fríggjadagur 28. september 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 187 - 28. september 2001
- Hóast harðskapur
millum ung als ikki
eigur at verða góð-
tikin, mugu vit ansa
eftir ikki at leypa
framav. At ungfólk
gera um seg við
oyðileggjandi atferð,
er eitt fyribrigdi, sum
stingur seg upp av og
á, og ofta í tørnum,
sigur Eyðun Joensen,
sálarfrøðingur, sum
helt fyrilestur um
happing og harðskap
fyri foreldrum miku-
kvøldið
HARÐSKAPUR
Turið Kjølbro
Ikki sørt av fjáltri er á for-
eldrum í Havn, sum eiga
tannáringar, nú fleiri álop í
seinastuni hava verið á ung.
Sakleys ungfólk eru vorðin
meinslað,
harav
onkur
rættiliga illa, av at javn-
aldrar hava gjørt seg inn á
tey við vápnum ella harð-
skapi. Størsti skúlin í land-
inum, Eysturskúlin, tekur
hetta nýggja rákið millum
ung í ramasta álvara. Evn-
ið: harðskapur og happing
millum ung, var tískil á
dagskránni mikukvøldið,
og Eyðun Joensen, sálar-
frøðingur, helt fyrilestur.
Fólk spyrja sum nátúrligt
er, hvat hetta er fyri nakað,
og um ungdómar ikki hava
annað og betri at taka seg
fyri enn at meinsla hvønn
annan. Eisini verður spurt
um garvillir ungdómsband-
ar ganga leysir, og um for-
eldur ikki longur eykkaleys
kunnu lata síni hálvvaksnu
børn út fyri dyr um kvøld-
arnar og næturnar.
- Hóast hesin atburður als
ikki eigur at verða góðtikin,
mugu vit ansa eftir ikki at
leypa framav. At ungfólk
gera um seg og tíverri við
oyðileggjandi og skaðandi
atferð, er eitt fyribrigdi,
sum stingur seg upp av og
á. Ofta í tørnum og ofta
lokalt frá einum øki í
landinum til annað, men
hvørja ferð uttan at vit sum
vitni ella áskoðarar hava
hildið okkum sæð nakra
djúpari meining í. Stríð og
bardagi eru ikki nýtt fyri-
brigdi millum børn og ung,
sum vilja royna kreftir og
fylkjast í felagskapi og
kenna bólkatilknýti á slík-
um menningarstigum. Børn
í býlingum finnan saman at
beistast og kríggjast við
børn úr øðrum býlingum.
Tað hevur ikki skortað at
finna uppá snildir at vinna
hvørjum øðrum neisir til
tess at styrkja og verja um
egið bólkatilknýti, sum er
so týdningarmikið í slíkum
árum, sigur Eyðun Joensen.
Men hetta er alt í spølni
og innan rímiligt mark.
- Tað verður av røttum
tikið til, at børn og ung
hava tað fyri at leika og
reika á so nógvum pallum,
hava nógvar ymiskar leik-
lutir og gott tað sama, tá tað
hoyrir árunum natúrliga til
og ivaleyst er liður í menn-
ingini hjá teimum. Men
herfrá og so til tað meiri
óhugnaliga og ræðandi, at
einstaklingar og ungfólk í
felag finna saman at gera
grov herverk ella gera seg
inn á einstakar javnaldrar er
eitt langt lop, sigur Eyðun
Joensen.
Felagsnevnarin
Tað er ringt at finna ein
felagsnevnara fyri, hvat tað
er, sum fær summar ung-
dómar til einsæris ella sam-
an í bólki at fara yvirum alt
rímiligt mark at gera um
seg, at happa og í meira
ólukkumát at gera seg inn á
sakleys ungfólk.
- Vit mugu tí hyggja
nærri at kjarnuni í málinum
og spyrja, hvat happingar-
og harðskapsatferð í grund-
ini er fyri nakað. Hvørji
fyribrigdi í persóninum
gera seg galdandi. Og hetta
er ikki einfalt at svara, sigur
Eyðun Joensen.
- Vit kunnu øll hvør í
sínum lagi steðga á eina
løtu og rannsaka okkum
sjálvi og spyrja, hvat vit í
okkara føri kenna sum
lívssælu her og nú. Svarini
eru ivaleyst mong, men
man ikki ein av teimum
heilt fáu og tó grundleggj-
andi
felagsnevnarunum
vera ein rímilig og støðug
javnvág millum tørv og
nøktan. At alt kennist sum
ein
samanhangur,
sum
skapar meining og ger tað
møguligt hóast alt at hava
eina kós og stavnhald og
varðveita ein persónligan
samleika. Hetta krevur
stundir og royndir hjá ung-
fólki at ogna sær. Tey
ferðast og reika í síni skift-
istíð millum barna- og
vaksnamannaár, á nógvum
ymiskum, neyðugum pall-
um at royna seg. Tað gevur
neyðugar lívsroyndir, tó
ofta við løstum í viðbót.
Tað brýtir javnan á hjá
teimum í bæði borð, til tey
umsíður einaferð fyrr ella
seinni eru komin í slættari
sjógv, sigur Eyðun Joensen.
Tað er á hesi torføru
menningarleið í uppvakst-
rarárum,
at
ungfólk,
leikandi og leitandi, at
summi av teimum koma
tvørt fyri. Og í einstøkum
førum koma at gera øðrum
ónáðir, tí at persónleikin
enn ikki er fullbúgvin.
- Nøkur fara út um alt
mark, tí tey í sínum ótrygg-
leika, óvissuni og persón-
leikans ójavnað, standa so
veik yvir fyri egnum im-
pulsum at tálma egið
vónsvik, strongd og øði.
