Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 14. september 2001 27 26 Nr. 177 - 14. september 2001 C M Y K Eftir at GÍ í heilan tíma hótti við full- komuliga at kvæla HB, kom rættiligur panikkur í seinasta hálva tíma, eftir at HB fekk tveir kassar, men gøtumenn sluppu tó við hvøkk- inum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen GÍ vann sær aftur trý stig mikukvøldið, soleiðis at teir framvegis hanga í hølunum á B36, men dyst- urin móti HB gjørdist at enda nógv meira spenn- andi, enn gøtumenn tóktust brýggja seg um, og eisini nógv meira spennandi enn hann átti at verið. Bæði offraðu seg Fyrstu longu løtuna var annars lítið, sum bendi tann vegin, at gøtumenn skuldu fara at fáa teir heilt stóru trupulleikarnar við at basa havnarmonnunum. Frá fyrsta bríksli løgdu vert- irnir nógv fyri, og álops- royndirnar dundu oman móti illa sperda HB-lið- num, sum aftur hesa ferð hevði okkurt leikbann at hugsa um, tó at bæði Allan Mørkøre og Janus M. Joen- sen nú aftur vóru tøkir. Málmøguleikar spurdust eisini burturúr, men í tveimum førum eydnaðist tað Jón Róa Jacobsen at koma fyri í evstu løtu, so- leiðis at gøtumenn í nærum fríari skotstøðu kortini ikki fingu roynt málmansevnini hjá Bárði Johannesen. Eina løtu kom HB tó væl inn aftur í dystin. Teir skaptu kanska ikki so øgi- liga nógvar málmøguleikar, men hugburðinum hjá leik- aranum bilti so einki. Tað var eins og teir nú veruliga vildu prógva fyri øllum, at vánaligu úrslitini seinastu tíðina bert hava verið eitt mistak. Bit var í hvørjari einastu takling, og tá gøtumenn heldur ikki eru vanir at spara seg, gørdist talan í fleiri førum um heilt ógvusligar nærdystir. Dóm- arin tók tíbetur skjótt fatur á rætta endanum av dystin- um, og við nýtslu av nøkr- um gulum kortum minti hann leikararnar á, at tað hóast alt er eitt mark fyri, hvussu harðligir dystirnir í dystinum kunnu vera. Luftin gekk undan Øgiliga arbeiðsorkan, sum HB menninir løgdu í dyst- in, tóktist tó at koma teim- um aftur um brekku, so hvørt sum minuttirnir und- an steðginum fækkaðust. Kropsliga eru gøtumenn helst tað liðið í landinum, sum er best fyri, og við áhaldandi at gera nýtslu av eini høgari leikferð, trýstu teir mótstøðumenninar longur og longur aftur á vøllin. Møðin hjá HB monnun- um merkti eisini, at torført var at skipað nakað veruligt samanspæl fram eftir vøllinum. Bólttapini gjørd- ust fleiri og fleiri, og sann- líkið fyri einum GÍ máli øktist alsamt. Fleiri ávaringar um hetta vóru eisini at síggja. Bárður Johannesen var tó sera framsíggin, tá hann tveitti seg á júst rætta staðið, tá Óli Hansen hevði drigið seg leysan inni í brots- teiginum, og løtu seinni var málverjin eisini á staðnum, eftir at Pól Ennigarð hevði stútað hart og niður eftir eftir hornaspark. Soleiðis vardi HB við bit og slit, men best sum teir mundu halda, at teir í øllum førum skuldu standa stinnir til steðgin, fingu gøtumenn hol á. Í fyrstu atløgu fór uppspælið fram í høgru síðu. Innleggið hevði sum so onga adrussu, men tá Bárður ikki fekk hildið bóltinum, vóru gøtumenn framvegis í atsókn. Eftir samanspæl í vinstru fekk