Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-05, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. januar 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 2 - 5. januar 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 5. januar. Símeon. Halgimenni úr Kilikiu í Lítluasia, sum doyði í árinum 459. Fekk navnið Stylites, tá ið hann í 422 fekk sær tilhald á einari 6 alin høgari súlu. Súla eitur stylos á grikskum. Hebráiska navnið Shimon er av somu rót sum navnið Sámuel og merkir lítli Sámal (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Sunnudagin 4. januar 2009 fylti Jens av Reyni hýruvognsførari í Havn 65 ár. Jens er havnarmaður, sonur Laur­ entzu og Jens Paula av Reyni. Hann er útbúgvin húsasmiður og hevur arbeitt í byggivinnuni og hjá pápanum á Fiskacentralinum á Vest­ aru Bryggju í Havn. Hann koyrdi hýruvogn eitt skifti í 70­unum, og síðan 1986 hevur hann koyrt fast við egnum hýruvogni á bilstøðini Auto. Jens er giftur við Linu, f. Frawley, úr Fuglafirði. Umframt vanligu hýruvognskoyr­ ingina hevur Jens eisini aðrar upp­ gávur. Hann hevur t.d. í nógv ár havt gott samstarv við Sosialin, og er hann altíð góður at heita á, tá okkurt er, sum skal koyrast út frá húsinum ella heintast, umframt aðrar uppgávur í húsinum. Hann er stillførur og álít­ andi. Starvsfólk og leiðsla á Sosialinum ynskja honum tillukku við føðingar­ degnum og alt tað besta í framtíðini. Jens av Reyni 65 ár Fyri 35 árum síðan, í januar 1974, fór hendan hending fram innan fyri Molan í Havn. Eingin mansskaði hendi, tá 50­tons báturin Fiska­ klettur av Oyri, sum var á veg inn á Havnina, varð ásigldur tætt innan fyri Mol­ an av farmaskipinum Arna­ tindi, sum var á veg úteftir. Stoyturin hendi um skott­ ið millum maskinrúmið og lastina. Tað eydnaðist mann­ ingini á Fiskakletti at bakka bátin inn at Molanum og leypa upp á land við endum, áðrenn báturin sakk niður við bryggjuna. Kelda: Myndaárbókin árið ið fór 1974 Fyri 35 árum síðan: Fiskaklettur ásigldur og sakk í 1974 Okkara kæra kona, mamma, omma, langomma og vermamma Gunda Djurholm úr Kollafirði andaðist fríggjakvøldið 2. januar, 91 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Kollafjarðar kirkju týsdagin 6. januar, kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Niels Pauli Ingrid, Arnóra, Hans og Bjarni Tøkk Hjartaliga takk fyri til øll, ið sýndu samkenslu, tá kæri maður, bróðir og svágur Malberg Vang Froðba andaðist og varð jarðaður. Takk til Jónsvein Bech fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðini. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Hjartafelagið. Samstundist ynski eg tykkum øllum eitt gott nýggjár, og Harrans signing í tí nýggja árinum. Fyri tey avvarðandi Jonna Vang