Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 53 - 17. mars 2009 Mentamálaráðið fer í triðju PISA- kann ingini at eggja næm ingum, lærarum og skúlum at gera sítt besta og taka kann ingina í álvara. Menta mála- ráðið heitir eisini á øll, sum varða av næmingunum, um at stuðla teimum so væl sum møguligt PISAKANNINGA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Aftan á fyrstu Pisa- kanningarnar vóru røddir frammi, sum vildu vera við, at vit øll vóru ov illa fyri- reikað, og at ikki allir næmingar og lærarar tóku kanningina í nóg stórum ál v ara. Helena Dam á Neysta bø vil gera sítt til, at hetta ikki kemur fyri aftur. Landsstýriskvinnan í menta málum vónar, at øll hesa ferð taka PISA-kann- ing ina í álvarara, og at næmingar og lærarar spenna seg út og veruliga gera sítt allarbesta, soleiðis at kanningin kann geva eitt rættvísandi úrslit, so vit fáa eina holla og álítandi vitan til at bøta um undirvísingina í framtíðini. Triða PISA-kanningin í Før oyum verður í døgunum 23. til 27. Tá skulu allir næm ingar í 9. flokki verða við í eini nýggjari PISA- kanning. Vánaligt úrslit í PISA 2006 Í 2006 vóru Føroyar fyri fyrstu ferð við í einari reglu ligari PISA-kanning, ið varð gjørd samstundis í 57 londum. Til saman- beringar kann nevnast, at triðja kanningin í 2009 verður gjørd í tilsamans 62 londum. Í kanningini í 2006 vóru úrslitini hjá føroysku næmingunum í náttúru- læru greinum á einum munandi lægri stigi enn hjá næm ingum í hinum Norður- londunum. Føroyar lógu á einum 47. plássi ájavnt við Teiland og Rumenia. Í lesing lógu føroysku næmingarnir á einum 45. plássi millum Meksiko og Bulgar ia, og í støddfrøði á einum 41. plássi millum Grikka land og Ísrael – í báðum førum munandi lægri enn norðurlendska miðal stigið. Fleiri niðurstøður frá PISA 2006 bendu á, at vána liga úrslitið í Føroyum eisini hongur saman við, hvussu eitt lítið oyggja sam- felag er sett saman. Í summum førum vera bóklig virði raðfest lægri enn onnur vinnulig virði. Ein onnur niðurstøða nevnir, at við so nógvum smá um skúlum er trupult at hava fakligan læraraførleika í øllum lærugreinum. Samanberast við onnur lond PISA - styttingin stendur fyri: »Programme for Inter- national Student Assess- ment« - er altjóða kanning, sum mátar førleikar, ið ser- frøðing ar í OECD- londunum halda vera grund leggjandi og neyðugar hjá einstaka borgaranum, so leiðis at hann megnar tær av bjóðingar, sum vitanar- sam felagið setur. Ein PISA-kanning skal vísa førleikastøðið hjá næm ingunum samanborið við næmingar í øðrum londum. Í hvørjari kanning verða trý faklig høvuðsøki kannað. Hesi eru lesing, stødd frøði og náttúru læru- greinir. Í eini undankanning í 2005 var høvuðsdentur lagdur á at kanna lesi før- leikan, í PISA 2006 var høvuðs d entur lagdur á at kanna førleikan hjá næmingum innan náttúru- læru greinir, og í PISA 2009 verður høvuðsdenturin aftur lagdur á at kanna lesifør leikan hjá næming- unum. Vitan skal nýtast PISA-kanningin varpar ljós á, hvussu tey ungu duga at nýta eina vitan, sum tey hava ognað sær í undi r- vísingini. PISA varpar ikki ljós á innihaldið í einari náms ætlan, men á hvussu tey ungu ítøkiliga duga at nýta sína vitan, tá ið ein uppgáva skal loysast. Úrslitini av PISA-kann- ingini verða millum annað brúkt til at samanbera Før- oyar við onnur lond. Talan er eisini um eitt framúr gott tilfar at granska í, so vit fáa neyðuga vitan til at bøta um undirvísingina fyri at hækka førleikastøðið hjá næm- ingunum. Í