týsdagur 7. mars 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 46 - 7. mars 2000
20
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 46 - 7. mars 2000
CARL
ELI
NOLSØE
SAMUELSEN
Kappingin um fyrsta pláss-
ið hevur alt árið staðið í-
millum
talvfeløgini
úr
Havn og Klaksvík. Hø-
vuðsstaðarfelagið hevur tó
ligið skutin framanfyri alla-
tíðina, og megnaði loksins
at enda á ovastu rók.
Aulan í Kommunuskúl-
anum
var
sunnudagin
karmur um síðsta umfar í
øllum deildunum. Stem-
ningurin í høllini var tjúkk-
ur av spenningi, nervum og
hugsunarsomum andlitum.
Fitt av áskoðarum gjørdu
myndina enn meira livandi
og fløkta.
Uppi á lága pallinum sat
oddaliðið og telvaði móti
botnliðinum av Toftum.
Kravið var sigur, helst á øll-
um borðum. Havnarmenn
stillaðu upp við einum sera
ungum og framfýsnum liði,
sum allir gjørdu sína skyldu
og vunnu. Hetta vísti seg at
vera neyðugt, eftirsum
fremstu kappingarneytarnir
úr Klaksvík eisini gjørdu
bart, og vunnu á øllum
borðum móti Sandavágs
Talvfelag. Hetta var í sær
sjálvum eitt megnar hál,
men rakk tó ikki meir enn
til silvur anno ár 2000.
Triðja plássið endaði hjá
Kollafjarðar Talvfelag, sum
í einum spennandi dysti
móti telvarunum úr Hval-
vík, kundu vera nøgdur við
javnleik á øllum borðum.
Toftamenn mugu fara ta
tungu leið niður í aðru deild
komandi kappingarár.
Palldysturin
Dysturin á fyrsta borði mill-
um Havnina og Toftir stóð
millum undirritaða og fer-
faldaða føroyameistaran
Jens Kristian Hansen. Eg
havi altíð havt stóra virðing
fyri hesum telvara, sum
hevur mynda toppin í før-
oyskari telving í tjúgu ár,
men eg fekk bast honum
við tógvið stríð. Talvið er
við í blaðnum í dag.
Tað varð so javnt í toppi
og botni í ár, at hevði Jens
Kristian- ella ein av hinum
toftamonnunum vunnið, ja
so høvdu toftamenn yvir-
livað í fyrstu deild, og
havnarmenn høvdu verið
endaðir sum nummar tvey.
Liðið hjá okkum varð,
sum sagt sera ungt, og stutt-
ligt varð at síggja talvið á
fjórða borði millum trettan
ára gamla Olaf Berg úr
Havn og Jústines Hansen
av Toftum, sum er farin um
tey hálvfjers! Heili trýðs ár
á muni!
Samanumtikið kann sig-
ast um liðkappingina í ár,
at liðini vórðu sera ójøvn.
Eitt nú varð yvir tíggju stig
millum nummar tvey og trý
í fyrstu deild, og tað er ó-
hoyrt. Men kappingin varð
hørð í báðum endum, og tað
kann bara verða positivt.
Stigslúkarar
Størsti stigslúkarin í fyrstu
deild í ár varð Herluf Han-
sen úr Havn. Hann telvaði
flestu talvini á triðja borði,
og leikti seg til heili níggju
stig av tíggju møguligum.
Havnarmenn føroyameistarar
Talv: Spenningurin var í hæddini síðsta umfarið í fyrstu deild. Havnarmenn lógu hálvt stig frammanfyri
klaksvíkingarnar, og tá síðsti leikur varð leiktur, varð støðan óbroytt; havnarmenn kundu tá kalla seg føroyameistarar
Rani Nolsøe, silvurvinn-
ari úr Klaksvík, hevði besta
úrslit á fyrsta borði í ár, við
sjey stigum av tíggju møgu-
ligum.
