mikudagur 3. oktober 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 190 - 3. oktober 2001
Nr. 190 - 3. oktober 2001
11
Tey fáu vinna í Lotto!
Rigmor Dam
Pengar hava ein stóran leik-
lut í tilveruni, óansæð um
vit duga við teimum ella
ikki. Summi eru savnarar –
onnur spjaðarar! Ongin
verður eydnuríkur av peng-
um, men teir eru ikki so
galnir at eiga! Ja, nógv
verður sagt um pengar.
Ger tær eina
fíggjarætlan
At hava innlit í egin pen-
ingaviðurskifti gevur trygg-
leika í gerandisdegnum,
umframt tíð og yvirskot til
at njóta ókeypis løturnar í
lívinum.
Inntøkan hjá flestu okk-
ara er ein føst upphædd á
kontoini, og í dag verða
nógvar fastar útreiðslur
rindaðar beinleiðis ígjøgn-
um peningastovnar. Lønar-
inntøkan er sum oftast ein
støðug upphædd, meðan út-
reiðslurnar kunnu vera
skiftandi, soleiðis at onkrar
falla til gjaldingar mánað-
arliga, aðrar hvønn árs-
fjóðring og uppaftur aðrar
hálvárliga. Tí er tað upplagt
at fáa sær eina fíggjar-
/heildarkonto í peninga-
stovninum, sum leggur all-
ar útreiðslurnar í árinum
saman, og síðani lutar tær
sundir yvir 12 mánaðar.
Peningastovnurin
rindar
føstu útreiðslurnar autom-
atiskt til tíðina, og tú hevur
altíð somu upphædd eftir at
liva fyri.
Eisini er áhugavert at
rokna út, hvat peningurin
verður nýttur til. Um tú
leggur tøl saman, er nógv
lættari at raðfesta útreiðsl-
urnar. Velur tú kanska at
keypa: 5 posar av góðgæti á
10,- kr. og 3 stórar sodavatn
á 15,- kr. um vikuna, gevur
tað samanlagt 4.940,- kr.
árliga.
Tað er ein hálv nettoløn
hjá nógvum!
Undirskriftin er
bindandi
Verð greið yvir hvønn
týdning, ein undirskrift
kann hava. Skrivað ikki
undir nakað, um tú ivast.
Undirskriftin er bindandi.
Tá hon er á pappírinum,
kann hon fáa kostnaðar-
miklar avleiðingar. Gev tær
góða tíð til at lesa øll skjøl
gjølla, og bið um holla ráð-
geving, um tú ivast í nøkr-
um.
Rinda til tíðina
Tað kann gerast kostnaðar-
mikið at útseta eina rokn-
ing, tí tá koma áminningar-
gjøld og rentur omaná. Og
at útseta ger bara fíggjar-
støðuna uppaftur fløkjas-
ligari, og tað gerst torførari
at koma uppá turt aftur.
Pengar eru ikki alráð-
andi, men ein sunn fíggjar-
støða gevur størri rásarúm,
og sostatt størri frælsi at
velja til og frá.
Fyrr var vanligt at kvinn-
an tók sær av húsarhaldin-
um, meðan maðurin stýrdi
privatu pengaviðurskiftin-
um. Men sera nógvar
kvinnur eru vaknaðar til
kaldan dreym, tá tær av ein-
ari ella aðrari orsøk standa
einsamallar við bankabók-
ini. Tí er sera ráðiligt, at
hjúnini samstarva og práta
um pengaviðurskifti.
Ovurnýtsla vindur
skjótt uppá seg
Tað er sera skjótt at verða
freistaður til ovurnýtslu.
Ferðir
20.000,- kr.
Tubbakk
10.000 - kr.
Veitslur
10.000 - kr.
Mótarák
10.000 - kr.
So skjótt kann privatu
nýtslan
økjast
einar
50.000,- kr. árliga. Men um
ráðini ikki eru til ovurnýtsl-
una, var tað kanska betur
ógjørt. Ókeypis gleðir geva
frið í sinnið og ovurnýtslan
vindur skjótt uppá seg.
