hósdagur 8. januar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 5 - 8. januar 2009
Trífaldur heimsmeistari í Kong Fu vitjar
Onglendingurin Tony Anthony varð sum 4 ára gamal sendur til Kina at búgva hjá abbanum. Abbin var stórmeistari í Kong
Fu, og brúkti alla sína tíð uppá at venja upp Anthony. Venjingin varð sera hørð, og umtalar Tony sín uppvøkstur sum
eitt helviti á jørð. Tá Tony gjørdist eldri luttók hann trý fylgjandi ár í heimsmeistaraskapinum í Kong Fu, og vann hann
øll árini. Nøkur ár seinni bleiv Tony drigin inn í kriminalitet, og førdi hetta millum annað við sær, at Tony hevur pínt og
dripið fleiri menniskju. Tony bleiv síðan fonglsaður í Kypern, har hann eisini kom til trúgv á Jesus Kristus. Lívssøguna
hjá Tony Anthony er komin út sum bókin "Taming the Tiger", og hevur hon vakt stóran ans kring heimin. Tony kemur til
Føroyar 15. januar, har hann á fýra almennum møtum kemur at greiða frá síni lívssøgu, og ungdómsgudstænasta verður í
Vesturkirkjuni hóskvøldið 15. januar klokkan 20, og talan verður á enskum. Hinar tríggjar talurnar verða fríggjakvøldið
16. januar kl 20 í Fríðrikskirkjuni, leygarkvøldið 17. klokkan 20 í Vesturkirkjuni og sunnukvøldið klokkan 18 í
Christianskirkjuni, og verða tær tulkaðar til føroyskt.
Jóhan Páll Joensen,
stjóri í Maru Seafood,
sigur, at orsøkin til, at
fiskaframleiðsla enn
er á fiskavirkinum á
Eiði – og ikki á Kósini
- er, at Norðís Seafood
er ein onnur grein
av Maru Seafood, og
línuskipið Fugltúgvan
liggur 100% undir
virkinum á Eiði
Vinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Meðan Kósin Seafood í
Klaksvík er í gjaldssteðgi,
og alt arbeiðsfólkið er sagt
úr starvi, er framvegis virk
semi á Norðís Seafood á
Eiði.
Jóhan Páll Joensen, stjóri
í Maru Seafood, sigur, at
Norðís Seafood er ein onn
ur grein av Maru Seafood
enn Kósin, og tí hevur higar
til borið til at hava fiska
framleiðslu á virkinum á
Eiði.
Virkisleiðari á Eiði er
Durita Reinert, og har
arbeiða tey eini 10 tons av
hýsu um vikuna. Hetta er
hýsa, sum verður keypt á
uppboðssølu. Fiskurin verð
ur royktur og pakkaður í
portiónir, sigur hann.
Línuskip sigla
Stjórin sigur seg ikki duga
at meta um, hvør lagnan í
longdini verður við virk
seminum á Eiði, men sum
hann so mangar ferðir áður
hevur sagt, vónar hann fram
vegis, at loysnir kunnu
finnast, so virksemið ikki
heldur uppat.
Virkið á Eiði hongur
ikki ordiliga saman við
Kósini, tí hetta eru hvør
sínar greinar undir samtak
inum.
Jóhan Páll Joensen sigur,
at eins og Norðís Seafood
er ein grein av Maru Sea
food, er tað eitt dóttirfelag
hjá virkinum á Eiði, sum
eigur línuskipið Fugltúgv
una 100%. Hinvegin liggur
línuskipið Grani undir ein
um øðrum dóttirfelag hjá
Maru Seafood – og ikki
undir Kósin Seafood, sum
er í gjaldssteðgi.
Reiðarin sigur, at bæði
línuskipini eru til fiskiskap
í løtuni.
Hetta er fyrsti túrur hjá
skipunum í hesum árinum,
leggur hann aftrat.
Alt kann steðga
Enn dugir Jóhan Páll Joen
sen einki at siga um, hvør
lagnan
hjá
samtakinum
verður, men hann væntar, at
greiða fæst á hesum áðrenn
langt um líður.
Fólk eru farin at ótoln
ast, tí ótryggleiki er altíð
keðiligur.
Vit spurdu reiðaran og
virkiseigaran, um hugsandi
er, at ein partur av virksem
inum, sum er undir hattin
um hjá Maru Seafood,
kanska kann halda fram,
meðan onkur annar partur
heldur uppat, um ein samlað
loysn ikki fæst á fíggjarligu
viðurskiftunum hjá sam
takinum.
Ja, tað er hugsandi, at
onkur partur kann halda
fram – og aðrir ikki, um vit
ikki vinna undir land við
eini
heildarloysn.
Men
Alt virksemi
hjá Maru Sea-
food kann
halda uppat
Kósin Seafood er í
gjaldssteðgi, og alt
arbeiðsfólkið er sagt úr starvi.
Við Kósabrúnna er deydligt í
hesum døgum
Mynd: Vilmund Jacobsen