Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Frá fríggjadegi 21. september til hósdagin 27. september Á lívsins gátt Ikki uttan dóttir mína Seks dagar og sjey nætur Í fyrsta Barnatímanum leygardag í vetur, eru Rasmus, Páll og Bárður á vitjan í útvarpinum. Her eru teir á bommveiðu, har teir renna runt í húsinum og gera ymiskar uppgávur og vinna sær so nógv sekund sum møguligt. Teir kunnu taka so nógv bomm, teir orka at renna við. Barnatímin Leygardagin kl. 10.15 Ein fíggindi ímillum okkum Dawsons Creek Týskvøldið kl. 18.00 Skemtarar hava sett seglbátin hjá skúlastjóranum í svimjihylin hjá skúlanum, og tríggir persónar verða beinan vegin mistonktir; Jack, Dawson og Pacey.....Men allir tríggir hava eitt vatntætt alibi! Sunnukvøldið kl. 20.00 Týskvøldið kl. 21.00 Mánakvøldið kl. 20.40 Hóskvøldið kl. 19.20 15 14 Nr. 182 - 21. september 2001 Sum onkur helt fyri: Tað var næstan sum fín- kulturellur jarðskjálvti. Eingin stuttsøga er nakrantíð blivin so nógv upp- og nærlisin sum henda, og eingi jól hevur debattin verið so centrerað um eitt mál, MALLU. Og sjáldan hava fólk leikað so í, sum tey jólini. Malla gjørdist jólagølan mikla. Menn beinleiðis bardust um Sosialin, sum var útseldur næstan alt fyri eitt. Telefonirnar gløddu: Hevur tú hoyrt, hevur tú lisið..? Sum ein av pápabeiggj- um mínum tók til: Tað kalda kríggið og Loftbrúgv- in til Berlin høvdu fingið minni umrøðu manna millum í Havn enn Malla, - var tað ikki at gera nakað nógv av? Líktist hetta ikki einari ódn í einum vatnglasi? Hví mundu fólk vera so erkvisin? Serliga teir akademik- ararnir, sum hoyrdu til tað sjálvglaða tjóðveldisliðið, vóru heilt á gosi, tí teir hildu tær generellu proto- typurnar vera eini ávís, speciell tjóðveldishjún í Havn. Nógv, bæði almenn og privat jólahald mis- eydnaðust, tí konur fóru at klandrast, og menn antin skeldaðust ella fóru til hendurs um Mallu. Tað ljóðaðu totaliter róp og ógvislig krøv við neva- sláttri um treytaleysan censur, sum nú mátti til fyri eina ferð med alla at múlabinda hasar f__ javnaðarmenninar! Vit naivu revisionistar, sum ikki hildu nógv um ”frælsið” eystanfyri, fegn- aðust um skrivifrælsi í donsku grundlógini, og nógv takkaðu Gudi fyri, at vit ikki høvdu fingið loysing saman vid teimum ódemokratisku høvuð- kambunum í tjóðveldis- flokkinum. Í nógv ár eftir hetta var Heðin Brú nærmast lagdur á ís í nationalum kreðsum, og stuttsøgan Malla ella Sosialurin kundu nógva- staðni ikki nevnast í sama andadrátti, uttan tað bleiv bardagi. Løgmansevni Um heystið 1950 verður Hans Jákup harafturat løgmansevni fyri javnað- arflokkin. Hann fær í aðru atløgu 8 atkvøður, meðan Kristian Djurhuus fær 13. Javnaðarmenn og tveir sjálvsstýrismenn styðjaðu Hans Jákup, meðan fólka- flokkurin og ein partur av sambandsflokkinum styðjaðu Kristian Hetta er minni enn ein mánaða fyri jól. Tað var somikið av tvín- ingi og so ógreitt millum sambandsmenn, at uppskot javnaðarmanna hevði stór- an møguleika sum kom- promiskandidatur, so henda óvæntaða fólka- flokksfrígging kom monn- um sera dáttliga við.. Hetta var satt vónbrot bæði fyri Hans Jákup og javnaðar- flokkin. Nú fólkaflokkur og samband hálsfevndust mátti nógv, næstan alt. hugsast heilt av nýggjum! Men fáur maður hevur verið nærri landsins hægsta politiska embæti. Samstundis vita vit, at hetta er ein maður, sum í meira enn ein mansaldur stórt sæð hevdi identiska søgu við Føroya javnað- arflokk, tí hann alla tíðina hoyrdi til allarinnasta kringin um Petur Mohr Dam. Eingir