leygardagur 6. oktober 2001síða 19
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 193 - 6. oktober 2001
Nr. 193 - 6. oktober 2001
37
Gudstænastur
17. sunnudag e. trinitatis
Fríðrikskirkjan: kl. 11,
konfirmatión, Jónsvein Bech
Miðvágur: kl. 11, David
Johannesen. (Talvan gongur í
øllum kirkjum í Vága Presta-
gjaldi fyri sunnudagsskúlan
hjá Heimamissiónini).
Havnar kirkja: kl. 11,
konfirmatión, Sonja Klein
Kaldbak: kl. 12, altarg., Hans
J. Joensen, biuskuppur
Norðskála: kl. 12, Meinhard
Bjartalíð
Glyvrar: kl. 11 lestur (Talvan
gongur fyri sunnudagsskúlan).
Rituvík: kl. 11 lestur (Talvan
gongur fyri sunnudagsskúlan)
Fuglafjørður: kl. 12,
Hellur: kl. 17, altarg., Uni
Næs. (Frá komandi sunnudegi
verður kirkjutíðin broytt til kl.
12 í Fuglafjarðar presta-
gjaldi).
Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur
D. Joensen
Argir: kl. 11, konfirmatión,
Heri Joensen
Í Vestmanna kirkju gongur
talvan fyri landsarbeiðið hjá
sunnudagsskúlunum
Haldarsvík: kl. 12, Marjun
Bæk.
Í Kvívíkar kirkju gongur
talvan fyri landsarbeiðið hjá
sunnudagsskúlunum.
Í Kollafjarðar kirkju gongur
talvan fyri Neyðhjálp
Fólkakirkjunnar. Í Kollafirði,
Hósvík og Haldarsvík verður
nú farið í kirkju kl. 12.00.
Christianskirkjan: kl. 11,
konfirmatión, Hans Eiler
Hammer
Haraldssund: kl. 11, Niels
Pauli Danielsen
Klaksvíkar sjúkrahús: kl. 10,
Norðoya Røktarheim: kl.
14.30, Elsa Funding.
Viðareiði: Sunnudagin 7. okt.
verður aftur farið í kirkju kl.
12. Tann dagin gongur talvan
í Viðareiðis kirkju til frama
fyri sunnudagsskúlan hjá
Heimamissiónini.
Hvannasund: kl. 12, Bjarni
Bæk
Funningur: kl. 12 messa,
Emil Olsen. (Talvan gongur í
øllum kirkjum í Eiðis presta-
gjaldi fyri Sunnudagsskúlan
hjá Heimamissiónini).
Broytt kirkjutíð. Frá komandi
sunnudegi verður farið í
kirkju á Eiði og við Norðskála
kl. 12
Norðskála: kl. 17, altarg.,
Peter O. K. Olofson
Skálafirði: kl. 17, Emil Olsen.
(Talvan gongur fyri bønhús).
Skála: kl. 11, Jógvan Fríðriks-
son.
(Í Sjóvar kirkju gongur talvan
fyri sunnudagsskúlan hjá
HM).
Skúvoy: kl. 11, konfirmatión,
Jákup R. Hansen. (Talvan
gongur í Sandoynni fyri
sunnudagsskúlan).
Hvalba: kl. 12, Ólavur
Rasmussen
Adventkirkjan
Leygardagin kl. 10 barna-
bíbiliutími og bíbliugransk-
ing. Evni: Profeturin sum ikki
var profetur. Kl. 11 gudstæn-
asta, J. V. Danielsen.
»Tíð til Gud«
Úti í Pállsstovu sunnukvøldið
kl. 21. Vit fara nú sunnu-
kvøldið at viðgera evnið: »At
stíga fram í skarði móti Gudi,
landinum til verju, so Hann
leggur tað ikki í oyði«. Aftaná
er drekkamuður. Verið
hjartaliga vælkomin.
Sjómanskvinnuringurin
í Havn
kemur saman á Sjómans-
heiminum mánakvøldið 8.
okt. kl. 20. Allar kvinnur eru
vælkomnar.
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30 mor-
gunmøti, kl. 12 sunnudags-
skúli og kl. 18 evangel. fund-
ur.
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin kl. 14 í Hoyvíkar
skúla sunnudagsskúli, kl.
17.30 bøn og kl. 18 møti við
Gunnvør og Oddmar, tosa
verður um: Bønarevangeliser-
ing í Bergen.
