Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 176 - 13. september 2001 Nr. 176 - 13. september 2001 21 Á Vørumessuni 2001 fer Kemilux á bási nr. 25 at sýna fram tær dygdarsápur, ið virkið bjóðar fram til feløg og stovnar til alskyns endamál í støddum frá 300 ml til 30 l. Fólk, hvørs arbeiði er at gera reint, fáa ofta trupul- leikar við pínu í skøvning- unum av at vinda tvøgur gjøgnum longri tíð, og ryggtrupuleikar av skeivari arbeiðsstøðu. Um ein nýtir ergonomisk røtt amboð at gera reint við, slepst undan hesum trupulleikum. Í hes- um sambandi umboðar Kemilux ymisk amboð, ið gera tað til eitt spæl at gera reint — feiimoppur bæði til ein — og fleirnýtis, vaski- vognar, vaskispannir á hjólum og tilhoyrandi vaskimoppur. Í hesum døgum verður tosað nógv um, at m.a. skúlar ikki skulu vaskast við sápu hvønn dag. Kemilux mælir til at vaska við sápu 3 dagar og turrmoppa hinar tveir dagarnar við Dusty- mopp- uni frá Kemilux. Hervið fæst burtur støv og smá- partiklar, men eisini blettir fáast burtur og inniluftin gerst munandi betri. Høvið verður at síggja og fáa meir at vita um hesa serligu moppu á Vørumessuni. Nógv sløg av klútum, vaskiskinnum og alskyns pappír og pappípshaldarar í vøkrum sniðum verða eisini sýnd fram. Skipar fyri skeiðum Í heyst fer Kemilux saman við Tekniska Skúla í Havn at skipa fyri skeiðum til húsavørðar og reingerð- ingsfólk, har kunnað verður um reingerð, sápu ergo- nomi innan hetta yrki. Hesi skeið verða lýst í bløðunum seinni, og vóna tey á Kemi- lux at undirtøkan verður góð, tí tað er sera umráð- andi at fáa holla vegleiðing innan reingerð, sápu og arbeiðsstøður frá byrjan av. So sleppst undan arbeiðs- skaðum, og skeivari skamt- an av sápu. Um fólk hava áhuga at frætta nærri um skeiðini, kunnu tey skriva seg á ein lista, ið liggur frammi á básinum hjá Kemilux. Kemilux fer at skipa fyri skeiðum Heidi Petersen, sølukvinna hjá Kemilux f Familju M Master tt & B Stangavegur 3 - Box 50 FO-700 Klaksvík - Tel. 455340 C M Y K 21 20 Sosialurin 311820 Alt til stovnar, fel . 25