Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eftir greiða tapið fyri Skála hava sandoy- ingar gjørt av at siga Kára Reynheim úr venjarasessinum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tá B71 um vikuskiftið fer á Skála, har seinni dysturin um upp- og niðurflyting er á skránni, verður tað ikki við Kára Reynheim sum venjara. Úrslitini á Sandi hava ikki verið av teimum bestu hetta kappingarárið, og eftir at fyrri dysturin móti Skála endaði við einum 4-1 tapi, gjørdi leiðslan í felagnum av, at siga venjaranum úr starvinum. Ikki bara úrslit Formaðurin í B71, Pól Klementsen, sigur við Sosialin, at úrslitini tó ikki hava verið einasta orsøkin til, at felagið hevur koyrt venjaranum úr starvinum. - Úrslitini hava sjálvandi havt sítt at siga, men í fleiri førum hevur Kári borið seg sera illoyalt at mótvegis felagnum, og hetta hava vit ikki kunna góðtikið, sigur Pól Klementsen. Spurdur, um nevndin hevur gjørt av, hvør skal standa við stýrisvølin, tá B71 um vikuskiftið fer inn á Skála, sigur formaðurin, at talan verður um ein gamlan kenning hjá felag- num. - Vit hava spurt okkum fyri hjá Piotr Krakowski, og hevur hann játtað at givið okkum eina hjálpandi hond til hendan dystin. B36 hevur eisini givið sítt loyvi, so tað verður Piotr. Fáorðaður Tað var mánakvøldið, at Kári Reynheim fekk boðini um uppsøgnina, men sjálv- ur hevði venjarin ikki so nógvar viðmerkingar, tá vit týsmorgunin fingu orðið á hann. - Eg haldi bara, at hatta er ein ógvuliga keðiligur endi fyri báðar partar, og eg dugi ikki at síggja, at nakar skal fáa nakran fyrimun av hes- um, var einasta viðmerk- ingin, sum Kári hevði til uppsøgnina. Kári kom annars aftur í føroyska fótbóltsheimin undan hesum kappingar- árinum, eftir at hann í nøkur ár hevði virkað sum venjari í Noreg. Eftir at hann sum leikari hevði gjørt vart við seg sjálvan á bæði landsliðnum og í teimum báðum havnarfe- løgunum, nam hann sær venjaraútbúgving í Dan- mark, eins og hann hevur tikið stóran part av norsku venjaraútbúgvingini. Nr. 195 • mikudagur • 10. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Sjey av feløgunum, sum í 1999 tóku lut í 1. deild hjá monn- um, fáa um stutta tíð 190.000 krónur frá UEFA FÓTBÓLTSPENGAR Jákup Mørk Hetta er peningurin, sum UEFA rindar teim- um feløgum, sum hava verið við í kappingini um at vinna sær pláss í europeisku kappingun- um í 2000/2001, men sum ikki vunnu sær rætt til luttøku. Fyri 1999 var tá talan um HB, NSÍ, VB, B68, B71, Sumba og ÍF. Í rundskrivi til feløg- ini boðar FSF frá, at peningurin verður flutt- ur feløgunum, so skjótt hann er fluttur frá UEFA, og at feløgini tá verða kunnað um, hvørj- ar treytir fylgja við nýtsluni av hesum. Treytirnar verða helst tær somu, sum vóru galdandi í fjør, tá UEFA setti krav um, at pening- urin skuldi nýtast til at styrkja ungdómsarbeið- ið í feløgunum. 65.000 fyri 1998 Annars ger fótbóltssam- bandið samstundis vart við, at írestandi pening- urin frá UEFA fyri kapp- ingarnarárið, 1998, verða fluttir feløgunum ein av fyrstu døgunum. Talan var tá um góðar 65.000 kr., sum FSF í fyrstu atløgu hevði aft- urhildið. Hetta tí ivamál stakk seg upp um, hvussu peningurin skuldi býtast. Í fyrstu atløgu vildi FSF, at ein grunnur av onkrum slag varð settur á stovn, so- leiðis at feløgini her kundu søkja um stuðul til ymsar verkætlanir, men hesum vildu feløg- ini als ikki vita av. Seinni vísti tað seg eisini, at B71, sum í fyrsta umfarið hevði fingið pening útgold- nan, kortini ikki átti hetta til góðar. Hetta tí B71 í 1998 spældi í 2. deild. Pengarnir, sum UEFA flutti í 2000 vóru fyri europeisku kapping- arnar í 1999/2000, og fyri at kappast um pláss í hesum, skulu føroysku feløgini hava tikið lut í fremstu deildini í 1998. Sostatt kunnu GÍ, B68, NSÍ, B68, VB, ÍF, Sumba og TB síggja fram til, at tey ein av komandi døgunum fáa góðar 65 tkr. frá FSF. Ein dystur í bestu mansdeildin í hondbólti verður leiktur í kvøld HONDBÓLTUR Jákup Mørk Í kvøld, mikukvøldið, seta mansliðini hjá StÍF og Neistanum hol á hond- bóltskappingina fyri teirra viðkomandi. Upprunaliga skuldi dyst- urin verði leiktur sunnu- dagin, men av tí, at fleiri av StÍF leikarunum samstund- is skuldu spæla fótbóltsdyst við Skála, varð avgerð tikin um at flyta dystin. Tykjast spennandi Hetta eru annars tvey av teimum liðum, sum vænt- andi fara at tosa við, tá heiðursmerkini skulu být- ast eftir kappingarlok. Strandingar hava nú í nøkur ár verið fastir fúsir í ovara endanum av stigarøðini, og hóast onkur frágongd hevur verið í mun til í fjør, so er fólkið helst somikið gott, at liðið aftur í ár fer at gera seg galdandi. Neistin, sum vann FM- heitið fyri tveimum árum síðani, endaði á fjórða plássinum í fjør. Talan var tá um eitt fullkomuliga broytt lið í mun til tað, sum vann gull, og aftur í ár tykist nógv vera broytt hjá Neistanum. Liðið hevur havt tilgongd av fleiri leikarum, sum hava gjørt rættiliga nógv vart við seg í føroyskum hondbólti, og spurningurin er so, hvussu skjótt nýggi venjar- in, Dia Midjord, kann fáa hesar at rigga sum eina eind. Dysturin verður í Ítrótt- arhøllini á Hálsi kl. 20.00. Neistin og StÍF spæla í Ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld, mikukvøldið 190.000 UEFA krónur Hondbólturin rullar B71 sekkjaði venjarin Venjarin hjá B71 eitur ikki longur Kári Reynheim. Nevndin hevur sagt honum úr starvinum, og í seinasta dystinum hevur felagið ístaðin fingið hjálp frá Piotr Krakowski 15 14 Nr. 195 - 10. oktober 2001 C M Y K 14