fríggjadagur 5. oktober 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 5. oktober 2001
23
Enn eina ferð stóð eitt
eysturríkskt lið sum
kánus, meðan
føroyingarnir fegnað-
ust um sigurin
EUROPA CUP
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Søgan
endurtekur
seg,
plagar at verða tikið til.
Mikukvøldið vístu føroya-
meistararnir í kvinnufót-
bólti, at tað er nakað í
hesum. KÍ vann 2–1 ímóti
Landhause úr Eysturríki.
Eingin hevði roknað við
sigrinum. Jón Harald Poul-
sen, venjarin hjá KÍ, segði í
blaðnum í síðstu viku, at KÍ
fór við í hesa fyrstu Europa
Cup kappingina fyri at
læra. At tað skuldi eydnast
at vinna nakað stig og
nakran sigur tóktist ikki
koma upp á spæl. Og
eysturríkararnir vóru eftir
dystin sum slignar á nevið.
Tað sást á øllum brøgdum,
at tær avgjørt ikki høvdu
roknað við, at tær skuldu
fáa nakra serliga mótstøðu
frá KÍ kvinnunum.
At eysturríkska liðið ikki
roknaði føroyska liðið fyri
nakað serligt mótstøðulið
er ófatuligt – í hvussu so er,
tá sæð verður upp á hetta
við føroyskum eygum. Fyri
ellivu árum síðani – 12.
september í 1990 – vann
føroyska landsliðið í fyrsta
EM undankappingardystin-
um 1–0 á Eysturríki. Sig-
urin í Landskrona verður
framvegis roknaður at vera
størsta senstatiónin nakran-
tíð í altjóða landsliðsfót-
bólti.
Mikukvøldið
syrgdu
kvinnurnar hjá KÍ fyri, at
Eysturríki enn eina ferð
fekk eina orduliga áminn-
ing um, at tá tað ræður um
fótbólt, so er møguleiki fyri
øllum.
Framúr hugburður
Jón Harald Poulsen var,
sum vera man, ovurfegin, tá
vit fingu fatur á honum
mikukvøldið. Tá var KÍ
ferðalagið komið aftur á
gistingarhúsið, sum tey siga
er framúr gott.
– Eg má siga akkurát sum
er. Hetta høvdu vit ikki
roknað við, og tí sigur tað
seg sjálvt, at vit eru ovur-
fegin. Vit løgdu varisliga
fyri, og vit hildu okkum
alla tíðina til verjukenda
útgangsstøði. Spælskipan-
ina kunnu vit kalla 3–6–1.
Setningurin hjá okkum var
at ovurfólka miðvøllin, so
tær ikki skuldu fáa lætt
spæl. Hetta eydnaðist til
fulnar. Okkara vóru so
grammar í 1. hálvleiki, sum
eg ikki haldi meg hava sæð
tær áður. Tær lógu tætt í
mótstøðukvinnunum, sum
ongantíð fingu frið at
samanspæla og tískil vóru
rættuliga stressaðar, greiðir
KÍ venjarin frá úr finska
høvuðsstaðnum Helsing-
fors.
Jón Harald Poulsen var
fegin um, at hann hevði so
nógv fólk á miðvøllinum.
Kristina Eyðbjørnsdóttir og
Ragnhild Aas arbeiddu sum
hestar mitt á, Bára Skaale
og Jensa Sirdal tettu væl í
høgru og funnu væl hvørja
aðra, tá KÍ hevði bóltin, og
tað sama gjørdu Vivian
Bjartalíð
og
Malena
Josephsen í vinstru. Verjan
var sera tøtt. Liðformað-
urin, Ragna Andreasen, var
góður
stýrimaður,
og
Pauluarnar
Sjóstein
og
Mikkelsen
vóru
góðir
eftiransarar. Anna Müller
Jacobsen, sum eftir at hava
sitið á beinkinum í eitt nú
steypafinaluni á ólavsøku,
hevði fingið møguleikan í
málinum, stóð seg væl.
Fingu løn beinanvegin
Pressspælið og ágrýtnið
bóru løn við sær beinan-
vegin, og tað hevði sjálv-
andi alstóran týdning fyri
KÍ.
