Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 53 - 17. mars 2009 Færri útlendskir ferðamenn 18.000 útlendsk ferðafólk ferðaðust um flogvøllin í Keflavík í Íslandi í februar, og tað var umleið 2.000 ella 10 prosent færri enn í sama mánaði í fjør. Tølini vísa, at síðani á nýggjárinum hava 40.000 útlendsk ferðafólk ferðast um Keflavíkar-flogvøllin, og tað er seks prosent færri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Harafturímóti er talið á íslendingum, sum fara av landinum loftvegis, minkað í stórum. Í februar vóru teir 15.000 í tali ímóti 32.000 í februar í 2008. Tað eru bara amerikanarar, sum eru fleiri í tali í ár enn í fjør, og av norðurlendingum eru tað bara danir, sum hava fingið betri hug at ferðast til Íslands. Næsta ár ganga sátt­ málarnir hjá almennu fakfeløgunum út, men eg haldi ikki at nakar droymir um at lønirnar skulu hækka, sigur Kaj Leo Johannesen, løg­ maður. Í øllum førum skulu allar lønar­ hækkingar takast inn aftur við sparingum, staðfestir hann Sáttmála­ Samráðingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað verður ikki ráð til at lata almennum starvsfólkið lønarhækkingar næsta ár. Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Landsstýrið hevur helt fund í Suðuroy í allan gjár og tá ið Sosialurin fekk orðið á løgmann umborð á Smyrli á veg norður til Havnar í morgun, staðfesti hann, at sum fíggjarliga støðan í samfelagnum er, mugu øll spenna beltið fast- ari um miðjuna, bæði tað almenna og vanligi føroy- ingurin. Hann sigur, at landsstýrið er av álvara farið undir eitt arbeiðið, sum skal miðja eftir at fáa hallið á fíggjar- lógini burtur upp á 3-5 ár. Ein liður í arbeiðnum hjá landsstýrinum at fáa hallið á fíggjarlógin upp á 500 milliónir, burtur, er at avmarka almennu útreiðsl- urnar, har tað ber til, uttan at leggja samfelagið í dvala. - Landið sleppur ikki und- an at tálma útreiðslurnar, sigur Kaj Leo Johannesen Ongin útreiðsluhækking Tann fyrsta oktober næsta ár ganga sáttmálarnir hjá almennu fakfeløgunum út, men løgmaður sigur, at sum støðan er nú, er tað ongin, sum setir nøsina upp eftir lønarhækkingum. - Lønirnar eru hækkaðar nokk so fitt hesi seinastu árini og eg haldi ikki, at tað er nakar, sum droymir um, at lønirnar skulu hækka aft- ur næsta ár, sigur løg- maður. Sostatt sigur hann, at tað er ikki væntandi, at lønar- hækkingar hjá almennum starvsfólki næsta ár. Kortini ásannar hann, at hetta er ein spurningur, sum fakfeløgini eru við til at gera av í samráðingunum við fíggjarmálaráðið. Men í øllum førum stað- festir hann eisini, at almennu útreiðslurnar verða ikki hækkaðar næsta ár. - Tað merkir, at skuldi tað hent, at onkrar lønir hækka, skulu hækkingarnar takast inn aftur við sparingum, tí útreiðslurnar hjá tí almenna skulu ikki hækka næsta ár. - Tað verður heldur tvørt- ur ímóti sigur hann. - Og tað er alt sum talar fyri, at støðan verður tann sama í 2011, leggur hann afturat. Kunnu ikki droyma um lønarhækking næsta ár Óneyðug provoka­ tion frá løgmanni Vit kunnu ikki góð­ taka, at løgmaður longu nú longu nú boðar frá, at onki er at koma eftir, næstu ferð, vit fara at sam­ ráðast um løn, sigur forkvinnan í Starvs­ mannafelagnum SáttmálaSam­ ráðingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta er ein óneyðug provokatión frá løgmanni. Selma Ellingsgaard, for- kvinna í Starvsmannafel- agnum, er ikki fegin um útsøgnina frá løgmanni í greinini omanfyri, har hann mest sum útihýsir lønarhækkingum, tá ið samráðingar verða aftur næsta ár. Hetta er ikki ein góð byrjan upp á samráðingar- nar, staðfestir hon Hon vísir á, at samráð- ingarnar verða ikki fyrrenn um hálvtannað ár og tí skil- ir hon ikki, at Løgmaður longu nú kemur til eina so avgjørda niðurstøðu. - Hvørki Kaj Leo Johannesen, Starvsmanna- felagið ella nakar fíggjar- frøðingur, hava ánilsi fyri, hvussu fíggjarliga gongdin verður næsta ár, so tað er ótrúliga óheppið at koma við hesum nú, sigur Selma Ellingsgaard. - Tað er undrunarvert, at løgmaður leggur samráð- ingarúrslitið fast hálvtann- að ár áðrenn nakrar samráð- ingar eru byrjaðar og tað kunnu vit ikki góðtaka. Hon sigur, at samráðing- ar eru millum tveir javnt- settar partar og tí er hetta ein útsøgn, sum órógvar meiri enn gott er. Áðrenn samráðingarnar hava verið, kann ongin siga nakað sum úrslitið sigur hon, og leggur aftur- at, at tey hava ikki enn gjørt upp um hvørji lønar- krøv møguliga koma upp á tal næsta ár. Almennu útreiðslurnar skulu ikki hækka, so skuldi tað hent, at sáttmálasamráðingarnar næsta heyst føra til lønarhækkingar, skulu tær takast inn aftur við sparingum, staðfestir Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sum her situr umborð á Smyrli á veg til Havnar, eftir at landsstýrið helt fund í Suðuroy í allan gjár