eini PISA-kanning ber eisini til at síggja, hvussu úrs litið av undirvísingini er í mun til tilfeingisnýtslu og umstøður annars. PISA er sostatt eisini eitt amboð hjá stjórn unum í einstøku londunum, tá ið støða skal takast til, um nóg mikið fæst fyri teir pengar, sum brúktir vera í undir vísing- ar høpi. Í Føroyum skipar Menta- málaráðið fyri kanningini. Øll úrslit av kanningini, sum Mentamálaráðið skipar fyri, verða kunngjørd í desember 2010. Triðja PISA-kanningin skal takast í álvara Flogfar sendi neyðarkall Bjargingarmyndugleikarnir í Noregi stóðu tilbúnir í gjár, tí eitt flogfar hjá British Airways, sum var á flogi uppi yvir Kristiansand í Suðurnoregi, skrásetti tekin frá einum neyðsendara. Tað vísti seg kortini, at eingin vandi var á ferð, tí neyðarkallið kom frá einum privatflogfari, sum stóð inni í einum skýli í Aars í Danmark. Tekin frá tílíkum sendarum røkka umleið 225 fjórðingar, og tekinið frá privatflogfarinum bleiv eisini skrásett í Danmark. Ein tyrla varð send avstað at kanna málið, men tyrlan kundi skjótt staðfesta, at neyðarkallið kom úr flogskýlinum í Aars, skrivar Ritzau. Norðurkoreanar svølta ST sigur, at fleiri milliónir fólk í Norðurkorea hava ov lítið til matna. 6,9 milliónir norðurkoreanar fáa ikki tann mat, teimum tørvar. Tað stendur í einari nýggjari frágreiðing hjá ST, sum samstundis leggur landsins stýri undir at gera støðuna verri enn neyðugt. Millum annað hevur stýrið noktað fólki at selja rís á marknaðunum, og kvinnur, sum eru undir 49 ár, hava fingið forboð fyri at fara til handils. ST sigur, at næstan níggju milliónir fólk hava ov lítið til matna, men at 1,8 millión fólk fáa neyðhjálp. Hini fáa ikki mettuna, sigur ST. Komandi fríggjadag klokkan 13 verður fari undir enda kapp- ingina í European Busi ness Game í Býráðshøllini í Klaks- vík KAPPING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Átta bólkar fara at taka lut frá Tekniska Skúlanum í Klaks vík, Føroya Studenta- skúla og HF-skeiði og Fiski vinnu skúlanum í Ves t- manna. Næmingar, lærarar og dómar ar eru umleið 40 í tali. - Tiltakið er alment – øll eru hjartaliga vælkomin at fylgja við hesum spennandi átaki, har raksir ungdómar royna sítt hugflog og skulu kappast um at sleppa út í heim at royna seg á sama øki, siga fyrireikararnir. Teir bólkar úr Føroyum, sum fyrr hava verið úti í heimi og kappast, hava klár að seg væl. - Við støði í hesi kapping kann dentur tí leggjast á, hvussu umráðandi tað er at fáa ungdómin at arbeiða við í íverksetan, so ný hugs- an kann spíra og spretta, siga tey. EBG-vinnarabólkurin í Før oyum fer víðari til evro- p eisk u endakappingina, sum verður um mánað ar- skift ið juni – juli 2009 í Keyp mannahavn. Business Game endar í Klaksvík fríggjadagin Vinnandi bólkurin í European Business Game í fjør var frá Tekniska Skúla í Klaksvík Skrá fyri dagin sær soleiðsi út: 13.00 Vælkomin – kunning um skránna 13.05 Jógvan Skorheim, formaður í mentnanarnevndini hjá Klaksvíkar Býráð, heldur røðu um týdningina av at fremja hugburðin um íverksetan 13.15 Kappingin byrjar – bólkarnir hava framløgu. Hvør bólkur hevur í mesta lagi 12 minuttir til framløgu, umframt 3 minuttur at svara spurningum í 15.25 Dómararnir (Sigmar Jacobsen (Føroya Banki), Hjørdis Gaard (TAKS), Ólavur Ellefsen (Simprentis) og Elsa Johanna Høgenni (Landsverk)) fara at døma uppgávurnar og framløgurnar. Klaksvíkar Býráð bjóðar kaffi og køkur. 16.05 Vinnarin verður funnin, og gávur verða handaðar 17.20 Liðugt