Í 4. minutti skoraði
Rannvá Andreasen, sum í
útgangsstøðuni var einsa-
møll á toppinum, og í 16.
minuttinum økti hon til
2–0. Eysturríkararnir vóru
púra skelkaðar, og tað
hevði avgjørt einki forgjørt
verið í tí, um KÍ hevði
skorað eitt mál afturat. Viv-
ian Bjartalíð, sum saman
við
Malenu
Josephsen
mannaði
miðvøllin
í
vinstru, sendi úr 25 metrum
eitt fínt langskot ímóti
málinum. Bólturin tók inn-
aru síðuna av stólpanum og
sprakk aftur í spæl.
Løgdu seg longri
afturi
Jón Harald Poulsen sigur, at
í 2. hálvleiki legði KÍ størri
dent á verjupartin.
– Í steðginum sást væl, at
okkara
spælarar
vóru
rættuliga móðar. Tað var
ikki so undarligt, tí tær
høvdu drivið so ómetaliga
nógv á. Men hóast vit
vardu, og hinar høvdu
bóltin nógv, so vóru tær
sjáldan vandamiklar. Tað
mesta av spælinum var
ímillum
miðlinjuna
og
brotsteigin hjá okkum, men
vandamiklu støðurnar vóru
heilt fáar. Tá 65 minuttir
vóru farnir, fingu tær eitt
mál. Tað kom eftir, at okk-
ara høvdu kiksað í brots-
teiginum. Men aftaná hetta
vóru tær ongantíð serliga
tætt við at javna, heldur
venjarin.
Tá dómarin bríkslaði fyri
síðstu ferð, var fagnaðurin
á teimum bláu øgiligur. Og
tað var ikki so undarligt, tí
tær høvdu skrivað søgu. 1.
deildarliðið
hjá
KÍ
á
mannfólkasíðuni skrivaði
søgu, tá teir í 1992 luttóku í
Europa Cup fyri meistarar,
men teir taptu báðar dyst-
irnar ímóti Skonto Riga.
Mikukvøldið skrivaðu KÍ
kvinnurnar søgu, tá tær
sum tær fyrstu í Føroyum
tóku lut í Europa Cup –
hetta er fyrsta Europa Cup
kappingin yvirhøvur hjá
kvinnunum – og tað var
ikki eiti á søga, sum KÍ
skrivaði. Tær tóku bæði seg
sjálvar og øll onnur á bóli,
tá tær vunnu 2–1 á meist-
araliðnum úr Eysturríki.
Orkan, sum hevur verið
nýtt til venjing og innsavn-
an av pengum, hevur ikki
verið nýtt til einkis!
Stór breidd
Tað er einki at taka seg
aftur í, at tað ongantíð er
komið fyri áður, at breiddin
hevur verið so stór á einum
føroyskum
kvinnuliðið,
sum hon í løtuni er á KÍ
liðnum.
Hesa ferð hevði venjarin
valt at seta liðið soleiðis:
Anna Müller Jacobsen –
Paula Sjóstein, Ragna An-
dreasen, liðformaður, Paula
Mikkelsen – Jensa Sirdal
(Una Olsen, 69.), Bára
Skaale,
Ragnhild
Aas,
Kristina Eyðbjørnsdóttir,
Malena Josephsen, Vivian
Bjartalíð – Rannvá Andrea-
sen.
– Eg hugsaði um at gera
fleiri útskiftingar, tí vit
hava sera góðan bonk, men
tað bleiv bara eina ferð til
tað. Rútman var góð,
sjálvsálitið var í toppi, og
serliga í 1. hálvleiki vóru
okkara sera sannførandi í
nærdystunum, staðfestir ein
ógvuliga fegin Jón Harald
Poulsen úr Helsingfors.
KÍ setti Eysturríki
upp á pláss
Skarprættarin á
oyggjaleikunum
gjørdi rættuliga
um seg ímóti
eysturríkska
meistaraliðnum
EUROPA CUP
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað var gott lag á KÍ
kvinnunum mikukvøld-
ið. Dysturin ímóti Land-
hause úr Eysturríki varð
spældur klokkan 19.15.
Veðrið var gott, og vøll-
urin, sum var tætt við
bæði olympiska leik-
vøllin og Finnair leik-
vøllin, var góður.
Tá KÍ ferðalagið týs-
dagin kom til Helsing-
fors, keyptu teir ein
guitar, sum mikukvøldið
fekk av at vita, inntil
spælararnir
klokkan
hálvgum eitt fóru til
songar.
– Nú eru vit sera
spentar at spæla ímóti
finska meistaraliðnum
her úr Helsingfors. Tann
dysturin verður fríggja-
dagin klokkan 19.15. Vit
eru púra greiðar yvir, at
tað verður sera torført.
