Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. januar 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 tíðindi Nr. 2 - 5. januar 2009 - Vit eiga ikki at vera svartskygd bara fyri at vera svartskygd. Fíggjarkreppan hevur ført til, at eftir- spurningurin eftir vørum og tænastum er minkaður, og hetta merkir aftur, at bæði fíggingarstovnar og fyritøkur annars eru vorðin meira varin. Tað er samanfall millum hesi viður- skifti sum ger, at áhugin at fíggja ikki er so stórur í løtuni, sigur stjórin í Vinnu- húsinum vinnuútlit Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Marita Rasmussen hevur nú sitið eitt ár í starvinum sum stjóri í Vinnuhúsinum, ið hevur stóran part av okka­ ra framleiðsluvinnu á landi undir sínum hatti. Hon tók við hesum starvi eftir at Jan Mortensen, sum hevði verið stjóri árini und­ an, fór í annað starv. ­ Mær tykir, at hetta árið hevur virkað drúgt, nú so nógv ymisk viðurskifti hava verið á skránni. Árið byrjaði rímiliga væl, og útlit vóru til, at vit fóru at fáa eina stagnatión í 2008. Hon vísir á, at sum fyrra hálvár leið, øktust oljuprísir og renta, og fíggjarviður­ skiftini kring um heimin gjørdust rættiliga buldraslig út á heystið. ­ Hetta saman við lágari norskari krónu, lækkandi pundi og lítlum toskafiski­ skapi í okkara sjógvi, hevur gingið út yvir kappingarføri í fiskavirkisvinnuni, sam­ stundis sum ísfiskavinnan við hækkandi oljuprísum og minni fiskiskapi av dýr­ ari fiskasløgum sum heild hevur havt tað svárt. Ein trupul tíð Marita vísir á, at stagnatión­ in, sum var væntandi fyri einum ári síðan, í staðin gjørdist ein trupul tíð hjá føroyskari framleiðslu­ vinnu. ­ Í fleiri ár hevur fiska­ virkjunum vanta arbeiðs­ megi, og tey hava tí ikki kunna bygt upp ta framleiðs­ lu og støðugu leveransu, sum tey kundu hugsað sær. Í dag, nú líkt er til, at fleiri og fleiri fólk kanska kundu verið tøk í hesi framleiðslu, stríðast virkini við tað, tey ikki fingu gjørt, meðan marknaður var til tess. Fíggjarkreppan úti í heimi saman við lækkandi gjald­ oyrisvirði hjá okkara kapp­ ingarneytum ger, at fram­ leiðsluvinnan er í eini trup­ lari tíð, bæði tá ræður um hýsu á bretska marknaði­ num og toski á evropeiska Stór óvissa um útlit í Marita Rasmussen hevur nú verið stjóri í Vinnuhúsinum í eitt ár, og hon heldur, at hetta árið hevur virkað drúgt, nú so nógv hevur verið á skránni á vinnuliga økinum Limaskapur og limagjøld Føroya Skipara­og Navigatørfelag hevur altíð mælt føroyskum navigatørum, sum sigla í útlondum, til at vera limir í fakfelag, har skipið hoyrir heima. ­ Hetta er serliga galdandi fyri Norðurlond, sum hava vælvirkandi feløg og arbeiðsmarknað. Føroyskir navigatørar sigla eisini við skipum úr øðrum londum og við skipum undir hentleikafløggum. Á aðalfundi hjá FSN segði Eyðstein Djurhuus, formaður, at felagið gjarna vil bjóða hesum monnum limaskap, tó at Føroya Skipara­og Navigatørfelag ikki hevur samráðingarrætt fyri hesi størv. – Vit kundu brúkt okkara millumlanda sambond til at hjálpt hesum limum, tá trupulleikar taka seg upp. Sum nú er, hava vit bert limir, sum vit hava sáttmála fyri og hvílandi limir, segði formaðurin í FSN. Kursurin heldur sær ikki Danski partabrævamarknaðurin er komin væl inn í 2009. Síðani 1. januar er marknaðurin hækkaður 8,74%, og tað er besta partabrævabyrjan nakrantíð.Tíverri er tað kortini ikki ein tendensur, sum fer at halda sær, metir partabrævastjóri í Sydbank, Bjørn Schwarz. Nú var 2008 eitt óvanliga vánaligt partabrævaár við markantum falli meginpartin av árinum. Við byrjanini av nýggja árinum síggja vit, at íleggjararnir síggja eitt sindur meiri ljóst upp á tað heila. Nú mugu vit so síggja, um lyklatølini komandi vikurnar staðfesta hetta – og tað vænta vit ikki, sigur Bjørn Schwarz við boersen.dk. Hækkingin á partabrævamarknaðinum kann, sambært Schwarz, síggjast sum eitt tekin um, at botnurin er náddur. Men tað væntar Bjørn Schwarz altso ikki, sambært boersen.dk