hósdagur 8. januar 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 5 - 8. januar 2009
Ása Poulsen verður
um stutta tíð fyrrver
andi leiðandi sjúkr
arøktarfrøðingur á
Medisinska deplinum
á Landssjúkrahúsin
um. Mánadagin segði
hon upp, tí hon sum
leiðari ikki kann liva
við óvirðiligu umstøð
unum, sjúklingar
og starvsfólk á deild
hennara liva undir
Heilsuverk
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í 25 ár hevur Ása Poulsen
verið
tengd
at
Lands
sjúkrahúsinum, men eftir 1.
mars er tann tíðin farin.
Mánadagin segði hon upp
og gongur óvissuni á møti.
Eg kann ikki liva við
umstøðunum, sum eru í dag.
Eg havi ikki nakað starv
klárt, men eg kann ikki sum
leiðari standa modell til
støðuna, sum hon er í dag,
sigur Ása Poulsen. Hon
hevur síðan 2001 verið leið
andi sjúkrarøktarfrøðingur á
medisinska deplinum.
Sjúkrahús ella
røktarheim
Ein av høvuðsorsøkunum
til uppsøgnina hjá henni er,
at hon hevur ilt við at síggja,
hvat deildirnar B6, B7 og
B8 skulu nýtast til.
Tað er spurningurin um
hetta er eitt røktarheim ella
eitt sjúkrahús. Ein fjórð
ingur av seingjarplássinum
verða nýtt til fólk, sum eru
liðug við viðgerðina, og
skuldu tí verið partur av
røktarøkinum, vísir Ása
Poulsen á.
Ov lágt støðið
Av tí at ein fjórðingur av
songjarplássunum
verða
nýtt til fólk, sum eru liðugt
viðgjørd er sambært Ásu
Poulsen
ein
álvarligur
trupulleiki.
Hetta hevur sum eina
fylgju, at eg og Oddmar
Færø, sum er leiðandi
læknin á medisinsku deild
hava verið noydd at útseta
planløgdu
viðgerðirnar.
Fyribils er tað útsett til í
februar, men broytist støðan
ikki, so verður tær enn
meira útsettar, greiðir Ása
Poulsen frá. Í sama viðfangi
nevnir hon, at tey royna at
halda bráðfeingis viðgerð
unum í gongd, men at hetta
eisini er trupult, tí so nógvir
røktarsjúklingar eru inni.
Vit verða alla tíðina
noydd at flyta fólk út á
gongirnar, soleiðis at vit
fáa gjørt tað mesta, greiðir
Ása Poulsen frá.
Rakar starvsfólkini
Sambært Ásu Poulsen verð
ur tað bara verri og verri at
starvast á landssjúkrahúsi
num, tí arbeiðsumstøðurnar
gerast verri og verri.
Tað er so tungt at vera
um hesi fólkini, sum eru
liðugt viðgjørd. Tað ber
ikki til, at eitt sjúkrahús
blívur við at vera eitt
røktarheim,
sigur
Ása
Poulsen. Hon leggur afturat,
at hetta eru tung fólk, sum
ikki hava nakað annað pláss
og tí verða fólk, sum eiga at
arbeiða við sjúklingum nýtt
til fólk, sum krevja røkt,
men ikki viðgerð.
Óvirðiligt fyri fólkini
Hon greiðir eisini frá, at
hetta er ein óvirðilig støða
og óetisk støða, at frísk fólk
verða mett sum sjúklingar.
Tað ber ikki til, at frísk
fólk liggja ímillum sjúk, tí
tað hevði ongin gingið við
til, sigur Ása Poulsen, sum
leggur afturat, at hetta er
ein ræðulig støða, sum
hevur við sær, at tey sjúku
ikki fáa viðgerðina sum
krevst.
Barakkin við
í málinum
Áðrenn barakkin við Lands
sjúkrahúsið var endaliga
stongd var ein partur av
hesum fólkunum, sum vóru
liðugt
viðgjørd,
inni
í
barakkin. Hetta hevði við
sær, at tey ikki lógu millum
sjúk fólk, umframt, at tey
ikki tóku seingjarpláss á
medisinsku deild.
Bara í dag hava vit átta
fólk, sum liggja úti í
gongini, tí tað ikki eru
stovur. Og í stovunum er alt
kroyst saman, so at trý fólk
eru á stovum til tvey fólk,
harmast Ása Poulsen, sum
frá 1. mars ikki longur starv
ast á Landssjúkrahúsinum.
Politikarar
vælkomnir
Hóast Ása Poulsen er á veg
av Landssjúkrahúsinum, so
vil hon fegin bjóða før
oyskum politikarum ein
rundtúr á sjúkrahúsinum,
soleiðis, at tey leiðandi í
landinum síggja, hvussu
ring støðan er.
Tey høvdu heilt víst
verið skelkaði, um tey
komu út at síggja støðuna,
og tí ivist eg um nakar torir,
sigur Ása Poulsen.
Roynt hevur verið at fáa
fatur á Rósu Samuelsen,
Almannamálaráðharra,
men hetta eydnaðist ikki, tí
hon var á fundi.
Leiðari rýmir frá ruðuleika
SEV skipar fyri nýggjari landsumfatandi skúlakapping
Í næstu viku byrjar nýggj landsumfatandi kapping í alisfrøði millum 7. flokkarnar í fólkaskúlanum undir heitinum »Ger
lýsingar um elorkusparingar«. Málbólkurin fyri hesar lýsingar eru børn og ung í aldrinum 1316 ár. Eins og í fjør skipar
Elfelagið SEV fyri kappingini við stuðuli frá Atlantic Airways og útnorðursamstarvinum NATA. 21 flokkar úr øllum landi
num hava teknað seg til kappingina, sum varir í sjey vikur. Flokkarnir skulu svara fýra spurningum hvørja viku og skulu
finna fram til eitt gott elspariráð, antin á skúlanum ella heima. Flokkarnir fáa stig fyri uppgávurnar, og tá kappingin er
av, velur ein uttanveltað dómsnevnd fimm tær bestu burturúr. Høvuðsvinningurin hesa ferð er eins og í fjør ein vikuskiftis
ferð fyri allan flokkin til Íslands við Atlantic Airways. Har yviri verður møguleiki m.a. at uppliva aðrar orkukeldur enn tær,
vit hava í Føroyum. Vinnari í fjør var Skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík.
Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingurin á medisinska
deplinum orkar ikki longur støðuna á
Landssjúkrahúsinum, og hevur tí sagt upp.
Høvuðsorsøkin er, at sjúkrahúsið hevur so
nógvar liðugt viðgjørdar sjúklingar, sum forða
fyri, at sjúk sleppa í viðgerð