Mánakvøldið kl. 20 bønar-
møti í Høllini, Uppi á Brekku
3. Øll eru vælkomin.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Sunnudagin kl. 11 møti,
Sámal Jákup Joensen talar, kl.
14 sunnudagsskúli, kl. 17.30
bøn, kl. 18 møti, heimafor-
bundið stílar fyri, Ása Lützen
talar. Drekkamunnur aftaná.
Mánadagin kl. 17 og 19
skótamøti.
Mikudagin kl. 15 bønarmøti.
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Orðsinstænasta við kommun-
ión í Kerit.
Hósdagin kl. 20 verður Taizé-
kvøld (bønarstund við sálma-
sangi úr Taizé) í bønarrúmin-
um hjá Franciskanasystr-
unum, Varðagøta 16. Øll eru
vælkomin
Leygardagin kl. 11.30 messa í
Kerit.
Sunnudagin kl. 11 hámessa v/
Michael Bienkowski í Mariu-
kirkjuni. Aftaná verður kirkju-
kaffi.
KFUM og KFUK í Havn
Mánadagin kl. 15 í KFUK:
Eldrasamkoman við Høgna
Poulsen presti. Evni: Dómara-
bókin.
Ebenezer
Sunnudagin kl. 10 breyð-
bróting, kl. 12 sunnudags-
skúli, kl. 18 endar møtirøðin
við Poul Færø, evnið: Fylgið
Mær, so skal Eg gera tykkum
til menniskjafiskimenn. Kl.
21 útimøti.
Mánadagin kl. 20 bønarmøti.
Heimasíðan: www.ebenezer.fo
Meinigheitshúsið
Leygardagin kl. 15.30 Bønar-
løta, kvinnur.
Sunnudagin kl. 14 sunnudags-
skúli, kl. 18 møti v/ Torstein
Johannesen.
Mánakvøldið kl. 20 venur
Manskórið.
Filadelfia
Landavegur 22
Í dag 17 landsbøn.
Í morgin kl. 11 morgunmøti
v/ Símun Absalonsen, kl.
11.30-12.45 barnagudstæn-
asta, kl. 18 kvøldmøti v/ Alex
O’Campo, kl. 22 útimøti v/
Evangeliihúsinum.
Mánakvøldið kl. 20 bønar-
skúlin.
Møtiskráin hjá Filadelfia sæst
á heimasíðu okkara:
www.filadelfia.fo
Hvítusunnusamkoman
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11 morgun-
møti, kl. 18: Evangeliskt
møti. Øll eru vælkomin.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13 sunnudags-
skúli, kl. 17 møti.
Rhema á Hálsi
Mikukvøldið kl. 20 húsmøti
hjá Edith og Jónfinn Petersen,
Leitisgøta 11, (Á Hamrinum),
Argir.
Fríggjakvøldið kl. 18-19.30
A.T.A.P. Kids.
Leygarkvøldið kl. 20 Next
generation (ungdómsmøti).
Sunnudagin kl. 17 møti. Øll
eru vælkomin.
Saron, Vestmanna
Sunnudagin kl. 11 morgun-
møti v/ breyðbróting.
Mánadagin kl. 20 bíbil- og
bønarmøti.
Telefonandaktin: 424741.
Vestmanna missiónshús
Sunnudagin kl. 14.30 sunnu-
dagsskúli og kl. 18 møti við
kollfirðingum við sangi og
talu.
Missiónshúsið Karmel,
Eiði
Emil Olsen, prestur, heldur
fyrilestur í missiónshúsinum
Karmel sunnukvøldið kl. 19.
Evni: Missión, kirkja og
embæti.
Filadelfia, Sundalagi
Í morgin kl. 18 Alpha-skeið í
Unitum í Kollafirði.
TILTØK
19. sept. fingu Ivy og Napoleon Jacobsen, Glyvrar, eina
dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3800 gr.
21. sept. fingu Conny og Sveinur Poulsen, Hvalba, ein son.
Hann var 51 cm. langur og vigaði 3580 gr.
23. sept. fingu Bjørg Poulsen og Pauli Hammershøy, Ama-
ger, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3452 gr.
26. sept. fingu Jonhild A. Nielsen og Knút H. Nielsen, Øra-
víkarlíð, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3550
gr.
27. sept. fingu Solby A. Eliasen og Peter J. Eliasen, Klaks-
vík, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4245 gr.
