Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 53 - 17. mars 2009 Hóast Kringvarp Føroya stendur at vera óheft av pol­it­ isku skipanini, so má tað framvegis fyl­gja l­ógunum um bygnaðin, sum merkir, at tveir tíðindal­eiðarar mugu vera í Kring­ varpinum. Hetta sigur Ol­uf Jørgensen, miðl­a­ l­øgfrøðingur Kringvarp Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Seinastu mánaðirnar hevur nógv stríð verið um Kring­ varpið. Ávísir politikarar hava funnist at bygnaðinum í Kringvarpinum, har bara ein tíðindaleiðari er til tvær tíðindaeindir, sum skulu vera óheftar. Tað seinasta, ið er komið fram í málinum, er, at stýrið fyri Kringvarpið ikki vil bakka fyri boðunum hjá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, tí stýrið vísir á grein trý í Kring­ varpslógini, sum sigur, at Kringvarpið er óheft av politisku skipanini. ­ Í seinasta enda má Kring­ varpsstýrið bakka, tí hóast Kringvarp Føroya er óheft politisku skipanini, so skal tað fylgja lógini. Og tá alt kemur til skarpskeringar, so hava politikararnir longra endan, sigur Oluf Jørgensen. Hann vísir tó á, at hóast Kringvarpið skal hava tveir tíðindaleiðarar, so merkir tað ikki, at tíðindaeindirnar ikki skulu samstarva, men tað merkir, at tað skulu vera tveir ymiskir persónar, sum skulu hava ábyrgdina av tí, sum fer út í luftina, hóast eindirnar báðar hava gjørt kanningararbeiði saman, sum er upplagt, tá talan er um sama stovn. Somuleiðis gevur Oluf Jørgensen Bjørn á Heygum partvís rætt, tá hann sigur, at landsstýrisfólkið er í eini støðu, har ávirkan og ábyrgd ikki fylgjast, men hetta merk­ ir ikki, at Kringvarpsstýrið kann gera sum tí lystir, tí tað skal fylgja lógini. ­ Men eg skilji væl sjón­ armiðini hjá stýrinum fyri Kringvarpið, tí teir skulu sjálvandi taka síni fíggjar­ ligu atlit, sigur hann. Óheftni Oluf Jørgensen leggur stóran dent á munin millum pro­ gramvirksemi og bygnað. ­ Tað, sum hevur mest at siga, er, at tað ongantíð verða politikarar, sum ávirka, hvat fer út í luftina. Hinvegin má tað sjálvandi vera politiska skipanin, sum heldur stýr á, hvussu bygn­ aðurin hjá einum stovni hjá landinum er. Í hesum førin­ um er tað ein spurningur um bygnað, og tí er tað landið,ið eigur avgerðarrættin, sigur miðlaløgfrøðingurin. Hann greiðir somuleiðis frá, at so leingi tað er Kringvarps­ gjald, sum er oyramerkt, ið fíggjar virksemi hjá stovnin­ um, so koma politisk áhuga­ mál ikki at ávirka tíðinda­ flutningin. Lýsingar Eisini hevur nógv rumbul verið kring lýsingarvirk­ semið hjá Kringvarpinum, serliga Torbjørn Jacobsen, tingmaður, hevur tosað hart um hetta, men tað heldur Oluf Jørgensen vera í lagi, um tað ikki ávirkar redaktiónella tilfarið. ­ Tað er góðtikið í heimin­ um, at public service stovn­ ar eru partvís ella heilt fíggj­ aðir av lýsingarpengum, men tá er tað serstakliga týdningarmikið, at hetta á ongan hátt ávirkar tíðinda­ flutningin. Tað er tað sama við politisku skipanini, sum heldur ikki má ávirka til­ farið, tí markið gongur í veruleikanum ímillum strukturin og programtilfar, sigur Oluf Jørgensen. Hann vísir tó á, at í einum lítlum samfelagi har øll lutfall eru rættiliga smá, so er stórur vandi fyri, at ein fyritøka, ið letur nógvar lýsingar kann fáa ávirkan á, hvat verður varpað út. Og tá sigur Oluf Jørgensen, at tað er sera týdningarmikið, at mann beinanvegin rópar hart, at okkurt er galið. Miðlaløgfrøðingur: Kringvarpsstýrið má bakka Hel­ena Dam á Neysta­ bø arbeiðir við einari saml­aðari l­oysn fyri miðl­ar, men hon l­egg­ ur dent á, at hetta ikki verður l­oyst eftir einum degi. Tó er hon sannførd um, at tað ber til­ at fáa Kring­ varpsstýrið at fyl­gja l­ógini Kringvarp Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Helena Dam á Neystabø er samd við Oluf Jørgensen, at Kringvarpið má fylgja lóg­ ini, og tað er eisini tað, hon hevur roynt at gera vart við. At stýrið er ósamt, er