mikudagur 10. oktober 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 195 - 10. oktober 2001
Nr. 195 - 10. oktober 2001
13
Norskir jarðfrøðingar
hava vónir um at
finna kolvetni í
undirgrundini
millum Ísland og
Noreg. Seismiskar
kanningar eru gjørd-
ar og verða hesar nú
viðgjørdar
OLJA Í NORÐUR-
ATLANTSHAVI
Jan Müller
Nú restar nærum bert
Ísland í gerast komandi
»oljutjóð« í Norðuratlants-
havi. Eftir at Noreg og
Bretland hava verið týðandi
oljutjóðir í mong ár hevur
verið dúgliga spátt um olju-
og gasskeldur í Írlandi,
Føroyum, Grønlandi og nú
eisini Íslandi. Tað eru m.a.
norskir jarðfrøðingar, sum
hava havt tætt tilknýti til
leitingina í Føroyum, ið
hava vónir um at finna kol-
vetni í íslendsku undir-
grundini eisini. Talan er um
Jan Mayen Ryggin, sum er
eitt sokallað mikrokontin-
ent uppá 100.000 ferkilo-
metrar og sum gongur mið-
skeiðis millum íslendska og
norska landgrunnin.
Ein av monnunum aftan
fyri eina verkætlan, sum
miðjar móti at kanna hesi
viðurskiftini, er Terje Hage-
vang. Hann var í fleiri ár
leitingarstjóri hjá norska
oljufelagnum Saga Petrole-
um, sum var fyrsta oljufel-
agið at lata upp skrivstovu í
Føroyum. Seinni varð fel-
agið uppkeypt av Norsk
Hydro. Í dag starvast Terje
Hagevang
hjá
Sagex
Petroleum, sum hann sjálv-
ur og onnur eiga. Felagið
ráðgav eitt skifti Føroya
Kolvetni og var Terje Hage-
vang nevndarlimur í felagn-
um til hann fór frá nýliga.
Nú situr Terje Hagevang
á skrivstovu síni í Oslo og
setir út í kortið, og økini,
sum hann og hansara
starvsfelagar hava serligan
áhuga fyri eru Atlantsmótið
tvs. økið millum Hetland
og Føroyar, norska økið og
nú eisini Jan Mayen Rygg-
urin.
Jan Mayen Ryggurin
Terje Hagevang vísir á, at
Jan Mayen Ryggurin er
partur av Atlantsmótinum
(Atlanterhavsmarginen), og
tí er tað eisini áhugavert at
fáa tann partin kannaðan.
Jan Mayen Ryggurin er eitt
slag av einum »missing
linki« í jarðfrøðiliga útvikl-
inginum í Norðuratlants-
havi. Hann er eitt micro-
kontinent, sum sleit seg
leyst av Grønlandi fyri 30
mill. árum síðani.
– Um man veit, hvussu
hetta mikrokontinentið sær
út vil tú eisini skilja betri,
hvussu Norskahavið sær út
og hvussu jarðfrøðin er í
Grønlandi
sigur
Terje
Hagevang.
Uppá fyrispurning um
hetta bendir á, at Ísland
kann gerast ein oljutjóð
sigur Terje Hagevang, at
seismikkur er fyrsti partur-
in av tí at leita eftir olju og
í tí sambandinum kann man
siga, at Ísland longu er ein
oljutjóð við tað, at tað
longu eru savnaðir seism-
iskir upplýsingar við tí fyri
eyga einaferð í framtíðini at
leita eftir olju.
Tað er seismikkfelagið
InSeis, ið stendur fyri
kanningunum, sum verða
lidnar í desember. Sagex
eigur umleið 10% av InSeis
og var eisini tað felagið,
sum tók stig til at gera um-
røddu kanningar á Jan
Mayen Rygginum. Felagið
hevur eisini fingið til upp-
gávu at gera seismiskar
kanningar millum Føroyar
og Hetland og eru hesar
longu farnar í gongd.
Endamálið er at kannað
øki á føroyska og bretska
landgrunninum betri. Tað
eru nevniliga stór øki, sum
ikki eru nógv væl kannað
við seismikki.
Sagex týðandi leiklut
Tað sær annars ikki mætari
út enn at Sagex er við at fáa
ein týðandi leiklut í leiting-
ini eftir kolvetni á Atlants-
mótinum og í Norður-
atlantshavi sum heild. Síð-
ani norski staturin fór at
tosa um at privatisera partin
av sínum rættindum til olju-
felt er stovnað ein fyritøka
nevnd Petoro (stytting fyri
petroleumsgullið). Higartil
hevur
Statoil
umsitið
statsins part av rættind-
unum til oljuloyvini eisini
kend sum SDV, Statens
Direkte Engagement. Men
tá Statoil varð lutvíst priv-
atiserað herfyri kundi tað
ikki umsita hesi rættindi og
ognir hjá statinum og tí
varð eitt egið fyrisitingar-
felag stovnað. Sagex ger
rættiliga nógvar uppgávur
fyri Petoro í løtuni,m.a.
hjálpir tað við rakstrinum
av
hesum
lisensunum.
Petoro stendur í dag fyri 1/3
av
oljuvirkseminum
í
norskum øki.
Ísland kann gerast oljutjóð
Norskt felag skjýtur í
løtuni seismikk
eystan fyri Føroyar,
langt frá teimum
leiðum, har tað
verður borað í løtuni.
Jarðfrøðingar halda
hetta økið vera sera
áhugavert
OLJULEITING
Jan Müller
Hóast tvær tær fyrstu bor-
ingarnar á landgrunninum
vórðu miseydnaðar, og tað
nú verður bíðað eftir úrslit-
inum av triðju boringini, so
eru vónirnar til føroyska
økið kortini stórar. Eitt nú
millum norskar jarðfrøð-
ingar og oljufólk. Tað borga
ikki minst seismisku kann-
ingarnar, sum norska felag-
ið InSeis er farið undir fyri
egna rokning. Ein av stig-
takarunum til hetta felagið
er Sagex, hvør stjóri er
Terje Hagevang, sum í fleiri
ár var jarðfrøðiligi odda-
maðurin hjá Saga í Føroy-
um.
Terje Hagevang ivast ikki
í, at olja verður funnin í
Gullhorninum og fylgir
hann við spenningini bor-
ingini hjá Amerada Hess
samtakinum. Men hann
heldur, at tað eisini liggja
stórir møguleikar uttanfyri
Gullhornið og hetta er so
seismiska kanningin eystan
fyri Føroyar í løtuni eitt
gott prógv um. InSeis
skjýtur í løtuni seismikk
eystur úr Nólsoyarbanka
ella væl norðan fyri verandi
økið, har tað verður borað í
løtuni. Hetta eru so eisini
øki, sum fleiri av oljufeløg-
unum hava víst stóran
áhuga. Nú verða so gjørdar
seismiskar kanningar, og
dylur Terje Hagevang ikki,
at ætlanin er at brúka úrslit-
ini av hesum kanningum til
næstu útbjóðingina á før-
oyska landgrunninum, sum
kanska longu verður í
2003.
Góðar oljuvónir
eystan fyri Føroyar
Ísland kann gerast oljutjóð. Noreg hevur gjørt seismiskar
kanningar á Jan Mayen rigginin, eitt horvið minikontinent,
sum sleyt seg leyst frá Grønlandi fyri 30 miliónum árum síðan
og hesar kanningar kunnu geva týðandi upplýsingar um
jarðfrøðina í økinum og eisini um jarðfrøði Grønlands
Terje Hagevang
C
M
Y
K
13
12