Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 182 - 21. september 2001 Nr. 182 - 21. september 2001 13 eftir Virgar Tórarson Dalsgaard Hjartamálið SOSIALURIN Eftir skemdar-episoduna í Klakksvík (1938) verður Hans Jákup enn meira aktivur á Sosialinum og í Suðurstreymoyar javnaðar- felag. Hetta fær avleiðingar — sum so mangur annar javnaðarmaður noyðist hann at standa fyri øgilig- um skotum undir krígnum og heilt fram til heystið 1950. Ágangurin var óvan- liga herviligur, ikki minst táið hann fekk landbúnað- arráðgevarastarvið í 1942, og brikslið var ofta niðan fyri alt sømuligt mark. Eitt nú førdu fólkaflokksmenn og seinni tjóðveldismenn leingi eina útspillingar- kampagnu, har teir løgdu Hans Jákup undir at skriva stuttsøgur og politiskt tilfar til Sosialin í arbeiðstíðini. Nú skuldu øll vápn brúk- ast. Vildi hann ikki vera í parti við fullveldismonn- unum, so skuldi nerva- kríggj gera hann moyran, men skálvíkingar eru bædi seigir og treiskir, so hvørki Hans Jákup ella hinir javnaldrarnir vildu lúta, ei heldur fekk man teir at svíkja Petur Mohr Dam. Stutt fyri annan heims- bardaga var Feðgar á ferð komin. Henda bók er allar- helst í hvørjum føroyskum heimi í dag, og tí óneyðug at umrøða nærri, men leggjast kann afturat, at tað var ikki, fyrr enn hon varð lisin upp í útvarpinum seinast í 50-árunum, at hon gjørdist almannaogn. Hon kom bæði í Varðanum og í Sosialinum. Einki blað, eingin flokkur Annars var tað ofta í Sosialinum, at Heðin Brú lat sítt tilfar koma av fyrstantíð. Yvirhøvur skriv- aði hann nógv í blaðnum, sum hann alla sína tíð var sera góður við og trúgvur yvirfyri. Eg minnist manga ferðina, har pápi mín og hann tingaðust um, hvat júst tá skuldi gerast fyri, at Sosialinum skuldi vera lív lagað. Her var Hans Jákup altíð konsekventur sum P. M. Dam: Einki blað, eing- in flokkur, og tí skuldi blaðið út; og tað skal hann eiga, - hann dugnaði altíð blaðnum, bæði fíggjarliga, við praktiskari hjálp og tilfari. At Sosialurin treivst væl og kom regluliga út, var fyri Hans Jákup eitt brennandi hjartamál. Her drógu hann og P. M. Dam altíð eina línu. Undir krígnum stjórnaðu Hans Jákup og William Heinesen einari serligari síðu í blaðnum. Henda síð- an æt Føroyar í dag. Hetta var í tí tíðini, tá ið tað enn var saft og kraft í Sosial- inum! Tá ið blaðið fram- vegis kundi øsa og forarga tað kyniska borgaraskapið og fáa tað ábyrgdarleysa fullveldisliðið at piprast og rodna av skomm.. Men blaðútgáva var ikki minni trupul tá, enn hon er í dag. Serliga minnist eg, hvussu ovurfegin Hans Jákup var, tá ið menn fyrst í 50unum høvdu sett lær- araskúlanæmingin, Villa Sørensen sum blaðstjóra. Hann ringdi í heilum til pápa at spyrja, um vit nú kundu rokna við, at Villi fór at halda fram, eftir at hann var vorðin liðugur sum lærari. Tað gjørdi Villi, og Heðin Brú og hann gjørdust vinmenn fyri lívið. Villi sjálvur fortaldi mær seinni, hvussu ótrú- liga sterkur moralskur stuðul, Heðin Brú ofta var fyri seg persónliga, tá ið Villi var úti fyri ágangi, tí sjálvt um Hans Jákup hevði nógv annað at takast við, hevði hann altíð tíð at samráðast um Sosialin. Hann var altíð góður at heita á