Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 50 - 12. mars 2009 Øll at røra seg Í andanum á rørsluárinum, sum varð skot ið í gongd í gjár, so vóru øll í Norður­ landahúsinum sett at gera fimleik RøRsluáR Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Stór sum smá vóru umleið klokkan 14 í gjár sett at gera fimleik. Tvær damur, ein ergoterapeutur og ein fysio­ tera peutur settu, hvønn tann einasta í Norður landahús­ inum at gera fimleik. Hóast trongt í salinum millum setrini, so vóru øll við, og øll flentu óført at hesum øðrvísi tiltaki til ein almenn­ an fund. Tað einasta, ið kanska kundi órógva, var, at sitipláss­ ini hjá áskoðarunum, ið eru í eini ávísari hædd, fóru at danda nakað nógv, tá øll fólkini í takt stóðu og veipaði og sving aðu í takt við tónleikin úr hátalarunum. Fyri hetta hevði løgmaður sett rørsluárið, sum byrjaði í gjár. Eisini greiddu fleiri landsstýrisfólk frá sínum ætlan um í rørsluárinum. Somuleiðis hevði Magni Mohr, ph.D. í human fysio­ logi, greitt frá, hvussu vit á ymiskan hátt kunnu vinna á lívstýlssjúkum á ein stuttligan hátt. Og Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, greiddi eisini frá, hvussu føroyingar hava broytt rørslumynstur seinastu árini. Eftir fimleikin greiddu Ilikka Vuori, professari, úr Finnlandi og Bengt Sevelius, heiðursforseti í ENGSO, úr Svøríki frá teirra sjónarmiðum um heilsufremjandi átøk. Seinast á skránni vóru konkret heilsu­ fremjandi átøk í Føroyum Taka vit boðskapin hjá Bengt Sevelius, fyrrverandi aðalskrivara í svenska ítróttarsambandinum, so eru Føroyar á rættari leið at fáa fólk at røra seg, tí sambært honum eru smáir vallir og lokal ítróttarfeløg vegurin fram RøRsluáR Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo – Tað skal vera stuttligt at røra seg, tí annars gera vit tað ikki leingi, sigur Bengt Sevelius, sum hevur arbeitt við ítrótt bæði í Svøríki og í Evropa seinastu árini. Tí heldur hann, at Føroyar eru á rættari kós, tí tað er í lokalum ítróttarfeløgum, at tað er stuttligt at íðka. Lokal ítróttarfeløg er mest vanlig í norðurvestur Evropa, og longri eystur tú kemur, meiri óvanlig verða tey. Sambært Bengt Sevel­ ius er orsøkin, at eystanfyri var ítróttur nakað, ið stat­ urin skipaði fyri, líka til múrurin fall, og tí hava londini ikki royndir av sjálv bodnum virksemi. Sport Hóast lokalu ítróttarfeløgini hava nógvar møguleikar, so hevur Bengt Sevelius lært, at orðið, sport, kann oyði­ leggja heilt fitt, tá fólka­ heilsa skal seljast. Hetta upp livdi hann serliga innan ES, tá fólk fingu stóra and­ stygd fyri orðinum, so skjótt sum tað varð nevnt. – Eg fekk at vita, at sport er nakað fyri elitu ítróttar­ fólk, og at tað ikki var tað, sum var í áhuganum hjá fe lagsskapinum. So hugs­ aðu vit um at kalla tað rørslu, og tá vóru fólk beinan vegin við uppá tað, staðfestir Bengt Sevelius. Sjálvboðin Sambært Bengt Sevelius er tað sera týdningarmikið, at sjálvboðin eru við, tá talan er um rørslu, sum er heilsu­ fremjandi, tí tað er ein kostnaðarlítil og sera effek­ tivur háttur at fáa nógv í gongd. – Tey lokalu feløgini kunnu gera so øgiliga nógv. Øll mugu sjálvandi gera sítt, bæði land, kommunur og øll hini mugu gera sítt besta hvønn dag, um tað skal