Tey søkja sær styrk og stiril
í bólkahøpi, sum kanska
kennir sínámillum saman-
hald og megi í at standa
saman um at gera seg inn á
onnur fyri sjálvi at standa
sterkari og sleppa undan at
gerast offtur fyri ágangi,
sigur Eyðun Joensen.
Og hetta er júst kjarnin í
happingarfyribrigdinum.
Hetta at happarin í síni
egnu strongd, vónsviki og
egnum ótta fyri ágangi,
hevur brúk fyri einum
happingaroffri at avreagera
uppá.
- Happing og harðskapur
er eitt tekin um ómegd og
persónliga neyð. Happing
er at fata sum ein syste-
matisk, skipað og áhald-
andi ágangur, har offrið til
dømis verður sligið, spýtt,
steinað og so framvegis.
Sálarliga happingin kann
vera, at offrið verður
niðrað, útihýst, argað og
spáttað. Tey, sum happa,
hava ofta sjálvi trupulleik-
ar, tilvitaðar sum ótilvit-
aðar. Eru ofta innast inni
strongd, kunna kenna seg
forsømd og forfjórnað. Og
verður happingin framd í
bólki kann hon í sjálvum
sær kennast sum eitt hent
amboð til at varðveita sítt
tiltrongda
bólkatilknýti,
sigur Eyðun Joensen.
Ávirkan
Eyðun Joensen hevur verið
virkin í filmseftirlitinum í
20 ár og hevur í tí sambandi
tikið lut á nógvum ráð-
stevnum um spurningin,
sum ofta verður reistur,
nevniliga um harðskaps-
filmir elva til harðskap.
- Hóast nógva gransking
og umrøðu, verður ikki
mett, at harðskapsfilmir
elva til harðskap. Sjálvsagt
er tað ein spurningur um,
hvør ið sær og upplivir
ræðslumyndirnar,
sum
kunnu vera. Tað er ymiskt
sum bendir á, at hjá við-
kvomum ungfólki kunnu
harðskapsupplivingar gera
ein eyka tilelving til at
forloysa strongdina við
egnum harðskapi. Sam-
stundis vísa nýggjar kann-
ingar, at nógvar harð-
skapsupplivingar
kunnu
lækka tolsemisgáttina hjá
okkum fyri harðskapi. Tað
vil siga, at vit fáa meiri
lyndi til at góðtaka órími-
ligan harðskap. Og hetta er
rættiliga álvarsamt eftir
mínum tykki.
Skúlin
Fólkaskúlin
eigur
ein
stóran leiklut í at fyribyrgja
happing og harðskap mill-
um ung, heldur sálarfrøð-
ingurin.
- Hetta at børnini hóast
ymiskar gávur og førleika,
politiskan,
sosialan
og
átrúnaðarligna
uppruna,
uppliva ein felagsskap og
eitt felags umhvørvi í
tíggju ár, lærir tey at virða
og verða góð við hvønn
annan. Tað forðar fyri
happing,
harðskapi
og
øðrum ágangi millum ung.
- Míni bestu ráð eru, at
vit eru góð við fólkaskúlan
sum við tíðini hevur fingið
litið upp í hendi so ómeta-
liga stóran part av upp-
alingini av okkara børnum.
Vit eiga at sýna skúlanum
uppiborið samhaldsfesti og
standa saman um skúlan
sum okkara og samfelag-
sins fremsta amboð til at
ala upp komandi ættarlið.
Tí júst tað er skúlin, sigur
Eyðun Joensen.
Harðskapur tekin um ómegd
og persónliga neyð
- Hetta at børnini hóast
ymiskar gávur og førleika,
uppliva ein felagsskap í
skúlanum, lærir tey at virða
og verða góð við hvønn
annan. Tað forðar fyri
happing, harðskapi og øðrum
ágangi millum ung, sigur
Eyðun Joensen,
sálarfrøðingur
Frá fríggjadegi 28. september til hósdagin 4. oktober
Gesturin 3
Mánakvøldið kl. 20.25
James Bond:
For your eyes only
When a man loves a woman
Sámal Ravnsfjall. Tann blueskendi vísusangurin er fram um nakað annað hansara vørumerki. Við sínu
sermerktu rødd hevur Sámal Ravnsfjall síðani sjeytiárini verið ímyndin av einum føroyskum rocktroubaduri.
Sámal er gestur í sendingini Spæli-vinir og fer hann saman við orkestrinum at framføra nýggjar útgávur av
kendum klassikarum. Vit fara eisini at hoyra meira um hansara tónleikalív, eins og vit skulu síggja gomul
sjónvarpsklipp við Sámali. Í húsorkestrinum eru frægir menn: Kim Hansen, Rógvi á Rógvu, Herluf Lutzen og
Edvard Nyholm Debess.
Vertur er Edvard Nyholm Debess.
Spælivinir 2 (4)
Leygarkvøldið kl. 20.00
Det bli’r ikke bedre
Sunnukvøldið kl. 20.00
Mikukvøldið kl. 20.00
Tað eru stórar broytingar á veg. Bæði á Lima og Simbang hava luttakararnir valt eitt umboð, sum eftir øllum
at døma skal taka ein sera torføra avgerð. Hereftir vera liðini ongantíð aftur tey somu.
"Robinsondysten", sum avgerð hvat lið skal stemma ein út, verður bókstaviligt ein tættur dystur, og ein
"tallisman" skiftir ógvuliga yvirraskandi eigara áðrenn "ø-rådet".
Robinson Ekspeditionen 2001
Mánakvøldið kl. 19.00
Mánakvøldið kl. 20.40
C
M
Y
K
13
12