mánadagur 5. januar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 2 - 5. januar 2009
Bíblian lærir okkum, at
synd er lógarbrot (1. Joh.
3,4). Orðið »overtrædelse«
kann umsetast til »lovløs
hed«. Jesus segði, at móti
endans tíð skuldi tað vera
ein heimsumfatandi upp
reistur mótvegis lógum og
skipaðum viðurskiftum.
Uppreistur og lógloysi er
nakað, ein í dag møtir í
nógv størri høpi enn nakr
antíð áður í heimssøguni.
Børn reisa seg upp ímóti
foreldrunum, so foreldrini
eru rædd fyri teimum.
Ungdómurin ger uppreistur
móti lærarum sínum,
unversitetsstudentarnir
móti teimum fyrisitingar
ligu myndugleikunum. Tað
eru skipaðar royndir at
niðurgera løgregluna, at
flenna at løgregluni og at
spotta hana. Alt hetta er ein
partur av tí vanliga
respektloysinum fyri lóg
og ordan.
Vit áttu at ógvast við, at í
fleiri londum eru skipað
brotsverk hin besta forrætn
ingin. Veruleikin er, at fyri
ikki langari tíð síðani
kundi ein av Amerikas
leiðandi brotsmonnum
siga: »Tey skipaðu brots
verkini eru betri forrætning
enn stjórnin í USA«.
Inntøkurnar av brots
verkum eru upp ímóti 10%
av statsins inntøkum. Hetta
kostar okkum meira enn alt
okkara útbúgvingarpro
gramm og vælferðarpro
gramm tilsaman. Skipaðir
brotsmenn og mafian hava
kontroll yvir einstøkum av
heimsins størstu býum.
Hartil koma teir óskipaðu
brotsmenninir, og teir eru
nærum eins ringir, um ikki
verri.
Brotsverkini vaksa í
einum tílíkum tempo, at vit
liva á markinum til upp
reistur og anarki. Tað er
vandafult at ganga á gøtun
um í myrkri í nærum øllum
býum í Amerika. tað er
eins og hóttandi, yvirnátt
úrligar kreftir eru slopnar
leysar. Brotsverkini hótta
við at spenna um alt sam
felag okkara, tí so hvørt
sum brotsverkini vaksa í
tali, svíkur eisini landsins
moralski grundvøllur meir
og meir. Politimeistarin í
einum av okkara størru
býum segði við meg fyri
stuttum: »Tað er greitt, at
tað lønr seg at fremja
brotsverk«. Hann segði, at
meira enn helmingurin av
brotsmonnunum í hansara
býi gingu leysir. Teir flestu
av teimum vórðu ongantíð
funnir, og tá tað ráddi um
teir, sum tiknir vóru, so
hevur løgreglan ein sera
torføra uppgávu við at
prógva nakað, sum rætturin
við góðkenna.
Hvat er svarið upp á
brotsverkanna stóra trupul
leika? Er tað eitt meira
effektivt og betur útbygt
politiapparat, betri útbúgv
ing, strangari straff? Hvr er
orsøkin til at land okkara
er fremst í heiminum, tá
tað ræður um brotsverk, og
tað mitt í eini tíð við
yvirflóð, sum heimurin
ongantíð áður hevur sæð
makan til?
Vit hava lært seinastu
tíggju árini, at moralfatan
er relativ, og nú heysta vit
tað, vit hava sáað. Hugs
anin innan skúlar okkara,
við dómstólarnar eins og í
fjølmiðlunum er ofta tann,
at ein ignorerar offurið fyri
brotsverki mótvegis
sjálvum brotsverkinum. Í
einstøkum førum gera vit
harumframt brotsmannin
til eina hetju. Eg havi lagt
til merkis, at lógarinnar
útøvarar í landi okkara ofta
eru mótleysir ... Teir
merkja, at dómstólarnir
ikki samarbeið við
teimum.
Brotsverkastatistikkurin er
astronomiskur. Lógarinnar
hondhevarar hava hvørki
pening ella fólk at gera
arbeiði sítt til fulnar. Eing
in tykist at hava ábyrgdina.
hetta er ein annar av teim
um mongu logum, vit ikki
makta at fáa tamarhald á.
Kelda: Billy Graham,
»Verden i Flammer« 1971.
Símun Pauli Jacobsen,
Vestmanna, týddi.
Billy Graham
Lógloysis eldurin
Simun Pauli
JacobSen
Eg las inni á Portalinum í
kvøld, nú ið ein dagsferð er
eftir av 2008, at Jóannes
Eidesgaard ger seg til tals
mann fyri ætlan um at krev
ja bústaðarskatt frá sethúsa
eigarum, samstundis sum
lønarskatturin skal lækkast.
Hetta er fyri at síðustilla
leigarar og eigarar, og
eisini fyri at fanga teir
stóru DIS, NIS og FAS
fiskarnar, ið óhindraðir
svimja gjøgnum meskarnar
í skattatrolinum.
Vælsignaði hugsandi
fólk, at gerið ikki hesa
dáragerð.
Tað er mestsum eitt
lívsverk at fáa sær eini hús.
Øll vilja eiga hesi somu
hús. Bankarnir lata fígging,
tá hús skulu byggjast ella
keypast, og hetta lán verður
afturgoldið ígjøgnum eitt
drúgt áramál, við skattað
um pengum, rímiligvís. So
hevur verið tosað um, at tá
lánið er goldið, og lønin er
avloyst av pensjónini,
kunnu fólk lívbjarga sær
við at eta frívirðið í húsun
um upp, til bankin aftur
eigur húsini, og minnist
meg rætt, var meiningin, at
mann kann búgva har, so
leingi mann livir.
