Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 sosialurin 20. februar 2009 Rákið – hús & heim Í kreativa horninum • Í kreativa Í kreativa horninum • Í kreativa Tinghúsið á Hjalla er ein dýrgripagoymsla, har kreativar sálir kunnu gera kvetti. Í Tinghúsinum arbeiða fólk við skerdum førleika við at umvæla gomul ting og at selja tey í handlinum. Tað er Alv, sum stendur fyri hesum. Nú kunnu fólk, sum lata rusk inn til Brennistøðina, velja at seta tað, sum er ov gott at brenna, í eina serliga bingju, sum tey í Tinghúsinum tøma eina ferð um vikuna. Hevði onki Tinghús verið, høvdu tingini farið upp í royk á Brennistøðini. Tankin aftanfyri Tinghúsið er sera positivur: Vit verja umhvørvið við at endurnýta ting, og fólk, sum annars høvdu verið uttanfyri arbeiðs­ marknaðin, fáa arbeiði, og í hesum krepputíðum er heldur ikki so galið at fáa okkurt nýtt til heimið fyri ein lítlan penga. Tingini, vit funnu, kostaðu millum 5–30 krónur. Plásstrot kveikir kreativar loysnir Tóma klædnaskápið er gandað um til eitt fínt lítið arbeiðspláss. Legg fyri við at mála veggin, og fá síðani timburdeildina at saga tær nakrar hillar eftir máti úr træi ella laminat. Set hillarnar og borðplátuna upp við nøkrm listum, sum tú skrúvar upp á veggin. Set eisini eina borðplátu upp á sama hátt, men við eitt sindur breiðari listum undir. Ofta fæst ein rest av køksborðplátu fyri lítlan penga. Hesar høvdu riggað væl í køkinum, um tær fingu nøkur løg av hvítari máling .. ella kanska í gentukamarinum? Fiksur reólveggur Hevur tú eina gamla kommodu, kanst tú taka skuffurnar úr og stápla tær upp móti vegginum sum eina fittliga reól.. Lagt til rættis: Rigmor Dam Myndir: Jens Kristian Vang Visti tú: Skrúvimaskinan er Guds gáva til kvinnuna!