Á øðrum borði varð Ó-
lavur Simonsen úr Klaksvík
størsti slúkarin við átta stig-
um av tíggju møguligum.
Martin Poulsen úr Havn
Teir hugsaðu óført, telvararnir sum um vikuskiftið telvaðu seinasta umfar í liðkappingini
Mynd: Álvur Haraldsen
hevði besta úrslitið á fjórða
borði, har hann telvaði átta
talv og fekk seks og eitt
hálvt stig.
Vestmenningar píl
upp
Vestmenningar vunnu sum
væntað aðru deild í ár, og
fara tí at telva í fyrstu deild
komandi ár.
John Rødgaard vann øll
talvini á fyrsta borði, men
næsta ár verður heldur verri
hjá honum at endurtaka
bragdið.
Fyrsti føroyameistarin í
søgu
talvsambandsins,
Hans Petersen, telvaði við
vestmenningum nú leygar-
dagin. Hans vann FM í
1972.
Eingin flytir niður úr aðru
deild. Hetta kemst av, at
kollfirðingar tóku lið sítt úr
kappingini.
Havnin 2 endaði næstir í
røðini, meðan klaksvíking-
ar endaðu á triðja plássi.
Gøtumenn aftur í
aðru deild
Havnin 4 vann triðju deild,
men gøtumenn, sum blivu
næstir í deildini, flyta upp.
Havnin hevur tvey lið á að-
ru deild, og ikki er møguligt
at hava fleiri enn tvey lið
úr sama felagi í somu deild.
Nummar trý bleiv Vest-
manna 2.
Unglingar
Bert fýra lið vórðu í ung-
lingadeildini, tvey úr Havn
og tvey úr Klaksvík.
Havnin 1 vann sannfør-
andi deildina framanfyri
Klaksvík 1, meðan Havnin
2 vann bronsuna.
30 ára veitslan
Talvsambandið fylti 30 ár í
ár, og í samband við føð-
ingardagin varð farið oman
á Hotel Hafnia eftir síðsta
leikumfarið.
Allir telvarnir úr øllum
deildunum vórðu til staðar,
og umframt teir vórðu gest-
ir og allir føroyameistarnir
síðani 1972 samlaðir á par-
nassinum.
Har varð borðreitt við
pinnamati og drekkivørum,
og steypahandanin varð á
skránni. Nógvar góðar talir
vórðu hildnar, og stemning-
urin varð heilt góður.
Sum nakað nýtt hevði
nevndin í Talvsambandi
Føroya avgjørt at heiðra
tveimum persónum, sum
teir hildu hava havt sera
stóran týdning fyri føroysk-
ari telving at frama. Hans
Petersen fekk handað heið-
ursbræv við tí grundgeving,
at hann varð fyrsti føroya-
meistarin vit áttu, og at
hann umboðaði Føroyar á
fyrsta borði á olympiadu-
liðinum. Hann varð- og er
ein fyrimynd í føroyaskari
telving.
Jákup Thomsen varð
heiðraður fyri megnarstórt
nevndararbeiði fyri Talv-
sambandið tey fyrstu árini.
Hann varð formaður í fyr-
stu nevnd Talvsamband-
sins, og ein av oddamonn-
unum fyri at fáa Føroyar
góðkendar altjóða í talvi.
Stuðlað hátíðarhaldi høv-
du; Tórshavnar Býráð,
J.F.K Heilsølan og Føroya
Bjór.