Fíggjarætlan frá
Brúkarastýrinum
»Fíggjarætlan fyri familj-
una« frá danska Brúkara-
stýrinum er eitt hent amboð
til størri innlit í privatu
fíggjarstøðuna. Í fíggjarætl-
anina eru ásettar upphæddir
til eitt hóskiligt livistøði, tá
umræður útreiðslur til mat,
klæði, persónliga røkt og
aðrar gerandisvørur. Har-
umframt eru eisini ásetar
upphæddir til rárari inn-
keyp, so sum til innbúgv,
kuldaskáp, vaskimaskinu
o.s.v.
Familjufíggjarætlanin er
soleiðis hátta, at allar fam-
iljur kunnu gera sær eina
figgjarætlan, tí nýtslan er
laga til kyn, aldur og stødd-
ina á húsarhaldinum.
Sjálvsagt eru ikki øll
samd um, hvat eitt hóskiligt
livistøði er, men familju-
fíggjarætlanin frá Brúkara-
stýrinum kann vera eitt gott
amboð at taka útgangsstøði
í.
Familjufíggjarætlanin frá
Brúkarastýrinum
kann
bíleggjast hjá Forbruger-
styrelsen på tlf. (+ 0045) 32
96 07 11.
At gera eina fíggjarætlan
er ikki líkatil, men innlit
gevur tryggleika. Og um
pengarnir tykjast at hvørva
út í bláan heim, so er ráð-
legging ein góð loysn.
Íblástur: Føðslu- og húsar-
haldsøkonoma Judith Lyng-
gaard frá danska brúkara-
stýrinum
Nr. 190 • mikudagur • 3. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Fá skil á pengunum
Dýrastu
maskinurnar
bryggja ikki besta kaffi,
vísir ein kanning í Råd og
Resultater
Samanhangur er ikki
altíð millum prís og dygd.
Hetta er enn einaferð
prógvað í einari kanning,
sum danska Brúkarastýrið
hevur gjørt. Ein kaffimask-
ina nýtist ikki at kosta ein
harragarð, fyri at hon skal
vera góð. Kannaðar eru 28
ymiskar maskinur, og fleiri
teirra eru bæði góðar og
bíligar.
Melitta Aroma Excellent,
sum fær flest stig í kann-
ingini, kostar umleið 500,-
kr. Og fyri minni enn 200,-
kr. fæst Braun Aromamas-
ter, sum eisini fær góð um-
mæli.
Tær
tríggjar
dýrastu
maskinurnar í kanningini
fáa einans miðal ummæli,
hóast tær kosta einar 1000,-
kr.
Krøvini til eina góða
kaffimaskinu
Ein kaffimaskina skal fyrst
og fremst bryggja ein góð-
an kaffimunn. Tí er tað av
alstórum týdningi, at vatnið
hevur rætta hitan, tá tað
kemur í samband við kaffi-
bønurnar. Einar 92-96° er
passaligur hiti. Sambært
kanningini eru tað einans
tríggjar maskinur, sum lúka
hesi krøv, nevniliga tvær
Melitta-maskinur og so
Philips Café Gourmet. Í
øllum hinum maskinunum
er vatnið annaðhvørt ov
heitt ella ov kalt.
Hetta hevur stóran týdn-
ing fyri smakkin. Er vatnið
ov kalt, koma øll smakki-
evnini ikki til sín rætt, og er
vatnið ov heitt, verða beisk
smakkievni vunnin burtur-
úr bønunum.
Kanningin vísir eisini
hvussu haldgóðar maskin-
urnar eru, um tær halda
kaffið heitt eftir at tað er
bryggjað, um tær eru lættar
at handfara og hvussu
nógva orku tær nýta.
Kelda: Forbrugerstyrelsen
Gott kaffi frá bíligum
maskinum
Sápubløðrur
Ordiligar sápubløðrur verða gjørdar soleiðis, sambært
Eksperimentarium í Keypmannahavn:
1 l. av køldum vatni, 1/2 dl. Yes Ultra og 1 spsk. glyce-
rin (fæst á apotekinum og Matas).
Góða eydnu!
Hvussu fái eg stearin av einum bláum dúki?
Fyrst leggur tú dúkin í frystaran, soleiðis at tú kanst bróta
blettin og skava sum mest av. Um dúkurin tolir at verða
vaskaður í 60fl, so er hetta ivaleyst nógmikið, til at alt fer
av.