Vit sóu eina løtu av dyst-
inum, sum tær spældu
ímóti Torres úr Italia.
Bæði liðini vóru góð.
Finska liðið vann 2–1,
so talan verður um topp-
dyst fríggjakvøldið.
Hetta sigur Ragna
Andreasen úr Helsing-
fors. Hon er aftasti mað-
ur og liðformaður á KÍ
liðnum og sera væl nøgd
við KÍ avrikið.
Hugburðurin gjørdi
munin
Í hinum endanum á KÍ
liðnum var tvíburðar-
systurin hjá liðformann-
inum. Síðani hon av
álvara gjørdi um seg á
oyggjaleikunum hevur
Rannvá Andreasen drig-
ist við skaðar. Tá hon
kom aftur av Isle of Man
var tað vinstra bein. Hon
varð akkurát klár til
finaluna á ólavsøku,
men tá stóðst skaði í
høgra fótablaði av, og
tað var ikki fyrrenn í
síðstu dystunum í lands-
kappingini, at Rannvá
var før fyri at spæla
aftur.
Mikukvøldið
vísti
hon, at nú er alt í lagi
aftur. Rannvá skoraði
fyrsta stóra korterið tvey
mál:
– Tað fyrra kom eftir
innlegg úr vinstru frá
Malenu Josephsen og
tvørtur um. Eg var stødd
uttanfyri
brotsteigin,
mitt fyri og eitt sindur til
høgru. Eg royndi at lyfta
í handara síðunetið, og
tað var deiligt, at tað
eydnaðist so væl.
Og seinna málið?
– Bára Skaale rann
eftir
einum
longum
bólti, sum var stungin
fram ímillum. Málverjin
var fyrri á, men hon
kiksaði, tá hon royndi at
sparka burtur. Eg fekk
fatur á bóltinum og lyfti
hann úr 25 metrum og í
málið.
Vóru tit á sama støði
sum tær?
– Eg haldi, at tað er
einki at ivast í, at tær
vóru tekniskt væl betri
enn vit. Men tær megn-
aðu ikki at fáa sítt spæl
at rigga, tí vit kroystu
tær so nógv.
Heldur tú, at tær
undirmettu tykkum?
– Okkurt kundi bent á
tað. Vit komu upp á
pláss á gistingarhúsinum
týsdagin klokkan 18. Vit
og italska og eystur-
ríkska liðið búgva á
sama gistingarhúsi. Tær
komu ikki higar fyrrenn
eftir midnátt. Tað haldi
eg boðar frá, at tær rokn-
aðu við løttum dysti,
segði Rannvá Andreasen
úr Helsingfors miku
kvøldið, og so legði hon
afturat:
– Í kvøld er friður í
leguni hjá Eysturríki,
meðan vit hugna okkum
eina løtu.
Hvussu verður ímóti
hinum liðunum?
–
Fríggjakvøldið
skulu vit spæla ímóti
Helsingfors. Vit skulu
spæla eins væl, sum vit
gjørdu mikukvøldið, og
so skulu vit vera hepnar.
Um tað eydnast, so er
kanska møguleiki fyri
einum heiðurligum úr-
sliti, men avrikið miku-
kvøldið boðaði frá, at
tær eru favorittar.
Rannvá var heilt
á toppinum
Tað var bragd av KÍ-kvinnunum at vinna ímóti Landhause úr Eysturríki
23
22
Nr. 192 - 5. oktober 2001
Føroyska landsliðið
hevði sína venjing
hóskvøldið, men enn
hevur Allan Simonsen
ongar ábendingar
givið um, hvørjir teir
ellivu verða, sum
byrja inni leygar-
dagin
LANDSDYSTUR
Álvur Haraldsen/
Jákup Mørk
– Bled, Slovenia
Tað er ikki ofta, at fólk
gleðast um at vera arbeiðs-
leys, men í Slovenia tykjast
tey flestu fegin um, at Jens
Pauli Marstein ikki hevur
nakað at gera í hesum
døgum.
Tað er jú soleiðis, at er
læknin hjá landsliðnum
arbeiðsleysur, so er lands-
liðið væl fyri, og í so máta
tykjast eingir trupulleikar
at vera í landsliðsleguni
hesaferð.
Sjálvandi er hetta ikki
trygd fyri, at eingir skaðar
fara at gera um seg, men
danir siga vanliga, at ein
góð byrjan er helvtin av
arbeiðinum, og um so er, so
sær støðan hjá føroyska
liðnum ikki annað enn heilt
góð út.
