fríggjadagur 21. september 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 182 - 21. september 2001
Nr. 182 - 21. september 2001
5
Smáar bygdir á
meginøkinum hava
sýnt útoyggjafelag-
num áhuga, tí tey
halda seg hava somu
trupulleikar sum
útoyggjarnar. Stig-
takararnir skulu nú
kanna, hvønn leiklut
hesar bygdir kunnu
fáa í nýggja felagnum
ÚTOYGGJAR
Eyðun Klakstein
Bygdir í Eysturoynni og á
Streymoynni sýna nú áhuga
fyri útoyggjafelagnum, sum
ætlanin er at stovna. Hesar
bygdir halda seg hava líkn-
andi trupulleikar at dragast
við, sum útoyggjarnar hava.
– Vit hava langt síðani
ásannað, at vit koma ongan
veg við at stríðast einsa-
møll. Tí fara vit við í út-
oyggjafelagið,
um
vit
sleppa við, sigur Lars
Gunnar Dahl-Olsen, sum
situr í bygdaráðnum í
Saksun.
– Tankin um at verða við
í
útoyggjafelagnum
er
áhugaverdur, tí tað tað eru
nógvar
smábygdir
í
Eysturoynni og Streym-
oynni, sum stríðast fyri at
yvirliva, sigur Sofus Jo-
hannesen, sum er bygd-
aráðsformaður við Gjógv.
Somu trupulleikar
Ein av stigtakarunum til
útoyggjafelagið,
Olga
Biskopstø, sigur, at ar-
beiðsbólkurin fer at viðgera
støðuna hjá smábygdunum.
– Vit tosaðu um hetta á
fundinum í Havn miku-
dagin, og tað varð avrátt, at
arbeiðsbólkurin
skuldi
kann, hvønn leiklut hesa
bygdirnar kunnu fáa í
einum útoyggjafelag, sigur
Olga Biskopstø.
Hon vil ikki útilokað, at
smáar bygdir, sum eru í
líknandi støðu sum út-
oyggjarnar kunnu koma við
í felagið.
Eingin ivi
Í Saksun eru tey avgjørd í,
at tey vilja við í útoyggja-
felagið.
– Vit eru fullkomiliga
afturúrsigld, og hóast við
íðin hava roynt fingið
ymiskt gjørt í bygdini, so
spyrst einki burturúr.
– Tí hevði tað verið gott,
um vit kundu komið í felag
saman við onnur, sum hava
somu trupulleikar. Á tann
hátt
høvdu
vit
staðið
sterkari í stríðnum, heldur
Lars Gunnar Dahl-Olsen,
sum er bóndi í Saksun.
Kanska í verandi
felagi
Bygdaráðsformaður
við
Gjógv heldur, at støðan hjá
útoyggjunum og bygdum
sum Gjógv líkist, men
hóast er eitt sindur ymisk.
– Vit kenna nógvar av
trupulleikunum aftur, men
tá talan til dømis er um
samferðslu, so er støðan
ikki tann sama. Eg veit
ikki, um tað er besta
loysnin at fara við í eitt nýtt
felag, tí kanska hevði tað
borið til at havt ein bólk
innan
fyri
kommunu-
felagið, sum arbeiddi fyri
smábygdunum,
heldur
Sofus Johannesen.
– Men tað er avgjørt ein
áhugaverdur
tanki,
at
bygdir í Eysturoynni og
Streymoynni kunnu koma
við í útoyggjaarbeiðið, tí
tað er ein sannroynd, at
nógvar av hesum bygdun-
um hava tað sera trupult,
sigur hann.
Smábygdir vilja við
í útoyggjafelagið
Bygdir sum Gjógv og Saksun
sýna útoyggjafelagnum
áhuga. Fleiri smábygdir á
meginøkinum halda seg vera
í líknandi støðu sum
útoyggjarnar
– Vil landsstýrið ikki
samstarva við okkum,
kann tað ikki útihýs-
ast, at vit ikki fara at
akta boðini um,
hvussu nógv, vit
kunnu byggja út fyri
um árið, sigur Jan
Christiansen, borgar-
stjóri
KOMMUNALAR
ÚTBYGGINGAR
Áki Bertholdsen
Havnar kommuna er komin
so illa fyri, at borgarstjórin
útihýsir ikki møguleikan
fyri at Býráðið fer at seta
seg upp ímóti Landsstýrin-
um.
Jan Christiansen sigur, at
Tórshavnar Kommuna hev-
ur átrokandi tørv á at
byggja so nógv út, at hon
hevur ongan møguleika at
halda seg innanfyri útbygg-
ingarhámarkið upp á góðar
70 milliónir, sum Lands-
stýrið sigur, at kommunan
fær næsta ár.
– Tí kann tað ikki útihýs-
ast, at vit vera noydd til at
spreingja útbyggingarkvot-
una, sum landsstýrið hevur
álagt okkum.
Hann vísir á, at nýggj
Norrøna kemur í 2003 og
nýggj
suðuroyarferja
í
2004.