Nú er so ætlanin, at tá
fólk eldast, tey, ið hava
lagt lunnar undir samfelag
ið, ið so aftur tænir okkum
øllum, so skulu tey, ið
hava goldið húsini hjá sær,
gjalda framvegis, nú til
landið, av tí at tey eiga
húsini, tey búgva í. Og ein
skal hvørki vera frøðingur
ella nakað annað fyri at
skilja, at um fólk ikki eiga
ríkiligt av peningi, tá pen
sjónin avloysir lønina, so
er bara ein spurningur um
tíð, til tey ikki hava ráð
longur at eiga húsini. Tað
sigur seg sjálvt: Situr ein á
einum flaka, og verður
noyddur at saga eitt petti
fyri og annað eftir av flak
anum, so er hann burtur
um eina tíð, um einki tilfar
er við hondina at bøta við.
Hvar skulu fólk tá fara?
er ætlanin at gróðurseta
slumøkir í landinum? Ha?
Veðurlagið hjá okkum er
fínasta slag, tá vit hava heit
klæðir og góð hús, men tað
riggar ikki til at vera heim
leysur í.
Tað eru so nógv viður
skifti, ið eg ikki skilji, men
um myndugleikarnir ætla
at gera so stór inntriv, at
fólk skulu krevjast eftir
bústaðarskatti, er tað tá
ikki líka lætt, heldur at
krevja lønarskatt frá øllum
borgarum sum njóta gott
av samfelagnum?
Lønarskattur er ein sam
felagsskylda. Bústaðar
skattur er revsing.
Mín meining
Søldarfjørður
anna Hentze
Løgmaður visti lítið og
einki nýtt at siga okkum í
nýggjársrøðu sínari.
Fíggjarmálaráðharrin
royndi seg í grein í Sosi
alinum við boðum upp á
loysn, men heldur ikki har
var stórvegis nýtt at hóma.
Og uttanríkisráðharrin,
triði leiðarin í samgonguni,
jarðaði beinanvegin høv
uðsuppskot fíggjarmála
ráðharrans.
Fyri tíggjundu ferð, ella
fleiri, fegnaðist løgmaður
um, at vit sleppa at bíða.
Bíða eftir tí loysn, danska
stjórnin kemur við í roynd
teirra at loysa búskapar og
fíggjartrupulleikar sínar.
Høvuðsleiðin fíggjar
málaráðharrin leiddi okk
um var sum sagt ikki nýggj
men tann vanliga hjá
fyrrverandi javnaðar
monnum. Enn eina vitjan
ætla teir sær hjá teimum
gomlu. Hesi skulu, eftir
eitt langt lív við hugsjón
um ikki at skylda nøkrum
nakað, enn einaferð gjalda
gildi spekulantanna. Hesa
ferð biðja teir um hjálp at
áleggja hesum samfelag
sins fátækastu ognarskatt
fyri heim síni.
Lagnunnar speisemi, at
tað verður Fólkaflokkurin,
umenn av øðrum orsøkum,
ið steðgar hesum samhalds
leysa politikki teirra.
So gott sum einki sæst í
røðu løgmans um, hvussu
vit hjálpa teimum, ið krepp
an longu hevur rakt. Tey,
sum í heyst uttan ávaring
vórðu send út í arbeiðs
loysi. Ella tey gomlu, sum
samgongan var á vitjan í
lummunum hjá, áðrenn
jólafriðurin væntaðist.
Sjálvfylgiligheitir, uttan
umtos, ella bíðan eftir
dønum gjalda ongar rokn
ingar. Tað gera afturvend
andi ætlanir um at hækka
arbeiðsloysisgjaldið frá
sjeyti til áttati, visiónir
Barak Obama’s, ella at
nokta fólki at gjalda fullan
prís fyri rúsdrekka og
cigarettir, heldur ikki.
Hvørki í banka, hjá handils
manni ella aðrastaðir.
Er nakar politikkur yvir
høvur annar enn at bíða
eftir dønum? Ella nakrar
hugsjónir. Ella er tað trý
streingjaða vorðið fyri
myndin tríggir flokkar,
tríggir leiðarar, tríggjar
hugsjónir, ongin politikkur?
Er ongin hugsjónar
maður í leiðslu samgong
unnar? Ein, ið kann greiða
høgu harrunum frá, at
meðan tú vónar tað besta,
sær ljóst upp á framtíðina,
ert bjartskygdur og lítur á
“egnan mát og megi”, er
onki, ið forðar tær at
smoyggja upp um armar,
byrgja upp fyri kreppu og
seta í kortið út kós?
Ein bíðandi løgmaður
formaður Miðfloksins
JeniS av Rana
Havi verið uttanlands í
nakrar mánaðir. Júst aftur
komin hoyri eg í Kring
varpi Føroya, at fíggjar
lógin er til umrøðu. Ein
vælnøgd mansrødd ljóðar
úr lurtinum, sera vælnøgd
og ”skilagóð” tykist mað
urin sjálvur at halda, sum
eigur hana. Vísu orðini
eru: ein króna ella pening
ur til Fróðskaparsetur
Føroya er ”om igen” pen
ingur í lumman á enn
einum havnarfólki!!!!
Ísland er í svárari fíggj
arkreppu, sum teir kunnu
gera nakað við. Føroyar
hava eina politiska
BÝTTLEIKAKREPPU,
sum tíverri bara stendur
við og versnar, hon tykist
ikki renna av aftur í bræði.
Býttleikakreppa
Randi S. vang
viðmerkingar