Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 53 - 17. mars 2009 Konsert við Kvintett Lýðveldisins Kvintett Lýðveldisins (Íslands) er ein bólkur, sum syngur íslendsk heimstaðarløg, tjóðløg og poppløg. 20. til 22. mars er bólkurin á konsertferð í Føroyum. Heystið 2008 stovnaðu fimm ungir sangnæmingar í Söngskólanum í Reykjavík kalla- songbólk við tí endamáli at syngja hevdbundin løg. Sangurin skuldi ikki hava undirspæl, heldur vildu teir syngja „acapella“. Íslendsk heimstaðarløg, tjóðløg og poppløg skuldi songbólkurin syngja, og soleiðis kom eisini hetta háfloygda navnið: Kvintett Lýðveldisins (Íslands). Kvintettin hevur sungið alment og í meira avmarkaðum høpi. Løg og tekstir hjá Kvintett Lýðveldisins (Íslands) eru eins viðkomandi í dag, og tá ið kallakvartettir og songbólkar førdu tey fram á sinni. Sangararnir eru í aldrinum 20-25 ár. Teir eita: Magnús Jónsson (1. Tenor), Oddur A. Jónsson (2. tenor), Andri Björn Róbertsson (1. bassur), Pétur O. Heimisson (2. bassur) og Aron Axel Cortes (1. og 2. bassur). Sangbólkurin kemur til Føroya hósdagin og framførir á trimum konsertum: Kvintett Lýðveldisins (Íslands) syngur í Býráðshøllini í Klaksvík fríggjadagin 20. mars klokkan 20, í Listasavninum á Sandi leygardagin 21. mars klokkan 17 og í Norðurlandahúsinum í Havn sunnudagin 22. mars klokkan 16. Nógv umrødda Jógvan S málið var fyri í Landsrættinum í morgun. Hetta er eitt mál, sum hevur røtur fleiri ár aftur, og sum man vera tað skipamál, sum hevur fingið mest umrøðu í hesi øldini Skipamál Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Málið um línuskipið Jógvan S tók seg upp, tá Jacob Vestergaard, sum tá var landsstýrismaður í fiski- vinnumálum, eftir politisk- um trýsti tók tilsøgnina hjá reiðarínum Sp/f Nakki í Klaksvík aftur. Felagið hevði útvegað sær skipið Jógvan S, sum skuldi koma í flotan fyri onnur loyvi, ið felagið átti og sum vórðu løgd saman, so tey gjørdust nóg stór til hetta skip. Sp/f Nakkur hevði fingið sína tilsøgn úr Fiskimála- ráðnum um, at Jógvan S skuldi sleppa í flotan fyri hini loyvini, ið felagið átti. Tá trýstið á landsstýris- mannin gjørdist so stórt og hótt varð við misáliti, um hann læt Jógvan S sleppa inn í flotan, gjørdi hesin av ikki at geva skipinum endaliga loyvi kortini. Hetta gjørdi Jacob Vestergaard, hóast hann visti, at hetta fór at føra til endurgjaldskrav móti landsstýrinum fyri mist veiðirættindi og mistar inntøkur. Dómur er áður fallin í Føroya Rætti, har lands- stýrið er dømt at rinda felagnum í Klaksvík umleið 2,6 miljónir krónur við rentum fyri tíðarskeiðið frá 24. august 2003 til 15. mai 2004. Hetta svarar til slakar 3 miljónur krónur. Hesin dómur fall hin 4. juli í 2004. Men hetta er ikki einastu ferð, at Jógvan S málið hevur verið fyri í rættar- skipanini. Í morgun var málið fyri í rættinum fyri triðju ferð – og hesaferð í Landsrættinum. Krevur 8 miljónir Felagið í Klaksvík var ikki nøgt við dómin í Føroya rætti, sum síðan varð kærd- ur til Landsrættin. Í morgun vóru vit í Landsrættinum og lýddu á proseduruna hjá Jógvani Páll Lassen, sum umboðar reiðaríið í hesum máli. Sum skilst er kravið hjá reiðarínum, at landsstýrið rindar smápartafelagnum í Klaksvík 8 miljónir krónur í endurgjaldi, sum svarar til 800.000 krónur í 10 ár. Hetta er fyri tíðarskeiðið frá 2008 og fram til 2018, tá fiskiloyvini sambært lógini um vinnuligan fiski- skap kunnu inndragast. Í sínari proseduru, sum vardi tað mesta av einum tíma, vísti Jógvan Páll Lassen á, at avgerðin hjá landsstýrismanninum í Jógvan S málinum einki hevði við jura at gera. - Hetta var reinur politikk- ur, har landsstýrismaðurin kendi seg noyddan at fylgja viljanum hjá síni samgongu og løgtinginum. Hetta var treytin fyri, at hann kundi halda fram sum ráðharri. Advokaturin greiddi frá fleiri smálutum í málinum og vísti á, at landsstýris- maðurin tók sína avgerð, tó at hann visti, at reiðaríið fór at koma við endurgjaldskravi fyri eitt nú mist vinnu- rættindi og mistar inntøkur. Hann segði, at talan var um “brutale overvejelser på bekostning af rederiet”, sum hann tók til. - Landsstýrismaðurin hev- ur eisini viðurkent í rætti- num, at hann við hesi av- gerð síni átók sær endur- gjaldsskyldu, segði Jógvan Páll Lassen. »Overlagt rådighed« Advokaturin vísir á, at høvdu umstøðurnar ikki broytt seg so nógv, sum tær gjørdu við avgerðini hjá landsstýrismanninum, hevði eingin ivi verið um, at Jógvan S og driftin av skipi- num hevði hildið fram. - Men avgerðin hjá landsstýrismanninum var orsøkin til fíggjarligu trupul- leikarnar, sum felagið rendi seg í. Jógvan Páll segði, at felagið sum frá leið hevði tveir møguleikar – antin at selja skipið ella at lata tað fara um eina tvingsilssølu. Jógvan S varð seinni seld- ur fyri stívliga 5,4 miljónir krónur, sum var 170.000 meira enn metta virði. - Hesa avgerð tóku eigar- arnir fyri at avmarka tapið. Advokaturin kallaði av- gerðina hjá Jacobi Vester- gaard at taka veiðiloyvi frá Jógvani S fyri “overlagt rådighed”. Vilja staðfesting Tað er Eyðfinnur Jacobsen, sum umboðar Fiskimála- ráðið í hesum máli, og hann hevur yvirfyri Landsrætti- num í morgun sagt seg vilja hava dómin í Føroya rætti staðfestan. Hósdagin fellir avgerðin í Landsrættinum um endur- gjaldskravið hjá Sp/f Nakki upp á 8 miljónir krónur. Vilja hava 8 miljónir fyri mist rættindi Steðgur er í Landsrættinum eina løtu og menn, sum hava tilknýti til Sp/f Nakk, ið átti Jógvan S, strekkja sær beinini í túninum, til rættarfundur aftur verður settur Mynd: Jens Kr. Vang Jógvan Lützen var reiðari á Jógvani S, og hann var eisini í Landsrættinum í morgun, tá málið var fyri. Felagið, sum átti skipið, krevur landsstýrið eftir 8 miljónum krónum í endurgjaldi. Dómur fellir hósdagin Mynd: Jens Kr. Vang