Um dúkurin einans tolir 40fl, skalt tú gníggja blettin við
uppvaskisápu, lata hann liggja í einar 4-6 tímar og síðani
vaska sum vanligt.
Um skjóldur enn er á – royn so við eitt sindur av
húsarhaldsspritti – sjálvsagt fyrst á einum ósjónligum
stað!
Sandoyingar hava nú
ein einastandandi
møguleika at kann
sína heilsu
HJARTAFELAGIÐ Í
SANDOYNNI
Jan Müller
Hjartafelagið skipar hós-
dagin og fríggjadagin fyri
tiltøkum í Sandoynni. Tað
er árliga kanningin hjá
felagnum, sum hesaferð er
í oynni. Hóskvøldið
klokkan
19
verður
fyrilestur í bygdarhúsinum
á
Sandi,
har
Heðin
Thomsen,
yvirlækni,
heldur
fyrilestur
um
hjartasjúkur, viðgerð av
hjartasjúkum
og
um
úrslitini av kanningunum,
sum Hjartafelagið hevur
gjørt
aðrastaðni
í
Føroyum. Eftir tað fer
kostráðgevin,
Mariann
Patursson at tosa um
heilsugóðan kost. Høvið
verður at seta spurningar.
Fríggjadagin frá klokk-
an 10 til 17.30 verður
»opið
hús«
í
bygd-
arhúsinum á Sandi. Har
fáa fólk høvi til at máta sítt
kolesterol,
blóðtrýst,
blóðsukur, hædd og vekt.
Tá verður eisini høvi at fáa
gjøllari
kunning
um
fyribyrgjan og viðgerð av
hjartasjúku m.a. um kost
og íðkan av kroppinum.
Talan er um eitt aftur-
vendandi tiltak hjá Hjarta-
felagnum. Felagið sigur
seg hava eitt hjartamál: at
gera sítt til at minka
títtleikan av hjartasjúku og
blóðrenslusjúku
í
Føroyum, og tað verður
m.a. gjørt við at upplýsa
og
leiðbeina
um
hjartasjúkur og eggja fólki
til at fyribyrgja hesar við
at tey sjálvi taka seg um
reiggj og fáa ein sunnari
livihátt. Formaður í fel-
agnum er Sólvá Dam og
vónar hon, at sandoyingar
fara at møta væl upp til
tittøkini hjá felagnum.
Mong eru ivaleyst tey, sum
ganga við ov høgum
blóðtrýsti ella ov nógvum
kolesteroli fyri ikki at tosa
um ov nógvum sukuri í
blóðinum – uttan at vita av
tí sjálvi. Ein skjót og løtt
kanning kann staðfesta um
so
er
-
og
tað
týdningarmesta: hon kann
bøta um skaðan tvs. at fólk
við at broyta livihátt
kunnu gerast frísk og
harvið
forða
fyri
álvarsligum sjúkum. Tað
kann gera lívið betri og
longri. Hetta krevur tó, at
fólk vilja seta tíð av til
hetta. So eini góð ráð til
allar sandingar: farið í
bygdarhúsið hóskvøldið
og fríggjadagin.
Gott og sunt tiltak á Sandi
Sólvá Dam, forkvinna í Hjartafelagnum, vónar, at sandoying-
ar fara at koma í bygdarhúsið hóskvøldið og fríggjadagin.
Mynd Jan
– At peningastovnar
fara eftir bíðilistan-
um til grundstykki er
at ganga fólki ov nær,
heldur stjórin í
Norðoya Sparikassa
KAPPING UM
VIÐSKIFTAFÓLK
Áki Bertholdsen
– Vit mugu vera ógvuiliga
varin, so at vit ikki at ganga
fólki ov nær. Og at pen-
ingastovnar brúka bíðilist-
an eftir grundstykkjum í
royndini eftir at útvega sær
viðskiftafólk, er at ganga
fólki ov nær.
Eyðfinn Reyðberg, stjóri
í Norðoya Sparikassi held-
ur ikki, at seinasta átakið
hjá teimum báðum stóru
peningastovnunum, Føroya
Banka og Føroya Spari-
kassa er sømilig framferð
hjá einum peningastovni.
