Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 187 - 28. september 2001 Nr. 187 - 28. september 2001 11 Frank Jensen, løg- málaráðharri, er sinnaður at lata føroyingar yvirtaka løgreglu og rættar- skipan við tilhoyr- andi umsiting. Fyrireikingarnar skulu vera lidnar í 2002, og politisk støða tikin í 2003, skýtur løgmálaráð- harrin upp YVIRTØKA Edvard Joensen Á fundi í løgmálaráðnum mikudagin hevur Frank Jensen, løgmálaráðharri, sagt seg sinnaðan at lata føroyingar yvirtaka løg- reglu og rættarskipan. Setast skal ein arbeiðs- bólkur at avgreiða málið, samstundis sum lógar- verk skal gerast í Føroy- um, sigur Frank Jensen í tíðindaskrivi, at hann hevur skotið upp fyri Høgna Hoydal, lands- stýrismanni við lógar- málum. Talan er um uppskot frá dønum til føroyingar fyri at koma víðari við málinum, sigur Frank Jensen í tíðindaskrivin- um. Hann sigur eisini, at hann hevur heitt á Høgna Hoydal um at viðgera máli gjølla í landsstýrin- um og síðan venda sær aftur til donsku stjórnina. Arbeiðsbólkurin skal vera liðugur við sítt ar- beiði í 2002 og politiska viðgerðin hjá landsstýr- inum og stjónini skal vera liðug í 2003 ,og yvirtøkurnar fara fram komandi árini. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fegnast um toybilið í samráðingunum við løgmálaráð- harran. Men teir eru iki heilt samdir, sigur hann SAMRÁÐINGAR Edvard Joensen Hóast hann fegnast um, at løgmálaráðharrin hev- ur slept onkrum av sínum krøvum, krevur lands- stýrismaðurin við lógar- málum, at løgtingssam- tyktin um sjálvstýri Før- oya Fólks skal fylgjast. Høgni Hoydal, lands- stýrismaður við lógar- málum, fegnast um, at løgmálaráðharrin nú hevur slept kravinum um broytingar í Heimastýris- lógini, tá tosað verður um yvirtøku av rættar- málum og løgreglu. Men Høgni Hoydal vil ikki ganga við til at seta ein felags arbeiðsbólk at viðgera málini. – Tað fer bara at draga málið út og í ringasta føri gera, at einki hendir, sig- ur hann. Hinvegin vil Høgni Hoydal hava tveir ar- beiðsbólkar. Ein føroysk- an og ein danskan, sum hvør sær skulu gera skjótt av. – Eg havi sagt løg- málaráðharanum, at løg- tingssamtyktin um sjálv- stýri Føroya fólks skal fylgjast. Og eg havi eisini sagt honum, at persóns- famlju- og arvarætturin skulu vera yvirtiknir í seinasta lagi 1. januar komandi, segði Høgni Hoydal í stuttari við- merking við Sosialin, beint eftir, at fundurin var liðugur. Løgmálaráðharrin sinnaður til yvirtøkur Løgtingssamtyktin skal fylgjast Javnaðarflokkurin skjýtur upp at seta á stovn ein brúkrastovn undir leiðslu av brúkaraumboðsmann i, sum skal røkja áhgamál brúkarans. Hetta skal vera liður í nýggja brúkara- politikkinum, sum flokkurin hevur boðað frá BRÚKARAVERJA Edvard Joensen Ein nýggjur brúkarastovnur skal setast á fíggjarlógina. Hesin stovnur skal taka sær av teimum málum, sum eitt nú Brúkarafleagið og Prís- eftirlitið fyrr høvdu, fer Javnaðarflokkurin at skjóta upp fyri tinginum. Javnaðarflokkurin vil hava ein almenn brúkara- stovn at taka sær av áhuga- málum brúkarans. At stjórna stovninum skal setast ein brúkarumboðs- maður, og ein kærunevnd skal setast at taka støðu til kærur frá brúkarum, sum ikki meta seg hava fingið ta vøru, teir hava keypt. Javnaðarflokkurin metir tað neyðugt at seta ein al- mennan brúkarastovn, sum kann taka sær av teimum áhugmálum, vanligi brúk- arin dagliga hevur. Sum er er bara kappingarlógin galdandi á økinum. Men hon er ikki gjørd til at verja brúkaráhugmálini, sigur Javnaðarflokkurin. Heldur er hon gjørd sum ein út- bjóðaralóg. Tað vil siga at tryggja seljarunum javna kapping. Saman við álitinum um brúkarapolitikk og brúk- arastovn hevur Javnaðar- flokkurin eisini lagt fram tvey lógaruppskot. Upp- skotini eru til lóg um marknaðarføring og lóg um brúkarakærunevndina. Broytt samfelag Á tíðindafundi mikudagin, segði Hans Pauli Strøm, tingmaður, sum er ein av trimum limum í arbeiðs- bólkinum, sum hevur gjørt uppskotini, at neyðugt er við einum skipaðum brúk- arapolitikki, nú vit seinnu árini hava havt ein øgiligan nýtsluvøkstur. Útboðið er broytt munandi, og nógvir nýggir brúkarabólkar eru komnir. Serliga nevndi hann børn og ung, sum stórur ágangur er á fyri at fáa tey at