hósdagur 8. januar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Teitur 4. besti sangari í Danmark
Í tónleika blaðnum GAFFA, verður Teitur kosin at verða fjórði besti sangarin
í Danmark. Teitur hevur áður fingið sera jalig ummæli frá tónleika blaðnum
GAFFA, serstakliga fyri fløguna The Singer . Um fløguna verður m.a. sagt, at
longu fyrsta lagið á fløguni veitir prógv fyri, at Teitur dugir at nýta sína rødd
til fulnar.
Í einum ummæli frá
DrownedInSound fjøl-
miðlamanninum Chris
Beanland, verður før-
oyski bólkurin Budam
rakkaður niður í sand og
øsku. Ummæli var gjørt
út frá einari tónleika
framførslu, ið Budam
hevði í Fraklandi í 2008.
Beanland sigur, at
Budam var so vánaligt,
at tað var einasti bólk-
urin ið ikki var til frama
fyri tiltakinum á nakran
hátt.
The Dreams millum tey
bestu í Danmark
Sambært lesaranum
hjá tónleikablaðnum
GAFFA, eru The
Dreams millum tey
bestu tónleikanøvnini
í Danmark. Av 14
ymsum heiðurs
lønunum, blivu The
Dreams valdur til
tríggjar teirra
The Dreams mugu
sigast at hava sligið
seg fastar ímillum danir,
og ferð eftir ferð vinna
ungir føroyingarnar
longur fram í tí danska
tónleikaheiminum. Seinasti
heiðurin teir fingu, var
tann, ið lesararnar hjá
tónleikablaðnum GAFFA
høvdu kosið teir til.
Túsundtals danir hava
kasta sína atkvøðu, og
úrslitið er púra greitt – The
Dreams eru millum teir
bestu.
Av teimum ymsu heiðurs-
lønunum vóru The Dreams
ímillum tríggjar teirra.
Ársins danska fløga:
1. Veto: Crushing Digits
2. Spleen United:
Neanderthal
3. Tina Dickow: A
Beginning, A Detour, An
Open Ending
4. Choir Of Young Believers:
This Is For The White In
Your Eyes
5. The Dreams: Den Nye By
Ársins danski bólkur:
1. Veto
2. Spleen United
3. Volbeat
4. The Dreams
5. Choir Of Young Believers
Ársins danska lag:
1. Veto: You Say Yes,
I Say Yes
2. Spleen United: Suburbia
3. The Dreams:
Backstabber
4. Sys Bjerre: Malene
5. Choir Of Young Believers:
Next Summer
Liva dreymalívið
í Danmark
At verða kosin at verða
millum teir bestu í Dan-
mark hevur eisini sínar
fyrimunir við sær. Hóast vit
føroyingar ikki gera nógv
burturúr at geva gávur til
tónleikarar, so er hetta
nakað, sum er blivin partur
av gerandisdegnum hjá
The Dreams. Teir greiða
frá í samrøðu við Rás2,
hvussu teir ferð eftir ferð
móttaka gávur frá ymsum
fjepparum, ið á ein og
hvønn hátt ynskja at vísa
teirra stuðul til bólkin.
Hóast óveruligt fyri ungu
føroyingarnar, mugu teir
sigast at liva dreymalívið í
Danmark.
Buddam
– vánaligur
tónleikur!
Lagt til rættis: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo
Linda Andrews í
X-factor 16. januar
Fríggjadagin var
føroyska songkvinnan
Linda Andrews at síg
gja í XFactor á DR1.
Tann annars harða
dómaratrioin var blást
um koll, og Linda
Andrews slapp ein
mælt víðari. 16. januar
verður Linda Andrews
aftur á skíggjanum í
XFactor kappingini.
Í rættiliga nógv ár hevur
Linda Andrews verið sera
virkin í tónleiki. Í fjør gav
hon fløguna Revelation út
og spældi á Summarfes-
tivalinum. Men hóast hon
hevur verið sera virkin,
hevur hon ikki heilt sligið
seg fasta millum føroyin-
gar. Gjøgnum árini hevur
hon uppbygt sær eitt navn
sum bakgrundssangari í
Danmark, og hevur hon
verið sera virkin sum kór-
leiðari. Men nú hevur unga
havnagentan funnið útav,
at tað ikki er í bakgrundini
hon vil vera. Nú ætlar hon
veruliga at bróta ísin, og
gongur eftir vild, verður
X-Factor júst tann seinasti
faktorurin, ið ger at fólk ikki
longur spyrja hvør hon er,
tá navnið Linda Andrews
verður nevnt.
Hóast Linda ikki rættiliga
hevur sligið seg fasta í
Føroyum, eru tað summi
ið hava varnast tað ungu
havnakvinnuna. Linda
Andrews var nevniliga
tilnevnd til Ársins Song-
kvinnu á Planet Awards
2008, og hóast tað ikki
eydnaðist henni at vinna
hendan heiður, var hon
kosin at verða millum tey
bestu í føroyska tónleika-
heiminum.
Danski rockbólkurin
D.A.D. fer í næstum at
spæla eina stuðuls-
konsert til frama fyri
íslendsk lesandi.
Konsertin verður á NASA
í Reykjavík 24. januar.
Konsertin er partur av
tiltakinum Because We
Care, ið hevur til enda-
máls at stuðla íslendsk-
um lesandi, ítróttarfólki
og listarfólki, sum hava
fingið fíggjarligar tru-
pulleikar eftir búskapar-
kreppuna. Ein danskur
vinnulívsmaður hevur
tikið stig til stuðuls-
ætlanina, og nú skal D.
A.D. hjálpa til at savna
pengar í kassan, sum
higartil hevur veitt góðar
350.000 krónur í stuðli til
ungar íslendingar.
D.A.D. í
Reykjavík