Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 195 - 10. oktober 2001 Hvørki Lyngby og Herfølge tykjast í løtuni at hava nakra framtíð í donskum elitufótbólti DANMARK Jákup Mørk Kreppan í donskum fótbólti tykist ongan enda at taka. Seinastu tíðina hava tað serliga verið tvey feløg, sum hava verið í eldinum í so máta, og í báðum førum er talan um feløg, har før- oyskir leikarar áður hava roynt seg. Liðugt í Lyngby Tað hevur leingi verið greitt, at fyrrverandi felag- ið hjá Toda Jónsson, Lyng- by, hevur havt stórar trupul- leikar. Nýggi eigarin av felagnum, Jørn Terkelsen, sum fyrr í ár keypti partabrøvini í felagnum, hevur roynt ymsar loysnir til tess at bjarga felagnum, men nú sigur Terkelsen, at framyvir verður einki, sum eitur superligafótbóltur, í Lyngby. Hesa greiðu støðu hevur hann tikið, nú kommunan ikki vildi geva tilsøgn til ætlanina, sum Terkelsen segði vera hina seinasta í royndunum at bjarga Lyng- by. Ætlanin var, at felagið saman við privatum íleggj- arum skuldi fara undir at byggja og selja eldraíbúðir, og segði formaðurin tá, at íleggjararnir høvdu játtað at geva felagnum eina inn- spræning upp á 30 mió.kr., um ætlanin gjørdist veru- leiki. Ætlanin verður tó av ong- um, nú kommunan hevur sagt nei, og nú tímir for- maðurin ikki meira. Áður hevur hann roynt at fáa eina samanleggin í lag við Farum, men hendan ætlanin varð steðgað av viðhalds- fólkunum hjá Lyngby. Pengar eru eingir av í fe- lagnum, og seinastu lønar- útgjalding stóð formaðurin sjálvur fyri, men nú er hesin kassin eisini stongd- ur, so væntandi fara leik- ararnir at krevja felagið á húsagang, um teir ikki fáa útgoldið mánaðarlønina til tíðina. Verður felagið koyrt á húsagang, hevur tað sam- bært reglunum hjá DBU ikki loyvi at spæla í hægri donsku deildunum, og verður tað tískil tvungið niður í Danmarks-seriuna at spæla. Herfølge Í gamla felagnum hjá Ják- upi Mikkelsen er støðan nærum eins ring, sum hon er í Lyngby. Meistaraliðið frá 2000, Herfølge, hevur snøgt sagt ongar pengar í kassanum, og leikararnir hava enn løn- arútgjaldinga fyri septemb- er mánað til góðar. Hesir hava nú givið fe- lagnum freist til 22. ok- tober at fáa pengar til vega, og er eingin loysn funnin til ta tíð, noyðist felagið at snara lykilinum. Boðini úr Herfølge eru tó ikki heilt so dapurtskygd, sum tey eru úr Lyngby. Í einum tíðindaskrivi sigur formaðurin í fakfe- lagnum hjá fótbóltsspæl- arum, Mads Øland, at leikararnir í felagnum eru sinnaðir at hjálpa til við at finna eina loysn. Úr felagnum verður sagt, at teir í løtuni kanna, um onkur av leikarunum kann seljast, og í ringasta føri kann talan gerast um at geva leikarunum frítt at fara, soleiðis at felagið um ikki annað kann minka um lønarútreiðslurnar. Í øllum førum er heilt víst, at í framtíðini verður ikki talan um fulltíðar yrkisfótbólt í felagnum framyvir. Mánakvøldið skrivaðu Argja Bóltfelag og Sámal Erik Hentze undir sáttmála, sum inni- ber, at Sámal Erik komandi árið skal venja mansliðið í felagnum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Á Argjum hava tey seinnu árini havt eina ætlan um, at besta mansliðið í felagnum skal fara at gera seg gald- andi eitt sindur ovarligari í kappingini, enn talan hevur verið um higartil. Millum annað innibar hetta, at felagið í 1998 setti Oddbjørn Joensen sum venjara, og fyrsta árið eydnaðist alt somikið væl, at felagið vann sær rættin at spæla í triðju deild, men síðani er stígur komin í, og eftir tvey ár hevur AB framvegis ikki spælt seg upp í aðru deild. Mest sum spælari Hetta merkir tó ikki, at ætlaninar um uppflyting á nakran hátt eru sleptar. AB skrivaði mánadagin undir sáttmála við Sámal Erik Hentze um at venja felagið, og við hesum vóna tey, at hava tikið eitt stig fram