Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 182 - 21. september 2001 Nr. 182 - 21. september 2001 11 Tað gongur við rúkandi ferð og full ferð er á føroyska samfelagnum, skal metast útfrá orkuni, ið SEV letur. Og hetta er vanliga gott barometur, tí tað hevur víst seg, at orkutalvan neyvt fylgir eitt nú kommunuskattatalvu ni. Talan er um met, tí ongantíð fyrr hevur SEV framleitt so nógvar kilowatt tímar, sum nú ORKA OG NÝTSLA Dagfinn Olsen Føroyska samfelagsskútan siglir skjótari enn nakran- tíð, um ein nýtir tølini hjá SEV sum barometur. Ikki eingang í góðu áttatiárun- um var ferðin so nógv, sum nú, tí orkuframleiðslan hjá SEV setir met. Ongantíð áður hevur hon verið so langt uppi og tað gongur skjótt uppeftir. Tað mesta nakrantíð Bjarki Hermansen hjá SEV sigur, at higartil í ár eru framleiddir 147,7 milliónir kilowatt tímar. Í fjør var talið sama tíðarskeið 137,5 milliónir kilowatt tímar, so vøksturin er ikki at fara skeivur av. Taka vit tað, ið SEV nevnir ein leypandi 12 mánaða framleiðsla, so eru tølini síðstu árini 209 milliónir Kwt og 223 milliónir Kwt, ein vøkstur uppá eini 6%. Nevnast kann, at 77 milliónir Kwt av hesum eru framleiddir við vatni. - Hetta er so avgjørt tað mesta, ið nakrantíð er framleitt, sigur Bjarki Her- mansen. Í góðu áttatiárunum náddi vit toppin í 1988-89 og tá var talið 215 milliónir Kwt. Tekin um ferð Vøksturin er so at siga allastaðni í Føroyum. Um- framt í meginøkinum, so er t.d. eisini vøkstur í Suður- oynni, men størsti vøkst- urin er í Norðoyggjum. Hví mesti vøksturin er har, er ilt at siga, men har tykist í hvussu er nógv virksemi at fara fram. Mett verður, at vøksturin er býttur millum privat- nýtslu og framleiðslu, men vanliga hevur verið sagt, at eini 40% av nýtsluni er privatnýtsla. Bjarki svarar játtandi, tá spurt verður, um hesi tølini eru tekin um, at tað gongur skjótt í samfelagnum í dag. - Nýtslutalvan vísti topp í 88-89 og náddi botn í 95, tá kreppan hevði herjað. Tá var talið av Kwt 175 milliónir. Vøkstur er so aftur í 1996 og vøksturin hevur verið positivur síðani tá, sigur Bjarki Hermansen. Gott barometur Hann metir, at tølini hjá SEV eru gott barometur og at tey sera væl spegla samfelagsgongdina. Bjarki Hermansen hevur nevniliga av egnum áhuga roynt at gera samanber- ingar. Hann hevur t.d. borið saman tølini hjá SEV og tøl í Hagtíðindum um t.d. inntøkur í kommunuskatti. Tað vísir seg, at talvurnar fylgjast neyvt. - Tað er eisini sjálvsagt, tí samband er sjálvandi millum orkuframleiðslu og arbeiði og inntøku, sigur Bjarki Hermansen og nevnir, at tá eitt av stóru verkføllunum var fyri nøkrum árum síðani, so sæst hetta klárt á bæði orkutølunum og kommunu- skattatølunum. Men greitt tykist sam- bært hesum, at samfelags- skútan hevur nátt sína higartil hægstu ferð, enntá hægri ferð, enn tá hon seinast kollsigldi. Full ferð á samfelagnum Vit hava ongantíð brúkt so nógvan streym sum nú Mynd: Jens K. Vang Alt SEV Loypandi 12-mánaðar elframleiðsla 1984 … Grønlendsku útróðrarmenninir fáa bara knappar fýra krónur fyri smáa svartkalvan, teir avreiða. Tann størri kemur upp í móti átta krónum. Tað má kunna broytast, halda teir FISKIVINNA Edvard Joensen Ilulissat: Millum fýra og átta krónur fyri kilog av svartkalva er alt ov lítið til at liva av, siga grønlenskir útróðrar- menn, sum eru ónøgdir við prísskipanina, teir hava. Teir halda, at teir áttu at kunnað fingið væl meira fyri fiskin, teir avreiða, tá hugsað verður um, hvat fæst fyri hann inni á euro- peiska meginlandinum. Tað er nógv ferðsla í havnini í Ilulissat. Klokkan er júst farin av eitt seinna- part mikudag, og teir flestu bátarnir eru longu komnir aftur og hava avreitt. Teir fara nú inn til flótibrúnna at leggja seg at egna so klárt er at fara avstað aftur í kvøld ella tíðliga í morgin. Sum vanligt er hjá slíkum monnum, er veiðan eitt sindur ójøvn. Tó hava teir flestu fingið eini 800-1.000 pund av svartkalva, meta teir. Teir royna við línu í smá- um palstikkjollum her úti á Ísfjørðinum. Línuna egna teir niður í teir eyðkendu hvítu plastikkassarnar. 