Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 182 - 21. september 2001 Nr. 182 - 21. september 2001 7 29 ára gamli havnar- maðurin Høgni Johannesen er staddur í Pakistan sum trúboðari við pakistansku konu síni. Hann metir støðuna í landinum at vera ótrygga, tí víðgongdu muslim- arnir stuðla ikki landsins stjórn, ið velur at stuðla USA. Vandi er tí fyri borgarakríggi. Høgni ætlar sær tó ikki úr landinum uttan so, at støðan versnar PAKISTAN Stefan í Skorini Tá tey fýra flogførini vórðu rænd og rendu á World Trade Center og Pentagon í USA, setti tað beinanvegin Afganistan og Pakistan í brennidepilin. Afganistan var fíggindin, tí landið velur at veita høvuðsfíggindanum Osama bin Laden friðskjól. Paki- stan er grannaland hjá Af- ganistan fyri eystan, og hetta landið hevur ein týð- andi leiklut í einum møgu- ligum álopi á afganar. Landsins leiðari, general- urin Pervez Musharaf, hevur longu boðað frá, at USA kann nýta loftrúmið til hernaðarligt virksemi. USA brynjar seg til kríggj, og umleið hundrað krígsflogfør eru send til Flógvan. Harumframt standa eini 100.000 her- menn tilbúnir til bardaga. Eingin ivi er um, at Paki- stan er eitt tað týdningar- miklasta hernaðarliga øki, og landsins leiðari hevur sagt, at landið fer at veita USA fullan stuðul. Høgni í brennideplinum Sosialurin hevði Høgna Johannesen, ið hevur til- knýti til brøðrasamkomuna, í telefonini úr býnum La- hore, og hann sigur, at støð- an í landinum er ótrygg. – Eg hoyrdi røðuna hjá Pervez Musharaf í sjón- varpinum í mikudagin, har hann segði, at Pakistan fer at veita USA sín fulla stuðul. Hann tosaði eisini beinleiðis ímóti teimum víðgongdu muslimunum og royndi at sissa teir, sigur Høgni. Høgni greiðir frá, at í røðuni segði leiðarin í Pakistan, at hetta var eitt kríggj ímóti brøðrum fyri at bjarga heimsfriðinum. Tí kann USA hava herstøðir í Pakistan í einum álopi á Afganistan. Harumframt segði land- sins leiðari, at øll tey muslimsku londini stuðla USA eftir yvirgangsatsókn- irnar næstseinasta týsdag. Høgni sigur, at orsøkin til ótryggu støðuna er, at teir flestu víðgongdu muslim- arnir stuðla Osama bin Laden og Afganistan. Tí kann hjáveran hjá ameri- kanskum hermonnum í Pakistan elva til borgara- kríggj í landinum, og so er ruðuleikin fullkomin. Eitt álop á eitt annað muslimskt land er at meta sum heilagt kríggj. Sera ivasamt er, hvussu stóran stuðul Pervez Musharaf hevur í fólkinum. Er mótstøðan stór, endar tað óivað við borgarakríggi ella stjórnarkvetti. Paki- stanski herurin er annars sterkur, og hevur nógvar menn í tænastu. Tí verður eitt borgarakríggj drúgt. – Her sum eg eri staddur beint nú er eingin stórur vandi á ferð, og eg kenni meg nøkulunda tryggan. Eg haldi meg annars mest innandura, tí fólk eru upp- øst av støðuni, og tað kann raka ein hvítan, kristnan vesturlending, sigur Høgni Johannesen úr býnum Lahore, har hann undirvísir á einum bíbliuskúla. Høgni Johannesen er í Pakistan í sambandi við kristligt arbeiði, og hann greiðir frá, at allar kristnar kirkjur og samkomur hava fingið boð um at halda lágan profil komandi tíðina. Veitsla í gøtunum – Tann týsdagin tá álopini vórðu framd, var veitslu- rómur í gøtunum, greiðir Høgni frá, men hann heldur ikki, at eitt fleirtal av fólk- inum stuðlar álopunum. Í Pakistan búgva einar 140 milliónir fólk, og talið økist við 5 milliónum um árið. Av hesum eru eini 7 milli- ónir, sum ikki eru muslim- ar. – Sum nú er havi eg ongar ætlanir um at fara úr landinum. Um støðan hin- vegin versnar, so rými eg saman við konu míni, sigur Høgni Johannesen, sum leggur afturat, at støðan kanska tykist verri í sjón- varpinum, enn hann upp- livir hana. Fólk í Pakistan stúra annars fyri framtíðini, um kríggj brestur á, tí tað verður ikki lætt hjá USA at vinna á taleban hermonn- unum, sum eru krígsvandir í fjallalendinum. Summi vilja vera við, at einasti møguleiki at vinna á