Tað, hann sipar til, er, at í
grein í Sosialinum í farnu
viku varð greitt frá, at teir
báðir stóru peningastovn-
arnir høvdu fingið bíðilist-
an við nøvnunum á teim-
um, sum hava søkt um
grundstykki í Havn.
Við lógini um alment
innlit í hondini høvdu teir
biðið um listan frá Tórs-
havnar Býráð og síðani
hava fleiri av teimum, sum
hava søkt um grundstykki í
Havn, fingið bræv frá pen-
ingastovnunum við tilboði
um fígging.
Ganga fólki ov nær
Í Klaksvík er støðan ikki
ólík teirri í Havn. Eisini í
Klaksvík
er
hampiliga
langur bíðilisti eftir grund-
stykkjum og í næstum
verða nøkur og tjúgu stykki
boðin út.
Tí er tað ikki óhugsandi
at næsta stigið hjá peninga-
stovnunum verður at fáa
fatur bíðilistanum í Klaks-
vík, nú teir hava lagt á tann
bógvin í høvuðsstaðnum.
Vit hava spurt ein annan
peningastovn,
Norðoya
Sparikassa, um vit nú eisini
kunnu vænta, at hann eisini
fer at biðja um bíðilistan
eftir grundstykkjum frá
Klaksvíkar Býráð.
Men tað fer Norðoya
Sparikassi ikki at gera.
– Eg má siga sum er:
Mær dámar ikki slíka fram-
ferð, tí eg haldi, at hetta er
at ganga fólki ov nær, sigur
stjórin, Eyðfinn Reyðberg.
– Tí fara vit aldrin at
biðja um bíðilistan eftir
grundstykkjum. Skuldi tað
hent, at okkara kappingar-
neytar fara at biðja um at
fáa bíðilistan í Klaksvík út-
flýggjaðan, fara vit kortini
ikki at gera tað sama.
– Slík framferð er ikki
okkara stílur, sigur Eyðfinn
Reyðberg.
Stjórin heldur, at ein um-
sókn um grundstykki er eitt
mál av privatum slag ímill-
um kommununa og tann
einstaka borgararan, sum
søkir um grundstykki.
– Hetta er ikki eitt mál,
sum
viðvíkur
peninga-
stovnunum, í hvussu so er
ikki Norðoya Sparikassa.
–Eftir okkara tykki er
hetta ikki eitt mál, sum við-
víkur ikki peningastovnun-
um fyrrenn í teirri løtu, at
eitt viðskiftafólk vendir sær
til okkum at biðja um fígg-
ing.
Stjórin í Føroya Banka
hevur ført fram, at bankin
er ein fyritøka sum eigur at
gera vart við seg.
– Vit halda ikki, at vit
hava brúk fyri at gera vart
við okkum á hesum øki og
at vísa, at vit eru til. Tey,
sum ætla sær at byggja, vita
fullvæl, hvørjir fíggingar-
møguleikar eru, og tey
kanna málið, áðrenn tey
taka støðu til, hvagar tey
venda sær.
– Tað hevur altíð verið
siðvenja í Føroyum, at tað
eru viðskiftafólkini, sum
venda sær til peningastovn-
in í privatum viðurskiftum
sum hesum og ikki øvugt.
Hann sigur eisini, at tað
kunnu vera ymisk privat
viðurskifti, sum gera, at
umsøkjarar ikki hava áhug-
að í, at tað verður almanna-
kunngjørt, at teir hava søkt
um grundstykki.
– Tí haldi eg, at hetta eru
privat viðurskifti. Eftir
mínum tykki er hetta so
privat viðurskifti at høvdu
vit gjørt tað, eru eg næstan
vísur í, at tað hevði givið
baksláttur, so at vit høvdu
mist viðskiftafólk, heldur
enn at fingið nøkur afturat,
sigur Eyðfinn Reyðberg.
Um vikuskiftið drap
Elias Hammer í Hovi
ein veðr sum vigaði
117 pund
SEYÐAHALD
Áki Bertholdsen
Mikkjalsmessa er farin
aftur um bak og á Mikkjals-
messu var gamalt, at tá
skuldi veðrarnir drepast.
Enn eru tað mong, sum
ikki hava slaktað, men
nøkur hava.
Ymiskt er, hvussu tað
hilnast, men hvørt eru tað
onkrir ið skara framúr.
