mánadagur 5. januar 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 5. januar 2009
23
J
arðarknøttur okkara gongur í
síni ringrás rundan um
sólina, og hvørja ferð gott og
væl 365 samdøgur eru farin, er
hann komin runt. Eitt ár er tá
aftur farið í tíðarinnar hav.
Soleiðis eisini í ár. Á midnátt
31. desember 2008 skiftu vit til
2009. Hetta verður markerað
um allan heimin, og flest øll
gera sær meira og minni sínar
tankar og hugleiðingar um tað
kenda farna og tað enn ókenda
komandi.
S
erliga verður lurtað eftir tí,
sum fremstu fólk í sam
felagnum siga og meta, og fjøl
miðlarnir bera hesar metingar
víðari og viðgera tær, bæði
rósandi og atfinningarsamt.
Eisini í okkara landi fer hendan
prosessin fram. Politiski leiðar
in, løgmaður, heldur sína nýárs
røðu, og hinir leiðarnir hava
sínar viðmerkingar.
Sum eg havi roynt at fylgja
við tí, ið sagt hevur verið, kom
eg at hugsa um ein nýggjárs
morgun fyri mongum árum
síðani. Tað var meðan heims
bardagin leikaði í, og útlitini
fyri heimin, sum forbløddi
undir hesum umstøðum, vóru
ikki tey allarbestu. Eg fór hend
an morgunin oman til ommu og
abba í Steinagøtu at ynskja gott
nýggjár. Omma, sum tá hevði
nøkulunda sama aldur, sum eg
havi nú, kom brosandi ímóti
mær, og ynskti ommusoninum
eitt gott nýggjár, og so segði
hon hesi orðini, sum eg enn
minnist: ”Hvør skuldi trú, at eg
skuldi uppliva 1945”. Hon
gjørdi sær sínar tankar um alt,
sum fór fram í heiminum, bæði
heima og úti, men í hesum
orðum lá ein farri av takksemi
um at vera til og at kunna vera
ímillum síni kæru.
L
øgmaður helt eftir míni
uppfatan eina røðu av teim
um frægu. Hann leit bæði
aftureftir og frameftir. Hann
royndi at taka saman um og
bar heilsanir og góðynski
fram. Soleiðis eigur ein
nýggjársrøða at vera. Hon skal
ikki fara alt ov mikið í
dýpdina og niður í smálutir.
Tað eru umstøður til tað í
øðrum førum undir polit
iskum orðaskiftum. Tað er
stórur munur á eini
løgmansrøðu á nýggjárum og
eini løgmansrøðu á ólavsøku.
Ólavskurøðan er eitt politiskt
dokument, sum skal hava eina
serliga viðgerð á tingi.
H
arfyri verða tó týdningar
mestu viðurskiftini, sum
uppi eru í tíðini, tikin við og
umrødd í sambandi við eitt
ársskifti. Eitt, sum flest allir
viðmerkjarar hava mett um og
umrøtt, er tann búskaparkrepp
an, sum sær út til at hava rakt
allan heimin. Virðisbrævamarkn
aðir, bankar, virkir, privat húsar
hald, statskassar, alt sær út til at
verða rakt av kreppuni. Flestu
halda, at byrjanin er at finna í
USA fyri síðani at spjaða seg
víðari. Ein búskaparkreppa kann
hava so nógvar ymiskar orsøkir
og kann vera meira ella minni
víttfevnandi. Nøkur samfeløg
sleppa eisini betur burturúr enn
onnur. Men her sleppur næstan
eingin snikkaleysur, sjálvt um
onnur samfeløg verða rakt
serliga hart.
E
itt er tó heilt vist, at tann
samfelagssektor, sum harð
ast er raktur, og sum er orsøk til
ólukkuna á øðrum samfelags
økjum, er bankasektorin. Sjálvt
um einstøku bankarnir, hvør í
sínum landi, eru ymiskliga fyri,
so verða bankarnir í orðaskift
inum nevndir undir einum. Í
USA er ein banki farin fyri og
annar eftir. Í Danmark eru fleiri
bankar farnir av knóranum. Í
nógvum londum er skipað fyri
sokallaðum “hjálparpakkum”
og øðrum serskipanum fyri at
bjarga einstøkum bankum ella
bankasektorinum sum heild.
Higartil er eydnast so nøku
lunda at bjarga bankaskipan
unum. Men bert nøkulunda. Í
nýmótans samfelagnum hava
bankarnir alstóran týdning.
