Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 195 - 10. oktober 2001 Nr. 195 - 10. oktober 2001 11 – Í fleiri førum hevur Føroya Tele brotið egnar viðskiftatreytir, hvat rokningum fyri internetsamband viðvíkur. Føroya Tele hevur sum veitari av fjarskiftistænastum skyldu til, at geva brúkaranum »neyva skuldskriving fyri gjøldum fyri veittar tænastur.« INTERNET- ROKNINGAR Ingrid Bjarnastein Ein internetbrúkari hjá Før- oya Tele føldi seg ikki sørt snýttan, tá hann fekk eina internetrokning fyri eitt tíðarskeið har viðkomandi hevði verið uttanlands, og tískil ikki hevði havt nakað samband við internetið hjá Føroya Tele. Brúkarin setti seg í sam- band við internetdeildina hjá Føroya Tele og bað um at fáa kannað, hvat hetta snúði seg um. Tað kom skjótt undan kavi, at Føroya Tele kundi ikki vísa á nakr- ar upplýsingar, sum kundu prógva at internetið hevði verið brúkt hetta tíðarskeið- ið. Leysar grundgevingar Grundgevingin fyri rokn- ingina var, at hetta helst mundi vera avlop frá mán- aðanum frammanundan. Hóast hesa heldur leysu grundgeving, fekk viðkom- andi ongar ávísingar um, at talan veruliga var um avlop. Á heimasíðuni hjá Før- oya Tele stendur, at teir hava skyldu til a) at veita fjarskiftistænastu á dygdar- liga høgum stigi og b) krav- ið fevnir millum annað um neyva skuldskriving av gjøldum fyri veittar tænast- ur. Hetta vil tískil siga, at tá Føroya Tele á internetrokn- ingini ikki viðmerkir, hvat gjaldið er fyri, brýtur egnar viðskiftatænastur. Sum kundi hevur tú rætt til eina og hvørja tíð at krevja frá- greiðing uppá tínar rokn- ingar. Vit hava sett okkum í samband við Føroya Tele. Teir hava ongar viðmerk- ingar í løtuni, men málið verður kannað. Føroya Tele sendir tilvildarligar rokningar Í kvøld skipar Olju- tingið fyri fundi í Listaskálanum. Tvey evni verða umrødd á tingfundinum, har allir limir kunnu vera við FUNDUR Heri á Rógvi Í eina tíð nú hevur Olju- tingið verið virkið. Olju- tingið miðjar ímóti at halda fundir fýra ferðir um árið. Fundirnir hava til endamáls at kunna limirnar í Olju- tinginum um ymiskt við- víkjandi oljuvinnuna. Olju- tingið hevur tað enska hjá- navnið "Petroleum Associ- ation of the Faroe Islands". Hetta sigur kanska meira um, hvat fyri slag av felagi vit tosa um. Felagið hevur nærum 200 hundrað limir, harav eini 80 eru virki ella stovnar. Øll kunnu vera limir í Oljutinginum. – Vit royna at hava eitt forum, har limirnir verða kunnaðir um ymiskt innan oljuvinnuna í Føroyum, og uppmøtingin er eisini rætti- liga góð hvørjaferð, sigur Ingvør Nolsøe, formaður fyri Oljutingið. Felagið hevur júst fingið eina nýggja nevnd. Í henni sita: Ingvør Nolsøe, sum er formaður, Ben Arabo, Sigmund í Jákupsstovu, Annie á Hædd og Alex Buvik. Boring og flúgving Evnið á fundinum í kvøld verður – fyrstu oljuboring- arnar á føroyska land- grunninum – har dentur serliga verður lagdur á operativu síðuna. Til at siga eitt sindur um hetta, so hava fyrireikararn- ir heitt á Ben Arabo, stjóri fyri Amerada Hess Føroyar, og Magna Arge, stjóri fyri Atlantic Airways, at halda hvør sín fyrilestur. Ben fer at røða um fyrstu boringarnar á føroyska