Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 5 - 8. januar 2009 So leingi tú hevur starv, og ikki ætlar at keypa ella selja hús, og heldur teg frá ovurnýtslu, so er ongin vandi, sigur serfrøðingurin í privatøkonomi og føroyavinurin, Lisbeth Nebelong Brúkaramál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Fíggjarkreppan er eitt gilt høvi at venda privatu fíggjarstýringini frá ovur­ nýtslu og undirskoti, til javnvág og helst eisini yvirskot. Hetta heldur danski før­ oyavinurin og rithøvundurin Lisbeth Nebelong, sum eis­ ini er serfrøðingur í privat­ økonomi. Nú fíggjarkreppan nærk­ ast, er hon fastur gestur hjá donskum miðlum, sum práta við hana um privat­ økonomi. Har hevur hon nógv góð ráð til, hvussu vit kunnu halda skil á privatu fíggjarstøðuni, og hon held­ ur ikki, at vit hava orsøk til at fara í panikk. ­ So leingi tú hevur starv, og ikki ætlar at keypa ella selja hús, og heldur teg frá ovurnýtslu, so er ongin vandi. Tvørturímóti kunnu vit fáa nakað positivt burtu­ rúr kreppuni, sigur Lisbeth Nebelong, sum júst nú skrivar sjeyndu bókina um privatøkonomi. Við Kup! hjá Ekstra Blaðnum for­ klárar hon, at meðan vit seinastu árini hava lænt pening til forbrúk, fara vit komandi árini at spara upp til forbrúk. ­ Kreppan kann vera eitt gilt høvi til at fáa skil á fíggjarstøðuni. At fáa bukt við ringar vanar og ovur­ nýtslu, sigur hon. Fíggjarkreppan er ikki endin á lívinum – Tú hugsar ongantíð so nógv um pengar, sum tá tú ongar hevur! 53 ára gamla Lisbeth Nebelong hevur skrivað fleiri bøkur um privatøkonomi. Hon heldur, at fíggjarkreppan er eitt gilt høvi at rudda út í privatøkonomiskum ónollum Klipp kortini sundur - Hugsa øðrvísi og kreativt, so tað verður stuttligt at hava yvirskot. Droppa kreditt- og kontokort, sum kunnu geva tær eina falska kenslu av, at tú hevur fleiri pengar enn tú í veruleikanum hevur. Tá verður tú eisini meiri tilvitað um, hvat tú brúkar pengarnar til. Sunn fíggjarstøða - Sunnur búskapur javnvigar, og hevur helst eisini eitt yvirskot. Tað er ósunt, um ráðini brádliga ikki eru til óvæntaðar útreiðslur mitt ella síðst í mánaðinum. Við smáskuld, kontokortum og dýrum brúkslánum er størri vandi fyri undirskoti. Lumpa okkum sjálvi - Ikki brúka fleiri pengar, enn tú eigur. Tú lumpar teg sjálva, um tú sigur teg ongan áhuga hava fyri pengum og fíggjarviðurskiftum. At vera afturút við rokningum og at hava undirskot ger, at pengarnir, sum ikki eru, altíð eru í fakus. Við yvirskoti er óneyðugt at brúka orkuna til stúran. Mangir løkir smáir.. Við at goyma allar kvittanir og halda roknskap, kanst tú síggja eitt mynstur í brúkinum. Kanska keypir tú ov nógv sodavatn ella góðgæti, ella gongur ov ofta í býnum. Har er nógv at spara við at keypa stórt inn og fylla frystaran. Eisini við at droppa fast-food. Kanna eftir, um tú kanst fáa betri avtalur um telefon, internet, tryggingar ella fitness. Hav reiðan pening Tak eina fasta upphædd út um vikuna. So hevur tú bara reiðan pening, og hevur ikki ráð til óneyðugar freistingar, tá tú keypir inn. Hevur tú gjaldskort, so brúka tað sum minst. Tað gevur eina falskan tryggleika og eina kenslu av, at tú eigur fleiri pengar, enn veruleikin er. Onki yvirtrekk Gjaldskort sum eitt nú Visa Electron og Maestro kunnu ikki yvirtrekkjast, tí tey hava saldueftirlit. Hetta gevur brúkarum eitt amboð til at varðveita stýringina. Hvussu við kassakreditti? Kassakredittur er eitt fínt amboð, um hann verður brúktur til at savna og gjalda niður skuld frá til dømis kontokortum. Ella sum ein stuðul, meðan tú kemur uppundan og fært gjørt tær eina uppsparing. Men kom ikki niður á botn, og minst til, at kassakreditturin er ikki tín peningur. Brúka hann bara í neyðini og ikki til ovurnýtslu. Vanligasti vandin Vanligasti trupulleikin er, at fólk brúka fleiri pengar enn tey tjena. Yvirtrekk og kassakredittur eru úrslit av ovurnýtslu. Men tað eigur at vera samsvar millum tað, sum vit signalera úteftir, og rútakuvertarnar har heima. Ein kanning hjá Visa vísur, at fólk ikki vita, hvar 12,5 prosent av pengunum fara. Teir hvørva bara út í tóman heim. Keldur: Ekstra Bladet, Costume og sundoekonomi.dk At hava uppsparing Legg peningin til viks beinanvegin lønin kemur inn. Tað nýtist ikki at vera tað stóra. Til dømis geva fimm prosent av mánaðarlønini nokkso fitt árliga. Kommunur brúka triðing meir Í 2005 brúktu kommunurnar í Føroyum 1,42 milliardir krónur til rakstur og íløgur. Tvey ár seinni, í 2007, var nýtslan vaksin til 1,7 milliardir, ið er ein vøkstur við 352 milliónum krónum. Skattainntøkurnar eru í sama tíðarskeiði vaksnar við 228 milliónum krónum. Í 2007 var skattainntøkan 1,39 milliardir krónur, sum er nakað minni enn útreiðslurnar vóru hetta árið. Í 2006 var nettoskuldin 131 milliónir, men í 2007 var hon 202 milliónir. Hetta skrivar Hagstovan á heimasíðu síni. Facebook: Ikki meira enn 5000 vinir Katie Price – vanliga nevnd Jordan – fór yvir marki, og hevur júst upplivað at verða blaka út av Facebook. Hetta skrivar bretska blaði The Sun. Vanliga kunnu fyritøkur, stovnar og felagsskapir fyri vælgerandi endamál fáa loyvið til at fara upp um vina markið sum sigur 5000 vinir, men hetta er ikki gjørligt hjá einstaklingum, óansæð hvør viðkomandi er. Modellin Jordan hevur ongar ætlanir um at góðtaka reglugerðina hjá Facebook, og hon stríðist nú fyri at fáa sína síðu opnaða aftur. ­ Eg havi sett meg í samband við Facebook, og havi biði tey um at síggja tær reglugerðir tey hava revsa meg eftir. So lætt sleppa tey ikki av við meg, sigur Jordan við The Sun.