27. sept. fingu Sonja Tungá og Jónsvein Thomsen, Sandur,
eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3250 gr.
30. sept. fingu Malan Holm Erlingsson, Tórshavn og Remi
Hammer, Hov, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði
3250 gr.
1. okt. fingu Marta og Eyðun á Lakjuni, Fuglafjørður, eina
dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3500 gr.
2. okt. fingu Annbritt Thomsen og Magni Jacobsen, Vágur,
ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3350 gr.
2. okt. fingu Laura í Geil og Ragnvald Joensen, Skálavík,
eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3270 gr.
4. okt. fingu Ingibjørg Egholm og Jóanes N. Dalsgaard,
Streymnes, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4000
gr.
4. okt. fingu Lydia Thomsen og Jan Olsen, Tórshavn, ein
son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3200 gr.
4. okt. fingu Miriann og Bárður Poulsen, Nólsoy, eina
dóttur. Hon var 54 cm. long o v vigaði 3740 gr.
FØÐINGAR
ANDLÁT
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Um rættvísi tykkara ikki ber av rættvísi teirra skriftlærdu og
farisearanna, kom tit als ikki inn í himmiríkið (Matt. 5,20)
Eingin menniskjans rættvísi letur upp himmiríksi dyr. Vit
hava oftani lyndi til at halda, at hetta er tí, at hon ikki er veru-
lig rættvísi. Til dømis halda vit, at rættvísin hjá farisearunum
bert var nakað útvortis, at teir allir sum ein vóru hyklarar, ið
lótust vera rættskafnir, men vóru tað ikki. Rætt er tað, at Jesus
oftani førir fram tílíkar atfinningar móti teimum. Men tað
reingir kortiniikki tann veruleika, at tað millum fariserarnar
vóru menn, sum av øllum alvi royndu at liva lív sítt eftir Guds
lóg. Mangir teirra vóru hampamenn, sum høvdu sett sær sum
mál at liva eftir Guds vilja. Og endamálið var ein dag at
kunna standast fyri Guds dómstóli. Teir vistu, at ein dag kom
leið teirra at bera hagar, og tá ráddi um, at lívið varð livað so-
leiðis, at Gud kundi kennast við teir. Tann rættvísin, sum teir
høvdu útvegað sær við at halda Guds lóg, hon skuldi saman
við Guds fyrigeving bjarga teimum tann dag, tá ið teir stóðu
andlit til andlits við Gud. Og júst tí var stremban teirra at
halda Guds lóg álvara og ikki kávalæti.
Hetta var tá, og hetta er enn í dag menniskjans rættvísi. Vit
kunnu skifta um orðini, hvør rættvísina eigur, men rættvísin
sjálv verður hin sama. Men henda rættvísin er ikki týdningar-
leys, sum ein mangan kann fáa varhuga av, tá ið talað verður
um hana í hesum samanhangi. Munurin er altíð ovur stórur á
einum rættvísum og einum órættvísum samfelagi. Tí vita tey
at siga frá, sum liva hava í einum samfelag, har eingin rættvísi
var, men har hin sterkasti ella tann við teimum røttu meining-
unum hevði rætt. Men hvussu týdningarmikil henda rættvísin
enn er, hon kann tó aldrin lata upp hurðina inn til Guds ríki.
Tí talar Jesus eisini um eina aðra rættvísi, eina rættvísi, ið
ber av hesari. Men hann talar ikki um eina enn fullkomnari
rættvísi, sum menniskjað við sínum góðu gerningum kann út-
vega sær. Tí eisini hon er og verður menniskjans egna rætt-
vísi, og sum slík kann hon ikki lata upp himmiríkis dyr. Hurð-
ina inn til Guds ríki kann bara Gud lata upp fyri menniskjum,
og bara fyri Jesu Krists skuld og rættvísi hansara verður hon
ein dag latin upp. Tí menniskjans rættvísi fær ongantíð brúk
fyri evangeliinum; lógin er, og lógin verður henni nóg mikið.
Tað finst sostatt ein rættvísi, sum letur upp hurðina inn til
Guds ríki fyri menniskjum. Og henda rættvísi er Jesu Krists
rættvísi. Til Guds kemur eingin uttan eftir náðinnar smala
vegi, og tí er alt tað, sum vit sjálvi royna at gera fyri at vinna
okkum Guds ríki einans ein minking av heiðuri Jesus Krists,
so satt sum hann longu hevur gjørt alt, ið neyðugt er.