Tað eru mest suðuroying-
ar ið brúka tað at føða veð-
urlomb inni um veturin til
at hava at drepa sum veðr
árið eftir.
Ymiskt er, hvussu nógv
tey ymisku gera burturúr.
Men í Suðuroy eru tað ikki
minst porkenningar, ið eru
tiltiknir fyri at hava stórar
veðrar.
Men tað eru eisini onnur
ið hava hegnið at fáa stórar
veðrar.
Ein av hesum er Elias
Hammer úr Hovi.
Og hjá honum eydnaðist
so væl í ár sum ongantíð
áður í so máta.
Hann fletti veðrar um
vikuskifti. Tað var alla tíð-
ina greitt, at tað serliga var
tann eini, sum skaraði
framúr.
Og rætt var, tá ið krovið
varð hongt á vektina, kreyp
hon líka upp á 58,5 kilo,
ella 117 pund.
Hetta er ein tvey ára
gamal veðrur, sum hann
hevur havt gangandi í ein-
um stiki í síðani í vár.
Hann drap eisini tríggjar
aðrar veðrar, men teir vóru
meiri vanligir, ein vigaði 88
pund, ein vigaði 76 pund og
ein 72 pund.
Hjá Elias er ikki óvanligt
at hava veðrar, sum skara
framúr.
Í fyrráið hevði hann ein
veðr, sum vigaði 116 pund,
fyri nøkrum árum síðani
hevði hann ein, sum vigaði
108 pund og seinast í fimti-
árinum hevði hann ein, sum
vigaði 113 pund, tað var
ein, trý ára gamal av Eiði.
Annars hevur hann fleiri
ferðir havt veðr, sum vigaði
yvir 100 pund.
Nokk at eta
Fyri at fáa so stórar veðrar,
er tað neyðugt at gera væl
við seyðin. og tað hevur
Elias Hammer altíð gjørt.
Umframt hoyggj, hava
teir fingið seyðafóður sum
er kraftfóður av eini serlig-
ari blanding av ymsum til-
fari, serliga ætlað til seyð.
– Seinastu tríggjar mán-
aðirnar hava teir fingið so
nógv seyðafóður, sum teir
hava orkað at etið, eini tvey,
trý pund uppá veðrin um
dagin.
Hann sigur, at hann hevur
altíð roynt at fáa veðrarnar
so stórar sum gjørligt og
hann heldur ikki, at tað er
ov feitt at eta.
Nógv gremja seg um, at
tey hava havt trupulleikar
av at fáa kjøtið turt, tá ið
krovini eru so stór, tí tey
torna ikki inni við bein.
Men tann trupulleikan
kennir Elias onki til. Og so
slett ikki nú á døgum, teir
hava hava fingið viftu í
hjallin.
Ikki fleiri veðrar
Hesin veðurin upp á 117
pund, er tann størsti, Elias
nakrantíð hevur havt.
Og hetta verður eisini
seinasti veðrurin, hann hev-
ur.
Hann sigur, at nú er hann
komin so mikið væl til árs,
og hartil er heilsan farin at
bila, at hann ætlar sær ikki
at hava veðrar aftur.
– Tað er so tungt at fáast
við verðar, at eg haldi meg
ikki til tað longur, sigur
hann. So hereftir verður
bara talan um at hava lomb,
sigur Elias Hammer í Hovi.
Norðoya Sparikassi:
So langt fara vit ikki
– Vit fara aldrin at biðja
Klaksvíkar Kommunu, ella
nakra aðra kommunu, um
bíðilistan við nøvnum á
teimum á, sum hava søkt um
grundstykki, eins og Føroya
Banki og Føroya Sparikassi
hava gjørt í Havn, sigur
Eyðfinn Reyðberg, stjóri í
Norðoya spasrikassa
Ein øgiligur veðrur
Tað er eitt øgiligt krov, Elias Hammer í Hovi hevur hangandi í hjallinum. Við at samanbera krov-
ið og mannin, fæst ein hóming av, hvussu stórt tað er, tað vigaði eisini 117 pund og er størsti veðr-
ur, hann hevur havt. Høvdið, sum Elias stendur við, er tað av veðrinum og eisini tað gevur eina
ábending um, at talan er um ein veðr, ið skarar framúr
C
M
Y
K
11
10