Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 192 - 5. oktober 2001 HB eigur flest spælarar í átjan manna hópinum, sum skal royna seg í EM undankappingini UNGLINGALANDSLIÐ Jóannes Hansen Í morgin skal a–landsliðið royna seg í HM undankapp- ingardysti í Slovenia. Í so- vorðnum førum er tað oft- ast soleiðis, at somu tjóðir kvøldið undan a-lands- dystinum spæla U–21 landsdyst. Tað verður ikki gjørt í Slovenia í kvøld, tí FSF hevur higartil ikki hildið tað vera ráðiligt at melda U–21 landsliðið til slíkar kappingar. Men føroyingar hava eitt U–19 landslið. Teir skulu frá 22. og til 29. oktober taka lut í EM undankapp- ingarbólki í Slovenia. Um teir standa seg væl, so verður tað – í hvussu so er út frá einum ítróttarligum sjónarmiði – lættari hjá Fótbóltssambandinum at meld-a U–21 landsliðið til komandi undankappingar. Kend nøvn Jógvan Martin Olsen er í Slovenia saman við Allani Simonsen og landsliðs- spælarunum. Hann er U–19 landsliðsvenjari og skal tí- skil niður aftur til Slovenia um tvær vikur. Undan frá- ferðini úr Føroyum gjørdi hann av, hvørjir átjan spæl- arar skulu manna U–19 landsliðshópin. Talan er fyri tað mesta um kend nøvn. Hetta eru spælarar, sum tey seinastu árini hava verið fyrst á U–17 landsliðnum, og sum síðani hava verið á U–19 landsliðnum. Tólv spælarar eru føddir í 1983. Tað vil siga, at hetta er síðsti møguleikin hjá hesum spennandi árganginum at vísa, hvussu nógv teir hava fingið burturúr fótbólts- uppalingini og altjóða royndunum, sum teir sein- astu árini hava fingið høvi at vera við í. Fýra spælarar eru frá 1984, og tveir – Rasmus Nolsøe úr TB og Rókur Jespersen úr HB – eru føddir í 1985. HB vann FM í unglinga- deildini í ár. Teir eiga fimm spælarar í átjan manna hópinum, og tað man kenn- ast hugaligt hjá HB, sum leingist eftir tilgongd av góðum spælarum. Ein HB spælari, sum hevur verið fastur fúsur á landsliðnum saman við 1983 árgangin- um, er ikki við hesa ferð. Tað er Vagnur Mohr Mort- ensen, sum ikki er komin seg heilt, eftir at hann leingi hevur verið skaddur. Manningin, sum seinni í mánaðinum skal umboða Føroyar í Slovenia, sær so- leiðis út: Pól Næs Joensen, HB, og Heini Jacobsen, Sumba, eru málverjar. Úti- spælararnir eru Áki Peter- sen, ÍF, Atli Danielsen, KÍ, Bárður Christiansen, HB, Bjarni Jørgensen, HB, Jón Rói Jacobsen, HB, Jann Ingi Petersen, B68, Símun Joensen, KÍ, Gilli Harald- sen, Frederikshavn, Heini í Skorini, B36, Hjalgrím Elttør, KÍ, Kári í Lágabø, VB, Bárður Dimon, TB, Rasmus Nolsøe, TB, Áki L. Hansen, NSÍ, Kai Enni- garð, GÍ, og Rókur Jesper- sen, HB. Ikki færri enn trettan av hesum spælarunum hava í summar verið meiri og minni at sæð í 1. deild. Hinir hava umboðað besta liðið í felag- num, sum teir spæla fyri. Tríggir dystir U–19 landsliðið skal á venjingarlegu í hesum vikuskiftinum. Teir skulu møta á Svangaskarði fríggjadagin klokkan 18.00, og har skulu teir halda til inntil leygar- kvøldið. Nú kappingarárið heima á landi er liðugt, heitir venjarin á spælar- arnar um at venja sjálvir tríggjar ferðir um vikuna. Ferðalagið fer úr Føroy- um 22. oktober. Fyrsti dyst- urin verður í Slovenia mikudagin 24. oktober klokkan 11.00. Hann verð- ur ímóti Skotlandi. Fríggja- dagin 26. oktober klokkan 15.30 verður spælt ímóti Slovenia, og síðsti dysturin verður sunnudagin 28. ok- tober klokkan 15.30 ímóti Grikkalandi. Ferðalagið kemur aftur til Føroya