Afganistan er at nýta biologisk vápn, og tað er í stríð við ST-samtyktir. Pakistan hevur stongt markið til Afganistan fyri at steðga streyminum av flóttafólkum. Nógvir her- menn hjá taleban rørsluni vóru við markið fyri at seta kvinnur og børn av, og fóru so aftur til Afganistan at brynja seg til kríggj. Nýggjastu tíðindini úr Afganistan siga annars, at andaligu leiðararnir hava biðið Osama bin Laden um at fara úr landinum. Føroyingur í Pakistan: Støðan er ótrygg Høgni Johannesen er staddur í Pakistan, og hann sigur, at hann fer bara úr landinum, um støðan versnar Høgni Johannesen er giftur eini pakistanskari kvinnu, Shamila, og tey eru á einum kristnum skúla í Lahore, sum liggur nær við markið til India – Fólk á útoyggjunum hava roynt at stríðast hvør sær, men tað er trupult at fáa nakað burturúr, og tí er neyðugt við einum útoyggjafelag, heldur Olga Biskopstø ÚTOYGGJAR Eyðun Klakstein Tað er neyðugt, at fólk á útoyggjunum stendur sam- an í einum felagi, sum kann taka eitt tak fyri tey. Tað heldur Olga Biskop- stø, sum er ein av stigtak- arunum til nýtt útoyggja- felag. – Útoyggjafólk hava roynt at stríðast hvør sær, men nógv av teimum hava givið upp, tí tey hava einki fingið burtur úr stríðnum við almennar myndugleikar og onnur. Nógv av hesum fólkum eru eisini eldri fólk, sum ikki vilja gera so nógv hóvasták burtur úr sjálvi, sigur hon. – Tí er neyðugt við einum slíkum felag, sum kann sameina útoyggjarnar og vera sum ein rødd fyri allar oyggjarnar. Nýggjur fundur neyðugur Mikudagin hittust út- oyggjafólk í Norðurlanda- húsinum í Havn, har út- oyggjafelag varð umrøtt. Stórur partur av fólk- unum á fundunum høvdu áhuga í felagnum, men tað var ikki grundarlag fyri at seta felagið á stovn á hesum fundi, tí bygdaráðini hava ikki viðgjørt spurningin enn. Tí varð avrátt, at nýggjur fundur skal verða 25. no- vember, tá ætlanin er at stovna útoyggjafelagið. Til ta tíð skal arbeiðsbólkurin, sum er komin við hugskot- inum til útoyggjafelagið, arbeiða víðari við ymiskum spurningum. Í hesum arbeiðsbólki eru Olga Biskopstø úr Klaks- vík, Katrina Johannesen úr Mykinesi, Jógvan Edmund á Geilini úr Svínoy og Bjørn Patursson úr Koltri. Meira opin Olga Biskopstø heldur, at fólk á útoyggjunum skulu verða meira opin mótvegis samstarvinum við aðrar oyggjar. – Tað er neyðugt, at ein menning á oyggjunum bæði kemur innanífrá og uttanífrá, og tí er tað um - ráðandi, at fólk eru sinnað at samstarva og taka væl ímóti hugskotum, sum koma aðrastaðni frá, heldur hon. Hon heldur, at tað er lætt bara at krevja og ikki vilja lata nakað, men skal nakað koma burtur úr, so skulu útoyggjafólk arbeiða saman og standa sum ein maður. – Styrkin hjá einum út- oyggjafelag er, at hon kann savna oyggjarnar og koma við áheitanum á myndug- leikarnar, sum allar út- oyggjarnar standa aftanfyri. – Tað er ein stórur fyri- munur, um útoyggjarnar kunnu standa saman og í felag arbeiða fyri betri umstøðum og korum á teimum ymsu oyggjunum, sigur Olga Biskopstø. Nyttar ikki at bíða eftir politikarum Ætlanin við útoyggjafelag- num er, at tað skal standa fyri kunning og ráðgeving til oyggjarnar og mótvegis restina av Føroyum. Fe- lagið skal gera átøk fyri útoyggjarnar, sum eisini skulu gerast meira sjónligar í samfelagnum. – Útoyggjafelagið kann eisini arbeiða fyri trivnað- inum á smáu oyggjunum, bæði tá talan er um frítíð, heilsu og onnur øki, heldur Olga Biskopstø. – Felagið kann eisini verða millumlið millum politikarar og útoyggjarnar, og tað er umráðandi at fólk gera sær greitt, at tað nyttar ikki bara at bíða eftir politikarunum. Fólk verða sjálvi noydd at gera nakað, skal nakað veruligt úrslit spyrjast burturúr. Útoyggjarnar hava brúk fyri felag – Styrkin hjá einum útoyggjafelag er, at hon kann savna oyggjarnar og koma við áheitanum á myndugleikarnar, sum allar útoyggjarnar standa aftanfyri, sigur Olga Biskopstø C M Y K 7 6