hósdagur 8. januar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 5 - 8. januar 2009
Meðan stórur grav
gangur er at sleppa
í viðgerð á sjúkra
húsinum, so verða
3.000 seingjardagar
nýttir til liðugt við
gjørd fólk, sum hava
tørv á røktarheims
plássum. Sostatt
eru tað manglandi
røktaheimspláss, ið
gera bíðitíðina hjá
sjúkum longri
SeingjarpláSS
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Síðan barakkin við Lands
sjúkrahúsið endaliga lat
sína røktardeild aftur, hevur
sjúkrahúsið fingið ein vaks
andi trupulleika. Fyrr hevur
tað verið soleiðis, at fólk,
sum vóru liðugt viðgjørd
og ikki sluppu heim ella á
veruligt røktarheim, í nógv
um førum vóru koyrd í
barakkina við Landssjúkra
húsið. Hetta er nú ein farin
tíð, og av hesi orsøk liggja
nú umleið tíggju fólk sum
í veruleikanum hava tørv á
røktarheimsplássi á ymis
ku deildunum inni á Lands
sjúkrahúsinum.
Vit høvdu eina avtalu
fram til 1. januar, har Nær
verkið leigaði seg inn í
barakkina. Tey fólkini, sum
vóru har, eru farin út, tí
umbyggingar skulu gerast á
Landssjúkrahúsinum. Ein
partur av hesum fólkunum
vóru fólk, ið vóru liðugt
viðgjørd og vóru í barakkini
í eina tíð, sigur Allan Skaal
um. Hann leggur afturat, at
tey royna at loysa akuttu
málini, men tað er avmark
að, hvussu nógv tey kunnu
planleggja, tá so stórur
partur verður nýttur sum
røktarheim.
Ov lítla fígging
Gunnleyg Durhuus, leiðari
í Heimatænastuni hjá Nær
verkinum, greiðir frá, at
pláss ikki er til hesi fólkini
nakrastaðni, hóast tey gera
sítt ítasta.
Vit royna at fáa fólk inn
á ymisku røktarheimini,
men tað er ein stórur trupul
leiki í Suðurstreymoy, at
ongi røktarheimspláss eru.
Hetta merkir, at vit við ver
andi játtan ikki megna at
veita til tørvin, ið er neyðug
ur, sigur Gunnleyg Durhuus.
Hon vil tó ikki siga, hvussu
nógvum peningi tørvur er
á, men greiðir frá, at orsøkin
til vaksandi trupulleikan,
er, at tey hava havt nógvar
lønarhækkingar og at játtan
in til Nærverkið ikki hevur
fylgt við. Seinni í mánaðin
um skal Nærverkið á fund
við
Rósu
Samuelsen,
avvarðandi
landsstýris
kvinnu.
Kunnu ikki fara
í barakkina
Hóast tað kundi verið upp
lagt, at fólkini, ið liggja á
sjúkrahúsinum og í veru
leikanum eru frísk, fóru
oman í barakkina, so er het
ta ikki ein møguleiki, hóast
eygnadeildin verður verandi
í barakkini eina tíð fram
eftir, áðrenn barakkin eftir
ætlan verður tikin niður.
Vit hava, hvørki játta
ella ætlanir um, at nýta
barakkina til hesi røktar
heimsfólkini. Vit skulu í
nærmastu
framtíð
gera
umbyggingar, og tí fáa vit
tørv á hesum plássunum til
sjúklingar, greiðir Allan
Skaalum frá.
Kunnu ikki fara heim
Hesi eldru fólkini, sum nýta
sjúkrahússengur í dag, eru
sambært sjúkrahússtjórna
num ofta fólk, sum fyrr
hava búð heima, men eftir
lokna viðgerð ikki hava
møguleika at fara heimaftur,
tí Nærverkið ikki megnar at
taka sær av teimum.
Tað mangla bæði heima
hjálpir og røktarheimspláss,
staðfestir Allan Skaalum.