muna, men tað eru tey sjálvbodnu, sum kunnu fáa tingini at henda. Tað eru tey, sum eru úti hjá fólkin­ um, og eru tey ikki við, so kann tað gera tað sama, hvat ymisku ráðharrarnir siga, sigur fyrrverandi aðal­ skrivarin í svenska ítróttar­ sambandinum. Útbúgving Men er eitt økið, har vit í Norðurlondum ikki klára okkum so væl, sum vit burdu, so er tað við at út ­ búgva tey sjálvbodnu. – Vit mugu geva teimum ungu ábyrgd, lova kvinn un­ um framat og lata tey gomlu koma innaftur í feløgini, tí tey duga eisini nógv, sigur Bengt Sevelius. Hann legg­ ur afturat, at ein annar vansi kann vera, at vit alt ov tíð­ liga spesialisera okkara børn í eini ávísari ítrótt. – Børnini mugu sleppa at royna ymiskar ítróttir, so tey fáa onkur góð upplivilsir av tí. Hóast fótbóltur og íshokey eru størstu ítrótta­ greinirnar í Svøríki, so merk ir tað ikki, at øll børn skulu íðka júst hesar ítrótt­ ar greinar, staðfestir hann, og greiðir víðari frá, at vit hava heilt nógvar møgu­ leikar at fáa menn og kvinn­ ur at íðka saman. – Flogbóltur er ein ítrótt­ argrein, sum øll verulig kunnu íðka. Kvinnur og menn kunnu uttan trupul­ leik ar íðka saman, sigur Bengt Sevelius. Stutt at fara – Amerikanskar kanningar vísa nakað, ið veruliga kløkk aði meg. Tað vísir seg, at tað ikki eru eldsálir sum fáa fólk at íðka. Tað er heldur ein spurningur, hvussu langt tað er at fara til ymisku fasilitetirnar, greiðir hann frá, og leggur afturat, at hetta veruliga broytti hansara hátt at síggja uppá fólkaheilsu. Somuleiðis greiðir hann frá, at lokal ítróttarfeløg Føroyar á rættari leið Bæði Helena Dam á Nestabø, landsstýriskvinna, og Annika Olsen, landsstýriskvinna, hava konkretar ætlanir á sínum økjum. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, er altíð glaður fyri at røra seg Bengt Sevelius, heiðursforseti í ENGSO greiðir frá, hvussu tann einstaki kann gera mun Mynd: Álvur Haraldsen Serliga ítróttarfólk, men eisini nógv onnur vóru í Norðurlandahúsinum í gjár Mynd: Álvur Haraldsen Ali og Aziz dømdir Tariq Aziz (myndin) sum var varaforsætisráðharri og eitt skifti eisini uttanríkisráðharri í stýrinum hjá Saddam Hussein, varð í gjár dømdur 15 ára fongsul fyri dráp og brotsverk ímóti mannaættini. Somu revsing fekk fyrrverandi generalurin Hassan al­Majed, sum mer betur kendur sum Kemiski Ali. Teir báðir vórðu funnir sekir í sambandi við, at 42 handilsmenn blivu tiknir av døgum í Bagdad í 1992. Hetta var beint aftan á Flógvakríggið, og handilsmenninir blivu lagdir undir at hava sett prísin á týðandi vørum nógv upp, hóast tað vóru myndugleikarnir, sum skuldu áseta prísirnar. Fransmenn aftur virknir í NATO Alt bendir á, at Frakland er á veg aftur upp í NATO sum fullvirkandi limur. Tað hevur landið ikki verið í umleið 40 ár, síðani Charles de Gaulle tók tað burtur úr samgonguni, tí limaskapurin eftir hansara tykki hótti franska fullveldið. Nicolas Sarkozy, forseti, hevur ikki dult fyri, at hann vil hava Frakland sum fullvirkandi lim í NATO, og roknað verður við, at hann fer at boða frá teirri endaligu avgerðini í næstum. Men forsetin møtir mótstøðu. Fleiri politikarar eru ímóti fullum limaskapi í NATO, og meiningakanningar hava eisini víst, at nógvir fransmenn hava somu hugsan, sigur BBC.