Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 50 - 12. mars 2009 Iikka Vuori, pro­ fessari, ph.D., lækni og serfrøðingur í altjóða felagsskapum, úr Finnlandi er sann­ førdur um, at óansæð, hví vit íðka, so er tað gott fyri heilsuna. – Heilsa er ein góð íløga, sigur hann RøRsluáR Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í Finnlandi hava tey síðan 1979 lógarfest ítrótt og heilsufremjandi tiltøk. Tað var fyrsta landið í heims­ søg uni, at nakar hevur lógar fest fólkaheilsu. Síðan eru dagføringar gjørdar ofta, serliga við at víðka um tað heilsufremjandi átøk í mun til úrvalsítróttin. Síðan 2002 hava ymisku ráðini eisini verið áløgd at skipa fyri heilsufremjandi átøkum. So sigast kann, at finnar hava gjørt nógvar íløgur í rørslu. Landið hevur seinastu árini eisini raðfest øðrvísi, á tann hátt, at stór stadion ikki longur verða bygd, men heldur vera smáir vallir og breytir bygdar, so øll fáa atgongd til ítróttartilboð. Minni afturgongd Sambært finska profess ar­ anum hava miðvísu roynd­ irnar í ein ávísan mun borið frukt. – Vit síggja, at fólk eru farin at røra seg minni og minni í heiminum, men í Finnlandi er afturgongdin minni enn aðrastaðni, sigur Iikka Vuori. Hann greiðir víðari frá, at tað framvegis er ein triðingur, ið als onki ger, og at tað eru hesi, ið skulu fáast í gongd. Hann greiðir somuleiðis frá, at tað eru 20 prosent av finn­ um, ið íðka nóg mikið, og at tað eru kvinnurnar, ið eru raskari. Á sama hátt sum sviar, hava finnar góðar royndir við at fara frá navninum ítrótt, og yvir til navnið rørslu, tí hetta fær fólk at skilja, at tað ikki merkir at renna maraton fimm ferðir um vikuna. Fýra súlur – Tá tú skalt selja rørslu til fólk, so mást tú syrgja fyri, at fólk fáa allar fýra súlurnar í ítrótt. Tey skulu hava møgu leika, evnir, vilja og stuðul. – Tað, sum staturin kann syrgja fyri, er at skapa fólki møguleika við fasilitetum. Og eisini við at stuðla ella at eggja fólki at íðka. Restin er næstan upp til fólk sjálvi, greið ir professarin frá. Í hes­ um sambandi, greiðir hann frá, at tað altíð mugu vera langtíðarætlanir frá stat in­ um, so at røttu møgu leik ar­ nir eru og rætta upp lýsingi n. Money talks Iikka Vuori hevur eisini upp livað, hvussu týdningar­ mikil kanalisering av pen­ ingin er, tá talan er um fólka heilsu. – Seinastu árini hava vit gjørt heilt nógv, fyri at fara burtur frá úrvalsítróttini og yvir til tað meira fólksliga, og hetta hevur beinanvegin havt við sær, at fleiri fólk eru farin at íðka, so vit kunnu uttan at himprast siga, at peningur tosar, stað­ festir finski professarin. Rørsla á resept Eitt annað, ið rættiliga nógv verður gjørt í Finnlandi, er, at geva fólki rørslu á resept. Heldur enn at geva fólki heilivág, tá tey hava onkra vælferðarsjúku, so gevur læknin heldur ein resept uppá, hvussu nógv sjúkling­ urin skal røra seg fyri at gerast frískur. – Tá er týdningarmikið, at fólkið fylgir reseptini, og ikki ger alt ov nógv av, greiðir hann frá. Umskipa ítrótt Finnland hevur eisini gjørt rættiliga nógv við at rað­ festa barnaítrótt eitt sindur øðrvísi. – Vit lata beinleiðis stuðul til ítrótt, har børnini skulu hava tað stuttligt uttan at kapp ast, og hetta sær út til at hava borið frukt, og fólk eru eisini glað fyri tað, sigur hann, og leggur aftur­ at, at hetta er nakað øll kunnu læra av. Óneyv úrslit og fígging Hóast Finnland er undan­ gonguland á nógvan hátt, so er eisini har torført at kann úrslitini av fólkaheilsu­ átøkum, men landið hevur við fleiri kanningum fingið greiðu á, at heilsuliga aftur­ gongdin er minni enn í flestu øðrum londum. Iikka Vuori greiðir somu­ leiðis frá fíggingini av heilsu átøkunum. – Tað allarmesta verður fíggjað við veddingar pen­ ingi, so um tit megna at skipa fyri eini veddingar fyri tøku, so kann tað hjálpa heilt væl, sigur hann og flennir. Tað ber til at selja rørslu gott kunnu skipa fyri súkklu túrum, gongutúrum og so framvegis, uttan at tað akkurát skal vera fyri at betra um besta liðið hjá felagnum. Skúlin má við Eitt annað øki, har sviar hava sett inn, er at fáa skúl­ arnar og ítróttarfeløgini at hjálpast. – Vit mugu hava samstarv millum skúlar og ítróttar­ feløg, tí skúlin røkkur øllum børnum í landinum, stað festir hann. Bengt Sevelius held ur somuleiðis, at tað týdn ingarmesta er gleði, og at vit altíð mugu minnast til, at eitt lítil børn ikki eru elituíróttarfólk, tí fáa vit tey at hanga longri við. Tekur tíð Hóast Svøríki í langa tíð hevur arbeitt fyri at betra um fólkaheilsuna, so gong­ ur tað, sambært Bengt Sevel ius altíð, seinni, enn vit vóna. – Men hjá tykkum eru for holdini smá, og tí koma tit hvørjum øðrum meira við. Somuleiðis er tað ordi­ liga stuttligt at síggja, hvussu nógv tit leggja fyri, sigur Bengt Sevelius, sum er fyrrverandi aðalskrivari í svenska ítróttarsamband­ inum og heiðursforseti í European Non Govermental Sport Organization. Nýggjar vegir og etiætlanir Landsstýrisfólkini sýnast at hava stóran áhuga fyri rørsluárinum, og summi landsstýrisfólk hava konkret hugskot, um hvat kann gerast á sínum øki. – Vit hava góðar møguleikar at gera vegakervið meira heilsuvinarligt við at gera fleiri súkklu­ breytir fram við vegunum, sigur Annika Olsen, innlendismálaráðharri. – Vit kunnu gera etiætlanir í skúlunum, og vaksa um rørsluna í skúlanum, sigur Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri. – Eg kann sjálvandi stuðla fólki at gera heilsu­ átøk, men eg haldi ikki, at vit í hesum tíðum skulu gera íløgur í heilsu stovur á almennum arbeiðsplássum, tí vit hava privat, ið bjóða heilsu fram, og tí er tað skeivt at taka virk semi frá teimum, sigur Jóhan Dahl, vinnumála ráðharri. Iikka Vuori, professari, er sannførdur um, at kanalisering av peningi kann gera stóran mun Mynd: Álvur Haraldsen Avstralia hjálpir Zimbabwe Avstralska stjórnin kunngjørdi í gjár, at hon hevur samtykt at veita Zimbabwe fíggjarligan stuðul. Avstralia er sostatt tað fyrsta av Vestur­ londunum, sum veitir Zimbabwe stuðul, síðani Robert Mugabe, forseti (myndin), og andstøðan samdust um at býta valdið sínamillum, og ein savningarstjórn bleiv skipað í síðsta mánað. Avstralski uttan ríkisráð­ harrin, Stephen Smith, sigur, at Avstralia fer at lata Zimbabwe 6,4 milliónir amerikanskar dollarar, sum skulu brúkast til at bøta um vatnveitingina og heilsuverkið. Leyp í Niagara-fossin Seinnapartin í gjár fekk kanadiska løgreglan boð um, at ein maður var farin upp um girðingina við Niagara Falls, og at hann var lopin út í tann 56 metrar høga fossin, sum er á markinum millum Kanada og USA. Maðurin bleiv fingin upp á land niðasn fyri fossin og fluttur á sjúkrahús, og haðani bleiv sagt, at hannm var ikki í lívsvanda. Amerikanarin, sum er í 30´árunum, leyp út av tí fossinum, sum eitur Horseshoe Falls, ið saman við American Falls hava felagsnavnið Niagara Falls. Fyri seks árum síðani royndi ein amerikanari at taka lívið av sær við at leypa út av Niagara Falls, men hann doyði ikki.