og alfúsur at styðja tad blaðið, sum hann helt vera lívsneyðugt fyri javnaðarflokkin, og harvið fyri ta stóru lønmót- takarafjøldina. Hevði Hans Jákup upplivað tann vatn- deyða Sosialin, vit hava í Hans Jákup í Stovuni 100 ár (17/8 1901 - 17/8 2001) 2. partur dag, hevði hann harmast og syrgt. Morgunmenn Hans Jákup hevdi leingi ætlað sær at skriva eina skemtiliga søgu um polit isku viðurskiftini undir krígnum. Hann hevði gjørt fleiri royndir og skitsur, men tíanverri kom henda bók ongantíð. Eg minnist ofta, - tað hevur verið í árunum frá 1946 til 1949, at hann las stubbar upp fyri m.a. Petur Mohr Dam, Martini Joensen, pápa og fleiri. Hetta vóru stutt- ligar frásagnir um full- veldisørskapin í kríggs- árunum. Fullveldishetjur tóku seg sjálvan í blóðig- um álvara, - eisini tá - og álvarsmenn eru aloftast láturligir. Hans Jákup og áhoyrararnir vóru, ið hvussu so er ísakaldir í látri, meðan hann las. So sum eg minnist, var evnagongdin um tað ó- hugnaligu politisku terror- tíðina, serliga í Havn við bæði fullveldisreypi, myrkalegging og Fólka- flokki. Hetta var ein ræðu- lig tíð fyri ”øðrvísi hugs- andi.” Um friðarlig hampa- fólk vágaðu sær heim eftir leggingartíð, rendu tey seg viðhvørt í eina uppøsta ungfylking av spákandi pseudomilitantum flokks- monnum, sum vóru harð- mæltir, uppblástir, og sum gjørdu seg stívari og herðabreidari enn gott var,. Hevði man ikki tann rætta nationala litin og møtti slíkum territorialt pa- truljerandi fanatikarum á náttartíð, var ikki lukku- ligt; tí hetta vóru strangir og stívspákandi frelstir álvarsmenn, sum ikki tolereraðu nakað profant bros, - tey ófrelstu firn- aðust eitt sindur og leitaðu sær út í síðugøtur, skuldu tey koma snikkasleys heim. Var tað nakar, sum hevdi maktað at dramatisera hesa tragikomisku tíðina, so var tað Heðin Brú, og hann brúkti júst máliskuna ”annarsleiðis hugsandi” ironiskt um seg og sínar partamenn. Men vit vita, at hann var óbeinleiðis trýstur og noyddur til at lata bóka- ætlanina falla. Tað skuldi vera ov nógv lyklatilfar uppií, men hvat so? — Tað var um oddamenn og lýdnar fylgisneytar í eini intolerantari og larmandi fundamentalistiskari rørslu, sum hevði yvirfúsað og verbalt terroriserað hampa- fólk í meira enn tíggju ár. Tað hevði klætt før- oyskum journalistum, um teir erligt tordu at upp- lýsa um hesa tíðina ella havt samrøður við tey, sum enn eru á lívi og tá tordu at andøva ímóti fullveldisvillskapinum. Akkurát hvussu bókin skuldi eita, veit eg ikki, men hon skuldi taka við, har sum Leikum fagurt endar, beint fyri bónda- uppreisnina í 30unum. Tað er ikki av tilvild, at vit til allarsíðst í hesi bók fáa paroluna hjá kapitalista- flokkinum: Vit skullu vera nationalir! Og so mikið veit eg, at hann las eitt árið til ein bókadag (1950, haldi eg) eitt kapittul av hesi nýggju bók, og tað kallaði hann Morgunmenn. Hann fekk fast av tí upplestrinum, nógv løgdust á hann vid ymsari chikanu. Tað var annars, ørminnist eg, um eina nátt undir krígnum. Í orðinum Morgunmenn kundi vera nógvur symbo- likkur. Spell var fyri okk- um føroyingar, at henda bók aldri kom — eg kann kortini ikki halda, at alt handritið er burtur, so