Í sambandi við nýggju
Norrøna verður tað neyðugt
at byggja havnarlagið út
fyri góðar 30 milliónir og
tað sama til nýggja Suður-
oyarskipið.
– Útbyggingin til nýggju
Norrønu, er Tórshavnar
Havn sinnað at gera fyri
viðskiftafólk síni. Men
hetta er ein útbygging, sum
kemur øllum landinum til
góðar. og tí kann tað á ong-
an hátt dragast frá útbygg-
ingarkvotu okkara.
–
Nýggja
Suðuroyar
skipið er eitt tiltak, sum
landið hevur ført inn á okk-
um, uttan at vit hava havt
nakra ávirkan á tað. Sam-
stundis vita vit, at landið
ætlar at byggja nýggja sam-
ferðsluhavn, bæði í Vági og
á Tvøroyri.
– Tí gongur Tórshavnar
Kommuna heilt einfalt ikki
við til, at hon einsamøll
skal betala útbyggingarnar,
sum eru neyðugar í Havn,
fyri at skipið kann leggja at
í høvuðsstaðnum.
Hann sigur tí, at betalir
landið ikki ein part av út-
byggingini til nýggja suð-
uroyarskipið, verður ongin
útbygging gjørd.
Spreingja markið
Jan Christiansen sigur, at
ongin ivi skal vera um, at
Tórshavnar Kommuna er
sinnað at ganga Landsstýr-
inum á møti í royndunum at
hava tamarhald á búskapar-
poltiikkinum.
Tí er Tórshavnar Komm-
una eisini sinnað til at av-
marka sínar útbyggingar
fyri at tálma búskapinum so
at hann ikki gerst ov heitur.
– Undir vanligum um-
støðum hevði ein útbygg-
ingarkvota upp á 70-75
milliónir verið ivaleyst hjá
Tórshavnar Kommunu.
– Hinvegin er støðan
tann, at Kommunan hevur
ligið at kalla heilt still øll
kreppuárini, tí tá vóru ikki
umstøður til at gera nakað
sum helst.
– Tí eru nógvar útbygg-
ingar, sum liggja láni.
Samstundis veksur Havnin
nógv hesi árini.
Borgarstjórin sigur, at alt
hetta ger, at tørvurin á út-
byggingum er sera stórur
og Kommunan klárar seg
ikki tey næstu árini við tær
70-75 milliónirnar, sum
kommunan kann byggja út
fyri.
– Tað verður tí neyðugt
hjá landsstýrinum og okk-
um at semjast um eina væl
hægri útbyggingarkvotu í
eitt, tvey ár. Tá eru vit kom-
in uppundan og so kunnu
halda okkum innanfyri tær
70-75 milliónirnar
– Vil landið ti ikki betala
ein part av samferðsluhavn-
ini til nýggju suðuroyarferj-
una, og ber tað ikki til at fáa
íløgukvotuna hækkaða, fáa
vit ein stóran trupulleika:
Tá skulu vit velja, antin vit
skulu
byggja
nýggjar
barnaansingarstovnar, ella
skúlar, sum lógin áliggur
okkum, ella um vit skulu
byggja havnarlagið út.
– Fáa vit ein trupulleika
av hesum, fær landið ein
nógv størri trupulleika,
sum vit velja dagstovnarnar
og skúlarnar framum havn-
arlagið.
Men ein triði møguleiki
er, at Tórshavnar Býráð ger
av at ignorera útbyggingar
hámarkið hjá landsstýrin-
um.
– Landsstýrið hevur onga
heimild at áleggja okkum
eina útbyggingarkvotu. ùt-
byggingarkvotan er tí ein
avtala ímillum kommun-
urnar og landið
– Men tað skerst ikki
burtur, at vit føla okkum
provokerað, tí Landsstýrið
vil ikki skilja okkara støðu.
Og tað kann ikki útihýsast,
at vit føla okkum so nógv
provokerað, at vit gera av
at ignorera Landsstýrið og
at byggja tað út, sum er
neyðugt fyri at høvuðsstað-
urin skal kunna liva og
virka, sigur Jan Christian-
sen.
Borgarstjórin í Runa-
vík er heitur tals-
maður fyri, at fleiri
kommunur á Skála-
fjørðinum leggja
saman
KOMMUNU-
SAMANLEGGING
Áki Bertholdsen
Tað er als ikki óhugsandi,
at um nøkur ár, verður ein
stórur partur av Skálafjørð-
inum, ella kanska allur sum
hann er, lagdur saman í
eina kommunu.
Í øllum førum er Rodm-
und Nielsen, borgarstjóri í
Runavík, heitur talsmaður
fyri at leggja kommunurnar
saman.
Fyribils er avtala um at
leggja Skála og Runavík
saman, um fólkaatkvøðan í
báðum bygdunum vísir, at
fólkið vil.
Tekur fólkið undir við
samanlegging, fara tær at
arbeiða, sum um tær vóru
ein kommuna longu frá 1.
januar, men við hvør sínum
bygdaráði. Formliga verða
báðar kommunurnar so
samanlagdar 1. januar 2005
undir navninum Runavíkar
Kommuna.
