týsdagur 17. mars 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 53 - 17. mars 2009
Í morgun undirskriv
aðu Føroya Skiparaog
Navigatørfelag (FSN)
og danska felagið
Søfartens Ledere eina
samarbeiðsavtalu,
sum hevur til enda
máls at stuðla undir
samstarvið millum
feløgini
SamStarv
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Avtalan snýr seg um at
styrkja samstarvið um eitt
nú
lønarviðurskifti
og
setanartreytir, bæði fyri før
oyskar
navigatørar
og
danskar
skipsyvirmenn,
sum sigla hjá donskum og
føroyskum reiðaríum.
Við
avtaluni
ynskja
feløgini at hava eina ávísa
ávirkan á, hvussu lóggivið
verður á økinum, og hvussu
umsitingin av sjóferðsluni
er. Endamálið er, at áhuga
málini
hjá
føroyskum
navigatørum, sum sigla hjá
donskum
reiðaríum
og
innan donsku DISskipan
ina verða røkt á besta hátt.
Ætlanin við avtaluni er
eisini, at føroysku limirnir í
Søfartens
Ledere,
sum
búgva í Føroyum, skulu fáa
eina betri tænastu, sum
aftur skal stuðla undir
samanhaldið millum allar
føroyskar navigatørar og
skipsyvirmenn.
Breitt samstarv
Avtalan, sum feløgini undir
skrivaðu í morgun í hølun
um hjá Føroya Skiparaog
Navigatørfelag, fevnir ann
ars um 11 punktir, ið snúgva
seg um ymisk viðurskifti,
sum feløgini saman vilja
virka fyri og miðja eftir.
Í fyrsta punkti verður
sagt, at FSN og SL varðveita
og virða sáttmálaøkini hjá
hvørjum øðrum, men eru
samd um at fara undir
samstarv í sambandi við
samráðingar á økjum, har
hugsandi er, at hetta tænir
sínum endamáli.
Feløgini vilja virka fyri at
økja um limatalið í báðum
feløgunum, og tey vilja
eisini samstarva innan út
búgving og eftirútbúgving
til sjóferðsluna.
Eitt, sum eisini verður lagt
upp til í avtaluni, er, at veksa
um tilgongina til vinnu
greinina og soleiðis økja um
felags grundarlagið.
Tey vilja virka fyri, at so
nógvir
navigatørar
sum
gjørligt gerast limir í Sø
fartens Ledere og í Føroya
Skiparaog Navigatørfelag.
Feløgini eru eisini samd
um, at limir í SL, sum
búgva í Føroyum ella hava
ætlanir um at flyta til Før
oya at búgva, kunnu søkja
hjálp og ráðgeving hjá FSN
í sambandi við føroyska
lóggávu.
Sama kunnu limir í FSN,
sum eru búsitandi í Dan
mark ella sum hava ætlanir
um at flyta til Danmarkar at
búgva, søkja sær hjálp og
ráðgeving hjá Søfartens
Ledere.
Um lóggeving
Sum
partur
av
sínum
dagliga
arbeiði,
fylgir
Føroya Skiparaog Naviga
tørfelag eisini við føroyskari
lóggeving og umsiting, tá
ræður um føroyskar skips
yvirmenn, sum hava starv
umborð á donskum og
útlendskum skipum.
Tá munandi lógarbroyt
ingar fara fram á økinum,
fer FSN at upplýsa SL um
hesar, og tá talan er um
hoyringar í sambandi við
broytingar, kann FSN eisini
biðja SL um íkast.
Í avtaluni stendur, at SL
kann læna hølir frá Føroya
Skiparaog Navigatørfelag
til eitt nú limafundir í
Føroyum,
og
partarnir
miðja eisini eftir at menna
samstarvið innan samskifti,
limabløð og heimasíður.
Tá mett verður, at avtalan
fer at kosta Føroya Skipara
og Navigatørfelag nakrar
krónur meira, enn hon fer
at kosta Søfartens Ledere,
eru partarnir samdir um, at
SL rindar FSN eitt árligt
gjald á 50.000 krónur, sum
annars
verður
eftirmett
einaferð um árið.
Teir, sum undirskrivaðu
avtaluna í morgun, vóru for
maðurin í Føroya Skipara
og Navigatørfelag, Eyðstein
Djurhuus og formaðurin í
Søfartens Leders, Peer Bøje
Brandenborg, sum annars
hevur føroyska konu.
FSN og SL:
Hava undirskrivað samarbeiðsavtalu
Samarbeiðsavtalan
millum Føroya
Skipara-og
Navigatørfelag
og Søfartens
Leders verður
undirskrivað. Teir,
sum undirskriva,
eru Eyðstein
Djurhuus,
formaður í FSN
(v.m.) og Peer
Bøje Brandenborg,
formaður
í Søfartens
Ledere. Aftanfyri
teir standa
næstformaðurin
í FSN gjøgnum
mong ár, Regin
Nónstein og Hans
Kass, sum er í
nevndini í SL
Mynd: Jens Kr. Vang
Dagtúrar í Suðuroynni hvørja viku
Hvønn mikudag í summar, fer VILT Adventure at skipa fyri dagtúrum í Suðuroynni. VILT Adventure, sum er samanrenn
ing av fleiri ferðavinnuveitarum úr Suðuroynni, tekur nú enn eitt stig til at vísa Suðuroynna fram til ferðandi og vitjandi.
Ferðasambandið til Suðuroyar er avbera gott, og við nýggja Smyrli er tað ein dreymur at sigla suður.Túrðurin byrjar kl.
08.30 í Havn, har Smyrli leggur leiðina framvið Sandoynni, Stóru Dímun og Lítlu Dímun, áðrenn komið verður í land á
Krambatanga uml. 10.25. Hiðani verður farið við serligum VILT Adventure bussi runt í Suðuroynni. Tveir ymiskir túrar
eru samansettir, alt eftir hvussu veðrið er. Á túrinum verður vitjað á søvnum, í kirkjum og á listasavni, umframt at ein
upplivir kolaminur, stabbagrót, firðir, fjøll, grindabátar, slupp og bjørg. Ein staðkendur ferðaleiðari er við á túrinum og
greiðir frá. Eisini er matur á skránni, umframt at høvi verður at keypa souviners. Alt hetta kann upplivast, hvønn miku
dag frá 06. mai og til 26. august í summar. Bílegging er seinast kvøldið fyri, og verða túrarnir gjøgnumførdir hvønn
mikudag, eisini hóast bert ein meldar til. Nærri fæst at vita á www.vilt.fo