mánadagin 29. oktober. Rotturnar sigast nú rýma av søkkandi skútuni, sum rættu- liga tykist ætla at repa seglini ÚTISETI Jóannes Hansen Meðan Øssur Hansen og landsliðsfelagarnir umborð á flogfarinum hjá Atlants- flog fóru suðuryvir og lendu í Slovenia miku- kvøldið, stríddust liðfelag- arnir hjá toftamanninum í B93 á heimavøllinum. Talan var um síðsta dyst- in í fjórða umfarinum í donsku steypakappingini. Gestirnir á Eysturbrúgv vóru Randers Freja, sum Atli Gregersen spælir við. Og tað vóru gestirnir, ið vunnu, og harvið eru við í lutakastinum til fimta um- farið, sum verður spælt mikudagin 24. oktober. B93 hevði bóltin mest, men Randers Freja vann 2–0. Fyrra málið fingu teir við brotssparki í 25. mi- nutti, og seinna málið skor- aðu teir sjey minuttir seinni. Lønarlækking Donsku fjølmiðlarnir hava síðstu dagarnar gjørt nógv burturúr fíggjarliga trong- anum, sum B93 er í. Í fe- lagnum ásanna teir, at út- reiðslurnar eru væl størri enn inntøkurnar. Tí verða tiltøk nú sett í verk, og eitt av teimum er lønarlækking. Sagt verður, at B93 hevur sjey spælarar í fulltíðar- starvi, og at hesir fara at fáa minni í løn. Tað er okkum ikki heilt greitt, um Øssur Hansen, sum er leigaður út frá B68 og til B93, inntil kappingin um mánaðar- skiftið fer í vetrarfrí, er roknaður uppí hesar sjey, men Øssur er í løtuni full- tíðar spælari í B93. Í donsku pressuni verður sagt, at nú verður fulltíðar fótbóltslívið í B93 skift út við parttíðar fótbóltsar- beiði. Tað verður eisini sagt, at um onkur av spæl- arunum finnur ein annan arbeiðsgevara, sum vil rinda teimum løn, so eru skulu teir verða loystir frá sáttmálanum við B93 bein- anvegin, og uttan at felagið fer at krevja gjøld av nøkr- um slagi. Lagt verður afturat, at spælararnir sjálvandi hava møguleikan at halda seg til sáttmálan og krevja ta løn- ina, sum teir sambært sátt- málanum eiga, men so fer B93 á húsagang, verður sagt. U–19 sveinaroyndin verður í Slovenia Randers sendi B93 úr steypakappingini Felagið hjá Øssuri Hansen, B93, er í fíggjarligum trupulleikum í løtuni C M Y K 24 Nr. 192 - 5. oktober 2001 25 Lærlingur Seytjan í Klaksvík søkir lærling. Hevur tú FHS ella HH, er dugnalig/ur og røkin, og áhugað/ur at seta snið og litir saman, send so eina skrivliga umsókn til Seytjan. Box 127 110-Tórshavn Freistin at søkja er 10. oktober Handilslærlingur søkist Søkt verður eftir handilslærlingi til goymslu okkara, at byrja skjótast gjørligt. Umsøkjararar við HH ella FHS útbúgving, hava fyri- mun. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. okt. 2001. í Gøtu sp/f 512 Norðragøta Programmteknikari Starv sum programmteknikari í Útvarpi Føroya er leyst at søkja. Starvið verður at seta skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Tann, sum settur verður, skal arbeiða á teknisku deild. Arbeiðið fevnir m.a. um sendivaktir og framleiðsluvaktir. Góð 60% av senditíðini hjá ÚF er uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Krøv til umsøkjaran: • innlit í ljóðtøkni, helst á útvarpsøkinum • fyritreytir fyri at arbeiða við ljóði á teldu • hollan teldukunnleika, við serligum atliti til Windows 2000 stýriskipanina Vit kunnu bjóða: • eitt spennandi og áhugavert arbeiði, har tú støðugt hevur møguleika fyri persónligari menning og sleppur at brúka tíni skapandi evni • eitt arbeiði við sera skjótari tøkniligari menning • eitt sjálvstøðugt arbeiði, har tú í stóran