nakað, ið skal loysast á einum fundi við Kringvarpsstýrið. Hon greiðir somuleiðis frá, at mentmálaráðið arbeiðir við einum Kring­ varpsskatti, sum skal broyta gjaldið fyri Kringvarpið, soleiðis, at tað verður ein progressivur skattur. Hesin kann sambært Helenu Dam á Neystabø verða klárur í hesum árinum. ­ Tað er bestemt ikki ætl­ anin hjá mær at oyðleggja nakað fyri Kringvarpið. Vit eru komin í eina fløkta støðu, sum harðligur retor­ ikkur bara hevur gjørt verri, og nú er tað vorðin mín iva­ sami lutur at loysa hesa støðu, sigur Helena Dam á Neystabø. Lýsingar Hon leggur afturat, at við­ víkjandi lýsingunum er hon samd við blaðútgevarafelag­ num, sum millum annað í skrivið sigur, at havandi í huga, at Kringvarp Føroya bæði krevur hyggjara­ og lurtaragjald, umframt at stovnurin hevur loyvið til spæl, má ásannast, at torført er at kappast við hendan stovn um lýsingarnar. Tí heldur blaðútgevarafel­ agið, at tað er sera óheppið fyri privatu miðlarnar, at tað almenna kringvarpið er byrjað at gera stór inntriv í lýsingarmarknaðin. Hóast Helena Dam á Neystabø er samd við blað­ útgevarafelagnum, so dugir hon ikki at síggja, hvussu Kringvarpið skal niðurlaga lýsingarnar í løtuni, tí Kring­ varpið fær ikki nóg mikið av peningi. Loysnir Landstýriskvinnan sigur, at hetta er eitt stórt og fløkt mál, sum ikki kann loysast frá degi til annan, og tí ætlar hon at nýta ta tíð og ta orku, sum er neyðug fyri at fáa eina loysn, sum hevur við sær, at miðlarnir kunnu yvirliva, og at ein passalig javnvág verður á økinum. Ein møguleika til hetta heldur Helena Dam á Neystabø vera, at tá farið verður í gongd við public service sáttmálan, kann ein loysn finnast fyri øll hesi viðurskifti. Helena Dam á Neystabø er blivin kritiserað fyri ikki at hava funnið nóg mikið av peningi fram til Kringvarpið, og hesum kritikki tekur hon undir við. ­ Tað ber til at kritisera meg fyri nógv økir, sum ikki hava fingið nóg mikið av peningi. Tað er bara soleiðis, at vit mugu liva við fíggjarkreppuni sum er, og so finna frægastu loysnirnar útfrá tí, sigur landsstýris­ kvinnan í mentamálum. Landsstýriskvinnan samd við løgfrøðingi Landsstýriskvinnan í mentmálum Helena Dam á Neystabø hevur í longri tíð arbeitt við Kringvarpinum, og hon er sannførd um, at stýrið og hon fara at finna ein nøktandi loysn um tíðindadeildirnar Oluf Jørgensen, miðlaløgfrøðingur, er sannførdur um, at Kringvarpið má bakka fyri landsstýrinum, tí tað má til eina og hvørja tíð fylgja lógini um Kringvarp Føddur til at neyðtaka Josef Fritzl, sum er ákærdur fyri dráp, neyðtøku, burtur­ flyting og incest, fekk eina harðliga viðferð frá mammu síni, tá hann var smádrongur. Tað stendur í einari frágreið­ ing hjá einum sálarlækna, sum hevur kannað tann ákærda. Pápin var deyður, og tann harðliga framferðin hjá mammuni gjørdi, at Josef seinni fekk trongd til at kúga kvinnur. Hann leið eisini av kynsligari órógv. Longu sum hálvvaksin gjørdi hann seg inn á gentur, og ta einu ferð­ ina neyðtók hann eina sjúkrasystir í einari viðalund. Við sálarlæknan segði Fritzl, at hann var føddur til at neyðtaka. ABBA-herðindi og rørsluár Komandi leygardag 21. mars verða árligu fimleikaframsýningarnar hjá Fimleikafelagnum Ljósinum í Høllini á Hálsi. Fyrra framsýningin við yngru liðunum er kl. 14.00, meðan hin seinna við teimum eldru er kl. 18.00. Hvør sýning varir væntandi hálvan annan til tveir tímar, og er málið at hava eitt bland av fittum og siðbundnum barna­ og ungdómsfimleiki saman við úrvalsfimleiki, sum kappingarlið felagsins fara at sýna. Eins og onnur ár verður onkur serlig framsýningarseria á skránni, og tað ljóðar, at ABBA­herðindini, sum hava verið kring okkum, síðan sangleikurin, Mamma­Mia, varð gjørdur til film, eisini hava rakt okkum. Spennandi at vita, hvat ungu genturnar hava funnið uppá, eins og okkurt innslag um rørsluárið kanska eisini verður viðgjørt.