vóru meira aktivir og fundarfúsir í javnaðarfeløgum enn teir báðir, Palli Henriksen og Heðin Brú. Kortini verður politiska arbeiði hansara systematiskt tagt í hel. Í sonevndum bókmenta- søgum verður sett effektiv parentes um tað, at mað- urin alt sítt lív stríddist fyri javnaðarrørsluna í Føroy- um og var ein av trúgvastu monnum P. M. Dams, og saman við honum ein av arkitektunum aftanfyri heimastýrislógina. Hví skal hetta dyljast fyri lestrar- ungdómi? Um Jóannes Patursson verða ikki fingrar lagdir ímillum. Vit fáa tíðliga og seint at vita, hvar hann var staddur politiskt. Men hví skal so myndin av Hansi Jákupi kámast ella halta? Her, sum so nógva aðra staðni skyldar tað frelsta fullveldisliðið okkum eina forkláring. Skuldi donsk bókmenta- søga tagt um, at Åkjær var aktivur javnaðarmaður? Hvat høvdu vit hildið, um upplýsingarnir um tjekkiska forsetan, Vaclav Havel vóru so censurer- aðir, at vit yvirhøvur ikki máttu vita, at hann eisini hevði fingist við at skriva og faktiskt var skald, langt áðrenn hann gjørdist politikari. Eg veit ikki, um fundamentalistar kunnu hóma eina óhugnaliga, men páfallandi analogi. Fedranna tala Tann 6. januar 1951 kemur mergjaða yrkingin, Fedranna tala í Sosialin, men handritið hevði pápi mín fingið til blaðið væl áðrenn nýggjár. Eg minnist ógvuliga væl, at pápi las hana upp, m.a. fyri abba mínum, Jóhan Hendrikki Hjalt, sum ikki hevði havt lítla ávirkan á ævisøgu Heðin Brús. Nú hoyri eg, sambært blaðið Fregnir, at Christian Matras skuldi hava hetta handritið í hond longu 28. desember 1950, altso beint um somu tíð, sum pápi mín hevði fingið tað til Sosialin. Hetta virkar løgið fyri meg, men eg kann ikki hugsa mær, at fólk fuska við dagfesti. So vónbrotin sum Hans Jákup er um hetta mundið — hann hevur bert ein knappan mánaða áðrenn tapt tað mest týðandi valið í sínum lívi, hóast hann hevði góðar vónir um at vinna, - skuldi hann tá havt sent Christiani, sum var alt annað enn parta- maður hansara, Fedranna talu, áðrenn ella samstund- is við, at hann sendir hana til Sosialin, sum hann var so góður við. Sera marg- háttligt og rættiliga ótrú- ligt. Men hesi skrivtlærdu fólk, sum annars leypa nógv um, sleppa helst framat brævatilfari, sum vit onnur ikki hava við hondina. Livst, so spyrst! Tað var annars næstan eitt mantra hjá Hansi Jákupi, at Sosialurin skuldi hava tilfarið fyrst av øllum! Eitt av meginmálum javnaðarmanna var norrønt samstarv, og tí fer Hans Jákup inn í hetta arbeiði. Hann gerst formaður fyri Norrøna felagnum og røkir hetta arbeiði í nógv ár. Eftir at Sjóvinnubankin fer á heysin heystið 1951 gerst beinleiðis neyð í Havn við øgiligum arbeiðsloysi. Lítið er hjá arbeiðsfólki at forvinna, hóast dýrtíð og næstan kartelstøðu hjá handils- monnum. Sjálvt neyð- synjarvørur eru ovurdýrar. Sum einari beinleiðis fylgju av hesum hittast Hans Jákup, pápi mín, Palli Henriksen, Christian Haraldsen og fleiri á fundum veturin 51/52 við tí endamáli at seta á stovn eina keypssamtøku í Havn. Henda keypssamtøka skal kappast við handilsmenn og fáa vøruprísir niður í rímuliga legu. Boð verða send eftir serkønum manni frá FDB, harra Ingvardsen, sum menn kenna, tí hann er giftur við føroyskari skyldkonu. Sum kuriosum kann eg skoyta uppí, at menn vóru so fámentir, at fyrstu fundirnir verða hildnir í dagligstovuni hjá okkum. Tað er ongantíð ætlanin, at fyritøkan skal vera undir FDB — hon skal vera føroysk, men sjálv- andi vilja menn fegin hava sakkønar danir at leggja teimum lag á. Kortini