kanska fáa vit einaferð nakað av hesum tilfari at síggja, um tað kemur í rættar hendur. Fullveldis-lobby aftanfyri ? Tað er eitt faktum, at teir ovurnationalu, sum sótu á banka- og vinnulívi førdu ein ódámligan sorterings- politikk undir krígnum. Nógvir menn fingu t.d. hvørki kjans á sjógvi ella landi, um teir ikki váttaðu serliga nationalpolitiska frelsu ella -trúgv. Skelkaði javnaðar- og sambands- fólk, hartil nógv sjálvs- stýrisfólk høvdu andstygd fyri slíkum; hesin makt- politikkur píndi einamest Hans Jákup og hansara rættvísiskenslu, og tað er heilt ivaleyst, at skald- søgan um Morgunmenn var ætlað sum ein náðileys uppgerð við fíggjarligu neyðtøkuna av fólki og tann terror-líknandi nationala yvirgang, sum nógv máttu líða undir kríg- num. Heðin Brú var ofta illa viðfarin sum javnaðar- maður, men hann var eisini illa við av tí, sum hendi við einum av okkara løg- tingsmonnum, ið varð fluttur burtur við makt frá eini atkvøðugreiðslu á tingi. Yvirgangsmenninir vórðu ongantíð revsaðir. Hann kendi á sær beinleið- is skyldu at skriva um terrorin og tey neyðars korini hjá tí ognarleysa slitmanninum. Tí, sum hann sjálvur plagdi at taka til: ”Eg havi mítt fasta arbeiði, so tað er eingin, sum kann taka breyðið frá mær!” Seinast í 40unum hevur hann skrivað nógvar stutt- søgur afturat og er viður- kendur sum okkara suve- rena skald. Tá ið vit vita hetta, er tað gátuført, hví Morgunmenn ongantíð kom, tí tað skortaði ikki uppá fyrispurningar frá fólki, um nær skaldsøgan fór at koma, og tað er heilt vist, at so seint sum mið- skeiðis í 50unum minnist eg, at Hans Jákup tosaði ofta og leingi vid fleiri mans um, hvussu tað var komið áleiðis vid bókini. Tá hevði hann avgjørt ikki slept ætlanini og hevdi góðar vónir um at fáa hana lidna. Meistarligar stuttsøgur sum eitt nú Tvinnir eru kostirnir, Bolli í Grágerði, Loðin sól etc. eru avgjørt skrivaðar av miskunnsom- um socialdemokratiskum humanisti, men ikki bein- leiðis av tí samfelags- kritikara, sum kravdist til at fullfíggja Morgunmenn Men vit vita eisini, at Hans Jákup alla tíðina, serliga táið vit koma í 50- árini, er undir órímuliga hørðum trýsti frá tí nationalu lobbyini um, at hann skal lata vera við at geva bókina út, ið hvussu er ikki, fyrr enn tað er meira fráliðið. Hitt javnadarskaldið, Martin Joensen fær eis- ini av at vita um somu tíð. Hann er nøkur ár bladstjóri á Sosialinum. Hann fekk koyrilin frá nationalistun- um og kendi seg so for- fylgdan, at hann fekk skelk fyri lívið. Men vitið eftir góðu lesarar: Í næsta ár, tá ið Martin fyllir øld, fer tað ósmædna kultur- monopolið at kanna sær hann og skammrósa honum við eini littererari keipu- mynd. Men teir fara valla at fortelja fólki, at tá ið Martin livdi, mátti hann bókstavliga sníkja seg fram vid húsaveggjunum í Havn fyri ikki at vera álopin av ovurnationalum ørvitis- knokkum. Arrogant og aggressivt asfaltslið Tá ið kríggið hæsaði av, kom eitt nýtt fyribrigdi inn í føroyska samfelagið — hetta var tað heimvenda asfaltsliðið, sum hevði krokað og ligið í skáa av danska finanshøvuðskass- anum øll stríðsárini. Har vóru sáttligir hampamenn ímillum, treyðugt so, men teir allarflestu