Henning Jarnskor pláss at leggja inn fyri, og tó at Bárður fór upp eftir bólt- inum, so var springmegin hjá Óla Hansen somikið stór, at hann við høvdinum fekk stýrt bóltinum inn í tóma málið. Tók hetta luftina úr teim- um reyðu og svørtu, so var tað ein stórur stoytur beint í solar-plexus, sum teir fingu, tá klokkan var komin væl út í yvirtíðina hjá dóm- aranum. GÍ trýstið hevði ført hóp- in av vandamiklum horna- spørkum við sær, og í sein- astu royndini undan steðg- inum gav hetta úrslit. Pól Ennigarð var enn eina ferð hægstur, tá bólturin kom innfyri, men í fyrstu atløgu fekk verjuleikari vart fyri á málstrikuni. Tó ikki meira enn so, at bóltur støkk inn ímóti stólpanum, og mitt fyri málið var Helgi L. Petersen so hægstur, so retururin kundi sendast í málið. Hóttu við sorli Sálarliga mundu bæði mál- ini undan steðginum vera eitt gott skump rætta vegin hjá GÍ, og hjá HB gjørdist støðan ikki betri av, at Jón Rói Jacobsen noyddist av vøllinum, orsakað av at hann hevði ofrað seg í meira lagi, tá ein skotroynd skuldi blokerast. Gunnar Mohr kom á vøll- in fyri Jón Róa, meðan Rógvi Jacobsen varð fluttur aftur í miðverjuna, og fyrstu løtuna tóktist hetta so avgjørt ikki at styrkja um HB-liðið. Fyrsta korterið av seinna hálvleiki hóttu vertirnir við rættiligum sorli, og vóni- rnar um at vinna góða mál- munin hjá B36 aftur vóru als ikki ógrundaðar. HB- spælararanir kundu ikki gera stórt annað enn at sparka burtur, og í løtum tók dysturin skap av Lands- krona-tiðini hjá lands- liðnum. Tveir skjótir kassar At HB so kortini svaraði aftur, var ikki bara nakað, sum var óvæntað. Tað var so avgjørt eisini nakað, sum gjørdi dystin víðopn- an, og í veruleikanum má eisini sigast, at bæði hesi málini komu burtur úr svartasta ongum. Fyrra málið kom, eftir at Hallur varð feldur nakað uttan fyri GÍ brotsteigin. Allan Mørkøre varð settur at skjóta, og tó at múrurin stóð har, sum hann skuldi standa, so tók Allan uttan stórvegis dikkedarir og hamraði bóltin í handara síðunet. Tað var tann síðan, sum málverjin skuldi vera fyri, men skotið var so- mikið hart, at har var ikki stórvegis at gera. Seinna málið hjá HB kom ikki stórt meira enn hálvan minutt eftir, og var tað fyrst og fremst orsakað av einum regulerum brølara í GÍ-verjuni. GÍ gav bóltin upp, spælt varð aftur í verjuna, og har eydnaðist Jóan Peturi Olsen og Halli Hansen at misskilja hvønn annan somimikið væl, at bólturin rullaði inn um málverjan, soleiðis at Gunnar Mohr bert skuldi geva seinasta skumpið inn um málstrikuna. Ein perla skuldi til GÍ’arnir, sum annars høvdu havt fult tamarhald á í at kalla 60 minttur, stóðu sum negldir. Trúðu nærum ikki sínum egnu eygum, og nú skifti dysturin fullkomuliga skap. HB-leikararnir, sum ann- ars vóru um at detta av møði, fingu luft undir veingirnar. Teir komu longur fram á vøllin og trýstu gøtumenninar, sum eina løtu fullkomuliga mistu pippið. Við eitt sind- ur av hepni kundi HB-liðið enn tá havt lagt seg á odda, men eftir at hava summað seg í einar tíggju minuttir, fekk GÍ spakuliga aftur tamarhald á. Talan gjørdist tó ikki um sama dominansin, sum