Ongar ábendingar
Fyrrapartin hósdagin hevði
landsliðið so sína fyrstu
venjing. Allan Simonsen
nýtti ikki høvdi til at royna
nakað serligt sum so.
Denturin varð heldur lagd-
ur á, at leikararnir sluppu at
røra seg eitt sindur. Fáa
kensluna av grasi, og bara
koma í gongd sum so.
Ofta plagar venjarin at
býta í tveir partar, har tanð
so væl kenda gula liðið er
mest átøkt tí, sum fer at
byrja inni í komandi dyst-
inum.
Soleiðis er tó ikki hesa-
ferð. Hósdagin spældu leik-
ararnir ístaðin í partum,
sum vórðu ásettir eftir
aldri, soleiðis at teir ungu
spældu
móti
teimum
»gomlu«.
Tað er eisini greitt, at
sjáldan hevur Allan Simon-
sen havt somikið nógv at
hugsa um, sum hann hevur
hesaferð. Ein nýggjur mið-
vøllur skal finnast, og
spurningurin er, hvussu
venjarin fer at gera hetta.
Mest sannlíkt tykist vera, at
Jens Kristian Hansen verð-
ur togaður niðan á miðjuna,
meðan Øssur Hansen eisini
verður drigin inn av vong-
verjanum. Hetta gevur so
rúmd fyri einum nýggjum
vinsta bakki, og ivaleyst
verður
hetta
Heðin
á
Lakjuni ella Súni Olsen.
Um so er, at Jens Kristian
verður fluttur niðan á
miðjuna, merkir hetta so
helst eisini, at talan aftur
verður um tveir álopsleik-
arar. Áður hevur ivamálið
annars verið, hvørt einsa-
malli áleyparin skal vera
Christian Høgni Jacobsen
ella Kurt Mørkøre, men um
talan verður um tveir, so
slepst í øllum førum undan
hesum hugleiðingunum.
Málverjin
Annars spurningur er so,
hvør fer at byrja í føroyska
málinum leygardagin.
Seinastu
árini
hevur
Jákup Mikkelsen verið
fyrsta valið framman fyri
Jens Martin Knudsen, men
tær báðar seinastu undan-
kappingarnar hevur Allan
Simonsen tó latið eyka-
málverjan
fáa
seinasta
dystin.
Soleiðis
var
í
Grikkalandi í 1997, tá
Jákup Mikkelsen slapp
fram um Jens Martin, og
støðan var júst hin øvugta í
Prag fyri tveimum árum
síðani.
Sum sagt hevur venjarin
enn ikki givið nakrar
ábendingar, men seinna-
partin leygardagin vita vit
helst betri í so máta.
Landsliðið býr í
einum lítlum býi
nærhendis
slovenska høvuðs-
staðnum
Álvur Haraldsen/
Jákup Mørk
– Bled, Slovenia
Hóast
landsdysturin
leygardagin skal spælast
í slovenska høvuðsstað-
num, Ljubljana, so er
tað ikki her, at føroyska
landsliðið og umboðini
fyri fjølmiðlarnar bú-
leikast.
Ístaðin er tað í einum
minni býi, Bled, at
føroyska liðið heldur til.
Hetta er ein býur, sum
telur einar 11.000 í-
búgvar, og er hetta so-
leiðis ein av teimum 118
kommununum í land-
inum.
Føroysku áskoðarar-
nir, sum munnu vera úti
við hálvt hundrað í tali,
búgva hinvegin í Ljubl-
jana, so tað er ikki nógv,
sum hesir síggja til liðið
fram til leygardagin.
Gott veður
Veðurmenninir siga, at
veðrið fer at verða av tí
fagrasta hesar dagarnar,
sum ferðalagið er í Slo-
venia.
Roknað verður við, at
hitastigini verða eini 20
í tali, og hóast tað so av
á koma nakrir dropar
niður úr himmalhavin-
um, so man hetta neyvan
fara at vera nakað, sum
órógvar fyrireikingarnar
stórvegis.
Friðarligt
Komnir í gongd
Tað er í lítla og friðarliga býnum, Bled, at føroyska
landsliðslegan heldur til
Jens Pauli Marstein hevur ikki stórvegis at takast við enn, men hinvegin er hetta bara góð
tíðindi fyri landsliðsleguna
Tað tykist sum um Allan Simonsen hevur meira enn vanligt at hugsa um á landsliðsferðini til Slovenia
C
M
Y
K
22