Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 53 - 17. mars 2009 Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevur brúk fyri so nógvum pengum í ár, at tað eru tey, sum seta spurnartekn við, um felagið fer at yvirliva. Morten V. Langer, blaðstjóri og partabrævagreinari, sigur at felagið er í vanda fyri at fara, um verandi lángevarar ikki leingja sínar avtalur. Og grannskoðarin hjá felagnum, Inpact, hevur kent tað neyðugt at seta eina álvarsliga ískoytisupplýsing í roknskapin. Stjórin Wilhelm Petersen sigur hinvegin, at felagið er sterkt, og fer at megna at umfíggja skuldina sum einki oljuvinna Leif Láadal Tá Atlantic Petroleum fyri nøkrum árum síðani hevði eina lýsingarherferð fyri partabrøvum í felagnum, var herrópið: “Tað sær svart út”. Hesi orð passa betri enn nakrantíð til felagið, sum bæði hevur ryggin ímóti múrinum í sambandi við umfígging av lánum, ið fella til gjaldingar í ár, og samstundis fyri stuttum byrjaði at framleiða tað svarta gullið: Oljuna. Øðrvísi støða Tá nevndarformaðurin í oljufelagnum Atlantic Petroleum komandi leygar­ dag fer at bjóða vælkomin til aðalfund felagsins, er hann í einari støðu, sum hann ongantíð hevur verið í áður. Fyri tað fyrsta, er felagið fyri fyrstu ferð trongt reint fíggjarliga, og harnæst er tað fyrstu ferð, at kursurin á partabrøvunum er lægri enn á aðalfundinum árið fyri. Atlantic Petroleum hevur í løtuni ryggin ímóti múr­ inum, og skal út á láni­ marknaðin eftir 410 milli­ ónum krónum næstu níggju mánaðirnar, bara fyri at um fíggja verandi lán. Har­ afturat hevur felagið brúk fyri 90 milliónum krónum til útbygging og leiting. Pening, sum tó sær út til at kunna fíggjast við peninga­ streyminum hjá felagnum. At skula finna eina lítla hálva milliard krónur á ein­ um lánimarknaði, sum er píndur niður av einari al ­ tjóða fíggjarkreppu, er ikki bara sum at siga tað, og tað veit Kjartan Hoydal, nevnd­ arformaður í Atlantic Petroleum. Tí nevnir hann eisini fleiri staðni í skrivaðu formansfrágreiðingini, sum er almannakunngjørd í sam bandi við roknskapin, broyttu umstøðurnar. Orð­ ingar sum “avbjóðandi fíggj arliga umhvørvið” og “nýggi fíggjarligi hugburð­ urin” verða lagdar afturat, tá tosað verður um verandi støðu og arbeiðið, sum liggur fyri framman. Felagið í vanda Nakni veruleikin hjá einum oljufelag, sum skal út at umfíggja frá stuttfreistaðum lánum til langfreistað, er tann, at bara reinar inntøkur kunnu brúkast sum argu­ ment yvirfyri lánveitara. Fara vit bara tvey ár aftur í tíðina, bar eisini til at hyggja at øðrum virðum í oljufeløgunum – eitt nú leitiloyvum. Í dag er tað “cool cash”, tað snýr seg um, og Atlantic Petroleum er í teirri hepnu støðu, at felagið hevur inntøkur, og sambært stjóranum, Wil­ helm Petersen, fara hesar inntøkur at veksa nógv næstu tíðina. Men sjálvt um Atlantic Petroleum hevur inntøkur, og fer at fáa enn fleiri um ikki so langa tíð, so eru fleiri sum seta spurnartekn við møguleikarnar at halda fram – í hvussu so er so, sum felagið er sett saman í løtuni. Ein av teimum er Morten V. Langer, búskap­ arfrøðingur og blaðstjóri á m.a. Aktieugebrevet. Hann sigur við Sosialin, at tað skulu heilt serlig kort á borðið fyri at sleppa at umfíggja skuld í hesum døgum. ­ Tað eru bara inntøkur, sum telja, og hevur felagið ikki nóg nógvar av teimum, so er eingin kjansur, at út ­ lendskir bankar ella lán­ veitarar vilja nerta við At lantic Petroleum, sigur hann. ­ Við oljuvirðum, sum samlað bara svara til tað, sum felagið skal út at umfíggja, er kjansurin ikki góður fyri at fáa útlendskar bankar at taka yvir føroysku lánini, so møguleikin fyri, at føroysku bankarnir geva Atlantic Petroleum ein skoða, er kanska einasti møguleiki í løtuni, sigur hann. Hesum avvísir Wilhelm Petersen blankt. ­ Vit hava bara bíða eftir at okkara næsta felt skal fara undir framleiðslu, og nú er so klárt at fara í holt við umfíggingina av álvara, og hon fer at ganga gott, lovar hann og leggur afturat, at tað sær gott út við møgu­ leikum at umfíggja føroysku Tað sær svart »At føroysku bankarnir geva Atlantic Petroleum ein skoða, er kanska einasti møguleiki, sum felagið hevur í løtuni.« Morten V. Langer, partabrævagreinari og blaðstjóri Á aðalfundinum hjá Atlantic Petroleum komandi leygardag, er felagið í einari støðu, sum tað ikki hevur verið í áður: Tað manglar nógvar pengar og kann samstundis staðfesta, at kursurin er munandi lægri enn hann var á seinasta aðalfundi Serbia tørv á meiri pengum Serbia fekk herfyri 520 milliónir evrur í láni frá Altjóða Gjaldoyragrunn­ inum IMF, men tað var ikki nóg mikið, og tí hevur landið nú søkt grunnin um at sleppa at læna tvær milliardir evrur afturat, skrivar BBC. Grund­ gevingin hjá stjórnini í Beograd er, at altjóða fíggjarkreppan hevur rakt landsins búskap meinari, enn roknað varð við. Eygleiðarar vænta, at IMF fer at seta serbisku stjórnini hørð krøv fyri at lata lánið. Eitt nú fer grunn­ urin væntandi at krevja, at tær almennu útreiðslurnar skulu skerjast munandi.