tann í fyrra hálvleiki, men teir fingu aftur kombinatións- spælið at ganga skjótt, og triðja og avgerandi málið hjá teimum má metast sum ein sonn perla. Uppspæl- inum bilti einki, tá teir við kvikum sendingum kruvdu høgra verjuborð hjá HB, men málgevandi gerðin hjá Zdzislaw Janik (Gidek) var í einum flokki fyri seg. Tá Henning sendi inn úr vinstru, bæði tamdi og dróg hann fram við verjuleikari í einari rørslu, fyri síðani at banka bóltin í meskarnar við vinstra beininum. Nógv vøkur mál eru skotin mill- um ár og dag í Sarpisgerði, men fá teirra munnu tó hava verið av slíkum kalibri. Lættir um hjartað Ein skuldi hildið, at hetta endaliga punkteraði HB- mótstøðuna, og tá liðið so aftur varð rakt av skaða, og Bárður Johannesen noydd- ist úr málinum, mundu tey flestu halda, at nú var alt avgjørt. HB gavst tó ikki á hond- um, og tá gøtumenn nú eisini gjørdist bangnir fyri at missa, gjørdust seinastu minuttirnir heilt spennandi. Bæði verja og miðvøllur hjá GÍ trektu seg langt aftur á vøllin, og HB-leikararnir góvu seg alt tað teir áttu í royndunum at vinna seg upp aftur á javnt. Tað eydnaðist teimum ikki, men fleiri ferðir var tó heilt nær við. Allan Mørk- øre mundi geva teimum ein ordiligan skelk, tá hann við einum fúkandi hálvfluktara skeyt nærum beint á Hall, so hesin fekk boksað bóltin út. Fleiri aðrar ferðir var eisini um reppið, at bóltar inn í brotsteigin gjørdust heilt vandamiklir, men mál komu ikki, og gøtumenn sluppu tí við skrekkinum, og tað var eisini skilligt, at teir vóru lættir um hjartað, tá seinasta bríkslið hevði ljóðað. Hóast teir vóru nær við at klodda alt burtur, so halda teir framvegis fast um møguleikan at vinna B36 aftur, og tað var tað, sum var tað týdningarmesta í teirra verð. Hjá HB munnu teir hóast tapið vera so hampuliga væl nøgdir um dystin. Leikararnir sýndu ein vilja at stríðast, sum ikki er sæddur hesu megin summ- arfrítíðina, og hóast árið sum so er liðugt fyri teirra viðkomandi, so ætla teir ivaleyst at halda fast um hetta, so teir hóast alt hava okkurt gott í lastini, tá farið verður undir næsta kapp- ingarár. Megna teir eisini at halda fast um hetta, tá teir um góða viku skulu spæla grannauppgerð í Havn, er als ikki óhugsandi, at teir tá rætta GÍ eina hjálpandi hánd, heldur enn at gera teir hjartkiptar. GÍ-HB 3-2 (2-0) Sluppu við hvøkkinum Stóran part av dystinum sat GÍ á øllum, og tá Óli Hansen undan steðginum skoraði fyrsta málið, tóktust teir eisini hava alla orsøk at fegnast. HB svaraði tó aftur, og alt gjørdist tí meira spennandi enn neyðugt var hjá GÍ Dysturin í tølum: GÍ-HB 3-0 (2-0) 1-0: Óli Hansen, 43. 2-0: Helgi L. Petersen, 45. 2-1: Allan Mørkøre, 60. 2-2: Gunnar Mohr, 61. 