ímóti uppflytanini, sum helst er neyðug, fyri at felagið kann standa seg í longdini. Sámal Erik, sum er 29 ára gamal, hevur annars gjørt mest vart við seg sum spælari í Føroyum, og nógv roknaðu við, at talan var um ein komandi stórspæl- ara, tá hann longu í 1989 fyri fyrstu ferð umboðaði HB í bestu deildini. Skaðar hava tó gjørt sítt til, at talið av dystum í barndóms- felagnum ikki gjørdist tað heilt stóra, og støðan var ikki stórt øðrvísi, tá hann í tvey ár royndi seg hjá B68. Í fjør gjørdi hann so fyrstu royndina sum venj- ari, tá hann tók sær av næstbesta liðnum hjá HB, og leingi vóru úrslitini heilt góð her, men eftir at hava verið á odda eitt skifti, noyddist liðið at taka til takkar við einum sjeynda plássi. Siga ikki nei Um nýggju avbjóðing sína sigur Sámal Erik, at hann heilt greitt hevur sum mál at tryggja felagnum upp- flytan í bestu deildina. Hetta má eisini metast sum ein avgerandi fortreyt fyri fótbóltin á Argjum, tí vinnur liðið seg eina deild upp, er lítið at ivast í, at fleiri av næstbestu leikar- unum hjá teimum báðum stóru havnarfeløgunum fáa hug at koma út á Argjar. Enn hevur venjarin ikki gjørt av, um tað verður sum leikandi venjari, at hann fer at royna seg komandi árið. - Tað veldst um, hvat fólk vit hava til uppgávuna. Enn er ikki greitt, hvørjum leikarum eg fari at arbeiða við komandi árið, men vónirnar eru sjálvsagt, at tað verða so nógvir sum gjørligt, og vit siga í øllum førum ikki nei-takk, um tað er onkur leikari úr øðrum feløgum, sum hevur hug at royna seg. Poulsen fer ongan veg Tað hevur leingi ljóð- að, at miðvallarleikar- in hjá FCK, Christian Poulsen, er ávegis til enskan fótbólt, har Birmingham hevur sýnt sera stóran á- huga. Formaðurin í enska felagnum hevur sostatt áður váttað, at teir hava boðið 6 mió.£ fyri leikaran, og at felagið harumframt hevur givið honum eitt tilboð, sum hevði sett hann millum best løntu leikararnar í ensku 1. deild. Mánadagin kunn- gjørdi FCK-stjórin, Flemming Øster- gaard, tó, at Poulsen ikki fer nakran veg í hesum umfarinum. Saman við ráðgeva sínum og ítróttarstjór- anum í FCK hevur Poulsen umhugsað støðu sína, og niður- støðan er, at hann framvegis er FCK- leikari. - jm Stór svimji- kapping Fuglafjarðar Svimjifelag hevur komandi vikuskiftið stóra svimjikapping SVIMJING Jákup Mørk Árliga svimjikapp- ingin, FS-stevnan 2001, verður í Fugla- firði komandi viku- skiftið. Í tíðindaskrivi sig- ur Fuglafjarðar Svimjifelag, at talan væntandi verður um einar 170 svimjarar, sum fara at kappast. Talan er um yngru svimjararnar – 6 til 13 ár – hjá Tvøroyrar Svimjifelag, Vágs Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, Flot av Toftum, Skeggjar úr Gøtu, og Fuglafjarð- ar Svimjifelag. Kappingin byrjar leygarmorgunin kl. 10.00, og verður síðani hildið á allan leygardagin umframt sunnudagin, tá sein- astu kappingarnar eru á skránni. Í alt verður talan um 48 kappingar, og verða heiðursmerki latin trimum teimum fremstu svimjarunum í øllum kappingunum. AB vil upp Sámal Erik Hentze royndi seg í fjør sum venjari hjá HB í 2. deild. Komandi árið verður tað tó hjá AB, at hann skal royna síni evni Kassarnir eru tómir Í Herfølge mugu tey nú ásanna, at leiðin av aldukambinum niður í –dalin kann vera sera stutt C M Y K 16 Nr. 195 - 10. oktober 2001 17 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2492, P/F Bergfrost, 530 Fuglafjørður. Viðtøkur broyttar: 14.06.2001. Kapitalur: Hækking við kr. 900.000,00 til kr. 2.400.