Men ikki fyri sína egnu skuld,
men tí teir eru økonomiska
lívæðrin hjá bæði virkjum,
íleggjarum og privatfólki. Í
Danmark var ein “bankapakki”
samtyktur fyri nøkrum vikum
síðani. Hetta varð gjørt fyri at
ikki alt peningarensli í sam
felagnum skuldi steðga. Danska
stjórnin er í ferð við at seta
saman ein “bankapakka” aftur
at, sum er uppaftur meira
umfatandi. Orsøkin er tann, at
sum umstøðurnar eru í løtuni er
næstan ógjørligt hjá vanligum
virkjum og borgarum at fáa
vanlig neyðug lán og aðra
fígging til sítt virksemi. Bank
arnir eru stórt sæð farnir í
koma, og húsagangir síggjast
manga staðni. Hetta kann
stjórnin sjálvandi ikki bara
hyggja at, tí arbeiðsloysið økist
og kreppan versnar. Sagt verður
tí frá politiskari síðu, at bankar
nir skulu fáa tilførdan ein lik
viditet uppá ca. 100 milliardir
krónur, ikki til bankarnar at
goyma, men til at læna út aftur
til kundarnar. So fæst at síggja,
um hetta fer at virka.
Í
Føroyum sær eisini út til, at
bankarnir eru heilt upp
steðgaðir. Tað ljóðar, at før
oysku bankarnir eru væl fyri,
eisini við likviditeti. Men
kortini siga teir beint fram, at
teir vilja heldur verja likvidi
tetin og ikki veita fígging til
nýggj projektir ella nýggjar
kundar, men bert sum frægast
fjálga um teir gomlu kundarnar.
Hetta seinasta skal sjálvandi
gerast, men framlítandi virk
semi skal eisini fremjast. Ann
ars koma vit aftur – og eru
helst longu komin – í ta støðu,
sum vit vóru í í 1992/93, tá
føroysku bankarnir hildu uppat
at virka. Ja støðan er helst
uppaftur verri, tí tá vóru tveir
sparikassar, sum í ein vissan
mun hildu fram við
virkseminum. Nú sær tað út til,
at allir peningastovnarnir føra
sama politikk.
T
á eg nú komi inn á hetta,
kann eg ikki lata vera við at
gera eina sammeting. Í 1992
fann danska “Færøgruppen”
fram til, at føroyingar skuldu
tvingast til at fremja nøkur
tiltøk, sum teir høvdu funnið
uppá. Tá vit føroyingar høvdu
aðra uppfatan, vildu teir fram
provokera eina skjótari kreppu,
og hetta gjørdu teir við at koma
Sjóvinnubankan í størri trupul
leikar enn neyðugt. Harvið
steðgaðu teir einum av sam
felagshjólunum, og tað hevði so
víðari fylgjur út í samfelagið.
Føroyski Landskassin mátti so
út í tung og trupul tiltøk, men
hóast eina pínufulla gongd, so
komu vit sum samfelag sum frá
leið burtur úr tí.
N
ú hevur Nemesis í ávísan
mun rakt danska stats
kassan. Teir skulu nú helst
útvega um leið 100 milliardir,
umframt fyrra bankapakkan,
fyri at bjarga danska
samfelagnum undan kollapsi.
Vónandi eydnast tað, so teir
ikki koma út í sama slag av
kreppu, sum Føroyar vóru í fyri
1416 árum síðani. Vónandi fáa
eisini føroysku peningastovn
arnir sín part av hesum lánum,
um tað er neyðugt, so fígging
artrupulleikar ikki steðga tí
annars positivu búskapargongd,
sum føroyska samfelagið hevur
havt seinastu árini.
H
allið á føroysku fíggjar
lógini fyri 2009 hevur
eisini verið nógv umrøtt. Hetta
einsamalt skaðar tó ikki so
nógv. Hinvegin er tað fram
haldandi vinnuligur og vinnu
skapandi aktivitetur, sum skal
minka um hetta hall í framtíðini
og ikki skattahækkingar. Slíkar
vilja bert gera støðuna verri.
Ein møguligur bústaðarskattur,
sjálvt um hann kemur sum
skattaumlegging, vil eisini gera,
at stígur kemur í økonomiska
framgongd og vøkstur.
Annars er at gleðast um, at
Føroyar hóast alt eru væl betur
fyri búskaparliga, enn vit vóru í
byrjanini av 1990unum.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Ársskiftið 2008/2009
Nú hevur Nemesis rakt
danska statskassan
Tíðargreinin
tíðargreinin
Jógvan Sundstein,
fyrrverandi løgmaður
Fakta um Jógvan Sundstein
1970 Valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Eysturoyar valdømi.
Afturvaldur í 1974.
1978 Valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymoyar
valdømi.
19811985 Løgtingsformaður.
19891991 Føroya Løgmaður.
19911993 Landsstýrsmaður í fíggjarmálum.
Jógvan Sundsten gavst í politikki á løgtingsvalinum í 1994,
tá hann ikki stilllaði uppaftur.
Í 2004 fluttu Jógvan Sundsten og konan Lydia til Danmarkar
at búgva, har børnini tey trý børnini eisini búgva.
22. apríl 1993: Jógvan Sundstein stendur við uppsøgnini í hondini.
Marita Petersen, løgmaður, segði tá samgonguna upp millum
Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin – og harvið fór tíðin hjá Jógvani
Sundstein í landsstýrinum í søguna. Árið eftir legði hann frá sær sum
tingmaður eftir 24 ár í politikki