Evangeliið til okkara er, at tað finst ein náðivegur. Fyri Jesu
Krists skuld vil Gud hava við okkum at gera og longu í
dópinum bjóðaði hann okkum lut í lívinum saman við sær.
Taka vit ímóti innbjóðing hansara, velja vit at liva lívið í áliti
á lyfti hansara um, at hann hevur syrgt fyri okkum og vil
syrgja fyri okkum og ævigu lagnu okkara bæði her og hinu-
megin, tá eru vit á teirri leið, sum ein dag ber heim í faðirhús-
ið. Amen.
Hans Jacob Joensen
27. september
Kristianna Kjærbo, Klaksvík, 63 ár
Petur Meinert Hansen, ættaður úr Klaksvík, búsitandi í
Elduvík, 59 ár
28. september
Paula Andreasen, Tórshavn, 81 ár
29. september
Olivar Jacobsen, Fitjar, Vestmanna, 83 ár
30. september
Hanna Eliasen, Leirvík, 87 ár
Jóhannes Arge, Tórshavn, 74 ár
1. september
Jóhan Christian Olsen, vanliga nevndur Giss, Toftir, 66 ár
Hans Petur Joensen, vanliga nevndur Hassi, Kollafjørður,
80 ár
Frida Poulsen, Saltangará, 88 ár
3. september
Eskild Hansen, Sumba, búsitandi í Íslandi, 81 ár
Læknavaktir
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033
Eysturoy:
Leygardagin 6. okt.: Magnus á Stongum, tlf. 423006
Sunnudagin 7. sept.: Andreas Petersen, tlf. 441086
Norðoyggjar:
Læknavaktin tlf. 458888
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður): tlf. 371560
Suðuroy (suður): tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar
kl. 13-14. Tlf. 314544.
Mikudagin kl. 17.30-19.30
Miðdepilin. Hósdagin kl. 16-
17.30 Urtagarðurin.
Missións- og
ungdómshúsið á Glyvrum
Sunnudagin kl. 14 sunnudags-
skúli, og kl. 18, legg merki til
kl. 18, verður møti við Marin
Elisabeth Poulsen. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Ørkin, Saltangará
Evangel. møti verður
sunnudagin kl. 17 við Dánjal
Gaardlykke, Saltangará.
Húsmøti verður týsdagin kl.
19 hjá Charles og Anthony
Johansen, Saltangará.
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 21 opið
hús.
Sunnudagin kl. 17 møti við
Hans Jacobsen. Barnamøti kl.
17. Vælkomin í Kelduna.
www.keldan.fo
Meinigheitshúsið á Skála
Sunnudagin kl. 13.30 sunnu-
dagsskúli, kl. 19 møti v/
Regin og Hellu Olsen,
lovsangsbólkurin luttekur.
Bjóðað verður til drekka-
munn. Innsavnan til húsið. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Aglow, Klaksvík
Møti verður í Bøgøtu 3
fríggjakvøldið 5. okt. kl. 20.
Allar kvinnur eru hjartaliga
vælkomnar.
Soli Deo Gloria
Mikumorgun kl. 6 bøn.
Hóskvøldið kl. 20 ungdóms-
møti.
Sunnudagin kl. 14 sunnudags-
skúli, kl. 18 møti.
Mánakvøldið kl. 20 bønar-
møti.
Lívsins Orð
Sunnudagin kl. 10.30 er møti
við Kurt Nielsen.
Liljurnar møta mánadagin kl.
17 og ungdómsbólkurin kl.
20.30. Øll eru vælkomin.
Missiónshúsið, Skopun
Sunnudagin kl. 14 sunnudags-
skúli, kl. 17.30 lovsangsmøti,
kl. 18 møti.
Betania, Skopun
Sunnudagin sunnudagsskúli –
Bíbilfl. kl. 10.15, morgunmøti
kl. 11. Kvøldmøti verður í
Zion á Sandi kl. 18 – Kurt og
Karen luttaka. Øll eru væl-
komin.
Zion, Sandur
Sunnudagsskúli kl. 13.30, kl.
18 kvøldmøti – Karen og Kurt
luttaka. Øll eru vælkomin.
Sands missiónshús
Sunnudagsskúlin er nú kl.