Fitt av áskoðarum vóru til seinasta umfarið, og stillisliga gingu hesir millum borðini, so teir kundu síggja, hvussu
leikur mundi fara í ymsu talvunum
Mynd: Álvur Haraldsen
1.Deild
TFS - KT
2-2
Martin Brekká (2100) - Torbjørn Thomsen (2150) 0,5-0,5
F. Zachariasen (2080) - Bernhard Thomsen (1970) 0,5-0,5
Gunnar Joensen (1890) - Hans K. Simonsen (1720)0,5-0,5
Sámal Christiansen (1865) - Karl L. Johansen (1665)0,5-0,5
TT - HT
0-4
Jens Chr. Hansen (2195) - Carl Eli Samuelsen (2040) 0-1
Helgi Joensen (1805) - Herluf Hansen (2015)
0-1
Wensil Højgaard (1785) - Martin Poulsen (1905)
0-1
Justines Hansen (1695) - Olaf Berg (1730)
0-1
ST - KTF
0-4
Torkil Nielsen(2070) - Rani Nolsøe(2180)
0-1
B. Augustinussen (1815) - Ólavur Simonsen (2170)
0-1
Gutti Petersen (1560 - Steintór Rasmussen (2060)
0-1
H. Christoffersen (1620) - T. M. Anthoniussen (1890) 0-1
Støðan eftir 10. Umfar
1. HT, Tórshavn
30
2. KTF, Klaksvík
29,5
3. KT, Kollafjørður
18
4. TFS, Hvalvík
17
5. ST, Sandavágur
13
6. TT, Toftir
12,5
2. deild
RT - VT
1-3
Bjarki Ziska (1820) - John Rødgaard (2330)
0-1
Brandur Jacobsen (1660) - John Jacobsen (1940)
0-1
Eyðun Lamhauge (1550) - Niels O. Durhuus (1450)
0-1
Rúni Jacobsen (1695) - Hans Petersen
1-0
HT 3 - KTF 2
1-3
Hans B. Højgaard (1695) - Ingolf Gaard (1700)
0-1
Poul Poulsen (1755) - Esbern Christiansen (1610)
1-0
Jóannes Guttesen (1555) - Rúni Dragaberg (1450)
0-1
Johan E. Hansen (1555) - Óli Joensen (1460)
0-1
Støðan eftir 10. Umfar
1. VT, Vestmanna
21
2. HT 2, Tórshavn
18
3. KTF 2, Klaksvík
16
4. RT, Runavík
13,5
5. HT 5, Tórshavn
11,5
3. Deild
Rókur - VT
2-2
Johnny Petersen (1735) - Kári O. Durhuus (1775)
1-0
Archibald Andreasen (1365) - Jón Mikkelsen (1530)
0-1
Dánjal Petur Olsen (1450) - Joen P. Johannesen (1480) 0-1
Karl M.S. Jensen (1175) - Hanus I. Hansen (1275)
1-0
GT - HT 5
4-0
John Joensen - Niels Jansen
1-0
Reinhold Isaksen - Vemund Svendsen
1-0
Jákup F. Joensen - Jákup D. Joensen
1-0
Heri Thomsen - Rói D. Joensen
1-0
KTF 3 - HT 4
1-3
Petur Hans Poulsen - Súni Jacobsen
0,5-0,5
Vagn Heldarskarð - Jákup A. Jensen
0-1
Mannbjørn Anthoniussen - Jón Andreasen
0-1
Atli Jacobsen - Frants J. Eliassen
0,5-0,5
Støðan eftir 14. Umfar
1. HT 4, Tórshavn
28
2. GT, Gøta
23
3. VT 2, Vestmanna
21,5
4. KTF 3, Klaksvík
18,5
5. HT 5, Tórshavn
17,5
6. Rókur, Oyri
11,5
Unglingar
HT 1 - KTF 2
4-0
Thomas Hans Rubeksen (1150) - Rani Tómasson
1-0
Mortan Thomsen (1130) - Rógvi Dragaberg
1-0
Rasmus Johannesen (1060) - Kristoffur Jacobsen
1-0
Fríbjartur D. Olsen (1000) - Ebbe Petersen
1-0
Støðan eftir 10. Umfar
1. HT 1, Tórshavn
21
2. KTF 1, Klaksvík
18
3. HT 2, Tórshavn
8
4. KTF 2, Klaksvík
1
Úrslit og støður
1.e4 e5
2.Rif3 Ric6
3.d4 exd4
4.Rixd4 Rif6
5.Rixc6 bxc6
6.e5 Fe7
7.Fe2 Rid5
8.c4 Ba6
9.b3 Fh4?