– Tað eru vit samd um,
men tað hevur ikki verið
eitt krav frá okkum. Í Runa-
víkar Kommunu eru vit
samd um, at navnið á
kommununi skal ikki vera
nøkur forðing fyri at leggja
saman.
Rodmundur Nielsen sig-
ur, at verða kommunurnar
lagdar saman, fer tað at
geva heilt aðrar møguleikar
at leggja útbyggingar til
rættis, tí tá fær stórkomm-
unan eitt nógv størri øki til
taks.
– Nógvar stórar vinnur
standa fyri framman og tí
hevur tað sera stóran týdn-
ing, at vit standa saman.
Aðrar vælkomnar
Rodmund Nielsen sigur, at
eru tað fleiri kommunur,
sum eru sinnaðar at koma
uppí, eru tær vælkomnar.
Hann sigur, at fyribils eru
tað Runavík og Skála sum
hava gjørt av at leggja sam-
an.
– Men eru tað fleiri
kommunur, sum hava hug
at koma upp í eftir sama
leisti, eru tær vælkomnar at
gera vart við seg og tað
verður neyvan nøkur forð-
ing í tí
Rodmund Nielsen sigur,
at tað hevði givið uppaftur
betri møguleikar fyri at lagt
til rættis og at styrkt Skála-
fjørðin sum ein vinnuligan
miðdepil.
Skálafjørðurin er rætti-
liga víðførur, men Rodm-
undur Nielsen sigur, at tey
hava ikki gjørt sær stórveg-
is tankar um at binda
kommunan tættari saman.
Einaferð var frammi um
at gera undirsjóvartunnil
tvørturum Skálafjørðin.
– Tað hava vit ikki tosað
um, men í longdini er tað
eitt áhugavert mál at taka
upp fyri at knýta bygdirnar
meiri saman.
Í Runavíkar Kommunu
búgva gott 2.500 fólk og á
Skála útvið 700 fólkum.
Sostatt verður fólkatalið í
samanløgdu kommununum
eini 3.200 fólk og tað er ein
stødd, sum ger, at kommun-
an verður betri før fyri at
átaka sær fleiri uppgávur.
– Men tað hevði fleiri
kommunur komið uppí,
høvdu útlitini verið ógvu-
liga
spennandi,
sigur
Rodmund Nielsen.
Útihýsir ikki at Havnin
fer at spreingja markið
– Tað verður neyðugt hjá
landsstýrinum og okkum at
gera eina neyðloysn um
útbyggingar í Havnini tey
næstu árini, annars fáa vit
ein veldugan trupulleika, eitt
nú fer Býráðið ikki einsamalt
at betala útbyggingar, sum
eru neyðugar til nýggja
Suðuroyarskipið
Pensjonistur á
Tvøroyri fekk skeiv
boð í leiðbeining-
ini á Lanssjúkra-
húsinum og tað
kostaði honum
100 krónur
SAMSKIFTIS-
TRUPULLEIKAR
Áki Bertholdsen
Ein gamal tvøramaður
kom eitt sindur býtt fyri
á Landssjúkrahúsinum
nú ein dagin. Men søg-
an um tvøramannin sig-
ur eisini eitt sindur um,
at samskiftið á Lands-
sjúkrahúsinum gongur
ikki altíð, sum tað skal.
Tað var nú ein dagin,
at 80 ára gamli Daniel
Jacob Smidt Jensen á
Tvøroyri var farin til
eygnalækna á Lands-
sjúkrahúsinum.
– Viðtalan gekk sum
hon skuldi. Men á veg
avstað aftur, fór hann í
leiðbeiningina á Lands-
sjúkrahúsinum at vita,
nær Jón á Steig var at
hitta, tí hann hevði eis-
ini ørindi til hansara.
– Jú, hann var at hitta
dagin eftir frá kl. 9-10,
fekk eg at vita frá leið-
beiningini.
Morgunin eftir leigaði
hann
sær
hýruvogn
oman Landsjúkrahúsið,
tað kostaði 50 krónur.
– Men har var onki at
gera. Tá ið eg kom,
gløddu
tey
við
og
spurdu, hvørji ørindini
vóru hendan dagin? Eg
segði, at eg hevði ørindi
til Jón á Steig, sum eg
var í viðtali hjá við
jøvnum millumbili.
– Nei, tað nyttaði
onki, tí hann var í feriu
og kom ikki aftur, fyrr-
enn 1. oktober.
Hann sigur, at tískil
mátti hann aftur leiga
hýruvogn fyri 50 krónur
avstað, uttan at fáa nak-
að burturúr.
Daniel Jacob Smidt
Jensen vísir á, at Jón á
Steig situr á einum av
teimum ovastu rókunum
á Landssjúkrahúsinum
og hann heldur, at tað er
ov galið, at Leiðbein-
ingin ikki skal vita so
frægt.....
Leiðbeining gav
villleiðandi boð
Fleiri eru vælkomin upp í
– Høvdu enn fleiri kommunur á Skálafjørðinum lagt saman,
høvdu útlitini fyri alt øki verið ótrúliga spennandi, sigur
Rodmund Nielsen
C
M
Y
K
5
4