landgrunninum, sæð frá einum operatør sjónarmiði. Tað er ætlanin at hann ikki einans skal leggja dent á boringar hjá Amerada Hess, men heldur at tosa breitt um fyrstu boringarn- ar í Føroyum. Amerada Hess er sjálv tann triðja fyritøkan, sum ger royndarboringar í Før- oyum. Frammanundan hava bæði Statoil og BP verið í føroyskum sjógvi og gjørt royndarboringar. Higartil er ikki nakað serliga gott úrslit spurt burturúr. Fyri- tøkurnar eins og myndug- leikarnir hava tó als ikki mist mótið enn. Hin fyrilestrarhaldarin á fundinum í kvøld verður sum áður nevnt Magni Arge. Stjórin fyri størstu og einastu flutningsfyritøkuna av sínum slag í Føroyum hevur fingið til uppgáva at lýsa eitt sindur nærri fyrstu oljuboringarnar á føroyska landgrunninum, sæð frá einum føroyskum veitara sjónarmiði. Tað er í sambandi við, at Atlantic Airways hevur ver- ið virkið í royndarboring- inum í sambandi við flúgv- ing. Tað eru tyrlur, sum flúgva bæði við ferðafólki og virka sum hjálpartyrlur í neyðstøðum. Fundurin í kvøld byrjar kl. 19.00 í Listaskálanum. Í gjár stóð skrivað í Sosialinum, at NATO flogfør høvdu frítt at fara í føroyskum loftrúmi. Rætta orðingin var heldur, at amerikonsk hernaðarflogfør høvdu fingið frítt at fara í føroyskum loftrúmi RÆTTING Heri á Rógvi Tað var í Sosialinum í gjár, at tað stóð skrivað, at NATO flogfør høvdu fing- ið frítt at fara í føroyskum loftrúmi. Skrivað varð eis- ini, at hesir upplýsingar vóru fingnir frá Vibeke Larsen, ríkisumboð. Sosi- alurin vendi sær eisini til Vibeke Larsen, sum upp- lýsti um støðuna, men tíanverri er ein misskiljing komin fyri, soleiðis at yvirskriftin í greinini ikki heilt kann sigast at passa. Tað er nemliga soleiðis, at tað er »US Military Air- crafts« ella amerikonsk hernaðarflogfør, sum hava fingið loyvi at nýta før- oyskt loftrúm í eitt ár, t.e. general diplomatic clear- ence. Umbønin er komin gjøgnum NATO, men er bert fyri »US Military Air- crafts«. Hetta merkir, at tað eru ikki øll limalond innanfyri NATO, sum kunnu senda síni flogfør treytaleyst gjøgnum føroyskt loftrúm næsta árið, men bert amer- ikanskir hernaðarflúgvar- ar. Frammanundan er onk- ur seravtala gjørd fyri nøk- ur flogfør, men hetta eru heldur flogfør, sum eitt nú flúgva óvanliga høgt uppi. Tì kann tað sigast, at før- oyingar stuðla ameriku- monnum. Í tí sambandi, at vit eru umvegis limir í NATO, og umsóknin kom frá NATO, so er yvirskrift- in kanska heldur ikki langt av leið. Vit kunnu bert um- bera mistakið fyri øllum pørtum og lesarunum. Oljutingið hittist aftur Fyrstu boringarnar á føroyska landgrunninum verður evnið á fundinum hjá Oljutinginum í Listaskálanum í kvøld Flogførini eru amerikonsk Undirritaði teknar seg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Navn: Bústaður: Postnr.: Bygd/býur: Undirskrift: Arbeiðsleysur: Jákup er liðugur í Herfølge Ítróttur, s. 13–28 Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00 Dansurin gekk so lystiliga í Havn síða 4 Fyrstur við tí seinasta 5 ferðir um vikuna Ja! Sjálvandi vil eg halda Sosialin Ókeypis Verður sent ópostað Sosialurin rindar postgjaldið 64 Postsmoga 76 110 Tórshavn C M Y K 11 10