Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 53 - 17. mars 2009 skuldina, sum er í Eik Banka og Føroya Banka, við útlendskum lánum – ser liga úr Bretlandi. Orðini hjá grann­ skoðaranum Í seinasta roknskapinum hjá Atlantic Petroleum, sum gav eitt hall upp á knappar 90 milliónir krónur, er ein viðmerking frá grannskoð­ arafelagnum Spect. Felagið skrivar, at tað er ein treyt fyri, at Atlantic Petroleum skal halda fram við at virka næsta árið, at umfíggingin av teimum lánum, sum fella til gjaldingar í ár, verður fing in upp á pláss. Grann­ skoðarin góðtekur altso ta frágreiðing, sum hann hev­ ur fingið frá nevndini og leiðsluni í felagnum um umfíggingartilgongdina, og fleiri viðmerkingar enn tað, sum stendur skrivað í rokn­ skapin, vil Inpact ikki gera. Fróði Sivertsen frá Inpact sigur við Sosialin, at felagið ikki ger viðmerkingar um einstøk viðskiftafólk, og so vísir hann annars til orð­ ingina í roknskapinum. Nakra útdýpandi frá­ greið ing um ta tiltrúgv sum In pact hevur til Atlantic Petroleum, fingu vit sostatt ikki. Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur at umfíggingin verður fingin upp á pláss, og at viðmerkingin frá grann­ skoðaranum verður tikin í álvara, men innihaldið í henni verður ikki nakað “issue”, sum hann málber seg. Altso eingin trupulleiki har, sambært stjóranum. Tað eru tó fleiri, sum Sosialurin hevur tosað við, ið halda at átekningin ella viðmerkingin frá Inpact í roknskapinum er sera álv­ arslig, og at hon má byggja á okkurt annað enn tað, sum kann lesast í rokn skap­ inum og frágreiðingunum. Ein grannskoðari, sum vit hava tosað við, metir at grannskoðarin hjá Atlantic Petroleum má hava fingið at vita nakað meira, tí tølini og orðini í roknskapinum og frágreiðingunum eru ikki nóg jalig, so at skilja, at okkurt meira ítøkiligt átti at ligið til grundarlag fyri at góðtaka framtíðarætlanirnar hjá felagnum. Olja fyri góðar 400 mió Sum sagt, so hyggja fígg­ ingarstovnar í hesum døg­ um bara eftir inntøkum – bæði hvussu nógvum inn­ tøkum felagið kann fáa inn dagliga og í hvussu langt tíðarskeið. Ein útrokning, sum Nor­ dea hevur gjørt í sambandi við eina partabræva grein­ ing, vísir at Atlantic Petrol­ eum hevur inntøkugevandi virðir fyri góðar 400 milli­ ónir krónur. Við at seta tøl á oljuøkið Chestnut, sum er farið undir framleiðslu, og tey trý økini Ettrick, Chest­ nut South og Blackbird, sum fara undir framleiðslu í næstum, sæst at parturin hjá Atlantic Petroleum hev­ ur eitt dagsvirði upp á góðar 400 milliónir krónur við verandi oljuprísi. Greiningin hjá Nordea er knappar tríggjar vikur gom­ ul, og sjálvt um niðurstøðan tá var, at kursurin var eitt sindur lægri enn hann átti at verið í mun til ognirnar í felagnum, so mælti Nordea kortini viðskiftafólki sínum til at selja partabrøv síni í Atlantic Petroleum. Grund­ gevingarnar hjá Nordea vóru, at Atlantic Petroleum ikki hevði fingið endur­ fíggja stuttfreistaðu lánini upp á pláss enn, og at Ettrick og Chestnut South ikki vóru farin undir at framleiða. Nordea sigur tó, at fram­ leiðsla frá omanfyrinevndu tveimum feltum, kann bøta munandi um støðuna hjá felagnum. Og tað er eisini hendan knarva, sum Wilhelm Peter­ sen hongur sín koll á. Hann sigur, at við einum varis­ ligum oljuprísi upp á 50 US dollarar fyri tunnuna, fer Atlantic Petroleum at hava eina bruttoinntøku upp á eina millión krónur um dag in, tá øll feltini eru komin í framleiðslu um nakrar vik ur. Tað kostar eina góða helvt at framleiða hesa olj una, so nettuinntøkurnar hjá felagnum fara verða om an fyri 400.000 krónur um dagin, sigur hann. ­ Var prísurin á olju t.d. 70 dollarar, sum ikki er óhugs andi at hann verður aftur, kundi felagið havt ár lig ar inntøkur, sum nær­ um svaraðu til tað, ið vit nú skulu út at umfíggja, leggur hann afturat. Lógarbroyting Á aðalfundinum leygar dag­ in skal takast støðu til nakr­ ar lógarbroytingar. Í høv­ uðsheitum snýr tað seg um at geva nevndini í felagnum heimild til at útskriva kon­ vertibul skuldarbrøv ella onn ur konvertibul skuldar­ instrument í tíðarskeiðnum fram til 31. desember 2010. Sjálvt um Wilhelm Petersen, stjóri, sigur, at hetta er bara ein umbøn til eitt amboð, soleiðis at felagið í fram­ tíðini skal kunnu brúka hendan møguleikan, um tað gerst neyðugt, so er talan um eitt álvarsmál. Eitt slíkt amboð kann nevniliga vera við til at av ­ henda eitt felag. Eitt kon­ vertibult skuldarbræv ella konvertibult lán, verður mett at vera seinasti møgu­ leiki, um tað ikki ber til at læna á vanligan hátt fyri van ligar marknaðartreytir. Ein banki, sum trýr eitt sindur upp á eitt felag, men ikki heilt, kann seta sum krav, at lánið skal kunna “um doypast” til partapen­ ing. Hetta er ein álvarslig støða hjá einum felag, tí klárar tað ikki at liva upp til treytirnar um afturgjald, kann tað enda við, at láni­ stovnurin fær so nógv parta brøv í felagnum, at tað fær ræðið á tí. Hetta er hent nakrar ferðir í seinastuni, m.a. tá ein lánistovnur yvir­ tók írska oljufelagið Provi­ dence. Atlantic Petroleum leggur tó upp til, at reglurnar um í mesta lagi 20 prosent at ­ kvøðurætt á aðalfundinum framvegis skulu galda – eisini um konvertibul skuld­ ar brøv geva einum láni veit­ ara ein størri ognarlut enn 20 prosent. Tað ber tó til við eitt sindur av høvuðrokning at síggja, at trý tílík skuld ar­ brøv í útlendskum láni­ stovni, sum verða umdoypt til partapening, avreiða fe ­ lagið av landinum. út hjá Atlantic Petroleum Fakta Atlantic Petroleum hevur havt eitt hall upp á tilsamans 165 milliónir krónur seinastu tvey árini, samstundis sum samlaða skuldin er vaksin úr 45 upp í 436 milliónir krónur. Í fjør fekk felagið tó fyri fyrstu ferð inntøkur av oljuvinnu – góðar 16 milliónir krónur netto – og fer væntandi í ár at vinna fyri eina hálva millión krónur netto um dagin, tá framleiðsla verður frá trimum feltum. »Tað er neyðugt hjá leiðsluni í Atlantic Petroleum at fáa umfíggingina av lánunum upp á pláss fyri at felagið skal kunna halda fram at virka.« Inpact, løggilt grannskoðaravirki Fakta Síðsta dag í juli í ár fella 140 milliónir krónur til gjaldingar hjá Atlantic Petroleum. Hálvt ár seinni – 31. desember – fella aðrar 270 milliónir krónur. Sjálvt um lánimarknaðurin er sperdur í hesum døgum, metir Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, ikki at tað verður nakar trupulleiki at fáa umfíggjað hesi lán. »Vit hava bara bíða eftir at okkara næsta felt skal fara undir framleiðslu, so er klárt at fara í holt við umfíggingina av álvara.« Wilhelm Petersen, stjóri hjá Atlantic Petroleum Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur at viðmerkingin um møguleikar fyri framhaldandi virksemi frá grannskoðaranum, sjálvsagt skal takast í álvara, men at nevnda umfígging verður fingin upp á pláss innan leingi Valeftirlit í Afghanistan Verða viðurskiftini nóg trygg, ætlar ES at senda eygleiðarar til Afghanistan at hava eftirlit við valinum har, sum verður tann 20. august. ES­leiðslan hevur tó gjørt púra greitt, at trygdin er avgerandi fyri, um eygleiðararnir verða sendir avstað. Hinvegin hava londini játtað at fíggja ein part av tí, sum valið kostar afghonsku stjórnini. ES­londini hava júst slakað fyri USA, sum vil hava tey evropeisku londini aty átaka sær eina størri hernaðarliga ábyrgd í Afghanistan. Orsøkin er millum annað, at Taliban er farið at gera munandi meiri um seg í seinastuni. Khatami stillar ikki upp Tann nýskipanarhugaði Mohammad Khatami hevur slept ætlanini at stilla upp til forsetavalið, sum verður í juni. Khatami var forseti í Iran frá 1997 til 2005 og hevur verið mettur sum tað sterkasta valevnið hjá teimum hóvligu og nýskipanarhugaðu. Nú hann hevur tikið seg burtur úr valstríðnum, verður fyrrverandi forsætisráðharrin, Mirhossein Mousavi, hildin at fáa tær flestu atkvøðurnar frá teimum hóvligu veljarunum. Nógvir iranar sammeta Mohammed Khatami við Mikhail Gorbatjov, og tað eru eisini fleiri, sum kalla hann Ayatollah Gorbatjov, skrivar Ritzau.