Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 53 - 17. mars 2009 Landsstýrið umhugsar nú at lata fiskiskipum eitt fyribils loyvi til at avreiða meiri uttanlands, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður Fiskiskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú sleppa føroysk fiskiskip kanska at avreiða meiri fisk uttanlands. Tað staðfestir Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Hann sigur, at fyri at bøta um okkara kappingarførið og inntøkumøguleikar, er tað neyðugt, at okkara fiski­ vinna hevur so rúmligar karmar sum gjørligt at virka undir. Í hesum sambandi arbeið­ ir landsstýrið við at broyta reglarnar fyri avreiðingum uttanlands. ­ Í hesum sambandi er ætlanin at skip skulu fáa eitt fyribils loyvi til at avreiða meiri uttanlands, sigur Kaj Leo Johannesen. Men hann sigur, at hetta verður ikki ein varandi loysn, men ætlanin er, at hetta skal vera galdandi í eina tíð, til viðurskiftini aft­ ur eru fingin í rættlag. Manglar keypiorka Løgmaður sigur, at tað sær út til, at fleiri ferðir, tá ið skip avreiða í Føroyum, er ikki nøktandi keypiorka til hann og tí er fiskur komin at standa óseldur á fiska­ marknaðinum. ­ Tað er spurningurin um tað ikki er tekin um ein gjaldføristrupulleika hjá før­ oyskum fiskakeyparum – saman við einum marknaðar­ trupulleika. ­ Tað er ein spurningur um vit ikki vera noydd at seta eina slíka fyribils skip­ an í verk, leggur hann afturat. Eitt er at geva skipunum fríari ræsir at avreiða uttan­ lands. Men fer tað ikki bara at føra til, at meiri fiskur fær óvirkaður av landinum, so at arbeiðsloysið á før­ oysku virkjunum økist? Nei, tað haldi eg ikki, sigur løgmaður. Hann sigur, at tað vísir seg sum um, at føroysku virkini fáa rætti­ liga nógvan fáa fisk og kanska hava so nógv tey klára at svølgja, serliga nú ein stórur keypari, sum Kós­ in, er farin av marknað­ inum. Samstundis sigur hann, at virkini framvegis kæra seg um, at tey hava trot á arbeiðsmegi. Tí kann tað vera, at fløsku­ hálsar taka seg upp á virkj­ unum, serliga í ávísum tíðarskeiðum. ­ Hetta er ein spurningur um at fáa fiskin undan, fyri ein nøktandi prís, sum skip­ ini fiska, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann sigur, at tað ber ikki til at hava ein fløskuháls í vinnuni, sum uppstendur av, at virkini ikki fáa keypt fiskin, so at hann heldur stendur óseldur. Tí arbeiðir landsstýrið nú við eini ætlan um at geva føroyskum skipum fríari ræsur at avreiða uttanlands í eini skiftistíð, fyri ikki at missa virðisøkingina á gólv­ ið, sigur løgmaður. Tað er gleðiligt, at landsstýrið nú vil loyva skipum at avreiða meiri uttanlands, sigur Viberg Sørensen, formaður í Reiðara­ felagnum Fiskiskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Hetta var gleðiligt at frætta. Tað er søtur musikkur í oyrunum á Vibergi Søren­ sen, formanni í Reiðarafel­ agnum, at landsstýrið nú ætl­ ar at geva skipunum fríari ræsur at landa uttanlands, soleiðis sum løgmaður greið­ ir frá í greinini omanfyri. Hetta er tað, vit hava sókn­ ast eftir leingi, sigur hann. Sum støðan er nú, kunnu skipini í mesta lagi avreiða 25% av fiskinum uttanlands í hvørjum ársfjórðingi. ­ Tað hevur verið okkum ein stór forðing, serliga nú oljan er vorðin so dýr, staðfestir Viberg Sørensen Hann sigur, at skip eiga at fáa møguleikan at fara til Skotlands, ella aðrastaðni, at avreiða og at bunkra olju, vissi samlaða roknistykki vísir, at tað er ein fyrimunur, heldur enn at verða tvingað at avreiða í Føroyum. Allar forðingar burtur Hann sigur, at í seinastuni hevur tann trupulleiki eisini tikið seg upp at fiskavirkini eru kjokkfull av fiski og hava ikki orku at keypa meiri og tí kemur fiskur at standa óseldur á fiskamarkn­ aðinum. ­ Men kortini verða før­ oysk skip tvingað til Føroy­ ar at avreiða, hóast tey vita, at ongin keypari er, sigur formaðurin í Reiðarafelag­ num. Hann sigur, at Reiðarafel­ agið vil eisini hava áseting­ ina burtur, sum tvingar før­ oysk skip at avreiða umvegis uppboðssølu. ­ Hóast vit vita, at ongin keypari er, verður fiskurin tvingaður um uppboðssøl­ una og tí vilja vit hava hesa ásetingina burtur, so at skip­ ini eisini kunna selja fiskin sjálvi. Ongan møguleika Viberg Sørensen sigur, at skulu vit hava fría kapping, so lat okkum hava fría kapp­ ing og tí alla allar forðingar at verða tiknar av. ­ Sostatt er hann fegin um nýggja stigið hjá lands­ stýrinum Hann sigur, at í grundini er spurningurin rættiliga einfaldur: Er prísurin betri í Føroyum, fer onki uttan­ lands av avreiða, tí so loysir tað seg ikki. Men hann heldur, at í pørtum av flotanum er støð­ an so vánalig, at skipini eru rætt og slætt noydd at fáa sum mest burtur úr hvørjari last. Ein bólkur, sum hevur tað serliga tungt, er línuflotin. ­Við tí fiski og prísi, sum er nú, hava tey ongan møguleika at svara hvørjum sítt, staðfestir reiðarafor­ maðurin. ­ Tí eiga allar forðingar at verða tiknar av, leggur hann afturat. Men nú sigur løgmaður, at ætlanin er bara, at hetta skal vera í eini skiftistíð? ­ Tað er so, hvat tað er. Lat okkum so síggja, hvussu tað hilnast og so kunnu vit taka tað haðani frá, sigur Viberg Sørensen. Søtur musikkur í oyrunum á reiðarum Ætla at loyva skipum at avreiða meiri uttanlands Nú ætlar landsstýrið at loysa eitt tjóður, sum hevur bundið fiskiskipini føst í eini skipan sum forðar teimum í at fáa tann besta prísin Fiska nú rognkelsi Í 55 dagar um várið hava íslendsk skip loyvi at fiska rognkelsi. Vertíðin í ár er júst byrjað norðanfyri, og seinni sleppa skip eisini at royna vestanfyri. Morgunblaðið skrivar, at eydnast tað at fáa 8.000 tons av saltaðum rognum burtur úr vertíðini, kemur avreiðingarvirðið upp á 700 milliónir íslendskar krónur. Sambært blaðnum eru umleið 600 mans við skipunum, sum royna eftir rogn­ kelsi. Teir, sum hava fingið loyvi til at royna eftir rogn­ kelsi, hava bundið seg til at gevast við fiskiskapinum, um óvanliga nógv er at fáa, tí annars fellur prísurin og nógv.