mun hevur ávirkan á úrslitið. Vit ynskja: • At tær dámar at arbeiða í skiftandi vaktum,eisini uttanfyri vanliga arbeiðstíð. • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og eisini samstarva í bólki. • At tú dugir at loysa trupulleikar, tá á stendur • At tú hevur góð samstarvsevni og kanst koma við íkasti til menning av deild- ini. • At tær dámar at skapa nakað sjálv/ur • At tú hevur hegni til at brúka tónleik í tínum arbeiði • At tú hevur útvarpsrødd. Setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjar- málastýrið. Umsóknir skulu vera útvarpinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. oktober 2001. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Hans Andor Johannesen, leiðara á teknisku deild. Útvarp Føroya Postboks 328, 110 Tórshavn, tlf. 316566 AUTODESK INVENTOR Marknagilsvegur 77 • Postrúm 177 • 110 Tórshavn • Tel 31 88 13 • Fax 31 33 74, T-postur: fh-sth@post.olivant.fo • Heimasíða http://sth.olivant.fo SKEIÐSDEPILIN Á MARKNAGILI * SDM TEKNISKI SKÚLIN FØROYA HANDILSSKÚLI Skeið í Innihald: Tíðarskeið: Skeiðleiðari: Kostnaður: Stað: Tilmelding: Uppbygging og nýtsla av Autodesk Inventor 16., 17. og 18. okt. 2001 okt. kl. 08.10-15.20 Jacob Frederiksen, CDLight, Horsens kr. 3.500,- íroknað frálæru, tilfar og mat El-deildini á 1. hædd, Smiðjugerði Í seinasta lagi 11. okt. 2001 Handverkarar kunnu søkja stuðul eftir reglugerð um eftirútbúgving av yrkislærdum. Luttakarar, ið hava goldið í eftirútbúgvingargrunnin "VITAN", kunnu søkja um stuðul haðani. Umsóknarbløð til Mentamálstýrið og Vitan fáast á Skeiðsdeplinum Skeiðið verður hildið treytað av, nóg nógvir luttakarar tekna seg. Nágreiniligir upplýsingar um skeiðinnihald og til meldingarblað fáast við at venda sær til Team 85 • 316511 Pedagogar Søkt verður eftir : 1 pedagogi, 30 t. um vikuna, til eina stovu við 12 vøggustovubørnum frá 1. november 2001 ella eftir nærri avtalu. Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur, sum er normeraður til 42 barnagarðsbørn, 12 vøggu- stovubørn, 8 pedagogar, 4 hjálparfólk. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Fíggjarmálastýrið. Um eingin pedagogur søkir verður hjálparfólk sett ístaðin. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera stovninum í hendi í sein- asta lagi 19. oktober 2001. Kongshavnar Barnagarður og Vøggustovu Heiðavegur Postboks 119 Fo-600 Saltangará Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2502, P/F Deep Sea ltd., 800 Tvøroyri. Viðtøkur broyttar: 19.04.2001. Kapitalur: Hækking við kr. 4.055.000,00 til kr. 6.905.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 1.925.000,00 til kurs 200 og kr. 2.130.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Skráseting Føroya tann 3. oktober 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2371, P/F Funningslaks, 478 Elduvík. Nevnd: Farin úr nevndini: Klaus Langvad Jensen, Vingsted Skovvej 11, DK-7182 Bredsten (formaður), Bjarne Reinholdt, Skernvej 31, DK-6933 Kibæk og Kári Nielsen, Pedda við Steinsgøta 7, 100 Tórshavn. Innkomin í nevndina: Odd Eliasen, Mørkin 8, 530 Fuglafjørður (formaður) og Justinus Leivssonur Justinussen, 480 Skála. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Kári Nielsen, Pedda við Steinsgøta 7, 100 Tórshavn. Innkomin sum stjóri: Bogi Jacobsen, Miðrás 3, 100 Tórshavn Skráseting Føroya tann 3. oktober 2001 Kristin Balle _____________________ ð 25