Inni á psykiatrisku
deild
Í ávísum førum er tað soleið
is, at fólk, sum eru liðugt
viðgjørd, verða koyrd inn á
psykiatrisku deild, hóast
tey ongan trupulleika hava,
tað er bara ikki pláss fyri
teimum aðrastaðni.
Tað kann ljóða ógvusligt,
at frísk fólk eru á psykiatris
ku deild, um tey ikki er
sálarliga sjúk, men Allan
Skaalum vísir á, at hetta
ikki er niðursetandi fyri
fólkini.
Tey eru ikki millum
fólk, sum hava stórar psykis
kar trupulleikar. Psykiatris
ka deild er ikki bara fyri
tey, sum eru heilt illa fyri,
og tí møta hesi frísku ikki
teimum, ið eru heilt illa
fyri, sigur Allan Skaalum.
Nýta 1,2 millión
til frísk
At røktarsjúklingar liggja í
sjúkrasengrum, er ein sera
dýr loysn, tí røktarheims
pláss eru bíligari enn sjúkra
sengur. Sum skilst kostar
ein sjúkrasong í ein dag
umleið 4.000 krónur, og
verður hetta tal faldað við
3.000, sum er talið av
døgum í árinum og sjúkra
hússengrum, ið verður nýtt
til frísk, so kemur talið 1,2
millión krónur til sjóndar.
Hetta er helst talan um
dýrastu røktarheimspláss í
landinum, tá vit hugsa um,
at røktarheimspláss um dag
in hava ligið um 1500 krón
ur, sigur Allan Skaalum.
Vanligur trupulleiki
Sambært sjúkrahússtjóra
num er hetta ein vanligur
trupulleiki allastaðni, men
hann er lutfalsliga stórur í
Føroyum.
Í Íslandi hava tey eina
loysn, har hesi fólkini, sum
eru liðugt viðgjørd fara á
eitt privat røktarheim í tíð
ini, til tey fara heimaftur,
greiðir Allan Skaalum frá,
sum eina møguliga loysn.
Eisini vísir tað seg, at hes
in trupulleikin er vaksandi í
Føroyum.
Vanliga høvdu vit eini
fýra fólk, sum vóru í hesum
bólkinum, men talið er bara
vaksið seinastu tíðina. Í dag
eru eini tíggju fólk, fortelur
Allan Skaalum.
Landssjúkrahúsið nýtir 3.000
seingjardagar til frísk fólk
Cimber Sterling á flog
Nýggja flogfelagið Cimber Sterling, ið er sprottið úr gamla Sterling, ið fór á húsagang, og
felagnum Cimber, fer nú í luftina við nýggjum navni, nýggjum konsepti og 20 nýggjum
flogleiðum. Framyvir fer privatátta felagði at flúgva undir navninum Cimber Sterling. Visiónin
er at gerast leiðandi danska flogfelagið, og tað skal gerast við 20 nýggjum flogleiðum og einum
nýggjum handilskonsepti. Handils og vanlig ferðandi kunnu framyvir flúgva við Cimer Sterling
til evropeisk ferðamál so sum London, Barcelona, Malaga, Mallorca, Rom og Nice. At byrja við
setir Cimber Sterling tvey av nýggjastu Boeing 737 flogførunum hjá gamla felagnum Sterling í
flúgving, men ætlanin er at felagið innan eitt ár skal arbeiða við seks av stóru flogførunum.
Millum tær nýggju flogleiðirnar kunnu flogferðandi longu frá 14. januar fara á flog úr
Keypmannahavnar Floghavn klokkan 7.00 og klokkan 16.00 danska tíð gerandisdagar við
London sum ferðamál.
Í løtuni eru dýrastu
røktarheimsplássini í
Føroyum á Landssjúkra
húsinum. Um dagin
merkir hetta, at hvørt
plássið kostar 4.000
krónur, sum er nógv
meira enn tær 1.500,
sum eitt røktarheimspláss
vanliga kostar sambært
Allani Skaalum