14.30. Sunnukvøldið kl. 18
møti, Manskórið syngur. Øll
eru vælkomin.
Café One Way, Tvøroyri
Fríggjakvøldið kl. 21 mans-
møti, Jónhard Joensen, stýri-
maður á Anastasis talar, allir
menn eru hjartaliga væl-
komnir.
Aglow, Suðuroy
Møti verður leygarkvøldið kl.
20 í Café One Way, Debbie
Joensen av Anastasis talar.
Allar kvinnur eru hjartaliga
vælkomnar.
Missiónshúsið, Tvøroyri
Sunnudagin kl. 14 sunnudags-
skúli, kl. 18 møti við Jacob
Poulsen og Katrina, Ebba og
Nimrod syngja. Innsavnan
verður til húsið. Øll eru hjar-
taliga vælkomin.
Betel, Vágur
Sunnudagin kl. 11 breyðbrót-
ing, kl. 13.30 sunnudagsskúli,
kl. 18 evangel. fundur. Kl. 21
útifundur um viðrar.
Mánadagin kl. 20 bønarfund-
ur.
Týsdagin kl. 20 ungdóms-
fundur.
Ónsdagin kl. 20 uppbygging-
arfundur.
Frelsunarherurin, Vágur
Sunnudagin kl. 14 sunnu-
dagsskúli, kl. 18 evangel.
møti við Palla Petersen.
Mánadagin kl. 20 Heima-
forbundið. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 212380.
AA-fundir í Havn
Reinsaríið, Tórsgøta 5:
Roykfríur fundur í morgun kl.
9-10. Fundur verður í kvøld
kl. 17-18 og sunnudagin kl.
11-12.
Opin AA-kvinnufundur
í Havn
Reinsaríið, Tórsgøta 5:
Sunnukvøldið kl. 20.
VBA (Vaksin børn til
alkoholikara) ella ørkymlandi
familjuumstøður. Opin
fundur sunnudagin kl. 17.
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
TILTØK
BRÚDLEYP
Í dag, 6. oktober giftast Elisabeth R. Djurhuus og Birgir
Nónsgjógv.
Í dag, 6. oktober giftast í Leirvíkar kirkju Malan Jacob-
sen, Leirvík og Øssur Steinhólm, á Nesi. Veitslan verður
í B68-húsinum á Toftum fyri innbodnum kl. 19.00.
Í dag, 6. oktober, giftast Sigrid Joensen og Joen Peter
Petersen, Skálavík. Brúdleypið verður hildið í Skálavík.
Leygardagin 13. oktober kl. 15.00 giftast í Vitninum í
Hvalba Jóna Miné Midjord og Dánjal Jóhan Thomsen.
Vælkomst verður í skúlanum í Trongsivági kl. 19.00.
Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp
vera vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 7. okt. á tlf.
375340 ella 375019.
Leygardagin 13. okt. kl. 16.00 giftast í Glyvra kirkju
Hanna á Regni á Toftum og Hilmar Sam Lamhauge av
Glyvrum. Veitslan verður hildin í bygdarhúsinum í Leir-
vík kl. 19.00. Øll, ið vilja gleða brúðarparið við at vera
við, verða biðin um at tekna seg á tlf. 447740, 447995
ella 223818 í seinasta lagi 6. oktober.
Leygardagin 10. november kl. 16.00 giftast í Christians-
kirkjuni í Klaksvík Maiken Midjord og Eyðbjørn Høgn-
esen, bæði úr Klaksvík. Vælkomst verður í Skálanum kl.
19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúd-
leyp, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 457656,
456036 ella 455956 áðrenn 29. oktober.
GULLBRÚDLEYP
Týsdagin 2. oktober 2001 høvdu Kathrina og Karl Johan
Mikkelsen, Tórshavn, gullbrúdleyp. Dagurin verður
hildin í dag hjá dóttrini á Mikkjalstrøð 18, Tórshavn.
75 ÁR
Sunnudagin 7. oktober verður Bettemi Egilstrøð á Eiði
75 ár. Dagurin verður hildin leygarkvøldið 6. oktober.
KONFIRMATIÓN
í Argja kirkju sunnudagin – adressan var komin skeift
fyri.
Hans Jákup Dam, Traðargøta 25, Argir
80 ÁR
Mánadagin 8. oktober verður Lena Dahl, Toftir, 80 ár.
C
M
Y
K
37
36