10.a3 Bc5
11.g3! (hesa somu støðu
hevði Rani Nolsøe fyri
stuttum móti Jens Krist-
iani, og tá leikti hann
11.Ra2, men 11.g3 er eitt
kvalitetsoffur sum er sera
sterkt fyri hvítan) Bxf2+
12.Fxf2 Fe4+
13.Kd1 Fxh1
14.Rid2!
(14.cxd5??
Fxf1+) 0-0? (Besti leik-
urin hjá svørtum er
Ric3+
15.Kc2 Rie4
16.Rixe4 Fxe4
17.Bd3, men hvítur hev-
ur framúr góða støðu)
15.Kc2 (Roynt verður at
fanga frúnna) f6 16.e6!
Rae8 17.Rif3 Rxe6
18.cxd5 Fxf1 (cxd5
hevði tapt beinanvegin:
19.Bxa6 Rxa6 20.Bb2 og
frúgvin er fangað)
19.Fxf1 Bxf1
Talvið hesa
vikuna
Hvítur: Carl Eli N. Samuelsen
(2040)
Svartur: Jens Kristian Hansen
(2195)
FM í liðkapping 2000
20.dxe6 dxe6
21.Rid4 e5
22.Rixc6 a6
23.Be3 Bg2
24.Rib4 a5
25.Rid3 g5
26.Ric5 Kf7
27.Rd1 Bc6
28.Rf1 h6
29.Rf2 Kg6
30.Bd2 Ra8
31. Bc3 (forðar svørtu
sentrumsfinnunum fram-
gongd) h5
32.a4 Bd5
33.Rid7 Be4+
34.Kb2 Bf5
35.Ric5 Re8
36.Rib7 Bg4
37.Rixa5 f5
38.Ric6 e4
39.Rie5+ Og Jens Krist-
ian tímdi ikki meira.
1-0
.
Føroyameistarar 1972-1999:
Aftast frá vinstru: Heini Olsen, Súni Ziska, Andrias Ziska, Torbjørn Thomsen, Steintór Rasmussen, Torkil Nielsen,
Eyðun Nolsøe og Hanus Joensen
Húkandi frá vinstru: John Rødgaard, Luitjen Apol, Jens Kristian Hansen, Hans Petersen, Rani Nolsøe, John Jacobsen
og Rógvi W. Rasmussen
Ayr fekk
javnleik
Báðir føroyingarnir vóru við í
samfullar 90 minuttir, tá Ayr U-
nited um vikuskiftið leikti málleys-
an javnleik
JÁKUP MØRK
Annan dystin á rað vóru
teir báðir føroysku lands-
liðsleikararnir, Jens Mar-
tin Knudsen og Jens
Kristian Hansen, í byrjun-
aruppstillingini, tá skot-
ska felag teirra, Ayr U-
nited, leikti málleysan
javnleik á útivølli móti
Airdrie, sum er næstnið-
asta liðið í skotsku fyrstu
deildini.
Eftir skotsku fjølmið-
lunum at døma, var talan
ikki um ein serliga hend-
ingaríkan dyst. Jens Mar-
tin hevði einans onkur
hissini langskot at taka
sær av, og tað gjørdi hann
eisini uttan stórvegis hó-
vasták, og í hinum end-
anum hendi heldur ikki
tað stóra.
Ayr hevði tó ein stóran
møguleika tá fyrri hálv-
leikur var knappliga hálv-
runnin. Michael Rey-
nolds dróg fram við tvei-
mum verjuleikarum, men
einsamallur við málver-
janum, megnaði hann ikki
at umseta møguleikan til
mál.
Komandi dysturin hjá
Ayr verður móti Inver-
ness CT, sum í løtuni er á
sætta plássi, fimm stig
framman fyri Ayr, sum er
statt á sjeynda plássinum.