verða beinanvegin send smettutíðindi út um býin av bæði tjóðveldis- og fólkaflokki, at hetta er ein donsk ætlan um at køva handilslívið í Havn. Men hóast fleiri oddamenn í tjóðveldisflokkinum eru hart ímóti og svína tiltakið til, koma fleiri tjóðveldis- menn skjótt krúpandi og vilja sleppa uppí javnaðar/ sjálvsstýristiltakið. Summir teirra vóru beinleiðis ein plága, sum teir bønaðu og bóðu.. Hetta helt Hans Jákup vera øgiliga skemtiligt, - hann helt fyri, at tjóð- veldismenn høvdu tvey andlit, ein øgiligan ræðu- skort móti Danmark og ein neyðarsligan gerandis- skort til at brúka tvørtur um skivuna í smáhandils- skapi í Havn, tá ið ráddi um at bjarga sær danskar kolonialvørur nøkur fá oyru bíligari. Jú, hetta vóru sanniliga ambivalentir idealistar, men javnaðar- menn sluppu tjóðveldis- monnum uppí, og summir teirra gjørdust seinni misteinkiliga aktivir í javnaðarfyriøkuni. Ágangurin á keypssam- tøkumenn var fyri lítið at rokna móti tí, javnaðar- menn høvdu møtt undir krígnum, so teir lótu ikki við seg koma, men ar- beiddu miðvíst og lótu upp úti á Reyni heystið 1952. Hóast sleyg og organiser- að boycot eydnaðist at reducera príslagið í Havn munandi eftir heilt stuttari tíð. Eisini her sýndi Heðin Brú samfelags- ábyrgd. Her vórðu tøkini tikin! Eg kann leggja afturat, at so leingi tað vóru javnað- armenn, sum ráddu, var tað ein vælrikin fyritøka, men so sluppu fleiri tjóðveldismenn framat, og tað endaði við, at tann higartil vælrikni føroyski handilin av tjóðveldis- leiðslu mátti avreiðast til danska FDB. Stovnararnir, sum harmaðust, gjørdu á adalfundi fólki vart við , at nú høvdu tjóðveldis- reyparar av berum kleyv- arskapi oyðilagt eina góða forrætning og máttu skammiliga krúpa undir danska skjúrtufaldin! Estetikarin og búnaðarmaðurin Heðin Brú var búnaðar- ráðgevi fyri allar Føroyar, men hann var sanniliga eisini hugaður fyri plantu- vøkstri privat, og tað var altíð ein fragd at hoyra menn, tá ið lýðkan kom um várið. Teir spákaðu seigliga í urtagørðum við pípuni, hugdu at veltum, eygleiddu alt, sum nældi og mettu um, hvar skuldi drenast, hvat skuldi klipp- ast, hvar skuldi tøðast, hvat skuldi hava meiri lívd ella vætu. Teir blivu lættari uppá sporið, ja beinleidis kátir og so varð ofta trivið í reglurnar hjá Skjoldborg: Så springer jeg uden for hus og for væg med min hakke, min skovl og min spade úr sanginum ”Når vinteren rinder i grøfter og grav” Antin tað vóru pápa- beiggjar mínir, Klæmint og Jóannes ella pápi sjálvur, so kundu teir tosa við Hans Jákup í tímavís um velting, ribisrunnar, set- epli, plantulívd, handilstød, drening og veitir.. Hans Jákupi og vinmonnum dámdu at velta og fáast vid jørð, men teir áttu so lítið av henni, at teir kundu ikki kalla seg bøndur, men kanska smáar traðarmenn. Teir høvdu aðra útkomu, so teir skuldu ikki liva av mold, tí vóru teir estetik- arar, urtagarðsmenn. Velting var teirra ítriv, teirra hobby. Teir gleddu seg altíð um tad sindri av trævøkstri, vit høvdu í Føroyum, teir royndu eftir førimuni og eggjaðu øðrum til at planta trø. Hetta er langtíðarætlan í okkara karga landi, so her skuldi hugsast um tey komandi ættarliðini. Hevur tú einki at flýggja, uttan ta tómu tægu - Tað er altíð lívsjáttandi arbeiði at fáast við gróður, plantur og trø. Eftir slíkar menn sæst nakad: Grønir teigar og manshøg trø eru landsvirði. Tað er hugaligt, tá ið menn duga at síggja meira enn eitt valskeið fram í tíðina, t.d. ein mansaldur. Her er munur á monnum. Framhald Skálavík C M Y K 14