keypa bæði líkt og ólíkt. – Tað er ein vónleys upp- gáva hjá hvørjum ein- støkum brúkara at hava tann neyðuga kunnleikan um alt hetta útboðið, sigur Hans Pauli Strøm. Víst verður eisini við tølum á í álitinum, sum komið er, hvussu nýtslan hjá einum vanligum húsar- haldi er broytt seinastu 30 árini. Eitt nú vóru vørubólk- arnir matur og drekka í 1972 heili 42,1 prosent av samlaðu húsarhaldsnýtsl- uni, meðan tey í dag bara eru umleið helvtin, ella 21,3 prosent. Tað kemst av, at fólk hava so øgiliga nógv annað at brúka pengar til, sum tey eisini, gera, vísir Hans Pauli Strøm á. Bara tann bólkurin, sum skrásettur verður sum frítíð og mentan, er vaksin úr 1,9 til 11,9 prosent. Her í liggur slíkt sum frítíðarítriv, kon- sertir, matstovuvitjanir o.ta, sum fólk brúka pengar uppá. Stovnurin Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at brúkarastovnur, - nevnd, -umboð og -kæru- nevnd verða samansjóðað í eina eind, so tað verða somu fókini, sum koma at taka sær av teimum málum, sum brúkarin fer at biða brúkarastovnin taka sær av. Soleiðis fæst besti sak- kunnleikin, sum so aftur eigur at koma brúkaranum til góðar, sigur Javnaðar- flokkurin. Sett verður eitt brúkara- umboð, sum er stjóri á brúkarastovninum og sam- stundis formaður í kæru- nevndini. Allir partarnir fara at hava felags skriv- stovu, sum bæði fer at gera arbeiðið lættari og bíligari, sigur Javnaðarflokkurin í uppskotinum. Nýggi stovnurin skal rekast sum rakstrarstað á fíggjarlógini. Tað fer ikki at hava nakran serliga stóran eykakostnað við sær, sigur Hans Pauli Strøm, sum vísir á, at kostnaðarmeting er gjørd, sum vísir, at stovnurin fer at kosta 2,2 milliónir árliga. Í hesum er roknað við einum brúkaraumboði, sum er stjóri, einum fulltrúa og einum vanligum skriv- stovufólki. Samlaðu lønar- útreiðslurnar verða mettar til hálvaaðru millión, með- an restin verður roknað til keyp av vørum, tænastum, útbúnaði, leigu og øðrum. Í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt álitini um brúk- arapolitikkin og brúkara- stovnin eins og lógarupp- skotini um marknaðar- føring og brúkarakæru- nevnd, hava sitið umframt Hans Paula Strøm, Sigrid Dalsgaard og Hans Jørgen- sen. Brúkarastovnur er neyðugur Brúkarapolitikkur er forsømt øki í Føroyum. Men tað skal nú broytast, sigur Hans Pauli Strøm -2 6. septembur í 1951 varð Føroya Prent- arafelag sett á stovn. Áðrenn høvdu allir prentarar verið limir í hondverkaradeildini hjá arbeiðara- felagnum, og eftir Handverkarafelagið varð stovnað í 1950, vóru teir limir har. PRENT Ingrid Bjarnastein Sjálvan fimmti ára dagin hjá Føroya Prentarafelag var receptión á Hotel Hafnia fyri núverandi og fyrrverandi limum í fe- lagnum, og samskiftisfólk- um teirra. Føroya Prentarafelag varð fakfelag fyri setarar og trykkjarar í Føroyum, sum vanliga gingu undir heitunum prentarar. Nú teldurnar eru høvuðsam- boðini, eru heitini broytt til grafikarar og grafiskir trykkjarar; men felagið hevur framvegis navnið Føroya Prentarafelag. Prentlistin kom til Før- oya longu í 1852, men ikki fyrr enn nærum 100 ár seinni fingu teir egið felag. Fyrstu nevndarlimirnir í felagnum tá vóru Esmar A. Jacobsen, formaður, Mart- in Thomsen, kassameistari og Benny Samuelsen, skrivari. Til receptiónna helt Benny Samuelsen eina røðu um arbeiðið hjá prent- arunum á blaðsmiðjunum fyrr. Tá varð alt, sum skuldi prentast sett upp við blýggj og leysum stavum, og var tað ofta ikki fyrr enn klokkan 3-4 um náttina, at bløðini vóru klár. Nú til dags eru ógvuliga fáir prentarar, ið arbeiða við blýggi. Nú verður alt sett upp við teldum. Tað eru bert tvær prentsmiðjur í Havnini, ið framvegis ar- beiða við blýggi. Føroya Prentarafelag hevur í dag umleið 50 limir. Føroya Prentarafelag fimmti Esmar A. Jacobsen, fyrsti formaður og eldsálin í felagnum Benny Samuelsen var skrivari í fyrstu nevnd Føroya Prentarafelags C M Y K 11 10 Tórsgøta 16 Postboks 3119 FO-110 Tórshavn Tlf. +298 350 350 Fax. +298 350 360 faroesoft@faroesoft.com Í sambandi við at vit hava skift navn og eru flutt, bjóða vit viðskiftafólkum og øðrum áhugaðum til móttøku í nýggju hølum okkara í Tórsgøtu 16, fríggjadagin 28. september kl. 15.00-17.00 eru nú Farodane 09-01