Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 177 - 14. september 2001 Nr. 177 - 14. september 2001 19 ÚT AT KOYRA Hendan myndin er av sama stað, fyrst í 60´unum. Leggið til merkis at trappan inn á Tryggingarsambandið Føroyar og Hotel Føroyar er á sama stað, sum á ovaru myndini. Á fyrsta húsinum til vinstru, stendur nú P/F Jákup Johansen & Co. Bilarnir eru frá vinstru, ein Rambler Classic stationvognur frá 1961, við eykahjólinum á takinum, síðan koma tveir bilar hjá Jón Hansen, ein VW Transporter við last og galesju, og ein Bedford lastbilur. Uttasti bilurin til høgru er DKW bilurin hjá Niels L.Arge. Myndaeigari: Birgar Johannessen Húsini niðast við á myndini eru frá vinstru: handilin hjá Carl á Lag, reyðu húsini eru málingahandilin hjá Poul í Geil, niðan ímillum neystið við plakatunum á, er ein partur av Hotel Føroyum. Í gula húsinum eru Niels L. Arge ursmiðjur og tubbaks- handilin hjá Oscar Arge, trappan við Nótaneystið, er niðan til Hotel Føroyar sum brendi í 1950. Síðan kemur Hotel Føroyar, og húsið har Heimavirkið var. Hotel Før- oyar var í trimum bygning- um, áðrenn tað mittasta brendi. Við Nótaneystið stendur ein bilur, sum kundi verið ein Opel, og við Hotel Føroyar er ein Morris við last Myndaeigari: Birgar Johannessen Kongabrúgvin í 50’unum og 60’unum Nú Tryggingarfelagið Føroyar ger stórar umbyggingar á Kongabrúnni, eru hesar myndirnar frá 50 og 60´unum sera áhugaverdar BILAR Magnus Gunnarsson Á nýggjastu hagtøl- unum hjá Bileftirlit- inum sæst at talið á person og vørubilum er vaksandi. Vit merkja tað øll á ferðsluni, sum er vaksin sera nógv síðan búskapar- kreppuna fyrra partin av 90´unum. BILAR Magnus Gunnarsson Eins og samfelagið er nógv broytt hesi seinastu 50 árini, eru rættuliga stórar broytingar farnar fram innan samferðsluna, og ferðsluna sum heild. Tá í tíðini vóru ikki nógvir bilar í landinum, og um vit samanbera við í dag, so vóru so gott sum allir bilarnir arbeiðsbilar av onkrum slag, vørubilar, lastbilar, hýruvognar og nakrir fáir privatbilar. Tað var ikki vanligt at keypa nýggjan privatbil, og vóru teir flestu tí keyptir brúktir. Í 1948 vóru umleið 600 motorakfør í landinum, harav var ein rættuliga stórur partur motorsúkklur. Valutaloyvini avtikin Bilatalið í Føroyum tók rættuliga dik á seg síðst í sekstiárunum, tá ikki varð neyðugt at hava valutaloyvi fyri at keypa sær ein privatbil. Um vit fara 30 ár aftur í tíðina, so vóru í 1971 seldir tilsamans 941 bilar í Føroyum, har bilmerkini Mazda, Ford og Toyota lágu á odda. Sambært bókling- inum "Ferðslan 1999" hjá Landsfrøðinginum vóru tilsamans 2.019 nýggj motorakfør seld hetta árið, og vóru tilsamans 18.818 motorakfør í landinum tann 1.januar 2000. ÚT AT KOYRA Hagtøk fyri skráseting av nýggjum akførum fyri jan.-aug. í 2000 og 2001. Akfaraslag jan.-aug. jan.-aug. broyting %broyting 2000 2001 00-2001 00-2001 Brandbilar 1 0 -1 -100,00% Bussar 3 2 -1 -33,33% Hýrubilar 10 13 3 30,00% Lastbilar 14 11 -3 -21,43% Leguvognar 2 3 1 50,00% Motorsúkkla 5 5 0 0,00% Líkvognar 2 0 -2 -100,00% Neyðsendakfar 3 2 -1 -33,33% Persónbilar 896 1046 150 16,74% Smábussar 7 11 4 57,14% Tangabilar 1 0 -1 -100,00% Viðfestivognar 37 67 30 81,08% Vøruvognar 198 219 21 1061% Samlað 1179 1379 200 16,96% Talið á motorakførum veksur alsamt C M Y K 19 18 NISSAN ALMERA Árg 99, Km 30.000. bíliga til sølu. 317947 MERCEDES BENZ 300 TD 155 HK TURBO DIESEL Árg 89, Km 260.000. Kr. 129.000. MERCEDES VITO VØRUBILUR 2.0 TURBO DIESEL Árg jun.98, Km 64.000. Píkadekk á felgum fylgja við. Kr. 152.000. TOYOTA CARINA XLI SEDAN Árg mai.95, Km 93.000. sera væl hildin, og í góðum standi. Kr. 105.000. RENAULT MEGANE 1.6 Árg okt.97, Km 46.000. Píkadekk á felgum fylgja við. Kr. 119.000. RENAULT MEGANE 1.9 TURBO DIESEL Árg mai.98, Km 30.000. sportfelgur, tokulyktir o.a.. Kr. 127.000. Hoyvíksvegur tel 322110 Umsóknir kunnu sendast inn alt árið, og verða upptøkuroyndir eftir tørvi. Tveir politistar skulu setast 1/4-2002. Umsóknarfreistin til hesa upptøkuroyndina er 1/10-2001