3-2: Zdzislaw Janik, 73. Dómari: Birgir Sondum (B36) GÍ: Hallur Hansen – Pól Ennigarð, Jóan Petur Olsen, Leivur Hansen – Áslakur R. Petersen, Poul Henning Jacobsen, Zdzislw Janik, Magni Jarnskor, Henning Jarnskor – Óli Hansen, Helgi L. Petersen HB: Bárður Johannesen – Hallur Danielsen, Jón Rói Jacobsen, Eyðfinn Fjalsbak, Janus M. Joensen – All- an Mørkøre, Rúni Nosløe, Rói Árting, Pætur Dahl – Bjarni Jørgensen, Rógvi Jacobsen Eftir at hann annars í 1997 boðaði frá, at hann gavst á besta liðnum, hevur Gunnar Mohr nú skotið tvey mál í tveimum dystum VETERANUR Jákup Mørk Tað vóru mong, sum høvdu hug at smílast, tá tað frættist úr HB, at teir høvdu grivið onkra gamla fyrstudeildarkempu fram aftur í royndunum at steðga ringu gongdini hjá liðnum. Millum hesar var fyrr- verandi stórskjúttin hjá liðnum, Gunnar Mohr, og ikki minst var tað hetta, sum fekk smílini fram. Hvat skuldi ein 38 ára gamal, sum ikki hevði spælt á hægsta stigið síðani 1997 gera á liðnum, sum annars tykist hava lagt eina nýggja og yngru linju. Pausa Tvær ferðir hevur Gunnar nú verið á vøllinum, og hóast HB hevur tapt báðar ferðir, so munnu smílini vera horvin. Tvey mál í tveimum dystum hevur úrtøkan hjá fótfima álops- manninum verið, spurn- ingurin tykist nú vera, um tað ikki var ov tíðliga, tá Gunnar í ’97 stillaði gaggurnar á hillina. - Eg gavst ikki. Eg havi bara havt eina pausu, var skjóta svarið frá Gunnari, tá vit eftir dystin í Gøtu settu honum spurningin. Møðin eftir 45 harðar var sjónlig eftir dystin, men Gunnar kundi tó ikki lata vera við at iðra seg um, at talan aftur var vorðin um eitt tepurt tap. - Tað er bara soleiðis, tá tað gongst illa. Tú stendur alla tíðina við rygginum móti múrinum, og sjálvt um vit stríddust væl í dag, so er tað bara óluksáliga ringt at reisa seg aftur. - Óhappini tykjast heldur ikki at taka nakran enda, og aftur í dag mugu vit síggja tveir mans fara av vøllinum. Spurdur, um tað er nakað annað, sum HB- liðið kanska kann gera, til tess at venda gongdini, sigur Gunnar, at tað er helst ikki. - Vit máa bara fáa hetta árið aftur um bak, og so byrja av nýggjum til kom- andi kappingarár, sigur á- lopsmaðurin, sum tó neyvan fer at verða á vøll- inum aftur til ta tíð. Magni Jarnskor tóktist lættur um hjartað, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð FÓTBÓLTSTOS Jákup Mørk Tað kom rættiligur fjált- ur á gøtumenn, tá HB brádliga javnaði leiðsl- una hjá GÍ. GÍ hevði annars gott tak á dyst- inum, og tí var hetta ein merkisverd gongd. Eftir dystin fingu vit orðið á liðskiparan hjá GÍ, Magna Jarnskor. - Ja, har var veruliga panikkur í eina løtu. Teir fáa eitt gott frísparks- mál, og akkurát hvat hendir við seinna málið, veit eg ikki, men teir misskiltu í øllum førum hvønn annan. - Hetta skelkaði okk- um, og hóast Gidek skjýtur eitt flott mál seinni, so hava vit ongan tíð sama takið aftur á HB. Hatta minnir á ein hátt um dystin móti VB. Vit gerast bangnir fyri at missa leiðsluna, og fella tí alt ov langt aftur á vøllin, og tá koma vit sjálvandi undir trýst. - Tað var eisini um reppið, at hetta kostaði, men tíbetur gekk tað kortini, so at tað nú bara eru tvey stig upp til B36, segði ein fegin Magni Jarnskor, sum tó ikki kundi lata vera við at iðra seg. - Hatta gjørdu vit ó- neyðuga torført. Vit skulu lukka dystin fyrstu løtuna av seinna hálvleiki! Hetta árið má bara fáast aftur um bak, heldur Gunnar um miseydnaða HB-árið Tíbetur gekk tað, og nú hava vit bara tvey stig upp til HB, helt Magni eftir dystin Hevur bara havt pausu Óneyðugt