100 punds kassarnar, sum vit kenna so væl. Júst á sama háttt, sum tá føroyingarnir plaga at koma aftur av útróðri, tá várróðurin er upp á tað besta norðanfyri, sær út her í Ilulissat hendan seinna- partin. Eini tríggir fýra bátar liggja við brúnna, har kran- in stendur, meðan aðrir bíða útfyri, og onkur, sum liðugur er, liggur og spular bátin. Annaðhvørt við slangu frá landi ella við pøs. Ein og tveir mans eru teir við hvørjum báti. Egna beinanveg Teir, sum lidnir eru, fara spakuliga longur inn í havnina. Vit nærkast heyst- javndøgum, og tað sæst longu inni á botni í havnini. Ísur er lagstur, hóast hann enn er tunnur. Tó er tað so, at másarnir ganga á honum, og tað knúsast undan bát- unum, sum fara ígjøgnum. Tað er rættiligt lív á flótibrúnni. Fleiri bátar eru komnir aftur, og menninir gera klárt at fara avstað aftur. Teir flestu egna, með- an onkur situr við einum skrúvulykli, og onkur annar er á veg út eftir brúnni við einum dunki, sum olja helst er í. Pumpurnar standa longri inni, men har liggur júst nú ein dekksbátur og bunkrar, so hesin við dunk- inum hevur helst ikki havt tíð at bíða. Deksbátarnir eru eisini fleiri. Onkur fiskar svart- kalva, men fleiri, helst teir størru og yvridekkaðu, trola eftir rækjum, sum teir eisini leggja upp til virkið hjá royal Greenland her í Ilulissat. Teir, sum rógva út við línu, seta fyri tað mesta einar 400-450 húkar hvørja ferð, siga teir. Teir hava klæna línu, og teymarnir eru av ymsum tilfari, er líkt til. Fleiri hava litaðar poly- ester teymar, meðan onkur er, sum hevur nylonteymar, sum tykjast ógvuliga stívir og ringir at fáa at liggja í kassanum, tá egnt er. Teir egna alt møguligt fiskaagn. Lodnu, svart- kalva og onkran toskaugga eisini, tá hann er tøkur. Tað ger ongan mun, siga teir, tí svartkalvin tykist taka í alt. Hjávinna Tað situr ein ungur maður í bláari ketildrakt á stokkin- um á eini palstikkjollu og ger línu til. Fatlar smáar steinar í stuttar endar, sum hann skal gera á línuna, tá hann fer at seta, greiðir hann frá. Hann letur einar fimtan húkar vera í millum hvønn steinin, so plagar ikki at bila at fáa línuna at liggja. Ungi maðurin í bláu ketildraktini eitur Niels. Hann hevur betri hug at tosa enn hinir, sum sita og egna. Teir flestu teirra eru eldri menn, sum ikki tykj- ast hava so øgiliga góðan hug at tosa danskt. Eru tó sera fyrikomandi og vísa mær, hvussu teir gera. Teir nikka og brosa, tá eg sigi, at eg eri føroyingur. Tað skilja teir og tykjast kennast við. Niels greiðir frá, at hann er útbúgvin fiskifrøðingur í Danmark, har hann var í seks ár, áðrenn hann kom aftur til Grønlands at ar- beiða. Hetta við útróðrinum her, er bara ein viðfáningur hjá honum. Fer á flot av og á, sum so vanligt er á slíkum plássum. Men hann letur einki at vinnuni. Teir fáa so lítlan prís, at tað líkist ongum, sigur hann. Og tað kemst av, ivast hann ikki í, at tað er fastur avreiðingarprísur her í Grønlandi. Eingin uppboðssøla. Tað vil lands- stýrið ikki hava, greiðir hann frá. Jú, tað er okkurt, sum líkasum tykist eitt sindur kent hjá tí, sum hevur livað eitt sindur nær útróðrinum, áðrenn uppboðssølurnar komu í Føroyum. Í aðrar mátar letur Niels bara væl at fiskiskapinum. Tað er nógv til, heldur hann, og ikki sær út til at vera ovurfiskað. Og tað væntar hann heldur ikki, at hendan driftin fer at gera, so leingi teir bara fiska við línu í smáum jollum. Nú veturin nærkast, fer jollufiskiskapurin at halda uppat. Sjógvurin frystir, og bátarnir verða tiknir upp á land. Men so fara teir til út- róðrar við hundasletunum. Út á ísin, har teir gera hol at seta niður ígjøgnum. Eina jarnplátu ella okkurt, sum líkist, á endan, og so halda teir í tí endanum, sum eftir er á ísinum. Streymurin setir so fyri teir. Vanliga stendur línan bara ein til tveir tímar, greiðir Niels frá. So tað eru ikki so øgiliga langir dagar hjá teimum. Hevði úrtøkan bara verið frægari, hevði tað borið til at liva hampiliga av hesum, heldur hann. – Kanska kundu vit fingið líka nógv afturfyri, sum tit fáa í Føroyum. Jú, hann fylgir við og hevur hoyrt um toskaprísir, sum eru farnir upp um 30,- krónur á føroyska markn- aðinum. – Her hjá okkum fara vit á Brettið (tað er tann lokali heimamarknaðurin fyri fisk, kóp o.t.) við hjáveiðu sum toski og steinbíti. Men prísurin er tann sami, sum vit fáa fyri svartkalvan, sigur Niels, sum ætlar sær at seta einaferð móti kvøldi. Alt ov lágur fiskaprísur Teir fáa alt ov lítið fyri svartkalvan, teir avreiða, halda grønlendsku útróðrarmenninir, sum vilja hava uppboðssølu Mynd: Edvard Joensen Tað er rættiligt lív í á flótibrúnni, tá teir gera klárt at fara avstað aftur Mynd: Edvard Joensen C M Y K 11 10