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 900.000,00 til kurs 100. Nevnd: Farin frá sum formaður: Óli Samró, Marinargøta 9, 188 Hoyvík. Innkomin sum formaður: Kristin Rasmussen, Berjabrekka 197, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Jógvan Suni Simonsen, Innandalsvegur 11, 530 Fuglafjørður. Innkomin sum stjóri: Janus Rasmussen, 512 Norðagøta. Skráseting Føroya tann 8. oktober 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2906, Sp/f York Køliteknik Føroyar, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Lars Conradsen Kongstad, Strandskadevej 1c, 8250 Egå. Innkomin í nevndina: Allan Thorhauge, Ahornvej 34, DK-8543 Hornslet. Skráseting Føroya tann 8. oktober 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3, P/F Skipafelagið Føroyar, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Hinderikus Lamain, Irisvej 12, DK-2970 Hørsholm. Skráseting Føroya tann 8. oktober 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 1595, Sp/f Mouritsens Bussar, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 22.08.2001. Nýtt navn: P/F Mouritsens Bussar Kapitalur: Hækking við kr. 420.000,00 til kr. 500.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 420.000,00 við grunshækking. Grannskoðari: Farin frá sum grannskoðari: Sp/f HanSam, Tróndargøta 39, 100 Tórshavn. Innkomin sum grannskoðari: Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen, J. Paturssonargøta 18, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóra, einum nevndarlimi ella av allari nevndini í felag. Endamál: Endamál felagsins er at reka ferðavinnu og handil, herundir flutning av ferðafólki, reka ferðaskrivstovu og annað arbeiði í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 8. oktober 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 1738, Sp/f Klivin, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Elisabeth Christiansen, 480 Skáli. Innkomin í nevndina: Atli Klein Olsen, Undir Kletti, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 8.oktober 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 427, P/F Foss, 440 Haldarsvík. Viðtøkur broyttar: 30.08.2001. Kapitalur: Hækking við kr. 100.000,00 til kr. 600.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 100.000,00 við grunshækking. Skráseting Føroya tann 8. oktober 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2626, Sp/f Metal, 640 Rituvík. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Martin Jacob Olsen, 640 Rituvík. Innkomin sum stjóri: Fritleif Olsen, 640 Rituvík. Skráseting Føroya tann 8. oktober 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3060, Sp/f Arabo Consultants, 415 Oyrareingir. Viðtøkur broyttar: 22.08.2001. Nevnd: Innkomin í nevndina: Rói Arabo, 415 Oyrareingir. Endamál: Endamál felagsins er at veita ráðgeving, keyp og sølu, keyp, rakstur og útleigan av fastari ogn, eiga partabrøv í feløgum, umframt annað virksemi knýtt av hesum virksemum. Skráseting Føroya tann 8. oktober 2001 Kristin Balle _____________________ Gøtu Kvøldskúli veturin 2001/2002 Boðað verður frá luttøku á hesum støðum: –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Lærugrein og dagur Lærari Tlf. –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Ættargransking Hansina Olsen 441056 mikudag –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Teldulæra Reinhold Isaksen 441753 týsdag –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Gittarspæl á byrjunarstøði Tórhallur Justinussen 443114 hósdag (eftir kl.16.00) –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Klaverspæl Magnus Jacobsen 444457 mánadag –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Lær at svimja Oluffa á Høvdanum 442122 mánadag –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Lær at telva Reinhold Isaksen 441753 mánadag –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og myndugleikanna góðkenning. Byrjað verður eftir avtalu við læraran. Gøtu Kvøldskúli www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo veitst tú ikki tað? 17