring landið, liggur sjálvandi eisini praktiskur partur, og tað er á hesum økinum, at Deko- stovan hevur sítt virki DEKOSTOVAN Jákup Mørk Tað var í 1991, at Oddbjørg Højgaard fór undir nýggja virkið sítt, sum hon nevndi Dekostovan. At byrja við var tað einamest vindeyga- dekoratión og skeltaskriv- ing, sum hon tókst við, men so við er virksemið blivið nógv meira umfatandi, enn navnið á virkinum sipar til. Oddbjørg greiðir frá, at í dag er høvuðsparturin av virkseminum at vera tann praktiski parturin av lýs- ingararbeiðinum, soleiðis at meðan tað ofta eru aðrar lýsingarfyritøkur- ella talan er um virki, sum sjálv syrgja fyri hesum partinum - sum taka sær av sjálvari tilrættisleggjanini av einum lýsingartiltaki, so er tað Dekostovan, sum hevur tann meira praktiska partin av arbeiðinum. - Vit hava valt at spesi- alisera okkum innan tey praktisku økini so um skelting, prentan og fram- sýningar, tí vit halda tað vera týdningarmikið, at arbeiðsøkið ikki verður ov víttfevnandi. Við hesum arbeiðsháttinum meta vit, at serkunnleikin innan ein- støku økini gerst størri. - Sjálvandi kunnu vit eftir ynski taka lut í allari arbeiðsgongdini, um kund- in ynskir hetta, og tað gera vit eisini javnan, men fyrst og fremst hava vit valt hendan partin, sigur Odd- bjørg, sum eisini heldur, at hetta er mest spennandi parturin í hesari vinnu- greinini. Leikluturin hjá Deko- stovuni á vørumessuni er eisini fyrst og fremst sum ein praktiskur samstarvs- felagið hjá fyriskiparunum. Tað er nevnliga Dekostov- an, sum hevur til uppgávu at syrgja fyri fysisku karm- unum hjá ymsu básunum. Eisini her sæst, at talan er um serkunnleika á økinum. Tað eru framvegis vggir, sum verða nýttir til ar- beiðið, men hesir eru ikki heilt líkir teimum, sum vanliga verða nýttir í Føroyum. Talan er um veggir frá svensku fyritøkuni, Oc- tanorm Nordic, ið er ein fyritøka, sum hevur sera drúgvar royndir á økinum. Uttan at fara heilt niður í smálutir, sigur Oddbjørg, at størsti fyrimunurin við hesum er, at hetta sniðið gevur nógv størri møgu- leikar, tá básarnir skulu skapast. Vinklar og bogar kunnu nærum setast upp eftir vild, og um byggjast skal vatnrætt ella lodrætt hevur heldur ikki tann stóra týdningin. Ella sum hon tekur til, so er hetta á ein hátt sum at fáast við Lego kubbar. Eisini smærri loysnir Tá vit tosa um hetta, so leggur Oddbjørg sam- stundis dent á, at tað ikki bert eru tær stóru loysn- irnar, sum hendan skipanin við básunum kann nýtast til. - Systemið er soleiðis háttað, at tað kann nýtast í at kalla øllum lutføllum. Um talan er um ein ein- stakan bás, sum eitt virkið ætlar at sýna fram, ella um tað er ein heil høll, sum skal riggast til, hevur ikki tann stóra týdningin. Tí er hetta eisini ein loysn, sum virki í øllum støddum kunnu fáa fyrimunir av at nýta, sigur Oddbjørg at enda. Hvussu er og ikki, so er tíðin nú komin at enda hugnaliga prátið okkara millum. Kaffikrússið er tómt, og meðan yvirritaði noyðist út á Argir at skriva, hevur Oddbjørg eisini nóg mikið at takast við. Vøru- messan stendur fyri framman, og áðrenn fram- sýnararnir koma við sínum vørum hósmorgunin, skal arbeiðið hjá Dekostovuni við básunum vera liðugt. Tann praktiskti starvsfelagin Dekostovan er við árunum vorðin ein partur av býarmyndini, har hon liggur í friðarliga umhvørvinum við Hoydalsvegin Mynd: Jonhard Hammer C M Y K 17 16 Sosialurin - 311820 27