sveimaðu heilt í leysum lofti og dugdu ikki at skatta dýpi hjá heimaføroyingum. Asfaltsmenninir vóru ikki beinleiðis lítillætnir. Teir vildu ordna alt, blanda seg uppí alt og hildu seg vita alt, bara tí teir høvdu fingið onkra hissini útbúgving. Útbúgv- ing gevur vitan, men ikki nógva fornuft. Teir ovur- lærdu, málreystu og ráðis- ligu asfaltsføroyingarnir hildu seg liggja inni við so nógvari fornuft, at teir fyri tað allarmesta runnu við høvdinum undir arminum. Teir herjaðu næstan á hvørja skrivstovu, tí teir vildu størv og sleppa at liva og leika, sum teir høvdu í lestrartíðini í Danmark, og teir vildu hava góð størv, og har, sum ikki ein skrivstova var, har mátti ein innrættast til teirra beinanvegin. Hesir aggressivu og irrationellu menn og hesar kvinnur við høvdu skund, febrilskan skund. Alt í Føroyum, sum tey annars søgdu seg vera so góð við, var bara so banalt og so provinsielt og heimaføroy- ingar vóru plágaðir av heimføðisskapi og simplari idioti. Hetta var orðalagið, men nú skuldi landið takast — teir hopleysu heimføðingarnir høvdu bara ver so góðir at rætta seg eftir teimum. Nú skuldu vit bygdasligu landsmenn teirra fáa annað at síggja, og fyrst og fremst skuldu vit hava loysing, tí tað var uni- versalloysnin og svarið uppá alt, og tá var Paradís fyri stavn. Flestu heima- føroyingar vildu als ikki rætta seg eftir teimum, men asfaltsfólki dámdi ikki innvendingar og argumentatión, tey blivu í øðini, um man loyvdi sær at ivast, andøva ímóti ella debattera teirra genialu uppskot. Tað var ikki fyri mark, tí tey vistu betri, tey høvdu lært alt møguligt niðri í Danmark. Nógv hildu hesar harð- mæltu breggjarar vera troyttandi, meðan onnur sum t.d. Heðin Brú mest flentu at teimum, tí tað var sanniliga ikki lætt at taka tað larmandi liðið av politiskt frelstum í álvara. Heðin fekk eisini fast afturfyri frá hesum inn- bilsku fanatikarum, sum flestallir endaðu í nýstovn- aða tjóðveldisflokkinum. Nakrir teirra kallaðu t.d. Heðin Brú fyri bónda- skald, heimføðing, bygda- frell, kolsvartan sambands- mann og socialdemokrat- iskan revisionist. Hetta vóru nøkur av teirra rakstrarrópum. Ta seinastu karakteriseringina sum revisionistur var Heðin Brú bara fegin um, tí hann var sera langt frá allari stalin- ismu. Hesar ovurklóku Holberg-typur vildu jú belæra heimaføroyingar um politikk, skaldskap, mál og tilveruna sum heild! Men fáur teirra hevði nakra hylling á at skriva føroyskt. Odda- maður teirra skrivaði meira enn hálvíslendskt í sínum løgna óføroyska málgagni. MALLA Um heystið 1949 skrivar Heðin Brú so til stuttleikar eina fitta lítla stuttsøgu um prototypurnar uppá eini nýliga heimvend asfalts- hjún. Søgan eitur Malla, og var í mun til tað, sum annars varð sagt manna millum um asfaltarar sera spøk og sakleys. Hon varð lisin upp í ymiskum fora í langa tíð, bæði privat og í afturlatnum felagsskapum, og fólki dámdi yvirhøvur væl. Tey hildu søguna vera gott undirhald, men so er tað, at fleiri vilja hava hana almannakunngjørda. Hon kemur sjálvan jólaaftan 1949 í Sosialin. Og so var jólafriðurin úti í Havn. Skálavík, bygdin sum prentaði íblásturin í sál skaldsins C M Y K 13 12